Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 243 - 15. desember 2001 5 4 Sosialurin Nr. 243 - 15. desember 2001 NÁÐIOYGGIN Kadri Liik (Postimees 10. aug. 2001) Eva Sool og Jón Hammer hava týtt Anatoli Pristavkin, formaðurin í náðingarnevndini hjá russiska forsetanum, tók tekningarnar hjá dóttrini niður av skrivstovu- veggunum í august mánaða. Nú eru eingir tíggjubeintir kamelar, ongar grønar meyrur, eiheldur aðrar verur í rúminum. Pristavkin, ið er sagdur at vera ov náðigur, fer frá; strangari tíðir eru í komu. Í juli, tá ið Kadri Liik, tíðinda- skrivari, møtti Pristavkin, var verandi støða longu væntandi. Burtursæð frá uppskotinum um at náða amerikumannin Edmond Pope, sum var ákærdur fyri njósning, hevði Putin forseti ikki gingið nøkrum náðingaruppskoti á møti í níggju mánaðir. Frá somu tíð komu náðium- søknirnar ikki longur á borðið hjá náðingarnevndini. Pristavkin greiðir frá: - Loynilig boð vóru givin fongslunum um ikki longur at senda okkum umsóknirnar. Tað er beinleiðis móti lógunum, men tað leggja teir einki í. Teir arbeiða í loyndum, friðarliga, stig fyri stig. “Teir” sipar til allar vald- skipanir, serliga rættvísis- nevndina, ið longu leingi hevur roynt at fingið tamarhald á støðuni, viðvíkjandi hvør skal náðast, og hvør ikki. - Tað er lætt at skilja, hví tað er áhugi fyri hesum sessi, sigur Pristavkin. - Tað ber væl til at taka ímóti mutri her. Ein kann fongsla ein millióning í dag og í morgin taka eina millión frá honum fyri náði. Tú kanst lata “egnum” fólki út, men eisini halda óynsktum inni. Meðan hann greiðir frá øllum hesum, situr Pristavkin aftanfyri lítla borðið í horninum í síni risastóru skrivstovu. So langt burturi, sum gjørligt, frá vegginum har russiska vápnaskjaldramerkið hongur prýðandi. Á borðinum er ein grøn lesilampa, kend úr sovjettiskum filmum, og telefonir í tíggjundatali. Ein teirra er sambandið við forsetan. Ella rættari, skuldi verið tað; tí at í roynd og veru hevði Pristavkin aldri møguleikan at greiða Putini frá aðalmálinum og trupul- leikunum hjá nevndini. Eitt rúm óndskapurin hevur gjøgnumsúrgað Eina ferð var hetta skrivstovan hjá Boris Pugo, innanríkis- ráðharra í Sovjetsamveldinum. Í sama rúmi arbeiddi flokkseftir- litisnevndin. “Tað ónda villa djórið hjá kommunistaflokkin- um”, sum Pristavkin kallar eftir- litisnevndina. - Sjúkrasystrarnar bíðaðu uttanfyri hurðarnar alla tíðina, tí at ofta svímaðu fólk inni her. Tey kundu trína innar, sum nevndar- formenn, men tá tey fóru út aftaná at vera tveitt úr flokk- inum, funnu tey ikki so frægt sum kustarbeiði. Tey vóru bara trýst út úr lívinum... Tað fyrsta, ið varð gjørt, tá ið náðingarnevndin flutti inn í hetta rúmið fyri umleið tíggju árum síðani, var at signa rúmið við vígsluvatni. Eingin vildi arbeiða í einum rúmi, sum óndskapurin hevði gjøgnumsúrgað. Barna- tekningarnar komu upp á vegg- irnar, men teir brúnu ráðisligu møblarnir, lampan og telefon- irnar eru øll frá døgum Pugos. Pristavkin fór undir arbeiði her fyri tíggju árum síðani, meðan byrsumúlin peikaði á pannuna - hóast ikki varð peikað á hansara pannu. Pristavkin var rithøvundur, ein sera góður rithøvundur. Bók hansara “Hitt gylta skýggið svav”, givin út í 1987, var tann fyrsta bókin, ið óheft viðgjørdi tjetjenaburturflytingina í 1944. Á perestroika døgunum spjaddist bókin úr einum máli í annað, og tað einasta Pristavkin vildi, var at halda á sum rithøvundur. Men á heysti í 1991 fór Sergei Kovaljov, ein ið