leygardagur 15. desember 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FYRI 20 ÁRUM
SÍÐANI
Eirikur Lindenskov
Sunnunáttina 30. august
var rættuligur ófriður á
Vaglinum í Havn. Orsøkin
var, at ungdómurin í
høvuðsstaðnum var mis-
nøgdur við dansiviður-
skiftini, m. a. tí at dansurin
skuldi enda kl. 01
sunnunátt.
Løgreglan hevði illgruna
um, at nakrir ávísir per-
sónar stóðu aftan fyri
ófriðin, sum man hava
verið ein tann mest
umfatandi yvirhøvur.
Sosialurin hevur 2.
september 1981 hesa frá-
greiðing um hendingarnar:
»Tað gingu næstan tveir
tímar, frá tí fyrsta fráboð-
anin um ófriðin kom á
politistøðina kl 01.25 til
tann fyrsti varð handtikin
kl 03:18.
Hetta kom fram undir
grundlógarforhoyrinum
sunnudagin. 22 fólk blivu
tikin, og av teimum eru
fimm nú skuldsett fyri
eldáseting og herverk.
Ófriðurin byrjaði í
miðbýnum um miðnáttina.
Rútar og lyktasteyrar blivu
knústir, og eldur settur á
tríggjar bilar í Kommunu-
skúlagarðinum. Tann eini,
ein Opel Kadett frá 1978
úr Kollafirði, kolaðist upp.
Aftan á hetta fór fólkið
niðan í Gaman (har
Bäckers málingahandlin er
í N. Finsensgøtu, red.), har
bleiv alt sorlað sundur.
Haðani gekk leiðin niðan
til Mimir. Har hendi
kortini lítil og eingin skaði,
men á vegnum oman aftur
í býin knústu tey fleiri
rútar í Kommunuskúl-
anum. Eisini heima hjá
býráðsformanninum, Poul
Michelsen á Gundadals-
vegnum, blivu rútar
knústir, og á Bursatanga
varð eldur settur á
flamingoplátur.
Brandbumbur, t. e.
fløskur við bensini, blivu
eisini tveittar. M. a. tvær
eftir sløkkiliðsbilinum.
Onnur rakti bilin, hin lendi
undir honum.
Longu hóskvøldið fór at
ljóða í býnum, at ófriður
skuldi vera. Politiið var
fyrireikað, og 15-20 mans
vóru á vakt bæði fríggja-
og leygarkvøldið.«
Fimm mans vórðu skuld-
settir eftir grundlógar-
avhoyringarnar dagin eftir
ófriðin.. Tveir teirra vóru
15 ára gamlir, hinir 17, 20
og 22. Teir noktaðu seg
allir sekar í at hava sett eld
á. Ein av teimum skuld-
settu segði í grundlógar-
avhoyringni um ófriðin, at
fólk hava fingið til vana at
vera í dansi til kl. 3
sunnunátt.
– Nú skulu tey heim kl.
12. Tað sigur seg sjálvt, at
tað fær avleiðingar, segði
hann.
Verjarnir hjá teim skuld-
settu søgdu, at teir vóru
bara tilvildarliga tiknir
millum eini 500, sum
høvdu verið í býnum, men
úrskurðurin hjá dómar-
anum varð tó, at tveir teir
elstu blivu fongslaðir í 8
dagar. Hinir fingu hand-
tøkuna longda í tríggjar
ferðir 24 tímar.
Nógv fólk varð komið
saman uttan fyri dómhúsið
hendan sunnudagin. Teir
skuldsettu komu ein og
ein, og tá teir komu úr
politibilunum, klappaðu
fólk og róptu stimbrandi
orð til teirra. Alt var tó
friðarligt, tó við einum
skemtiligum undantaki.
