Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 243 - 15. desember 2001 UMMÆLI Niels Uni Dam Eg ræddist eitt sindur fyri, at hendan útgáva skuldi vera eitt savn av teimum ofta stak vánaligu grein- unum um tónleik, sum Sosialurin hevur borðreitt við hetta seinasta árið. Men so var ikki. Beint sum eg sá góðskuna á pappírin- um og nógvu snotiligu myndirnar, sá eg, at her hevði man gjørt sær ómak. Fólkini aftan fyri pop.fo hava havt stóran leiklut í framleiðsluni, og bókin tykist at vera gjørd við somu professionalismu, sum vit kenna frá teirra heimasíðu. Bókin er, eins og pop.fo, ein roynd at fevna um alt tað, sum fer fram á føroyska pop- og rokk- pallinum. Bókin tekur okkum víða um í føroyskum poppi og rokki. Heilt nógv tiltøk og bólkar eru umrødd, og rúm er eisini fyri meira umfat- andi greinum um tey størru tiltøkini. Tiltøk sum Prix Føroyar og Ólavs- søkukonsertin, og bólkar sum Clickhaze, I Am og All That Rain, sum hava gjørt nógv um seg í 2001, fáa gjølla viðgerð. Væl gjøgnumarbeidd Eyðun Klakkstein, sum hevur staðið fyri tekst- arbeiðinum í bókini, sýnir stak gott innlit í føroyskan tónleik og kemur víða um. Greinirnar eru bygdar á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, men eru tillagaðar soleiðis, at tær hóska til hesa bók. Sjálvt um hetta er eitt bland av greinum skrivaðar til heilt ymiskar miðlar; tíðindablaðið og internetsíðuna, so hevur umskrivingin gjørt bókina til eina heild. Slík um- skriving kann vera torfør, men her riggar hon. Myndasíðan er snøgg Hyggja vit at lay-out, so eru útgevararnir slopnir stak væl frá hesum. Bókin er ein frægd fyri eyga, nógvu myndirnar eru í góðum samspæli við tekstin, og bókin gevur tí lesaranum eitt innlit í føroyskan tónleik 2001 bæði í myndum og orðum. Tó eru onkrar myndir komnar eitt sindur skeivt fyri: Á síðu 92 í greinini um Ivory, er myndin av Mikael Blak við elektrisk- um bassi og punkhári neyvan ein mynd av Ivory. Tað sama á síðu 57 í greinini um Frændur: myndin er av Terja Ras- mussen, men í bakgrundini sæst Allan Mortensen úr MC-Hár. Sostatt er hatta neyvan ein mynd av Frændum. Men hyggja vit burtur frá nøkrum heilt fáum svipsarum, so er mynda- síðan eisini væl úr hondum greidd. Ikki bara gott Nú ljóðar tað kanska, sum um eg skammrósi bókina, og tað kemst ikki uttanum, bókin er veruliga ein góð árbók. Men hon hevur eisini sínar minni góðu síður. Bókin er sum sagt bygd á greinir úr Sosialinum og av pop.fo, hetta merkir, at í greinunum um fyrsta partin av árinum er bókin mest bygd á Sosialin. Hetta tí at pop.fo ikki var til fyrr enn 2. mei. Hetta hevur við sær, at hendan tíðin ikki er líka væl umrødd sum restin av árinum. Gamaní, Prix Føroyar fær nokkso nógv pláss, men hetta er jú størsta tónleikatiltakið hetta árið. Men sjálvt við fýra undanumførum og einari prix-finalu, fær tíðarskeiðið januar til mei væl minni pláss enn restin av árinum. Kanska er tað tí, at minni hendi hetta tíðar- skeiðið? Tað kann gott vera, men hvat við konsertferðini hjá Ivory í USA og tann í Fraklandi, og hvat við Ivory á danska TV2, ella tey kvøldini tey spældu í Keypmannahavn. Hetta fellur kanska ikki inn undir popp ella rokk, ella ger tað? Konsertferðin hjá Ivory í Eysturríki verður nevnd, var hendan meira popput ella rokkut enn hinar? Ella hvat við Revival á Foley’s? Um nakar før- oyskur bólkur spælir popp/rokk so er tað júst Revival. Ella tann stórhending, at Føroyar fingu sín egna tónleika portal á netinum? At www.pop.fo bleiv stovnað? Hetta er slett ikki nevnt. Men tað er kanska ov nógv at krevja, at bókin skal minnast til øll tiltøk og hendingar hetta seinasta árið, og at øll skulu fáa líka nógv pláss. Lítla Rúm ársins ringasti bólkur Tað sum er mest irriterandi við bókini er, at hon brúk- ar vanligan føroyskan ummælarastíl. Tað er, at man ongantíð sigur, at nakað er ringt. Hetta er gjøgnumgangandi gjøg- num alla