bardist fyri mannarættind- um, at ringja til hansara. Hann var órógvin: honum tørvaði ein at leiða náðingarnevndina, sum Vónin hjá millión av russiskum fangum doyr Formaðurin í náðingarnevndini, kærdur ov náðigur, fer frá aftaná 10 ár í starvinum skuldi setast á stovn. - Hann bað meg í minsta lagi játta meg til starvið í eitt hálvt ár, til at hjálpa fólkunum í fongslunum. Hann segði, at tá ið fólkaræðisliga stýriskipanin fór at koma fyri seg, fór tað almenna at taka yvir og at halda á við arbeiðinum, minnist Pristavkin aftur á. Men tá Pristavkin hugsaði um familjuna og sína ikki lidnu skaldsøgu, segði hann seg frá. Hann fór heldur til eitt stað nær- hendis Riga, høvuðsstaðin í Lettlandi, at arbeiða við bók síni. Gulir ræðandi faldarar - Í januar fekk eg eitt undarligt fjarrit: kom skjótt, presidenturin hevur sett teg í starvið, tað er umráðandi at savna nevndina sum skjótast, hygg at listanum við teim deyðadømdu persón- unum, annars verða fólk bara skotin. Pristavkin slepti penninum og fór. Skaldsøgan, ið eisini snýr seg um deyðadómar, er enn ikki liðug. Tá ið Pristavkin kom til Moskva, sessaðist hann við hetta sama borðið í skrivstovuni hjá Pugo og bað skrivstovukvinnuna heinta sær faldararnar við fólk- um, ið vóru skotin ósek. - Hon kom aftur við teimum, rúgvaðum í ein høgan stakk. Teir vóru allir í einum høgum stakki; allir hasir ræðuligu gulu faldar- arnir við reyða bókstavinum R - rasstrelen, skotin, skrivaðum uttaná. Ta løtuna varð tað mær greitt, at her skuldi eg vera í lang tíð, sigur Pristavkin. Tað var tíðliga í 1992, í ungdómstíðini hjá russiska fólkaræðinum, men heldur ikki tá var tað løtt uppgáva at seta eina náðingarnevnd á stovn. Tað almenna vildi ikki góðkenna hesa nevnd, tí at eingin høgtsitandi pappírsarbeiðari sat í henni. - Tað hava altíð verið náðingarnevndir til staðar, men í hesum sótu altíð limir úr innanríkisfyrisitingini, KGB, rættarskipanini og úr hægsta rætti, minnist Pristavkin. - Men eg bjóðaði teimum rithøvundar, gudfrøðingar, sálarfrøðingar, læknar... Nærum helvtin vísti seg eisini at vera jødar. Í fleiri mánaðir royndi Pristavkin úrslitaleyst at bróta ígjøgnum hin almenna kringin, til hann fann ein mann, ið tók pappírið við nøvnunum á teimum í nevndarliðnum til Jeltsin forseta, sum at enda undirskrivaði pappírið. Á deyðsdegi Stalinar, 5. mars , møtti náðingarnevndin á fyrsta sinni til fundar. Frá hesum degi gjørdist Pristavkinsa heimur grønur og ljósabláur. Grønir vóru faldar- arnir við deyðadømdum fólki. Hesir hvurvu seinni, tá ið deyða- revsingarmálini fyribils vóru niðurløgd. Ljósabláir vóru teir faldarar, ið innihildu mál um vanlig lógarbrot. Ein stórur partur av hesum var ein syrgilig søga um fátækradømi. Ein kona stjól eina geit og fekk seks ára fongsulsrevsing. Ein pensionistur stjól almennan streym og fekk fimm ár. Ein kona, sum misti alla familjun í eini ferðsluvan- lukku, og sat aleina eftir við lítlu avlamnu dóttrini, stjól ein posa úr einum handli og fekk fýra ár. - Oftast eru hesi lógarbrot tey seinnu av sama slagi hjá einum persóni, og henda sannroynd ger tað til eitt álvarsligt brotsverk, greiðir Pristavkin frá. - Hon stjól eina geit, síðani eina aðra og spurdi, hvat kann eg gera, eg havi trý børn? Pristavkinsa meining í hesum máli er, at konan skuldi fingið triðju geitina heldur enn at verða sett í geglið. So hevði henni ikki nýtst at stjolið ta fjórðu. Náðioyggin Pristavkin heldur fram: - Í slíkum førum er munurin á