Tá avhoyringin av tí
fyrsta stóð upp á tað
heitasta, brast hurðin upp,
og ein ungur maður kemur
inn við eini fløsku (Den
med Tyren) við blómum í,
og smekkar hana á borðið
hjá tí skuldsetta. Blóm-
urnar blivu skjótt skryktar
av borðinum, og ein
politistur fór eftir mann-
inum, sum var líka skjótur
útaftur.
2
Sosialurin Nr. 243 - 15. desember 2001
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
Hesin Opel Kadetturin úr Kollafirði, sum stóð parkeraður á
Vaglinum, varð koppaður á takið og eldur settur á
Ein av teimum skuldsettu verður her
førdur til avhoyringar. Nógv fólk
varð samankomið, og tey klappaðu
og komu við stimbrandi við-
merkingum til teir skuldsettu
Í 1981 var ungdómurin í Havn so ónøgdur við dansiviðurskiftini, at rættuligur
ófriður var í Havn, har bilar vórðu brendir og nógv herverk framt
Ógvusligur ófriður á Vaglinum í Havn
Sosialurin Nr. 243 - 15. desember 2001
3
SKIFTISNÆMINGUR
Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kristian Vang
Um summarið, tá tað er
heitast í Hong Kong, eru
tað umleið 30 hitastig. Vet-
urin er eisini heitur, tí sjáld-
an kemur tað fyri, at hitin
fer niðurum 10 hitastig. Tí
var tað ein heldur køld
broyting, Holly hevur verið
úti fyri her í Føroyum.
– Hetta er fyrstu ferð eg
havi sæð kava, og haldi eg,
at hann er ógvuliga vakur,
sigur Holly.
– Men tá tað er gler, er
tað ógvuliga hált, og eisini
eri eg dottin.
Kristna familju
Holly kom til Føroya í juni
í ár. Hon býr í Fuglafirði
hjá Sonna og
Tórun Jensen, og har
skal hon verða til juni
komandi ár. Her hevur
Holly tveir vertsbeiggjar
og eina vertssystir.
Ikki dugir Holly nógv av
føroyskum enn, men sam-
bært Tórun megna Holly
og yngsti beiggin, ið er
fýra ára gamal, ógvuliga
væl at samskifta, og
sannlíkindini fyri, at hann
dugir kinesiskt er ógvuliga
lítil, so eitt sindur av før-
oyskum dugir hon hóast
alt.
Heima í Hong Kong býr
Holly hjá foreldrunum og
tveimum yngri beiggjum.
Tey búgva í eini íbúð í
býnum, sum telur umleið
seks milliónir fólk. Familj-
an hjá Holly er kristin, og
bæði foreldrini eru prestar
í tveimum ymiskum kirkj-
um.
Føroyar eru eitt land!
– Tá eg søkti um at sleppa at
gerast AFS-næmingur, søkti
eg um at sleppa til Dan-
markar, greiðir Holly frá.
– Fyrst í juni mánaða
fekk eg so at vita, at eg
skuldi til Føroya. Eg helt,
at Føroyar vóru ein býur í
Danmark, men so tá eg
kom higar, uppdagaði eg,
at Føroyar eru eitt land.
Ikki tí, mær dámar væl at
vera her, men tað kom
ógvuliga óvart á meg.
Ongin kennir Føroyar, tí
Føroyar ikki eru sjálvstøð-
ugar, men eru ein partur av
Danmark. Tí helt eg, at
Føroyar vóru ein býur í
Danmark, sigur Holly við
einum smíli.
Munirnir millum Hong
Kong og Føroyar eru sum
vera man nógvir. Holly
sigur, at í Hong Kong eta
tey bara feskan fisk. Her
verður hann settur antin í
køliskápið ella lagdur í
frystiboksina í nakrar dagar.
Tá er fiskurin ikki feskur
meira, sigur Holly. Í Hong
Kong verður fiskurin etin so
skjótt sum hann er keyptur.
Eisini etur hon nógv rís.
– Mær dámar ikki før-
oyska matin. Nú eg eri her,
plagi eg at eta fisk, og
eisini dámar mær rug-
breyð. Epli eti eg eisini.