bókina, uttan líka ta einu ferðina: Á blaðsíðu 17, verður skrivað í greinini um undanumfarið til Prix Føroyar í Klaksvík: ”Bólkurin Lítla Rúm úr Havn var mannaður við trimum tónleikarum, sum eru rættuliga nýggir í fakinum, og tað hoyrdist eisini á framførsluni.” Eg var ikki sjálvur í Klaksvík, og veit tí av góðum grundum ikki hvussu ringir Lítla Rúm vóru. Men at teir høvdu ta einastu ringu framførsluna í ár, ivist eg í. Við bert at hava kritikk av hesum eina bólki, gevur Tónleikur 2001 lesaranum eina mynd av Lítla Rúm, sum ársins ringasti bólkur. Hetta er møguliga ein røtt mynd, líka veit eg? Men vóru teir veruliga einasti ringi bólkur í ár? Um so er, áttu teir at fingið eitt heiðurs- merki fyri hetta. Okkurt mitt ímillum Tað er onki skeivt í, at man sigur, at ein bólkur er ringur, tá hann er ringur. Men trupuleikin er, at hetta ikki er gjøgnumgangandi; bókin nevnir ikki hvør er ringur, og bara av og á hvør er góður. Hetta ger, at fleiri av teimum góðu bólkunum enda í sama flokki, sum teir ringu bólkarnir. Antin ummælir man, ella ger man ikki. Tónleikur 2001 roynir at gera okkurt mitt ímillum. Hetta sama er galdandi í útgávuyvirlitinum. Nakrar fløgur fáa góð orð við á vegnum; til dømis verður sagt, at Unn Patursson kemur væl frá síni fyrstu soloútgávu, at All That Rain spæla væl, at Holger Laumann & Plúmm spæla framúr væl og at Jakkin hevur klárað at endur- nýggja sín tónleik, meðan aðrar fløgur onki ummæli fáa, tildømis verður einki sagt um hvussu Triple Trio sleppur frá sínari útgávu, ella um Corona Guitar Kvartet spælir væl. Antin skuldu allar fløgurnar verðið ummældar ella ongar. Samanumtikið skal tó sigast, at Tónleikur 2001 er ein frálík bók. Hon gevur eitt gott innlit í hvat hendi hetta árið, og er áhuga- verdur lesnaður fyri tey, sum hava áhuga fyri føroyskum poppi og rokki. Bókin fer at standa sum ein góð tónleikasøgulig kelda fyri árið 2001. Snøgg, umfatandi og lættlisin, ella stutt sagt góð, hetta eru nøkur av teimum orðunum sum kunnu nýtast um snotiligu árbókina um føroyskan tónleik, sigur Niels Uni Dam í ummæli av bókini Tónleikur 2001 Okkurt mitt ímillum ó Sosialurin Nr. 243 - 15. desember 2001 7 SAMRØÐA Heri á Rógvi Í veruleikanum er tað ikki serliga torført at kenna húsini. Tað eru valla nógv hús í Føroyum, sum eru at kalla umringað av gróti - stórum og góðum føroysk- um gróti, har eisini okkurt útlendskt granit er at finna ímillum pettini frá ovaru fláunum. Onkur steinurin er eisini komin hálvan vegin niðan í Kirkjugarðin, men okkurt grótið fær mestur eina aðra lagnu. Tað er sjónliga vakurt arbeiði. Hetta eru húsini og arbeiðsplássið hjá Ole Nielsen. Hann er nakað so forkunnugt sum gróthøgg- ari, og hann hevur virkað sum gróthøggari nú í góð 25 ár. Eftirspurningurin er rættiliga stórur, og hann hevur nóg mikið at taka sær til um dagarnar. Í Danmark Ole Nielsen er sonur Johan Nielsen, fyrrverandi fólka- tingsumboð og prest. Hann er føddur í 1955. Orsakað av, at systir hansara hevur eitt hoyribrek, varð familj- an noydd at flyta til Dan- markar. Pápin virkaði sum prestur, bæði í Roskilde og aðrastaðni. Ole Nielsen var sjálvur níggju ára gamal, tá ið familjan flutti til Dan- markar. Hann starvaðist eitt skifti hjá Berlingske Tidende undir Nordisk pressefoto, har hann fekst við myndaviðgerð upp á gamlan máta. Tað var eisini ein, sum arbeiddi hjá Berlingske Tidende, sum eggjaði Ole til at fara í holt við at útbúgva seg sum gróthøggari, tá ið Ole greiddi honum frá, at hetta var nakað, sum hann hevði áhuga fyri. - Tá pápi var prestur í Roskilde, gekk eg at kalla hvønn dag framvið hjá E. Nielsen’s mekaniske sten- huggere, og tað var mestur her, at eg fekk eyguni upp fyri hesum, sigur Ole Nielsen. Hann fór síðani í læru í 1972 í Rødovre. Fýra ár seinni, í 1976, var Ole liðugur at læra sum grót- høggari. Sum so mangan tá í tíðini, varð Ole upp- sagdur sama dag, sum hann