leygardagur 15. desember 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 15. desember 2001
27
8
Sosialurin Nr. 243 - 15. desember 2001
“Carpe diem”
Horats
Ein persónur hevur eitt eg
og er eitt eg, um við-
komandi er førur fyri at
megna støðu sína og
sjálvan seg. Hetta gera vit,
tá vit hugsa um støðu
okkara, virka og taka av
avbjóðingunum, ið støðan
bjóðar. Dagliga er hetta at
taka sær av teim upp-
gávum, ið ein hevur, og tá
ið vit miðvíst royna at gera
ynski okkara til veruleika.
Hetta kann eisini vera
okkurt vit av reinum vana
og handahógv skulu taka
okkum av, og tá vit gera
tað, nýta vit evni vit hava
til taks, t.v.s. okkurt vit
hava fastartøkur á, ið aftur
krevur, at vit hava tamar-
hald á okkum sjálvum.
Men tað finst annar
máttur enn tamarhald. Vit
kunnu verða virkin av
øðrum alvi, ið vit ikki hava
fult eftirlit við, ið er meiri
sum ein ósjónlig orka, sum
til dømis kann fáa okkum
at gerast opin og hugtikin
av heiminum og øðrum
menniskjum. Hesin duldi
máttur elvir eisini til
virkisfýsni, og hevur við
sær, at vit dragast ímóti
ávísum øki ella ávísum
bólkum, persónum,
londum o.s.fr. Hetta kemst
ikki av vana ella handa-
hógv, tí hesin máttur er
ikki merktur av dagligum
stríði og strevi, ei heldur
av reinum vilja, ella av, at
vit hava fult tamarhald á
støðuni. Hesin máttur
kemur innanifrá, og førir
okkum mangan uttan
strongd fram at ymiskum
lutum, støðum og fólki og
fram at einum opinleika,
har vit eru upptikin og
nærum gloyma okkum
sjálvi. Vit eru til í heim-
inum út frá okkara innastu
sjálvkenslu, uttan at hugsa
um tað á henda hátt.
Mangan siga vit, at vit ikki
skulu hugsa so nógv, at tað
ikki er gott ella rætt.
Sjáldan hoyra vit, at tað
ikki er gott at hugsa ov
lítið, tí tað er mangan tann
størsti feilurin í lívinum. Í
veruleikanum er tað fólk
helst meina, ikki at tað er
skeivt at hugsa, men at vit
skulu ansa eftir ikki at
hugsa skeivar tankar, ið
helst eru skaðiligir. Men
grava vit longur í hesi
tankarøð, so er tað eitt
djýpri lendi, ið er tengt at
tí dulda mátti innan í
okkum, sum fær okkum at
gerast virksom, uttan at
vera refleksiv og umhugsin
allatíðina. Eru vit tað,
kunnu vit gloyma at tríva
eftir degnum, sum Horats
meinti við hugtakin-
um:“Carpe diem”, ið er
positiva boðið, at merkja
lívið og at dansa meðan lív
er, tí sum kvæðið sigur:
“...eingin trínur dansin
undir moldum”.
Tað er sum hesin máttur,
henda innasta sjálvkenslan,
hevur størri vald og mang-
an eitt betri árin á okkum,
enn reint tamarhald, vani
og skylda, ið mangan bert
fær okkum at meina, at vit
eru til og innast inni vita,
at tað eru vit ikki. Tá vit
liva í lívførslu, sum ikki er
tvingað, uttan sjálvs-
ábreiðslur, sjálvssvik,
sjálvsoyðan ella ósunna
sjálvshevjan, tá er tað, at
vit kunnu tosa um, at vit
eru okkum sjálvi. Tá er tað
at sjálvgleðin, sjálvtrygg-
leikin bara soleiðis kann
koma inn eftir gólvinum á
gleðiliga vitjan. Tað er sum
týski mystikarin Jakob
Bohme sigur:“ Teim tíð
sum ævinleiki er/ og
ævinleiki tíð/ tey fóru frí/
úr feigd og stríð”.
Hetta er ein rangvørg
orðing, ið er mest sum ein
tvørsøgn, ið vil geva eina
fatan av okkara royndum
at liva, serliga við tíðini.
Orðingin kann eisini
brúkast í sambandi við
sjálvkenslu hins einstaka.
Vit liva sum sagt við
tveimum háttum av virk-
semi, tað vanliga og
rutinukenda, og so hin
ótvingaða frælsa lív-
kenslan, ið aftur passar
saman við gerandis-
kensluni og lívskensluni.
