leygardagur 15. desember 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 243 - 15. desember 2001
VÍF tryggjaði sær
sessin í Norð-
streymi í hálvfinal-
uni, tá teir hós-
kvøldið vunnu ein
hampuliga javnan
dyst á kollfirð-
ingum
COCA-COLA
KAPPINGIN –
MENN
Jákup Mørk
Vestmenningar og koll-
firðingar skudu hós-
kvøldið finna útav, hvar
av teimum skuldi vinna
seg fram í hálvfinaluna í
steypakappingini.
Úrslitið gjørdist, at
VÍF vann, men sigurin
var ikki av tí lætta slag-
num. Alla tíðina høvdu
kollfirðingar sera stutt
tjóður í oddaliðnum, og
eitt nú var bert hitt eina
máli á muni, tá fýra
minuttir vóru eftir at
spæla.
Tá eydnaðist tað tó
loksins vestmenningum
at skræða seg leysar, og
við sigrinum er VÍF
altso komið í hálvfinal-
una.
Dysturin í tølum
KÍF-VÍF 26-31 (13-16)
Málskjúttar:
KÍF: Vagnur Johannesen
5, Regin Petersen 5,
Durica Tomic 4(2), Iljan
Topic 4, Kristian Mad-
sen 4, Jákpu Dam 2(1),
Petur Martin Poulsen 2
VÍF: Sámal Joensen 8,
(3), Johnny Joensen 4,
Daniel Rápa 4, Áki
Olsen 3, Harald Bjørg-
vin 3, Ragnar Zacha-
riasen 3, Ingi Olsen 3,
Rógvi Nielsen 2, Petur
Fr. Joensen 1
Brotskøst: KÍF 3, VÍF 3
Útvísingar: KÍF 3
Dómarar úr Kyndli:
Hannis Wardum & Uni
Wardum
Tey bæði oddaliðini,
VÍF og Stjørnan,
kunnu draga enn
meira frá hinum um
vikuskiftið, tá tey
spæla móti liðunum,
sum eru á triðja og
fjórða plássinum
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Eftir
kappingarskipanini
skuldu tríggir kvinnudystir
verða leiktir hetta viku-
skiftið, men orsakað av
framskundaða
dystinum
millum Kyndil og VB er
talan tó bert um tveir.
Fyrri av hesum fer í
gongd klokkan hálvgum
tvey sunnudagin, tá VB á
heimavølli
tekur
ímóti
Stjørnuni.
Einki er at siga til, at
talan var um eitt stórt vón-
brot hjá VB, tá tær fyri viku
síðani fingu av at vita frá
Kyndli. Liðið ætlaði sær so
avgjørt ein leiklut í odd-
inum í ár men eftir stór-
tapið fyri júst Stjørnuni,
hevur tað bert gingið nið-
ureftir.
VB hevur tí nakað at
hevna, og spurningurin er
so, hvørt hetta letur seg
gera móti Stjørnuni. Klaks-
víkskvinnurnar
hava
skúgvað alt uttan VÍF til
síðis í ár, men í steypa-
dystinum týskvøldið sást
tó, at tær á ongan hátt eru
ógjørligar at tosa við, og so
er spurningurin, hvussu VB
fer at megna hesa uppgáv-
una.
Seinni dysturin verður í
Vestmanna, har VÍF tekur
ímóti Neistanum. Neistin er
í løtuni á triðja plássinum,
og sjálvandi hava tær einki
ímóti at styrkja um hesa
støðu, men tað verður tó
meira enn trupult í Vest-
manna.
Her hevur heimaliðið
vunnið alt, sum kann
vinnast, nú í hálvt annað ár,
og tað er illa hugsandi, at
Neistin fær gjørt nakað við
hesa gongd. Annars var
Neistin seinasta liðið, sum
vann á VÍF, tá tær í seinasta
umfarinum á vári í 2000
tóku silvurmerkini í Vest-
manna, men tað er tó stórur
munur á VÍF tá og nú.
Talan verður um
rættan oddadyst í
Vestmanna sunnu-
dagin, tá tey bæði
ósigraðu oddaliðini
bresta saman í
dystinum, sum helst
avger grundspælið
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Tríggir dystir verða í bestu
mansdeildini hetta viku-
skiftið. Tveir teirra hava
týdning fyri, hvussu rað-
fylgjan verður niðarliga á
stigatalvuni, men einki er at
ivast í, hvør stóri dysturin
er.