Men sjálvt um mær ikki
dámar okkurt, so plagi eg
at eta tað hóast alt.
Onki jólatræ
– Heima í Hong Kong
hava vit onki jólatræ, tí
íbúðin hjá okkum er so
lítil, fortelur Holly.
– Tað eru nógv fólk í
Hong Kong, sum ikki eru
kristin, og tí plaga tey ikki
at gera nógv burturúr jól-
unum. Onkur fer út at eta
við familjuni, og summi
foreldur keypa børnunum
jólagávur, men tað gera
verri enn so ikki øll.
Holly sigur, at kristnu
familjurnar hátíðarhalda
jól á ein heilt annan hátt.
Konurnar gera mat at taka
við í kirkjuna, har hann
síðan verður etin saman
við øðrum familjum.
Foreldrini hjá Holly
prædika í kirkjuni jóla-
aftan, og síðani samlast tey
øll í eini kirkju.
– Har er eitt rúm til
børnini, og har plagi eg at
vera og hjálpa til. Vit
syngja og spæla, og lata
onkrar gávur upp. Eisini
plaga eg og onnur at ganga
runt og býta kort út, har vit
bjóða øðrum fólkum at
koma í kirkjuna hjá okk-
um.
Skúlin strangari
Skúlin í Hong Kong er
nógv strangari enn skúlin
her í Føroyum. Holly sigur,
at á einum skúla eru nógv
fleiri flokkar, og eisini eru
eini 40 næmingar ella
meira í hvørjum flokki.
Børnini í Hong Kong
byrja at læra at lesa og
skriva longu tá tey ganga í
barnagarði. Hetta gera tey
so tey kunnu vera fyri-
reikað tá tey einaferð byrja
í skúlanum. Tað verður
kravt ógvuliga nógv av
skúlabørnunum, og eisini
er trýstið ógvuliga stórt. Í
Hong Kong er ein útbúgv-
ing ógvuliga týdningar-
mikil, og tú mást fylgja
væl við fyri at klára at vera
við.
– Her er tað fríari. For-
holdið millum lærarar og
næmingar er eisini nógv
betri. Í Hong Kong sleppa
vit ongantíð tíðliga heim.
Klokkan er 15.30 áðrenn
tey lata okkum fara, og
eisini um lærarin ikki er í
skúla. Vit skulu vera á
skúlanum, tí annars fara
øll út á gøturnar at mala,
og tað er tá vanlukkurnar
henda.
Sum ein í flokkinum
Marta Ellingsgaard og
Magni Høgnesen eru tveir
av teimum 21 næming-
unum í 1.a á Kambsdali.
Tey siga, at Holly er sum
ein í flokkinum – sum ein
vanligur næmingur, hóast
hon ikki skilir alt, sum sagt
verður.
– Gentan, sum situr við
síðuna av henni, hjálpir
henni við at umseta tað,
sum sagt verður, siga tey.
– Lærararnir plaga eisini
onkuntíð geva henni ar-
beiði á enskum ístaðin fyri
á føroyskum.
Øll práta við hana, og
sjálvi halda tey, at tey hava
tikið væl ímóti henni.
Holly sigur sjálv, at
henni leingist eitt sindur
heim eftir familjuni, men
hon gleðir seg til at halda
jól á ein øðrvísi hátt enn
hon er von.
AFS-næmingurin Holly:
Ongantíð sæð kava áður
– Her er ógvuliga kalt, so eg havi tikið nógv heit klæðir við, sigur 18 ára
gamla Hor Yee Lam úr Hong Kong. Enska navn hennara er Holly, og hon
gongur í 1. a á Studentaskúlanum á Kambsdali
19 ára gamla Holly úr Hong Kong hevði ongantíð sæð kava áðrenn hon kom til Føroya
Dagliga gongur Holly í 1. a á Studentaskúlanum á Kambsdali
C
M
Y
K
21
20