Lívið er torført, og hin
størsta listin. Fyri tey
flestu er lívið á tremur við
skyldum, friðloysi og
stríði. Eru vit til út frá
okkara sjálvkenslu, eru vit
eisini fræls til at vera
okkum sjálvi, og í einum
grundleggjandi lagi av
nøktan, rásarúmi, røring og
innara ríkidømi. Stutt sagt
merkir ein sjálvt lívið, sum
eina undirliggjandi lív-
kenslu, ið kann vera merkt
at lívsmegi og lívsdirvi,
t.v.s. einum góðum hugi á
lívinum, ið elvir til
opinleika og lívsgleði.
Tað er hósdagur 13. desember,
og tær norsku klokkurnar eru
støðgaðar upp. Vælumtøkta
norska prinsessan, Märtha
Louise, hevur almannakunn-
gjørt, at hon fer at gifta seg
við rithøvundanum, Ari Behn.
Brúdleypið skal standa í
Tróndheimi tann 24. mai.
Í mars í ár, tá gitt varð, at
Märtha Louise, prinsessa, (30)
og Ari Behn (29) høvdu funn-
ið saman, kom verulig gongd
á kjakið um framtíðina hjá
norska kongshúsinum. Norð-
menn vóru skelkaðir. Tað var
ilt nokk at svølgja, at norski
krónprinsurin hevði funnið
sær eina borgarliga einsamalla
mammu, hvørs fortíð eftir
øllum at døma umfataði brúk
av narkotika. Men, hvør er
hesin Ari Behn, og hví varð
hann so illa sæddur sum
komandi limur av tí norska
kongshúsinum?
Ari Behn hevur verið nógv
frammi í fjølmiðlunum. Í
1999 gav hann út eitt stutt-
søgusavn við heitinum »Trist
som faen«, sum fekk avbera
góð ummæli. Savnið er selt í
64.000 eintøkum, og heitið
»Trist som faen«, hevur rit-
høvundurn tatoverað á øksl-
ina. Behn hevur eisini skrivað
fleiri aðrar stuttsøgur, sum eru
prentaðar í ymiskum tíðarrit-
um. Um árskiftið kemur hann
út við nýggjari ritsøgu. Um-
framt hetta hevur Ari Behn
tikist við at skriva filmmanus,
og mestu umtalu fekk hann
fyri dokumentarfilmin úr Las
Vegas, sum varð vístur fyri
tveimum árum síðan. Ari
Behn luttók sjálvur í filmin-
um, har polskar skøkjur sniff-
aðu kokain. Sendingin var
upprunaliga send fyri sjón-
varpskanalina, Metropol, men
brot úr filminum vóru send av
tí stóru sjónvarpsstovuni, TV
2, mánadagin. Ari Behn er
eisini kendur frá náttarlívinum
í Oslo, og hann og hansara
vinmenn hava verið umtalaðir
sum »dørvaktenes skrekk«.
Um seg sjálvan skal Ari Behn
hava sagt: »Hver dag er en
fest, og jeg er et smykke«.
Bløðini hava millum annað
kallað hann ein »dekadent
outsider«.
Tá norski krónprinsurin
kunngjørdi, at hann og Mette
Marit fóru at gifta seg, vóru
nógv, ið gittu, at tað norska
kongahúsið fór at rakna. Men
í dag hevur krónprinsessan so
at siga vunnið øll tey norsku
hjørtuni. Ongin tosar longur
um hennara fortíð, men heldur
er hon vorðin ein lýsandi
mynd uppá, at tað ber til at
leggja fortíðina aftur um bak
og at byrja av nýggjum.
Í dag skriva bløðini sera
positivt um trúlovingina mill-
um Märtha Louise og Ari
Behn. Á pressufundinum vóru
tey so eydnusom, at sjálvt teir
hvassastu pennarnir blotnaðu.
Ari Behn hevur, eins og Mette
Marit, sagt, at hann tekur av-
stand frá narkotika. »Eins og
ein ið skrivar kriminalsøgur
ikki nýtist at verða drápsmað-
ur, so nýtist ein ið lýsir um-
hvørvið, har narkotika verður
nýtt, ikki at verða narkotika-
misnýtari«, skal hann hava
sagt. Á pressufundinum í dag
segði Ari Behn, at hann væl
kundi hugsað sær at verið
heimagangandi pápi. Mette
Marit, krúnprinsessa, gjørdi,
at tað í Noregi bleiv alment
góðkent at vera einsamøll
mamma. Kanska Ari Behn
førir við sær, at tað verður
góðkent, at pápar ganga heima
og ansa børnum.
