leygardagur 15. desember 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 243 - 15. desember 2001
Hóast fútin ikki hev-
ur givið bygdaráð-
num boð um, at hann
fer at flyta sýslumans-
starvið úr Vestmanna,
so hevur bygdaráðið
mótmælt einari
møguligari flyting.
Borgarstjórin sigur
seg hava frætt tíðind-
ini aðrastaðni frá
SÝSLUR
Heri á Rógvi
Føroyar eru býttar sundir í
seks sýslur. Hesar hava
hvør sín sýslumann. Hesar
kenna vit kanska best frá
grindadrápi, men talan er í
roynd og veru um løgreglu-
menn.
Á streymoynni hevur
sýslumaðurin sæti í Vest-
manna. Hetta, hóast fútin
og ovastu løgreglumenninir
hava sætið í Tórshavn.
Vestmenningar hava havt
gleði av sýslumansstarv-
inum síðani 1898. Sýslu-
maðurin í Vestmanna, Ivan
Klein Olsen, hevur eisini,
sum nú er, eitt skrivstovu-
fólk knýtt afturat sær.
Men tað røkist fyri, at
sýslumansstarvið í Vest-
manna skjótt verður ein
farin tíð fyri vestmenningar
og
onnur
búgvandi
á
Streymoynni.
Úr Vestmanna
Á
bygdaráðsfundi
21.
november samstykti Vest-
manna bygdarráð at mót-
mæla ætlanini hjá fútanum,
um at flyta sýslumans-
starvið úr Vestmanna. Hin
12. desember sendi Vest-
manna bygdarráð so eitt
skriv til Føroya Landfúta,
har mótmælt varð ætlanini
at flyta sýslumansstarvið úr
Vestmanna. Í skrivinum
verður ikki víst til annað
enn, at søgur eru farnar at
ganga um hetta. Tað verður
tó víst á, at bygdarráðið
sendi eitt skriv til fútan í
apríl mánaði í 1999.
Borgarstjórin,
Gunn
Joensen, greiðir frá, at
bygdaráðið umvegis hevur
frætt um ætlanir um at flyta
sýslumansstarvið úr Vest-
manna, og hetta skuldi eftir
øllum at døma verið til
Havnar.
–Vit frættu hesi tíðindini
longu í 1999. Tá ringdi eg
eisini
sjálv
til
fútan
(Mogens Nepper Christen-
sen,
blðm.),
og
hann
greiddi frá, at tað varð ar-
beitt við einari ætlan um at
flyta sýslumansstarvið úr
Vestmanna, sigur Gunn
Joensen.
Síðani tá hevur, í øllum
førum alment, ikki verið so
nógv sagt um málið. Vest-
manna bygdarráð fílist eis-
ini á, at einki svar nakrantíð
er givið teimum í sambandi
við skrivi í 1999. Bygda-
ráðið heldur tað eisini vera
løgið, nú landsumsitingin
arbeiðir við at miðspjaða
almennar stovnar, at Føroya
Landfúti uttan grund ar-
beiðir við at flyta sýslu-
mansstarvið í Vestmanna
øvutan veg.
Gunn Joensen sigur seg
ikki kenna nakað til, at
ónøgd hevur verið við-
víkjandi sýslumansstarv-
inum og tí, at hetta starvið
hevur sætið í Vestmanna.
–Sýslumansstarvið hevur
verið í Vestmanna síðani
1898, og hevur ikki verið til
grund til at flyta starvið
fyrr, so er enn minni grund
til hetta at flyta tað nú
(...)
Harafturat kann Vest-
manna Bygdarráð als ikki
góðtaka, at eingin løgreglu-
maður kemur at hava starv
við Vestmanna sum støði,
um so verður, at ætlan fút-
ans verður sett í verk,
skrivar Vestmanna bygdar-
ráð í skrivi Føroya Land-
fúta.
Skrivið er eisini sent til
løgmann og varaløgmann.
