leygardagur 15. desember 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 243 - 15. desember 2001
Nr. 243 - 15. desember 2001
29
Fíggjarleiðari
Í samband við bygnaðarbroytingar á Almanna- og heilsumálastýrinum verður
fíggjardeild aftur sett á stovn sum ein partur av fyrisitingini á Landssjúkrahúsinum.
Tí verður søkt eftir deildarleiðara til Fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum til setan
1. mars 2002 ella skjótast gjørligt.
Fyrsta uppgávan verður at fáa skipað deildina at virka sum ein partur av fyrisiting-
ini á Landssjúkrahúsinum.
Arbeiðsuppgávur:
• leiðsla av deildini
• ábyrgd fyri at gera roknskap og fíggjarætlan, uppfylgja og hava eftirlit við
rakstrinum í mun til fíggjarætlanina
• hjálpa depilsleiðslunum á fíggjarliga økinum
• bindilið millum sjúkrahúsleiðsluna og depilsleiðsluna/deildarleiðslurnar á
fíggjarliga økinum
• ábyrgdina fyri bókhaldsøkinum
• gera mannagongdir á roknskaparøkinum
• skipa leiðslukunningina
• skipa hagtøl
Førleikakrøv:
• prógv í HD-roknskapi ella cand merc
• leiðsluroyndir
• førleiki at ætlanargera og raðfesta sítt arbeiði
• støðugt at kunna dagføra sína vitan innan roknskaparlógir og reglur
• holla vitan um lógir og reglugerðir
• góð samstarvsevni
• tænastusinnað/ur
• góður røkjuskapur
• góður førleiki innan it/edv
Bygnaður:
Næsti fyrisetti hjá starvsetta verður Sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum.Við-
komandi skal tola møguligar broytingar innan starvsinnihald og bygnað.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb.sáttmálan millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkis-
felag.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahúsleiðara,
telefon 31 35 40, lokal 251 ella á e-post jek@ahs.fo
Umsóknarfreistin er 2. januar 2002 kl. 12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og viðmælum e.l. skulu sendast til
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Fyribyrgingarráðið
Postboks 135. 110-Tórshavn
Heiliráðdeildin
Landssjúkrahúsið
att. Heðin Thomsen
Tlf. : 313540 lokal 236 ella lokal 229
Fax.: 312745 T-postur: heto@ahs.fo
Skrivari til Fyribyrgingarráðið:
Søkt verður eftir einum fólki at starvast 1/2 tíð hjá Fyribyrgingarráðunum frá 15.
januar 2002 ella eftir nærri avtalu.
Um størri tørvur verður fyri arbeiðsorku seinni, verður møguleiki at økja tíðina til
3/4 ella fulla tíð.
Um starvið:
Tann, sum verður settur, skal starvast á skrivstovu ráðsins og hava dagliga
raksturin av skrivstovuni um hendi.
Hann/hon verður skrivari hjá ráðnum, skal røkja samskiftið millum ráðið og aðrar
stovnar bæði innan- og uttanlands; skal saman við ráðnum leggja til rættis og
útinna verkætlanir á fyribyrgingarøkinum.
Skrivstovan skal m.a.fáa til vega og greina (tilreiða) hagtøl til tess at lýsa støðuna
á fyribyrgingarøkinum.
Umframt at luttaka aktivt á einum ella fleiri serøkjum innan fyribyrging, skal við-
komandi røkja dagliga samskiftið við teir ráðgevar, sum verða settir at loysa ser-
ligar uppgávur.
Vit sóknast eftir fólki, sum uppfyllir hesi krøv í so stóran mun sum gjørligt:
Tú skalt hava áhuga og ágrýtni at arbeiða við fyribyrging á einum breiðum
grundarlagi.
Um tú hevur eina hægri útbúgving innan samfelagsviðurskifti/heilsuviðurskifti,
verður tað roknað sum ein fyrimunur.
Royndir innan fyribyrgingararbeiði ella praktiskar royndir við verkætlanum á
heilsu/fyribyrgingar-økinum verða eisini roknaðar sum ein kvalifiserandi førleiki.
Førleiki í at nýta teldu til vanligar skrivstovuuppgávur íroknað T-post samskifti er
eisini ein fyrimunur.
Um okkum:
Fyribyrgingarráðið er eitt ráð við 7 limum, sett sambært løgtingslóg. Limirnir eru
fakfólk innan økir við tilknýti til heilsu- og ella fyribyrging.
Ráðið virkar undir landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum og hevur
sambært lógina m.a. til uppgávu at ráðgeva lands- og kommunalum myndug-
leikum um fyribyrging, at styrkja heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk, at taka
stig til kanningar og útgreiningar á økinum og at stimbra gransking og royndum
á økinum.
Lønar- og setanartreytir: sambært sáttmála millum viðkomandi yrkisfelag og
Fíggjarmálastýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heðin Thomsen, formann í fyri-
byrgingarráðnum, tlf. 313540 lok 236, heto@ahs.fo ella til Mariu á Dul, deildar-
stjóra, Almanna- og heilsumálastýrið, tlf. 304050, mad@ahs.fo
Lógin um Fyribyrgingaráð og viðmerkingar kunnu heintast á heimasíðu Føroya
Løgtings. http://www.logting.fo/
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvum skal sendast til:
Almanna -og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 2. januar 2001 kl. 12.00
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 367,
P/F 1. desember 1979,
100 Tórshavn.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Hans
Aage Hansen, Varðabú 9,
100 Tórshavn.
Innkomin sum stjóri:
Høgni Hansen, Livulág 1,
100 Tórshavn.
Skráseting Føroya tann
13. desember 2001
Kristin Balle
_____________________
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Lágprísmøbil
við góðari dygd,
er á goymslu
Høgaból • 600 Saltangará • Tel. 44 75 60 • Fax 44 84 60
Almadan
Pedagogur
til Dagstovnin á Argjum
Søkt verður eftir 1 pedagogi til vøggustovuna á
Dagstovninum á Argjum at byrja 1. februar 2002
ella eftir nærri avtalu.