Märtha Louise og Ari Behn
fingu í dag gratulasjónir frá
øllum teimum politisku flokk-
unum. Fyrrverandi forsetis-
ráharrin, Jens Stoltenberg,
segði í eini samrøðu at: »Ari
Behn er et veldig engasjert
menneske med egenart. Det er
flott at et samfunn kan ha
slike mennsker«. Um ikki so
langa tíð fer niðurstøðan helst
at verða, at Ari Behn var besta
valið fyri tað norsku prinsess-
una og til gagns fyri tað
norska kongahúsið.
Hvør er Ari Behn?
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Turið Mørkøre, morkore@online.no
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Eg og sjálvkensla
Málbitin
Støð - staður
Nú ið brennistøð varð nevnd, er vert at minna á, at í
hvørsfalli eitur tað brennistøðar. Tí er tað óbeint at
tala og skriva um “brennistaðarmálið”, sum so tíðum
verður gjørt. Her man hvørsfallið av kallkynsorðinum
staður vera fløkt uppí, tí har eitur tað staðar í
hvørsfalli. Tað eitur: brennistøðarmálið.
Vøllur - vørður - høll
Orðið vøllur hevur í hvør- og hvønnfalli í fleirtali
sniðið vøllir og ikki “vallir”, sum vanliga sæst í
bløðum. Fyri stuttum varð skrivað um “graslíkis-
vallir”, átti at verið graslíkisvøllir. - “Vítt um vøllir
gyltir hjálmar syngja”, kvøða vit í kendum niðurlag.
Í sama viðfangi er vert at minna á, at vørður
somuleiðis eitur vørðir í nevndu føllum í fleirtali.
Bókavørður, fleiri bókavørðir.
Men kvennkynsorðið høll eitur hallir í somu føllum í
fleirtali. Man skeiva fleirtalssniðið “vallir” vera
íkomið við árini frá hesi bending?
Ljóðføri
Ofta verður tónatól kallað “ljóðfar”, í fleirtali
“ljóðfør”. Hetta er misfatað. Tað beina er (eitt)
ljóðføri, hvørkikynsorð, seinni partur sami sum t.d. í
eldføri.
Uttanlands/uttanlendis
Av og á hevur verið mint á, at tað eitur uttanlands
ella uttanlendis, og at av røttum fær einki itið
“uttanlanda”. Landið tú ert uttan fyri, er eitt, sama
hvussu mong lond tú fert til, og tí er hvørsfalssniðið í
hesum føri lands. Uttanlandsskuld er rætta orðið og
ikki “uttanlandaskuld”. Men millumlanda-
samráðingar t.d., tí nú eru fleiri lond uppií, og
hvørsfallið í fleirtali er landa.
Úr Orðafari, nr. 2, 1987
Kim Simonsen skrivar
CARNIVAL
2.9 Dohc Turbo-Diesel
16 V, 126 HK, 5 hurðar
3 ára garanti/100.000 km. garanti
Dupult airbag, ABS, servostýring,
sentrallás, startsperra, elrútar í fram-
hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl,
miðsetur, sum kunnu vendast og flytast
aftur og fram við borðum, koyrisetrið
kann setast í 8 ymiskar støður, rattið
kann flytast upp og niður, nakkastuðlar,
sum kunnu stillast og takast burtur,
lesiljós framman, kúfangarar í sama liti
sum bilurin, skinnarar á takinum v.m.
Rætti bilurin til mong endamál.
–Pláss fyri 7 fólkum og hópin av
viðføri. Fæst eisini við aut. gearum.
J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 310600
Sosialurin - 311820
Multibilurin
til einhvørja loysn
ROYN HENDAN
SERA VÆLUMTØKTA BILIN
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Familju -
camping -
firmabilur-
og "mini-
bussur"
EINANS
235.800,-
Fæst eisini sum vøruvognur
197.800,-
EINANS
Lýsing eftir
lærara í donskum
til Føroya Handilsskúla
á Kambsdali
frá 1.jan. til 31. juli 2002
Søkt verður eftir tímalærara at undirvísa í donsk-
um 3 tímar um vikuna.
Førleikakrøv
Hægri útbúgving, handilsháskúla, lærdan há-
skúla, handilsfaklæraraprógv.
Setanartreytir
Sum tímalærari í 2002.
Løn:
Í lønarrensli 18/21/26/29/30 ella 16/21/29/31 hjá
HL ella eftir avtalu.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal verða Føroya Handilsskúla á
Kambsdali í hendi í seinasta lagi 28. dec. 2001 kl.
12.00.Nærri upplýsingar kunna fáast við at venda
sær til deildarstjóran á Kambsdali. Á telefon
220900 aftaná 21. dec. 2001.
FØROYA HANDILSSKÚLI
Kambsdalur - 530 Fuglafjørður
Tel. 444 900 - Fax 444 901
Teldupost adr: fh@kambsdal.olivant.fo
p //
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
27
26