Stórdystur
Tað verður størsti dysturin
á árinum higartil, tá Neistin
sunnudagin fer til Vest-
manna. Alt kappingarárið
hava Neistin og VÍF verið
mest sum jøvn í oddinum,
tó at Neistin misti eitt stig á
Skála, har VÍF vann við
einum einsamøllum máli.
Í fyrra dystinum millum
liðini bæði varð eisini
staðfest, hvussu jøvn hesi
bæði liðini í veruleikanum
eru. Tá endaði alt við javn-
leiki, og hóast javnleikur
ikki kann roknast fyri eitt
sannlíkt úrslit, so er einki at
ivast í, at talan aftur verður
um ein javnan og spenn-
andi dyst.
Stóri spurningurin er so,
hvussu liðini eru fyri í mun
til fyrra dystin teirra mill-
um. Verður hugt at fólk-
inum, so er lítið at ivast í, at
Neistin hevur størra fyri-
munin, so hvørt sum árið
líður, við tað at teir gerast
alt meira samanspældir, og
eitt nú hevur John Petersen
veruliga gjørt um seg
seinastu dystirnar.
Hinvegin var VÍF í fyrra
dystinum uttan teir báðar
skjúttarnar, Áka Olsen og
Piddi Negru. Piddi fær
helst ikki verið við fyrr enn
eftir nýggjár, men Áki er nú
við aftur, og ivaleyst kann
hetta geva vestmenning-
unum ein eyka trumf. Tað
skal í øllum førum ein sterk
verja til, um hann skal
halda báðum Olsen-beiggj-
unum
umframt
Sámali
Joensen frá at skjota.
Í báðum legunum er
spenningurin sum vera man
stórur, og tí er einki at ivast
í, at talan verður um eina
stúgvandi fulla ítróttarhøll í
Vestmanna sunnudagin.
Botnstríðið
Annars verður eisini dystur
í Vestmanna leygardagin.
Tá fara KÍF og Tjaldur at
dystast um, hvør teirra skal
vera longur burtur frá botn-
inum í vetrarsteðginum.
Hjá báðum liðum hevur
talan verið um stóra fram-
gongd síðani kappingar-
ársbyrjan, og ikki minst
tykjast kollfirðingar at vera
væl fyri í løtuni, tó at teir
taptu fyri VÍF í steypa-
kappingini mikukvøldið.
Tjaldur hevur kanska eisini
havt teir torføraru dystirnar
í seinastuni, men óhugsandi
er tað á ongan hátt, at teir
fara at gera enn ein vørr
leygardagin.
Seinasti dysturin um
vikuskiftið verður á Skála,
har StÍF tekur ímóti Kyndli.
Hetta er sum so dysturin
millum tvey lið, sum hvør í
sínum lag eru vónbrotin um
úrslitini higartil. Kyndil er í
teirri óvandu støðu, at teir
eru niðast á stigatalvuni, og
tó at StÍF hevur staðið seg
sera væl móti oddinum, so
hava
teir
bert
vunnið
tríggjar dystir í ár, og hetta
bendir so avgjørt ikki á
nakran stabilitet.
Tí ræður um at vinna hjá
báðum liðum, og tó at
heimaliðið helst er greiður
favorittur, so kann einki
útilokast frammanundan, tá
StÍF er annar parturin.
