Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 16 - 25. januar 2010 Brown ásett valdagin Tað gerst støðugt meiri sannlíkt, at parlamentsval verður í Bretlandi tann 6. mars. Tað hava tveir ráðharrar sagt nýliga, og í gjár segði Bob Ainsworth, verjumálaráðharri, tað sama. Hann segði við Sky News, at Gordon Brown, forsætisráð­ harri, fer skjótt at kunngera valdagin, og at tað verður 6. mars. Sambært teirri seinastu meiningakanningini, sum blaðið News ogf the World, prentaði í gjár, fer tann konserva­ tivi andstøðuflokkurinm at vinna greiðan sigur á arbeiðara­ flokkinum. Bob Ainsworth segði við Sky News, at enn er tíð til at venda gongdini. Afghanskt val útsett Vantandi trygd og penganeyð hava fingið valnevndina í Afghanistan at útseta tjóðartingsvalið. Ætlanin var, at afghanar skuldu á val tann 22. mai, men valnevndin gjørdi um vikuskiftið av at útseta valdagin til tann 18. september. Fleiri lond mótmæltu, tá valnevndin beint eftir nýggjár samtykti at hava tjóðartingsval í mai, tí tey hildu ikki, at viðurskiftini eru so trygg, at tað ber til at fáa eitt rættvíst val. Tann almenna grundgevingin fyri at útseta valið er eisini, at viðurskiftini eru ikki nóg trygg, men pengatrot er eisini ein orsøk, skrivar AP. Ein maður slapp rímiliga væl frá óhappinum, tá ið hann í bili sínum sunnukvøldið rullaði oman av vegnum niðan fyri ídnaðarøkið á Kambsdali Óhapp Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Sunnukvøldið ringdi ein ungur drongur til politiið og boðaði frá, at hann hevði sæð ein bil fara út av vegnum niðan fyri ídnaðarøkið, og bilurin rullaði einar 60 metrar oman. Politiið bað henda mannin fyri oman til bilin at hyggja, hvussu nógv fólk vóru í bilinum, og hvussu til stóð. Hann so gjørdi. Í bilinum var bara ein maður, og hann var framvegis í bilinum, tí hann sat í trygdarbelti. Politi og sjúkrablafólk komu til og bóru mannin á børu niðan á vegin. Sambært politinum sat maðurin ikki kleimdur í bilinum, men hann gramdi seg um at hava ilt í beininum. Beinið kann verið brotið, sigur politiið í Havn. Vakthavandi á politistøðini í Havn rósar tí unga manninum, sum játtaði at fara í myrkrinum oman til omanrullaða bilin. Tað var djarvt av honum, tí hann kundi ikki vitað frammanundan, hvørji sjón hann fór at møta. Innbrot Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Hósnáttina í seinastu viku vórðu fýra innbrot í framd í Vágum, og longu dagin eftir handtók politiið tríggjar ungar menn, sum vórðu skuldsettir fyri innbrotini. Teir vórðu eisini skuldsettir fyri at hava stolið ein bil í Havn og fyri at hava koyrt roynt í Vágum í hesum bilinum. Politiið heldur, at teir tríggir menninir við at gera innbrotini royndu at fáa hendur á peninginum. Og at teimum tørvaði pening, tí teir stóðu í skuld til rúsevnisseljarar. Tað er ikki óvanligt, í hvussu er aðrastaðni, at fólk, sum standa í skuld fyri at hava keyot rúsevni, eru undir trýsti og tí fara langt fyri at sleppa av við skuldina. Stjala pengar fyri skuld Rullaði i bilinum oman av vegnum Í dag høvdu fleiri av flokkunum í Sankta Frans skúla í Havn ein øðrvísi skúladag. Tey høvdu innahýsis loppusølu til frama fyri Haiti hjálpartIltak Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Tað var veruliga lív í børn­ unum í Sakta Frans skúla í Havn fyrrapartin. Børnini runnu runt millum stovurnar fyri at vita, hvat hinir flokkarnir høvdu at bjóða. Í staðin fyri at hava van­ liga undirvísing varð dagur­ in brúktur til eitt hjálpar­ tiltak, at hjálpa Haiti. Teir samanlagt 36 næm­ ingnarnir í 3. a og 3. b tóku saman við flokslærarum sínum stigið til at hava eina loppusølu, og nakrir av hin­ um flokkunum komu uppí. Herfyri fingu øll børnini í skúlanum bræv heim við um loppusøluna. Í brævi­ num vórðu tey biðin um at hava okkurt, sum tey kundu vra fyri uttan við í skúlan at selja. Tað skuldu ikki vera virðismiklir lutir. Heitt varð á foreldrini um at lata børnini fáa 50 krónur við í skúlan at keypa fyri. Flokslærararnir, sum skip­ aðu fyri, vóru Jóna Joensen og Poulina Slættanes. Stuðlaðu væl Poulina Slættanes er ovfarin av, hvussu væl næmingar og foreldur teirra tóku undir við tiltakinum. Børnini komu við leikum, nipslut­ um, prýðislutum, bókum og øðrum. Heilt nógv komu við heimabakaðum kakum. Hvør flokkur innrættaði sína loppusølu í skulastov­ uni, og børnini gingu so frá stovu til stovu og keyptu. Børn, sum við tónleikarum í familjuni, komu við fløgum til loppusøluna. ­ Børnini hava verið ótrúliga kreativ og hava eisini gjørt skelti yvir, hvat tey høvdu at selja, sigur Poulina Slættanes. Vitandi børn Í skúlanum hava tey tosað nakað um jarðskjálvtaøki, um støðuna í heiminum, og nú knappliga bleiv alt so veruligt. Poulina Slættanes heldur, at børn fylgja væl við, hvat hendir úti í heiminum. Tá ið tey hava tosað um støðuna í Haiti, hava tey endurgivið ymiskar frásagnir úr Haiti, alt eftir hvørjum sjón­ varpsstøðum tey hava hugt eftir, og hvørjum útvarps­ støðum tey hava lurtað eftir. Eg spyrji eina gentu, hví tey hava hetta tiltakið. ­ Tí tey hava tað so ringt í Haiti. Tað hava vit sæð í sjónvarpinum. Vit vilja gjarna hjálpa teimum, sigur henda gentan. Tað er einki óvanligt í Sankta Frans skúla at hugsa um neyðstødd í heiminum. Hvønn ST­dag hava tey inn­ savnan og senda peningin til SOS turrmjólk, sum ein hjálparverkætlan eitur. Tá ið skúlin í desember fylti 75 ár, gjørdu tey nógv burturúr við framførslum, loppusølu, og javnaldrin, hornorkestrið hjá Frelsun­ arherinum var við. Tá fór ágóðin av loppusøluni til orkestrið. Politiið heldur, at teir tríggir ungu vágamenninir, sum tiknir vórðu í seinastu viku skuldsettir fyri innbrot, vildu hava pening fyri at gjalda skuld, helst fyri rúsevni Børnini hugsa um tey neyðstøddu Ein stór klokka varð løgd til sølu. Skúlastjórin Selmar Jacobsen var áhugaður, men hann vildi lata klokkuna liggja, um onkur annar gjarna vildi hava hana Alt møguligt varð lagt fram at selja, og børnini gingu frá stovu til stovu at keypa