okkara og teirra hugburði eyðsýndur - rættvísisnevndin metir tað vera skeivt at lata slík fólk úr fongslunum; vit halda tað vera skeivt at seta tey føst. Higartil hevur hugsanin hjá náðingarnevndini vunnið undrunnarliga oftani: í 10 ár eru nærum 60 000 fólk náðað eftir uppskotum frá nevndini. Nú tykjast tíðirnar at vera broyttar. Pristavkin vitjar tíðan í Týsklandi og heldur fyrilestrar í skúlum. - Týskarum er, hóast nazi- fortíð sína, eydnast at rokkið einum støði, har 100% av børn- unum eru ímóti deyðarevsing. Økkara børn eru fyri henni, viðgongur hann. - Vit, vaksnu, misskapa ikki bara okkara samtíðarsamfelags- hugburðir, men ígjøgnum børn okkara eisini framtíðarhug- burðin. Hann leggur afturat: - Meirilutin velur deyða- revsing, tí at tey, sum vórðu skotin, eru ikki før fyri at velja longur, og tey, sum skutu, eru fyri, tí teimum dámdi at skjóta. Her er einki at gera - tað tykist, at vit noyðast at fara ígjøgnum eina 40 ára oyðimarkarferð, sum í Bíbliuni. Pristavkin viðgongur, at arbeiðið hevur broytt hann. - Eg fór at hugsa ilt um Russland. Vit eru eitt harðrent land. At hugsa um samfelagið ger hann syrgnan. - Nevndin hevur verið náðioyggin í óndskapshavinum. Nú fløðir, og hitt ónda fer at ráða uppaftur meiri. Síðsta vónin hjá eini millión fólki í fongslunum doyr fullkomiliga. Epilogur Bræv frá Kadri Liik úr Moskva týsdagin 16. oktober: “Sakin um náðingarnevndina endaði rættiliga ógreidd við ongari serligari niðurstøðu. Pristavkin varð ikki settur úr starvi, men allir hinir limirnir í nevndini vórðu settir frá. Í teirra stað eru settir alskyns pappírsarbeiðarar ella bureau- kratar, úr øllum møguligum ymiskum stýrum og nevndum. Tað er ilt at siga, hvussu nevndin virkar í verandi løtu. Ei heldur er sagt frá nakrari framtíðarætlan ella nýggjari stýrisskipan hjá nevndini.” Tað tykist, sum um hitt góða menniskjað, Anatoli Pristavkin, endurupplivir síni foreldraleysu barnaár í starvi sínum. Hann varð sum barn sendur úr Moskva í barnaheim í Chechenya. Børn- ini skuldu verjast frá hungrinum í Moskva, men eisini vera við til at byggja fólkatalið upp aftur í tí fólkatómliga Chechenya, eftir at chechenarnir í 1944 vóru burtur- fluttir til Kazakhstan. Hetta er tað, sum Pristavkin skrivar um í fantastisku bók síni “Hitt gylta skýggið svav”. Hann valdi at gerast rithøvundur, men hjartað hansara noyddi hann at fara til verka fyri russisku fangarnar. Nú tykist hann at vera “avvápnaður” ella óbeinleiðis settur úr starvi. Hetta er tó ein loysn, sum ikki vekir so miklan ans í umheim- inum, sum ein uppsøgn hevði gjørt. Eingin veit at siga, hvussu móttøkan hevði verið, um umheimurin frætti, at ein almennur mannarættindastríðs- maður var settur úr starvi í Russ- landi. Tað er tó ikki stórur vandi á ferð fyri russisku myndugleik- arnar, um teir snildisliga bara leggja verk hansara lamið… Ein friðaligur, men órógvin, Anatoli Pristavkin situr inni í Pugosa gomlu skrivstovu. Nú eru myndirnar hjá dóttir hansara tiknar niður av vegginum. Tað eru eingir tíggjubeintir kamelar, ongar grønar meyrur ei heldur aðrar verur í rúminum longur. Pristavkin, ið er sagdur at vera ov náðigur, fer frá; strangari tíðir eru í komu Amerikanski vinnulívsmaðurin Edmond Pope handan rimar undir sakarmálinum um njósning í desember í fjør. Burtursæð frá uppskotinum um at náða Pope, hevur Putin forseti ikki gingið nøkrum náðingaruppskoti á møti í níggju mánaðir. Pope skuldi møguliga fongslast í 20 ár C M Y K 23 22