Teir báðir løgtingslimirnir
úr Vestmanna, Jógvan O.
Durhuus og Hans Pauli
Strøm, havi eisini fingið
hvør sítt eintak av skriv-
inum.
Gunn Joensen sigur at
enda, at tað er ætlanin at fáa
løgtingsmenninar at ávirka
hetta, men annars veit hon
ikki, hvørji stig bygdar-
ráðið kann hugsast at fara
at taka, verður álvari burt-
urúr ætlanini hjá fútanum.
Vestmanna Kommuna:
Kæra til fútan um sýslumannin
Vandi kann vera fyri, at vestmenningar ikki leingi afturat fara
at hava sýslumann í bygdini.
Í dag verða seinastu
dystirnir í grund-
spælinum leiktir. Hjá
monnunum er lagt
upp til stórdyst mill-
um Fleyr og Fram,
sum bæði hava havt
viðrák í seinastuni
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Jólini nærkast í hvørjum,
og tað sama ger endin á
grundspælinum í meistara-
deildini hjá kvinnum og
monnum. Í dag verða sein-
astu dystirnir í fyrru helvt
av kappingini leiktir, og
sostatt er hetta seinasti
møguleiki hjá liðunum at
vinna sær eitt so gott
útgangsstøði sum møguligt
til endaspælið, tá tað
»veruliga« fer at telja.
TB til Havnar
Hjá kvinnunum er tað
framvegis TB, sum er ovast.
Aftaná fyrstu úrslitini hjá
TB høvdu summi roknað
við, at munurin nú fór at
vera størri, enn hann er,
men eftir góðu byrjanina
hevur tað ikki verið heilt so
lætt hjá TB í síðstu dyst-
unum. Men TB-kvinnurnar
eru stórfavorittar í dag móti
Fleyr, sjálvt um tær spæla á
útivølli.
Avrikini hjá Fleyr hava
verið rættiliga svingandi í
ár. Onkrir dystir hava verið
út av lagi vánaligir, meðan
aðrir hava verið á heilt
góðari leið hjá havnar-
liðnum. Men í dag má
avrikið vera betri enn tær
higartil hava víst, um tær
skulu gera nakað við odda-
liðið.
Hin dysturin í dag er
millum Mjølnir og Drátt,
og hann sær nógv javnari
út.
Vit minnast, hvussu hesi
bæði liðini lógu stavn um
stavn seinasta kappingarár,
og undan dystinum í dag
eru tey aftur púra jøvn. Tí
hevur dysturin eisini ó-
metaliga stóran týdning fyri
báðar partar, ikki minst tí
tað kann roknast við, at TB
vinnur í Gundadali.
Tá hesir báðir dystirnir
eru avgreiddir, er tað bert
dysturin millum Fleyr og
ÍF, sum restar í at fáa
grundspælið liðugt. Síðani
verður fyrsta umfar í
endaspælinum um eina
viku, áðrenn kappingin fer í
vetrarfrí. Hon byrjar aftur
12. januar.
Lokaluppgerð
Tann næsta lokaluppgerðin
í hesum kappingarárinum
er á skránni í Gundadals-
høllini í dag, og tað kann
gerast
sera
spennandi.
Fram er á odda í kapping-
ini, men tá talan er um dyst-
ir millum hesi bæði liðini,
hevur tað ikki so nógv at
siga, hvar á stigatalvuni tey
liggja.
Fleyr gjørdi bart í Sør-
vági síðsta vikuskifti, og
teir fara at gera sítt ítarsta
fyri at koppa hinum odda-
liðnum eisini, so teirra
egnu møguleikar í kapping-
ini gerast betri. Men her
hevur Fram eisini nakað at
siga. Fleyr gjørdi teimum
ein beina við at vinna móti
SÍ seinast, men um tað ikki
eydnast Fram at basa Fleyr
í dag, kunnu teir ikki brúka
úrslitið í Sørvági
til so nógv, tí so blandar
Fleyr seg eisini av álvara í
oddastríðið. So tað er lagt
upp til stórdyst í Gunda-
dalshøllini í dag.
