leygardagur 15. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 15. desember 2001
15
Dagin fyri at freistin
fyri at lata sangir inn
til danska Grand
Prixið var úti, hevði
Pætur við Keldu hug
at gevast við síni
roynd at sleppa við,
men hann gjørdi
sangin lidnan, og nú
er hann komin
gjøgnum nálareygað
GRAND PRIX
Eyðun Klakstein
Í gjár kom Pætur við Keldu
til Føroya. Hann kom heim
í føðingardag hjá mammu
síni. Í viðførinum hevði
hann eitt atgongumerki til
danska Melodi Grand Prix-
ið, eftir at hansara sangur
var ein av teimum 10, ið var
valdur út millum 662 sang-
ir. Lagið er lætt og melodi-
øst, og yrkingina gjørdi
hann við mammu síni í
huga.
Men tað var um reppið,
at Pætur als ongan sang
sendi til Grand Prixið.
– Eg hevði skrivað eitt
lag, sum eg hevði spælt inn
á harddisk-upptakaran hjá
mær sjálvum. Eg setti meg
so í samband við Hans
Poulsen fyri at fáa hann at
taka um endan við tónleik-
inum. Dagin fyri, at sang-
urin skuldi latast inn, hevði
eg næstan mist mótið. Vit
høvdu gjørt tónleikin lidn-
an, men eg skuldi skriva
eina tekst og syngja hann,
greiðir Pætur frá.
– Eg hevði hug at gevast
og bíða eitt ár við senda ein
sang inn. Eg tosaði við
Hans um hetta, men hann
var framvegis heitur upp á
at gera sangin lidnan, og so
helt eg, at tað skuldi ikki
stranda upp á meg.
Drúgt at bíða
Yrkingin »Som en drøm«
varð skrivað, og sangurin
varð gjørdur liðugur, pakk-
aður og sendur Danmarks
Radio, sum stendur fyri
Grand Prix tónleikakapp-
ingini í Danmark.
Um vikuskiftið komu
boðini um, hvussu sangurin
hevði staðið seg í kapping-
ini við meira enn 650 aðrar.
Ein av teimum, sum fyri-
reikar Grand Prixið, ringdi
til Pætur.
– Eg sat í stovuni hjá
mær, tá telefonin ringdi. Eg
var kløkkur, tá eg hoyrdi, at
tað var frá Danmarks
Radio. Hann tók sær góða
tíð at forklára, at nú høvdu
teir lurta eftir øllum sang-
unum og tikið støðu til,
hvørjir sangir skuldu við og
so víðari. Eg haldi, at hann
argaði meg, og eg hugsaði
bara, kom so við tí.
Og so komu boðini.
Sangurin hjá Pætur skuldi
við til Grand Prixið.
– Tað kom óvart á meg, at
sangurin skuldi sleppa við.
Sjálvandi vónaði eg tað,
men kappingin er hørð, og
650 sangir vóru vrakaðir
hesaferð. Eg eri sera fegin
um hetta, sigur Pætur við
Keldu.
Spælt nógv
Pætur við Keldu er ómeta-
liga
gávuríkur
sangari,
klaverspælari og sangskriv-
ari. Hann er ættaður úr
Klaksvík, sonur Betty og
Jógvan við Keldu, og hevur
meginpartin av tíð síni búð
í Klaksvík. Nú er hann
búsitandi í Keypmanna-
havn, har hann fæst við tón-
leik, umframt at hann ar-
beiðir.
Pætur byrjaði tíðliga at
spæla klaver, og hann hevur
spælt og sungið nógv sam-
an við systrunum og systk-
inabarni, og tey góvu út
eina andaliga fløgu undir
navninum Tiðnað fyri nøkr-
um árum síðani.
Eftir tað spældi Pætur inn
eina solofløgu, har hann
fyri tað mesta syngur og
spælur klaver. Hendan út-
gávan kom í 1998 og kall-
ast Simplicity. Á hesi fløgu
eru nakrir framúr vakrir
sangir, sum Pætur hevur
skrivað og syngur.
Í august mánaði í ár var
Pætur ein av teimum, sum
hitaði upp fyri Brøðurnar
Olsen, sum spældi í Havn.
Donsku gestirnir vóru ov-
farnir av framførsluni hjá
Pæturi, sum sat einsamallur
við klaverið og sang sínar
sangir, og eftir konsertina
var umboðsmaðurin hjá
Olsen-beiggjunum áhugað-
ur í at fáa meira at vita um
hendan gávuríka tónleikar-
an.