Dagstovnurin á Argjum er ein sjálvsognarstovnur.
Á stovninum ganga 72 børn og samanlagt eru vit
18 starvsfólk.
Á stovninum eru fýra barnagarðsstovur og tvær
vøggustovur, har tann eina barnagarðsstovan er
ein serstova, har vit samskipa deyv og tunghoyrd
og hoyrandi børn.
Á hvørjari stovu ganga 12 børn.
Vøggustovan hevur tætt samstarv við serstovuna,
og má viðkomandi hava áhuga í hesum serøki.
Vit ynskja, at tú saman við okkum skapar eitt
umhvørvi fyri børnunum og foreldrunum, har tey
kunnu trívast og mennast.
Somuleiðis, at tú ert nýhugsandi og hevur
ábyrgdarkenslu. Harumframt ynskja vit, at tú ert
virkin á stovninum við atliti at víðariútvikling av
hesum.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmál-
anum millum Føroya Pedagogfelag og Føroya
Landstýrið.
Ynskir tú at vita meira um starvið, set teg so í
samband við Gudrun W. Rasmussen, leiðara, á tlf.
319019.
Umsóknin skal sendast til Dagstovnin á Argjum í
seinasta lagi 5. januar 2002.
Hølir til leigu
Ovasta- og miðhæddin í J. C. Svabosgøtu 4 (Mál-
ingahandilin) eru til leigu.
Hvør hæddin er uml.185 m2 og kann nýtast til skriv-
stovu o.l.
Nærri upplýsingar á tlf. 342500, Jóannes.
Postboks 1019
100 Tórshavn
E-mail: litaval@litaval.fo
L e i g a
Høli til leigu á flogvøllinum
Høvuðsuppgávan hjá SL
er at lúka landsins tørv á
innanlanda fólka- og
farmaflutningi, og skal
fyritøkan í so stóran mun
sum gjørligt rekast á
handilsligum
støði.
Fólka- og farmaflutning-
urin setir stór krøv um
eina góða kundatæn-
astu,
herundir trygd,
reglusemi og skóttleika.
Patur av høllini hjá Farma-
leiðum er til leigu sum
goymsluhotell.
Liggur
sera væl fyri í samband við
flogvøllin.
Um tú ynskir nærri upp-
lýsingar, kanst tú venda
tær til Heina á Borg,
farmaflutningsleiðara,
á
tlf. 343060 ella á t-post:
hab@ssl.fo
NORDISK
MINISTERR
ÅD
PDF
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f
2416, Sp/f Andersens
Beding, 490 Strendur.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Jón
Anders Jógvan Andersen,
490 Strendur (formaður).
Innkomin í nevndina sum
formaður: Jóhan
Andersen, 480 Skáli.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Anders Asbjørn Andersen,
490 Strendur.
Innkomin sum stjóri:
Høgni Andersen, 480
Skáli.
Skráseting Føroya tann
13. desember 2001
Kristin Balle
_____________________
Skráseting Føroya hevur
í dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 278,
P/F Vatnsoyrar
Snikkaravirki, 385
Vatnsoyrar.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Kirstin
Poulsen, 385 Vatnsoyrar
(næstformaður)
Innkomin í nevndina:
Sofus Poulsen, 385
Vatnsoyrar og Heðin
Poulsen, 385 Vatnsoyrar.
Skráseting Føroya tann
13. desember 2001
Kristin Balle
_____________________
Frá Sildagoymsluni
Vit hava onga sild á goymslu nú til jóla, av tí at
fiskaríið ikki hevur verið so gott.
Um sild verur at fáa eftir nýggjár, verður lýst.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Ólafur Guðmundsson
Avgreiðslutíðir á
Almannastovuni
um jólini
Dagarnar 27. og 28. desember 2001 eru allar
deildir hjá Almannastovuni og Hjálpartólamið-
støðini stongdar.
Tó kann bráðfeingishjálp fáast um telefonina
báðar dagar millum kl. 10.00 og 12.00.
Almannastovan
og Hjálpartólamiðstøðin
veitst tú ikki tað?
C
M
Y
K
29
28
Nordiska Rådets sekretariat
söker
Sekreterare/assistenter
Mer information om tjänsterna finns på vår hemsida
www.norden.org
Där finns också ansökningsblankett som vi vill att du
använder.
Alla kontakter ska ske på något skandinaviskt språk.
Sista ansökningsdag är 11 januari 2002.
Nordiskt samarbete sker mellan Danmark, Finland, Island,
Norge och Sverige samt de självstyrande områdena
Färöarna, Grönland och Åland.
Nordiska rådet
är samarbetsorgan mellan parlament och regeringar i de
nordiska länderna. Rådet består av 87 parlamentariker från
de nordiska länderna. Tar politiska initiativ och utövar kon-
troll över nordiskt samarbete. Nordiska rådet bildades 1952.
Kontaktperson: Rådsdirektör Frida Nokken
Tlf. nr. +45 33 96 04 41
Nordiska
RÅDET
Box 3035
DK-1255 Köpenhamn K
Vi söker nya medarbetare till Nordiska rådet