Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 243 - 15. desember 2001 Nr. 243 - 15. desember 2001 13 Fyri nøkrum árum síðani løgdu sjúkra- systrarnar á Lands- sjúkrahúsinum niður arbeiðið fyri at fáa ein sokallaðan røkt- arstjóra. Hetta varð gjørt, tí at sjúkra- systrarnar vildu hava eitt umboð í leiðsluni á Landssjúkrahús- inum. Sjúkrasystr- arnar eru vónbrotnar nú røktarstjórin sigur, at tað eru nóg mikið av sjúkrasystr- um á B6 SJÚKRAHÚSTRÆTAN Ingrid Bjarnastein Arbeiðið varð niðurlagt fyri at fáa ein røktarstjóra, sum kundi umboða sjúkrasystr- arnar í leiðsluni á Lands- sjúkrahúsinum. Sjúkra- systrarnar hildu, at tær høvdu eins nógv brúk fyri einum røktarstjóra, sum læknarnir hava brúk fyri einum læknastjóra. Fyri at staðfesta teirra misnøgd, løgdu tær niður arbeiðið, og ynski teirra um røktarstjóra kom eisini ígjøgnum. Fyri góðum hálvum øðr- um ári síðani varð Marin Vang sett í starv sum nýggjur røktarstjóri á Landssjúkrahúsinum. Mar- in Vang hevur fleiri ferðir sagt við fjølmiðlarnar, at hon heldur, at tað eru nóg mikið av sjúkrasystrum á B6. Men hvat siga sjúkra- ystrarnar til hetta úttalilsið? – Tað er sum at fáa knívin í ryggin, sigur Ingun Gaardbo, talskvinna fyri sjúkrasystrarnar á B6. – Tá verkfallið var fyri nøkrum árum síðani, var tað fyri at vit kundu fáa eitt umboð í ovastu leiðsluna, og tað fingu vit. Tá Marin Vang so nú sigur, at hon heldur, at tað eru nóg mikið av sjúkrasystrum kann man róliga siga, at hetta er sum at verða stungin í bakið. Leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum hevur sagt, at tað er ikki nóg væl skjalprógvað, at tað eru ov fáar sjúkrasystrar á B6. Men um málið ikki er nóg væl skjalprógvað, so reisa vit spurning- in: Hvussu kann leiðslan so úttala seg um eitt mál, ið ikki er nóg væl skjalprógvað? SJÚKRAHÚSTRÆTAN Ingrid Bjarnastein Røktarstjórin játtar og heldur samstundis fast við at tað eru nóg mikið av sjúkrasystrum á B6. – Vit í leiðsluni hava, síð- ani ósemjan hevur stungið seg upp, ikki havt nakran møguleika at siga nakað annað. Frá tí at kreppan byrjaði til nú hevur ikki verið tíð til at gera eitt analyserað arbeiði, har man metir um aktivitetin á deildini, ella analyserar støðið á røktini. Hevði leiðslan skula gjørt eina væl analyseraða meting av deildini hevði hon verið noydd at gjørt eina sokallaða røktartyngd- armeting. Hetta vil siga, at ein hevði verið noyddur at mátað tyngdina á hvørjum einasta sjúklingi, og býtt hann upp í bólkar. Her er talan tó ikki um krops- tyngd! Bólkarnir, sum landssjúkrahúsið hevur at býta upp í, eru talsettir frá 1 – 4. Har merkir eitt, at sjúklingurin er sjálvhjálpin, og fýra merkir, at hann skal hava hjálp til alt. Sambært Marina Vang er tað ikki nóg væl skjal- prógvað, at tað eru ov fáar sjúkrasystrar. Leiðslan hev- ur bjóðað sær at koma inn á deildina og kanna málið, soleiðis at tey kunnu hyggja, hvussu tað sær út, og so harafturat møguliga fáa ein objektivan persón inn at hyggja. Leiðslan hevur ikki havt tíð at finna útav, um hesir pástandir eru sannir. Men hvussu kann leiðslan so úttala seg um deildina, tá arbeiðið ikki er nóg væl skjalprógvað at gera ein meting? – Skjølini, leiðslan hevur tikið støði í, er seingjar- talið. Síðani hava vit verið inni og samanborið við aðrar medisinskar deildir. Útfrá hesum hava vit so sett normeringina uppá 18 seingjarpláss, og her hava vit eisini skorið hana niður frá 24. Hetta er eitt miðal tal fyri normeringar, og hildu vit hetta vera pass- andi. Talið