Tað er tað fyri sovítt
eisini í Klaksvík, har Mjøl-
nir tekur ímóti SÍ. Hyggja
vit eftir stigatalvuni, liggja
sørvingar betur fyri, men
munurin er ikki so ómeta-
liga stórur, og um klaks-
víkingar ætla sær at vera
við har tað hendir, skulu
teir helst vinna í dag. Tað
skal SÍ eisini, tí eftir
ósigurin síðsta leygardag er
tað altumráðandi ikki at
missa tvey stig afturat í
seinasta dysti í grund-
spælinum - og serliga ikki
um Fram samstundis vinn-
ur í Havn.
Hetta eru seinastu dyst-
irnir í grundspælinum, og
sjálvt um stigini verða
koyrd í helvt aftaná hetta
umfarið, so hava báðir
dystirnir í dag nógv at siga
fyri øll liðini. Tað er sam-
band frá nummar eitt heilt
niður til nummar fýra, og
tað kann fara báðar vegir.
Vinna Fram og SÍ í dag,
leggja tey sjógv millum seg
og hini bæði, men vinna
Fleyr og Mjølnir, sær út til,
at alt kann henda, tá enda-
spælið byrjar.
Nr. 243 • leygardagur • 15.desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Dystir hetta
vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
16.12
13.30
VB-Stjørnan
Hannis/Uni
16.12
14.30
VÍF-Neistin
Kári/Trúgvi
1. deild menn
15.12
16.00
KÍF-Tjaldur
Poli/Jústines
16.12
16.00
StÍF-Kyndil
Hjalmar/Kristian
16.12
16.00
VÍF-Neistin
Kári/Trúgvi
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
15.12
13.00
Mjølnir-Dráttur
ÍF
15.12
14.00
Fleyr-TB
ÍF
Meistaradeild menn
15.12
15.00
Mjølnir-SÍ
ÍF
15.12
16.00
Fleyr-Fram
ÍF
Árliga jólakappingin í
boccia varð hildin um
vikuskiftið
BOCCIA
Tíðindaskriv
Um vikuskiftið skipaðu ÍSB og
Tórshavnar Kvøld- og Ungdóms-
skúli fyri árligu jólakappingini í
boccia. Kappast varð í trimum
bólkum.
Menningartarnað,
rørslutarnað og børn vóru í hvør
sínum bólki.
Høvuðsstuðul sersambandsins,
Føroya Lívstrygging, lat heiðurs-
merki til tey stinnastu.
Um 40 fólk vóru við í kapp-
ingini, og úrslitið varð:
Menningartarnað
Kristianna Kjærbø, Sumba
Unn Mortensen, Tórshavn
Símun Petur Zachariasen
Rørslutarnað
Sámal Jacobsen, Tórshavn
Jóannes Ziska, Tórshavn
Marius Johansen, Tórshavn
Rørslutarnað børn
Dánial Jákup Djurhuus, Strendur
Ella Maria Rasmussen, Klaksvík
Jan Dávur Dam, Kollafjørður
Vinnarar av jólakappingini
Teir tríggir fremstu í bólkinum fyri rørslutarnað. F.v.
Marius Johansen, Sámal Jacobsen og Jóannes Ziska
Spenningurin komin í helvt
Talan verður um rættiligan stórdyst í Gundadalshøllini, har
oddaliðið, Fram, skal royna seg móti einum væl koyrandi
Fleyr-liði
C
M
Y
K
17
16
ROVER EIN BILUR FYRI SEG
TIL TANN RÆTTA PRÌSIN
·
ROVER 45 1,8 CLUB 117 HK Kr. 199.800,-
ROVER 25 CLUB 103 HK Kr. 165.800,-
ROVER 75 SEDAN & STATIONCAR PRÍSUR ÚR Kr. 275.000,-