stóð útlærdur. Hetta gjørdi tað so neyðugt hjá honum at leita sær eftir nýggjum arbeiði. Hann starvaðist eina tíð í Dan- mark, men ringdi síðani til Grótvirkið í Føroyum, sum hann hevði verið í sam- bandi við, tá ið hann vitjaði um summarið. Haðani fekk hann at vita, at hann kundi byrja mestsum beinanvegin. Tað var tí ikki annað at gera hjá Ole uttan at fáa skipað soleiðis fyri, at hann kundi fara til Føroya at arbeiða. - Eg minnist, at tað bert vóru tveir aðrir útbúnir gróthøggarar í Føroyum um hetta mundið, sigur Ole. Ole varð sum sagt settur í starv hjá Grótvirkinum, sum Tórshavnar Kommuna saman við øðrum átti. Ole greiðir frá, at teir høvdu úr at gera, og tað hevur mestsum allatíðina, ið Ole hevur arbeitt sum gróthøggari, verið nógv at gera. Hann gjørdist longu í 1977 stjóri fyri Grótvirkið. Í 1986 fór Grótvirkið á húsagang, men tað kom skjótt lív í aftur, og tá varð Ole eisini knýttur at virkinum. Síðani 1993 hevur Ole virkað sum sjálvstøðugur. 3/4 gravsteinar - Eg vil meta, at gott og væl 3/4 av mínum virk- semi í dag er at gera grav- steinar. Hitt er fyri tað nógva skreytlutir av ymsum slag, sigur Ole. Hann greiðir frá, at hann er útlærdur granithøggari, ið ger, at hann dugir at fáast við serliga hørð grótsløg, men hann lærdi einki um føroyskt grót, tá ið hann stóð í læru. - Tað týdningarmesta, tá ið tú skalt vera gróthøggari er at læra at nýta hamara og meitil. Hetta er heldur ikki nakað, sum tú bara dugir soleiðis uttan víðari. Tað krevur nógva venjing, sum væl kann taka fleiri ár, og hetta sæst eisini aftur á hondunum, sigur Ole Nielsen. Hann sigur seg hava gjørt mangar skreyttlutir, og hetta er fyri tað nógva í føroyskum gróti. Hann hevur eitt nú gjørt nógvar klokkur og minnisplátur, og hetta er alt úr føroysk- um gróti. Hann hevur eisini eina ferð gjørt trúlovilsisringar til ein dana úr føroyskum gróti. Gravsteinarnir, sum hann ger, eru flest allir úr føroyskum gróti, men hann graverar eisini í steinar úr granitt, men hesir koma eisini nærum liðugt gjørdir úr útlandinum. Tá vit spyrja hann eftir, hvat man vera tað størsta verkið, sum hann hevur gjørt, so svarar hann, eftir at hava hugsað seg um, at tað má væl vera eitt borð. Tað serliga við hesum borðinum er, at tað hevur fingið graverað búmerkið hjá Tórshavnar býráð. Hetta borðið er síðani latið til Reykjavíkar, og hann minnist, at Reagan og Gorbatjov hava nýtt hetta góða borð. List? Er tað, sum tú gert, list? - Eg meti, at sumt av tí, sum eg geri er list, og sumt er handverk, sigur Ole Nielsen. Hann vísir til stuttleika á, at tað í bókum um útbúgvingar stendur at lesa, at listarlig evni kunnu vera ein fyrimunur í sam- bandi við yrki sum grót- høggari. Spurningurin um hetta er list ella ei, er tó ikki nakað, sum upptekur Ole nakað stórvegis. Ole arbeiðir sum áður nevnt, mestsum bert við føroyskum gróti. - Føroyskt grót hevur altíð verið bíligt at fingið hendur á, hóast fólk oftani hava eina aðra fatan. Tað hevur tað altíð verið nóg mikið at gera - eisini í kreppuárunum, sigur Ole Nielsen. Grótið, sum hann arbeiðir við, fær hann av Boðanesi og úr Skopun, sum hann sigur vera gott brúksgrót. Ein av teimum mongu verkætlanunum, sum bíða hjá Ole er nýggja løgtings- húsið, har hann skal gera m.a. gólv úr føroyskum gróti. - Sumt av tí, sum eg geri, er list, og sumt er handverk. Í bókum um útbúgvingar stendur at lesa, at listarlig evni kunnu vera ein fyrimunur í sambandi við yrki sum gróthøggari, sigur Ole Nielsen Mynd: Jens Kristian Vang List við hamara og meitli - Føroyskt grót hevur altíð verið bíligt at fingið hendur á. Hóast fólk oftani hava eina aðra fatan, so tað hevur altíð verið nóg mikið at gjørt - eisini í kreppuárunum, sigur Ole Nielsen, sum er útbúgvin gróthøggari og hevur starvast innan hetta yrki í 25 ár. Sjálvur veit hann ikki heilt, um hetta skal roknast fyri at vera list ella handverk C M Y K 25 24