veksur ikki Tølini á sjúklingum á B6 vísa, at har er ikki vøkstur í. Har er ongin vøkstur í aktiviteti heldur. – Tungir og røktarkrevj- andi sjúklingar koma tað altíð at vera, sigur Marin Vang. – Men so leingi sum onki er kannað, kunnu vit ikki gera nakað annað. Deildin hevur annars fingið játtað eyka pening í ár, harafturat meira enn nøkur onnur deild her á sjúkrahúsinum. Sjúkrasystrarnar á B6 hava eisini gjørt vart við, at tólini á deildini als ikki er nóg góð, men slitin og vánalig at arbeiða við. – Tað er ein samd sjúkra- húsleiðsla, sum sigur, at sjálvandi skal hetta broyt- ast. Vit hava gjørt eina út- skiftingarætlan har ætlanin er at skifta alt út. Borð, stólar, sengur og so fram- vegis. Men hetta fáa vit ikki gjørt alt í senn, men hetta má koma so við og við, tí annað er ikki peningur til, sigur Marin Vang. Sjúkrahúsleiðslan: Tikið støðið á veikum grundarlag Sjúkrahúsleiðslan sigur, at tað er ikki nóg væl skjalprógvað, at ov fáar sjúkrasystrar starvast á B6 – Eg umboði ikki bert sjúkrasystrarnar. Umframt sjúkrasystr- arnar umboði eg aðr- ar bólkar í sjúkrahús- røktini, tað vil siga røktarar, atstøðingar og onnur. Ábyrgdin hjá mær er at grund- geva fyri, at tænastu- støði í sjúkrahús- røktini er nøktandi, sigur Marin Vang, røktarstjóri á Lands- sjúkrahúsinum SJÚKRAHÚSTRÆTAN Ingrid Bjarnastein Marin Vang, røktarstjóri á Landssjúkrahúsinum, vil sjálv ikki kalla seg umboð sjúkrasystranna. Men held- ur Marin Vang sjálv, at hon hevur vent sjúkrasystr- unum, sum fóru í verkfall røktarstjórans vegna, baki? – Nei, tað haldi eg ikki, sigur Marin Vang. – Tað er als ikki hetta, málið snýr seg um. Hetta snýr seg um ein konstruk- tivan og opnan dialog. Eg eri ikki pliktað til at ganga øllum krøvunum, sjúkra- systrarnar koma við á møti. Eg skal lurta eftir tí, tær hava at siga og síðani fara sakliga víðari við málinum, sum skal vera væl grundað. Man kann kanska kalla meg álítisumboð hjá sjúkrasystrunum. – Men í síðsta enda er tað deildarsjúkrasystirin, sum er umboð sjúkrasystranna. Fyrr var tað soleiðis, at tað var fyristøðukvinnan, ið var umboð fyri sjúkra- systrar. Men í dag hava vit deildarsjúkrasystir, yvir- sjúkrasystir, røktarstjóra og í toppinum sjúkrahús- leiðsluna, sigur Marin Vang víðari. – Eg umboði ikki bert sjúkrasystrarnar. Umframt sjúkrasystrarnar umboði eg aðrar bólkar í sjúkrahús- røktini, tað vil siga pleyg- arar, assistentar og onnur. Ábyrgdin hjá mær er at grundgeva fyri, at tænastu- støðið í sjúkrahúsrøktini er nøktandi, sigur røktar- stjórin. Ikki hennara arbeiði Í starvslýsingini hjá røktar- stjóranum stendur millum annað, at røktarstjórin skal: - Samskipa sjúkrarøktar- fakliga økið - Kunna um uppgávur sum viðvíkja sjúkrarøktini, herundir samskipan av sjúkrarøktarfakligu menningini - Meting av tilfeingisnýtsl- uni innan sjúkrarøktafak- liga økið - Seta mál fyri sjúkra- røktarfakligari menning - Gerð av leiðreglum innan sjúkrarøktina - Góðskutrygging- og menning av sjúkrarøktini - Útbúgving og eftirút- búgving av sjúkrarøktar- starvsfólki - Meting av fakliga før- leikanum hjá starvsfólk- um innan sjúkrarøkt Umframt hetta hevur røktarstjórin yvirordnaðu samskipanina á tí røktar- fakliga økinum. Marin Vang sigur, at hennara arbeiði er at meta um alt tilfeingið verður nýtt á rættan hátt. Men tá alt kemur til alt, er tað sjúkra- húsleiðslan, sum hevur ábyrgdina av, at alt verður ráðiliga drivið. Sjúkrasystrarnar á B6: Knívin í ryggin Sjúkrasystrarnar á B6 siga, at tað er sum at