Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 2001síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 243 - 15. desember 2001 Nr. 243 - 15. desember 2001 31 Lærari søkist Vegna farloyvi, verður søkt eftir lærara til Kvívíkar skúla at byrja 1. januar 2002. Lærarin, ið settur verður, kemur at undirvísa í før- oyskum, rokning og tónleiki, íalt 15 tímar um vik- una. Starvið er tíðaravmarkað til hálvt ár. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýr- ið og Lærarafelagið. Umsóknir skulu verða Skúlastýrinum í hendi innan 18. des. 2001. Skúlastýrið fyri Kvívíkar skúla Jan Andreasen 340 Kvívík Toll og Skatt pdf Sjúkrakassalimir í Vestmanna læknadømi Sagt verður frá, at 1. januar 2002 er limagjaldið 170 kr. um mánaðin. Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis VHF telefonin til skip og bátar kr. 2.975,- Nú einans post ordrar verða avgreiddir JÓLATILBOÐ Fólk søkist til »Take Away« grillbar í Vágum. Skriva til: Sosialurin Box 76 110 Tórshavn Bill. mrk. 243 Stjóri til P/F Fiskaaling Søkt verður eftir stjóra til P/F Fiskaaling. Hevur tú hug til stórar avbjóðingar, eitt ábyrgdarfult, viðkomandi og mennandi starv innan føroysku alivinnuna, kunnu vit bjóða tær alt hetta, umframt góðar arbeiðsumstøður og møguleika at menna teg víðari. Viðkomandi, ið settur verður, hevur ábyrgdina av at felagið við atliti til endamálið verður ment handilsliga. Høvuðsuppgávurnar hjá P/F Fiskaaling eru fylgjandi: • at gera vísindaligar royndir í samband við aling av fiski, skeljadýrum v.m. herímillum skapa møguleikar fyri aling av møguligum nýggjum fiska- og skeljasløgum • at gera royndir við nýggjum aliøkjum • við kynbótaarbeiði at bøta um føroyskt alitilfar og við sølu av framleiðslum burtur úr hesum spjaða framgongdina skjótast gjørligt til vinnuna • at reka vinnuligt virksemi innan virksemisøki felagsins P/F Fiskaaling rekur vinnuligt virksemi innan kynbótaarbeiði við laksum og sílum, og framleiðir felagið 2000 - 3000 litrar av laksarognum árliga umframt nakað av sílarognum. Ynskiligt er at umsøkjarin hevur fylgjandi førleika: • útbúgving frá hægri lærustovni • góð leiðslu- og samstarvsevni • royndir at standa fyri vinnuligum virksemi • evni at seta fyriskipanir í verk • kunnleika til fíggjarstýring • kunnleiki til alivinnuna og til lívfrøði er ein fyrimunur. Setanartreytir Arbeiðsstaðið kemur at vera Við Áir, har P/F Fiskaaling hevur høvuðsskrivstovu. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit hava møguleika at bíða nakað eftir rætta viðkomandi. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu í mun til útbúgving og starvsroyndir. Vilja tygum hava nærri upplýsingar um starvið, kunnu tygum seta tygum í samband við Janet Fríðu Johannesen, nevndarformann tlf. 319685, fartlf. 212211 ella við telduposti: jj@atlanticon.fo. Umsókn Umsókn við avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal sendast til Janet Fríðu Johannesen, co/ Atlanticon, Bryggjubakki 4, Postboks 263, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 27. desember 2001. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. P/F Fiskaaling hevur virsemi Við Áir, í Nesvík, í Skopun og í Hesti. Samlaða starvsfólkatalið er 25. Samlaði umsetningurin í felagnum seinastu árini hevur verið umleið 25 mill. kr. P/F Fiskaaling stendur fyri kynbótaarbeiði við laksi og sílum. Endamálið við kynbótaarbeiðnum, er at ala fram ein frískan fisk, sum hevur best møguligar eginleikar, soleiðis at føroyska alivinnan er betur kappingarfør á altjóða marknaðinum. Arbeitt verður eisini við at menna kalva og onnur nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna. Næstu árini er ætlanin at leggja stóran dent á granskingarætlanir, sum náttúrliga hoyra undir virkisøki felagsins. Meira fæst at vita um felagið á www.fiskaaling.fo. team 85 • 316511 Sosialurin - 311820 Uppliva tí heilt serligu pannuna ið gevur allar fyrimunir! GASTROLUX FØROYAR 350 Vestmanna • Tel. 42 45 99 • Fartel. 