KÍF-VÍF 26-31 (13-16):
VÍF vann
Norðstreym
Hondbóltsstøður
1. deild kvinnur
vunnintapt
mál-
dystir v- j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
10
10-0 - 0
287
177
110
20
2 Stjørnan 10
8- 0 - 2
273
211
62
16
3 Neistin 10
7- 0 - 3
219
187
32
14
4 VB
10
5- 0 - 5
243
251
-8
10
5 Kyndil
12
3- 0 - 9
271
310
-39
6
6 Sóljan
10
2- 0 - 8
197
277
-80
4
7 StÍF
10
1- 0 - 9
180
257
-77
2
1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v- j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
10
9- 1 - 0
292
230
62
19
2 Neistin 10
8- 2 - 0
307
261
46
18
3 H71
11
5- 1 - 5
299
304
-5
11
4 StÍF
10
3- 1 - 6
270
271
-1
7
5 KÍF
10
3- 1 - 6
257
278
-21
7
6 Tjaldur 10
2- 2 - 6
241
277
-36
6
7 Kyndil
11
2- 0 - 9
250
295
-45
4
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur v
v
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 TB
7
6
-
1
19
6
13
12
2 Mjølnir
7
4
-
3
15
13
2
8
3 Dráttur
7
4
-
3
15
13
2
8
4 ÍF
7
2
-
5
13
17
-4
4
5 Fleyr
6
1
-
5
4
17
-13
2
Meistaradeild, menn
v
v
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Fram
7
6
-
1
19
10
9
12
2 SÍ
7
5
-
2
17
9
8
10
3 Fleyr
7
4
-
3
15
13
2
8
4 Mjølnir
7
3
-
4
14
15
-1
6
5 ÍF
8
0
-
8
6
24
-18
0
Oddurin dregur
Grundspælið skal avgerast
Javnleikur var úrslitið, tá Neistin og VÍF dystaðust í Havn, og í
øllum førum tykist dytsurin sunnudagin at gerast bæði javnur
og spennandi
Neistin var seinasta liðið, sum vann á VÍF, men tað tykist lítið
sannlíkt, at tær skulu endurtaka hetta sunnudagin
C
M
Y
K
18
Nr. 243 • leygardagur • 15. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Ongantíð sæð kava áður
– Her er ógvuliga kalt, so eg havi tikið nógv heit
klæðir við, sigur 18 ára gamla Hor Yee Lam úr
Hong Kong, ið gongur á Studentaskúlanum á
Kambsdali
Lesið á síðu 3
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Í gjár kom út á fyrsta sinni
føroysk týðing av Dagbók
Onnu Frank. Bókadeild
Føroya Lærarafelags gevur
út. Tað er 22 ára gamla
Frida Johannessen úr
Havn, sum hevur týtt bók-
ina úr upprunamálinum
hollendskum. Frida hevur
seinastu tvey árini búð í
Hollandi saman við manni
sínum, sum er úr Belgia.
Tey búgva í Amsterdam,
har hon lesur løgfrøði.
Tíðliga í summar fingu tey
ein son.
Tað eru tvey ár síðani, at
Frida vendi sær til Bóka-
deildina við fyrispurningi,
um tey vóru áhugað í at
fáa Dagbók Onnu Frank
týdda til føroyskt. Forlagið
tók væl undir, og Frida fór
undir at týða á vári í fjør.
- Týðingararbeiðið gekk
seint í byrjanini, tí eg gekk
í skúla samstundis og stutt
síðani hevði lært málið.
Tað tók tí meiri enn eitt ár
at týða fyrra helmingin í
bókini, men eftir, at eg átti
í summar, havi eg havt
stundir til at týða bókina
lidna, greiður Frida frá.
Frida hevur lært
hollendskt á málskúla í
Belgia fyri góðum tveim-
um árum síðani.
- Eg havi altíð havt
áhuga fyri máli, so tað
gekk lætt og skjótt at læra.
Eg kendi meg skjótt nóg
stinna til, at eg kundi bjóða
meg fram at týða.
Hollendskt minnir nógv
um danskt, mállæran er
einføld og løtt, og nógv
orð kenna vit út øðrum
málum. Fólk halda, at
málið er ringt, tí tað ljóðar
so løgið, sigur Frida, sum
tosar hollendskt raðið.
Stuttlig genta
Ein vitjan í húsunum, har
Anna Frank búði, var
byrjanin.
- Eg havi ikki hugsað so
nógv um Annu Frank
áðrenn eg vitjaði húsið, har
hon búði. Og eg hevði ikki
lisið dagbókina hjá henni.
At síggja alt hugtók meg
ógvuliga nógv. Tað var
løgið at ímynda sær, at tey
høvdu krógvað seg í
hesum húsunum. Alt var,
sum tað var tá. Skrivað var
á veggin, hvussu nógv
Anna og systurin vuksu og
ymiskar dagfestingar. Við
síðuna av húsunum er nú
eitt savn bygt uppí sum
lýsir nasismuna og hennara
gerningar, greiðir Frida frá.