Luttøkan skal brúkast
rætt
Hóast nógv fólk kenna
tónleikin hjá Pæturi, ber tað
ber ikki til at siga, at Pætur
hevur fingið nakað veruligt
gjøgnumbrot í Føroyum.
Men tað fer hann ivaleyst at
fáa við luttøkuni í Grand
Prixnum. Spurningurin er
bara, hvussu langt hendan
luttøkan kann bera.
– Eg vil gjarna liva av
tónleiki, men tað ræður um
at velja rætt og duga at
brúka luttøkuna í Grand
Prixnum til nakað, heldur
Pætur.
Enn er ikki greitt, um
Pætur sleppur at syngja
sangin hjá sær sjálvur. Tað
verður ikki gjørt endaliga
av fyrr enn 4. januar, tá lut-
takaralistin verður almenn-
ur. Ikki øll tey, sum syngja
innsendu sangirnar, sleppa
at syngja teir til Grand
Prixið.
Tað, sum Pætur hevur
fingið váttan fyri, er, at
hansara sangur verður við.
Kemur tað upp á tal, er
Pætur sinnaður at syngja
sangin sjálvur.
Danska Melodi Grand
Prixið 2002 verður leygar-
kvøldið 9. februar, og man
Sjónvarp Føroya ikki fara
at senda tað beinleiðis, nú
føroyski áhugin fyri tiltak-
inum fer at vaksa munandi.
– Tað er sera hugaligt
at frætta, at ein
føroyskur tónleikari
nú skal luttaka í
Grand Prixnum aftur.
Eg vóni, at hann fer at
standa seg væl, sigur
Jógvan Telling
Joensen, sum var við í
danska Grand
Prixnum í 1979
1979
Eyðun Klakstein
Annika Hoydal sang í 1979
sangin Aldan til danska
Melodi Grand Prixið, og
hesin sangurin gjørdist
nummar trý. Framman fyri
vóru so kendir mans sum
Tommy Seebach og Kim
Larsen.
Jógvan Telling Joensen
spældi saman við Anniku
Hoydal til Grand Prixið, og
hann minnist tað sum eina
sera spennandi tíð.
– Vit búðu nirði um tað
mundið, og vit vórðu boðin
við sum umboð fyri Føroy-
ar. Grand Prixið gekk fyri
seg í einum stórum studio
hjá Danmarks Radio, og
tað var stuttligt at at verða
millum allar teir kendu tón-
leikararnar, sum eisini lut-
tóku, minnist Jógvan Tell-
ing Joensen.
Vónar tað besta
– Tað er sera hugaligt at
frætta, at ein føroyskur tón-
leikari nú skal luttaka aftur.
Eg vóni, at hann fer at
standa seg væl og verður
eitt gott umboð fyri føroy-
ingar, sigur hann.
Í 1979 ynskti Danmarks
Radio at gera eitt øðrvísi
Grand Prix, eftir at tónleik-
urin var vorðin ov einstátt-
aður árini frammanundan.
Tí vóru umboð fyri Føroyar
og Grønland eisini boðin
við.
Og meira enn 20 ár eftir
hetta skal aftur ein føroy-
ingur taka lut, og so verður
spennandi at vita, um hann
fer at standa seg eins væl
og Annika og tey gjørdu.
Pætur til danska Grand Prixið
Stóðu seg væl í 1979
– Tað kom óvart á meg, at sangurin skuldi sleppa við.
Sjálvandi vónaði eg tað, men kappingin er hørð, og 650 sangir
vóru vrakaðir hesaferð. Eg eri sera fegin um hetta, sigur Pætur
við Keldu
15
14
Nr. 243 - 15. desember 2001
ÚTLAND
Sjónbandsupptøkan við bin
Laden prógvar sambært
amerikanarunum, at tað var
hann,
sum
legði
atsóknirnar 11. september
til rættis.
Á
bandinum
sigur
Osama bin Laden, at hann
og menn hansara settu seg
við útvarpslurtið tann 11.
september, og at teir stutt
eftir hoyrdu í tíðindunum,
at eitt flogfar hevði rakt
World Trade Center.
-Eg bað teir geva tol eina
løtu, og so hoyrdu vit, at
eitt flogfar afturat hevði
rakt bygningarnar. Brøður-
nir vóru ovurfegnir um tíð-
indini, greiðir bin Laden
frá á bandinum.
Hann sigur eisini frá,
hvussu hann og hansara
menn høvdu roynt at rokna
út, hvussu nógvir fíggindar
fóru at doyggja í álopinum.