21 55 99, 21 75 99 Steiking heilt uttan feitt Slettir minst møguligt Løtt at reingera - sápa skal nýtast Brennir aldrin matin Klødd við nikkelfríum lagi 5 ára garanti til privatnýtslu Lívslangt garanti móti skeivleikum -tann -tann feittfr feittfría pannan a pannan -tann feittfría pannan Um hetta hevur tín áhuga, ring til okkum og vit senda tær ein faldara Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 3081, P/F Gjógv Holding, 476 Gjógv. Viðtøkur broyttar: 13.11.2001 Nýtt navn: Sp/f Gjógv Holding Lækkan av P/F-peningi viðtikið 11.07.2001 er nú gjøgnumførd. Kapitalur: Kr. 80.000,00. Nevnd: Farin úr nevndini: Sigmund Poulsen, Marknagilsvegur 89, 100 Tórshavn (formaður), Lennart á Grømma, 476 Gjógv og Hans Trúgvi Teirin, Kálvagerði 4, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av stjóranum. Skráseting Føroya tann 13. desember 2001 Kristin Balle _____________________ Handilshøli ynskist í miðbýnum í Tórshavn Hampuligt handilshøli ynskist til leigu/keyps skjótast møguligt. Góður prísur verður latin fyri rætta hølið.Vinarliga sendi okkum nøkur orð skótast tilber. Annars hevur alt áhuga! Bill. mrk. 243 ROVER 75 árg. 2000, km. 27.000, til sølu vegna keyp av stationvogni, boð undir kr. 260.000 ongan áhuga Hans Olgar, tlf. 22 63 50 Kunngerð Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðið á fundi tann 11.desember 2001 hevur samtykt,at almennu býráðsfundirnir fyri ár 2002 verða hildnir hesar týsdagar kl. 17.30 í býráðssalinum: 22. januar 19. februar 19. mars 16. apríl 14. mai 18. juni 20. august 24. september 22. oktober 19. november 10. desember Fuglafjørður, tann 12. desember 2001 Fuglafjarðar býráð i C M Y K 31 30 Toll- og Skattstova Føroya Fulltrúi Søkt verður eftir einum løgfrøðingi til lógardeildina í Stýrinum at byrja 15. januar 2002 ella so skjótt til ber. Høvuðsuppgávur hjá fulltrúanum verða: ñ málsviðgerð innan lógarøkið, sum Toll- og Skattstov Føroya umsitur, herundir meirvirðisgjald, skatt, toll, og onnur avgjøld, ñ at ráðgeva Toll- og Skattstovu Føroya kring landið í løgfrøðiligum spurningum innan umsitingarumráði stovnsins, ñ at leggja til rættis kunngerðir, rundskriv og vegleiðandi ásetingar á skatta- og avgjaldsøkinum og ñ at gera lógaruppskot. Førleiki Umsøkjarar skulu hava utbúgving sum cand. jur. ella líknandi útbúgving og kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Vit bjóða ñ spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga ñ flextíð ñ sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi Setanartreytir Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar- málastýrið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Núverandi setanarøki er Stýrið, men fevnir annars um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir hennara, og tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað verður kravt. Nærri frágreiðing um starvið Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Anju Hovgaard, deildarstjóra, á tlf. 35 26 00. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 7. januar 2002. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Postsmoga 2151 FO-165 Argir Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-, mvg-, kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v.m. og alla skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 150 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær seks økis- skrivstovurnar, ið eru á Tvøroyri, í Skopun, Sørvági, Tórshavn, Saltangará og Klaksvík, røkja raksturin. Stýrið tekur sær av yvirordnaðari planlegging, stýrings-, eftirlits- og menningaruppgávum, av sambandinum við Toll- og Skattaráðið, aðalstýrið og landsstýri, og virkar sum ráðgevi hjá økisskrivstovunum í løgfrøðiligum og øðrum fakligum spurningum um toll, skatt, meirvirðisgjald, onnur avgjøld og innheinting. Í Stýrinum, har viðkomandi kemur at arbeiða, eru 34 starvsfólk; harav eru 7 starvsfólk á lógardeildini. Lýsingin finst eisini á heimasíðu okkara: www.tollskatt.fo E-mail: tollskatt@tollskatt.fo