Dagbók Onnu Frank er
sum kunnugt skrivað av
Onnu Frank í tíðarskeið-
num 12. juni 1942 til 1.
august 1944. Anna Frank
var jødi, fødd 15. juni í
1929 og var sostatt 13 ára
gomul, tá ið dagbókin
byrjar. Anna Frank, syst-
urin og foreldur teirra
krógvaðu seg fyri nasist-
unum í einum húsum
saman við einum øðrum
húski, sum átti ein son, ið
var javngamal við Onnu.
Anna Frank doyði á vetri í
1944.
- Anna Frank var ein
stuttlig genta, dugdi
ógvuliga væl at skriva og
hevði ein dreym um at
verða rithøvundur. Málið
og skrivingarlagið í bókini
er lætt, ikki barnsligt, men
heldur ikki høgtflúgvandi.
Sjálvt um bókin er skrivað
undir seinna heimsbardaga
og undir serligum umstøð-
um, snýr hon seg ikki um
kríggj. Lesarin fær tó eina
fatan av krígnum í bókini,
men hon er fyrst og fremst
um onnur viðurskifti, sum
ungar gentur eru upptiknar
av. Bókin er tí serliga væl
egnað til ung. Anna Frank
lýsir trupulleikarnar, sum
eru millum hana og for-
eldrini, um kærleika og
kynsliga búning. Viðhvørt
er hon ógvuliga tung í
huga, kanska tí hon var so
nógv einsamøll.
At bókin er dagbók og
skrivað av ungari gentu,
gjørdi, at Frida Johannes-
sen setti seg føra fyri at
týða hana.
- Eg eri errin av at vera
tann, sum týddi hana.
Vóni, at fólk taka væl
undir við henni. Eg havi
roynt at týtt bókina til
gerandisføroyskt, sum mítt
ættarlið av føroyingum
skilur, sigur Frida Jo-
hannessen, sum tó ikki
hevur ætlanir um at týða
aðrar hollendskar
bókmentir.
Fyrstu útgávurnar av
Dagbók Onnu Frank, sum
komu út fyrst í fimmti-
árunum, vóru nógv skerdar
í mun til upprunahandritið.
Tað var pápi Onnu Frank,
sum valdi at taka partar úr
bókini úr. Partar, ið snúðu
seg um tað kynsliga, sum
ikki var vanligt at lesa tá,
skrivað av ungari gentu.
Seinni eru hesir partar
lagdir afturat útgávunum,
og nú fyri stuttum eru
nýggj brot í dagbókini
funnin. Øll dagbókin í
sínum upprunalíki er týdd
til føroyskt.
- Í Hollandi hevur seinni
heimsbardagi framvegis
nógv at siga, tí tey høvdu
kríggið so tætt uppá.
Frælsisdagurin verður
framvegis hátíðarhildin.
Anna Frank er ímyndin av
tí góða sum var hóast
kríggj.
Dagbók Onnu Frank er
ein tann mest umtalaða
bókin eftir seinna heims-
bardaga. Spurnartekin hava
verið sett við, um hon er
ektað, men serfrøðingar
eru komnir eftir, at hon er
veruliga Dagbók Onnu
Frank.
- Dagbókin er ein
klassikari og veruliga
fangandi, sigur Frida
Johannessen at enda í
viðtali.
Anna Frank ímyndin av tí góða
- Eg eri errin av at vera tann, sum týddi Dagbók Onnu Frank til føroyskt. Anna
Frank var ein stuttlig genta, dugdi ógvuliga væl at skriva og hevði ein dreym um at
verða rithøvundur, sigur Frida Johannessen, sum hevur týtt bókina úr hollendskum
- Eg havi ikki hugsað so nógv um Annu Frank áðrenn eg vitjaði húsið, har hon búði. Tað var veruliga hugtakandi,
sigur Frida Johannessen
Mynd: Jens Kristian Vang
Brot úr dagbókini, har Anna
Frank sipar til dagbókina:
“Eg vóni at eg fari at kunna
siga tær alt, soleiðis sum eg
ongantíð fyrr havi kunnað
sagt nøkrum. Eg vóni, at tú
fert at kunna at verða mær
ein góður stuðul. Anna
Frank 12. juni 1942”.
19