Sjálvur hevði hann væntað,
at flogførini fóru at oyði-
leggja tríggjar ella fýra
hæddir í bygningunum,
men at tann nógvi eldurin
frá flogfarabrennievninum
fór at gera, at tær ovaru
hæddirnar fóru at rapa. At
bygningarnir
rapaðu
í
grund, hevði hann ikki
væntað.
Amerikanarar siga, at
sjónbandið varð funnið í
einum húsum í býnum
Jalalabad, men at upptøkan
ætlandi er gjørd í Kandahar
í november. Hvussu ameri-
kanarar hava fingið fatur á
bandinum, vilja teir ikki
siga.
Eygleiðarar siga tað vera
heilt vist, at bin Laden
visti, at orðaskiftið varð
sjónbandað, og at hann
eisini ætlaði, at tað skuldi
koma fram alment.
Hinvegin
ivast
fleiri
amerikanskir fjølmiðlar í,
at upptøkan er ektað.
Stóra
sjónvarpsstøðin
CNN vísti eisini á, at á
sjónbandinum sigur bin
Laden ikki, at tað var hann,
sum skipaði fyri álopinum.
Upptøkan er gjørd langt
eftir tann 11. september, og
hann visti tí alt, sum var
farið fram, segði CNN.
-Tað gekk betur
enn væntað
UTTAN ÚR HEIMI
ÚTLAND
Fartekst
Vatikanið sigur í einari
kunngerð, at tað verður
eingin friður í Miðeystri,
fyrr enn ísraelski herurin
tekur seg aftur av teimum
hersettu økjunum.
Kunngerðin frá Vatikan-
inum kom, beint eftir at
Jóhannes Páll pávi hevði
havt fund við katólskar
leiðarar í Miðeystri, sum
eru komnir til Rom at tosa
við pávan um tey spentu
viðurskiftini
millum
ísraelsmenn og palestinar.
Í einari røðu fyri leið-
arunum fordømdi pávin
harðskapin
hjá
báðum
pørtum. Hann segði, at
fólkið á leiðini verður oyði-
lagt
av
einum
stríði
ímíllum tvær víðgongdar
hugsjónir, sum vanvirða tað
heilaga landið.
Pávin segði, at tað verður
ikki friður í Miðeystri, fyrr
enn Ísrael tekur seg aftur av
teimum hersettu økjunum,
og palestinar fáa sítt egna
ríki.
Pávin krevur
ísraelska afturtøku
Ein ungur maður,
sum kom koyrandi
niðan eftir Hoyvíks-
vegnum í Havn hós-
kvøldið, misti tamar-
haldið á bilinum, sum
fór út av vegnum – og
endaði í Hoyvíkstjørn
FERÐSLUÓHAPP
Eirikur Lindenskov
– Vit vórðu hjartkipt, tá vit
sóu bilin koma slingrandi
niðan eftir vegnum. Hann
slongdist frá høgru til
vinstru, og vit gjørdu okk-
um til reiðar at leypa undan
honum.
Soleiðis
greiðir
eitt
eygnavitni Sosialinum frá.
Maður og kona spákaðu í
ovaru síðu á Hoyvíks-
vegnum, tá bilurin kom
sleingjandi ímóti teimum.
Eygnavitnið greiðir frá,
at tað var hált ta løtuna,
óhappið hendi.
Bilurin hevur uttan iva
havt ov nógva ferð, tá bil-
førarin misti tamarhaldið á
bilinum, sum snúraði runt á
vegnum.
Bilurin fór sleingjandi
tvørtur um gongubreytina í
niðaru síðu, reiv stikið við
sær oman av bakkanum,
har hann slongdist tvørtur
um gøtuna fram við tjørn-
ini, til hann steðgaði við
hjólunum í høgru siðu niðri
í Hoyvíkstjørn.
Bilførarin, sum var einsa-
mallur í bilinum, slappa
uttan mein.
Koyrdi í Hoyvíkstjørn
Hóast hált var ta løtuna,
óhappið hendi, so er lítil ivi
um, at ov nógv ferð var
orsøkin, at hesin Toyota
Corollabilurin endaði í
Hoyvíkstjørn hóskvøldið
Mynd: Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
14
Álítandi og hentur at hava
EINANS 175,-
EINANS 175,-
LANDROVER
·
2,5 TURBO DIESEL
137 HK ALUMINIUM
ÚR Kr. 332.000,-
2,0 TURBO DIESEL 112 HK VØRUVOGNUR ÚR Kr. 269.000,-
HEILGALVANISERAÐUR