fáa knívin í ryggin av røktarstjóranum, ið sigur, at nóg mikið av sjúkrasystrum eru á deildini Marin Vang, røktarstjóri: Eg umboði onnur enn sjúkrasystrarnar Marin Vang, røktarstjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at hon er umboð fyri onnur enn sjúkrasystrarnar. Árliga jólasangløtan í Vágum verður í ítróttarhølini á Gilja- nesi í morgin. Umleið hálvttriðjahundrað sangarar fara á pall samstundis SANGLØTA Edvard Joensen Sunnudagin klokkan 15.00 verður árliga jólasangløtan í Vágum. Hon verður í ár hildin í ítróttarhøllini á Giljanesi, sum er einasta hølið í oynni, ið kann hýsa øllum luttakarunum, sigur ein av fyrireikarunum, Marni av Kák. Tað verða nógv fólk við í tiltakinum, greiðir hann frá. Umleið 10 prosent av saml- aða íbúgvaratalinum í Vág- um far at luttaka, sigur hann. Hann metir, at tá felagskórið fer á pallin, verða 240 sangarar við. Talan er um eitt felags tiltak hjá øllum kristiligum samkomum í oynni. Heimamissiónin, Brøðra- samkoman og samkoman Filadelfia eru umboðað. Kórini eru nógv. Fýra barnakór við sunnudags- skúlabørnum hjá Heima- missiónini úr Sandavági, Miðvági og Sørvági eru við, umframt eitt barnakór við sunnudagsskúlabørnum úr Kedron, sum er salur hjá Brøðrasamkomuni. Hesi børnini eru tilsamans um- leið 170 í tali. Av øðrum kórum eru at nevna Streingjakórið, sum hevur fólk úr allari oynni. Tað sama er við ungdóms- kórinum og manskórinum, sum eisini eru umboðað allastaðni úr Vágum uttan úr Gásadali, greiðir Marni av Kák frá. Teir vaksnu sangararnir eru umleið 70 í tali. Tað, sum sungið verður, verða mest teir vanligu, góðu, gomlu jólasangirnir, sum fólk kenna. Men eisini verður okkurt av nýggjari gospelsangi við. Og so verður eisini felagssangur, har øll, sum koma at lurta, eisini sleppa at syngja kendar jólasangir. Til felagssangin fer Sørvágs Tónleikarafelag at spæla. Umframt sangin verður eisini upplestur av jólaboð- skapinum. Tað verða deknar úr Vágum, eins og fólk úr teimum ymsu sam- komunum, sum fara at lesa, sigur Marni av Kák. Hann sigur, at tiltakið í ár er tað tíggjunda í røðini av sínum slagi, og varð tí valt at gera eitt sindur meira burtur úr enn vanligt. Van- liga hevur sangløtan verið hildin í Missiónshúsinum í Sørvági. Men hesaferð gjørdist tað sum í tilhalds- húsunum í Betlehem, at ikki var hugsingur um at hýsa øllum, sum luttaka. Og jólasangløtan á Giljanesi er eitt veruligt jólatiltak, leggur Marni av Kák afturat. Tað kostar einki at koma at lurta og syngja við. Stórt sangtiltak á Giljanesi Børnini hava vant í Missiónshúsinum í Sørvági upp undir jólasangløtuna, sum verður sunnudagin Mynd: Edvard Joensen C M Y K 13 12 Radiobúðin P/F Heiðavegur, Runavík Tlf. 448000 Pioneer DVD DV535 fyrr 4.496,- Grundig DVD GDV 130 fyrr 5.184,- Nú 3.896,- Nú 6.884,- Nú 14.665,- Nú 3.984,- Nú 3.645,- Nú , 8.884,- Su Surround forsterkari úr 3.398,- Surroun round hátalarar 5.1 úr 2.622,- r 2.6 5 stl. 80 Watt h tt hátalarar talara 1 stk. 110 Watt Aktivur Subwoofer Grundig g Sjónvarp 28" 282/8 100 Hz v/borði Grundig sj undig sjó Vit umboð eisini Miller & Kreisel, sum sigast at vera heimsins bestu surround hátalarar Støkk inn á gólvið og hoyr tey dygdargóðu "surround" settini og síggj knív skarpu myndina hjá GRUNDIG Opið er mánadag til fríggjadag kl. 9.30 til kl. 12.00 kl. 13.00 til kl. 17.30 leygardag kl. 10.00 til 12.30 Grundig video 4 videohøvd, 2 ljóðhøvd HI FI stereo, 2 scartstik, 1 phono úttak ak fyrr 4.845,- Grundig sjónvarp Wide Screen 3 reen 32" 100Hz