Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 16 - 25. januar 2010 Tá uppteljingin í dag er liðug, fara myndugleikarnir í Haiti væntandi at boða frá, at jarð­ skjálvtin hevur kravt 150.000 mannalív. Men samstundis bera myndugleikarnir ótta fyri, at 120.000 onnur ella kanska enn fleiri liggja framvegis undir húsaleivdunum Haiti Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað er tann almenna heilsu­ nevndin, sum tekur ímóti og samskipar upplýsingar­ nar frá bjargingar­ og hjálparfelagsskapunum, sum leita í húsaleivdunum í Port­au­Prince og aðra­ staðni. Marie­Lawrence Jocelyn Lassegue, sum er ráðharri í samskiftismálum, sigur við tíðindastovurnar, at talið á deyðum er á veg upp um 150.000. ­Tað er sera trupult at siga við vissu, hvussu mong kunnu hava latið lív, men forsætisráðharrin hevur nevnt talið 200.000, sigur Lassegne við fronsku tíð­ indastovuna AFP. Heitisku myndugleikarnir og ST hava fyrr sagt, at jarðskjálkvtin hevur kravt millum 100.000 og 200.000 mannalív, men myndugleik­ arnir viðganga, at tað veru­ liga talið á deyðum kann fara væl upp um 300.000. Bíða í vikur Teir seinastu dagarnar hava tíðindafólk greitt frá, at tey hava vitjað bygdir, sum eru javnaðar við jørðina. Tey bygdafólkini, sum sluppu livandi frá skjálvtanum, hava hvørki sæð nakað hjálparfólk ella nakra mat­ vøruhjálp síðani skjálvtan. ST viðgongur, at tað hevur tikið ov langa tíð at fáa hjálpina fram, men sigur, at nú fer tað at ganga skjótari. ­ Kortini kann tað taka vikur at útvega teimum seinastu hjálp, sigur Henrik Kastoft, sum er samskiftis­ leiðari hjá ST­menningar­ stovninum UNDP, við danska kringvarpið. Hann sigur, at tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at jarð­ skjálvtin oyðilegði havnina í Port­au­Prince, samstundis sum tað mesta av vega­ kervinum bleiv oyðilagt. Nú er havnin í høvuðsstað­ num opin aftur, og flog­ vøllurin er umvældur, so nú gongur betur at fáa neyð­ hjálp til landið. ­ Nú fáa vit 350 bingjur við neyðhjálp um dagin, sigur Henrik Kastoft við DR. Óttast regnið Um stutta tíð byrjar regntíðin í Haiti, og ST ávarar um, at tað kann elva til stórar trupulleikar hjá teimum, sum sluppu livandi frá jarðskjálvtanum. Mynd­ ugleikarnir halda, at umleið 200.000 fólk hava fingið skaða, og at bara í høvuðs­ staðnum Port­au­Prince eru umleið 600.000 fólk, sum ikki hava tak yvir høvdið. Nógv av teimum noyðast at húsast sum frægast í fyribilsbústaðum og at liva av útlendskari hjálp tey næstu árini. Teir stóru hjálparfelags­ skapirnir vóru skjótir at hjálpa Haiti. Ein av felags­ skapunum er USAID, og leiðarin, Rajiv Shah, sigur við AFP, at tey gera tað, sum stendur í teirra makt. ­Eg má viðganga, at vit hava ongantíð sæð so umfatandi oyðileggingar fyrr. Tað er greitt, at vit megna ikki at hjálpa fólki so skjótt, sum vit fegin vilja, men tað er eisini greitt, at vit verða verandi her í langa tíð, sigur Shah. Ætlanin er at flyta 400.000 fólk úr høvuðs­ staðnum og at hýsa teimum í stórum tjaldstøðum nær­ hendis býnum. ST­talsmað­ urin Nicholas Reader segði í gjár, at teir haitisku myndugleikarnir hava valt út 500 støð, har ætlanin er at seta upp tjøld, ið skulu hýsa teimum 400.000. Meiri hjálp Fleiri lond hava játtað av økja hjálpina til tey neyð­ støddu í Haiti, og listafólk av ymsum slagi skipa fyri tiltøkum, sum hava til endamáls at savna pengar til hjálpåararbeiðið. Eitt tiltak í amerikonskum sjónvarpi um vikuskiftið gav góðar 300 milliónir krónur, og í Kanada komu 80 milliónir krónur inn í einum tilsvarandi tiltaki. Í kvøld verður fundur í Kanada, har sendimenn og uttanríkisráðharrar úr fleiri londum skulu tosa um hjálpararbeiðið í Haiti. Millum fundarfólkini eru uttanríkisráðharrarnir í USA og Fraklandi, Hillary Clin­ ton og Bernard Kouchner. Jarðskjálvtin í Haiti kann hava kravt 350.000 mannalív Fólk í túsundatali royna at sleppa úr Haiti Mynd: AP Mong hava ikki fingið mat í munnin í fleiri dagar, og tí er ofta bardagi um matvøruhjálpina Mynd: Scanpix Njósnarar avrættaðir Pakistanskar keldur siga, at Taleban hevur avrættað sjey pakistanar, sum vóru ákærdir fyri at hava njósn­ ast fyri USA. Myndugleikarnir siga, at fimm lík vórðu funnin við síðuna av vegnum til bygdin Qutabk­ hel, sum er í landspartinum Norður Waziristan. Hjá líkunum lá eitt bræv, har tað stóð, at menninir høvdu latið amerikanarunum upplýsingar, sum góvu ómann­ aðum amerikonskum flogfrørum møguleika at søkja at Taleban­støðum. Har stóð eisini, at onnur, sum verða tiknin fyri sama brot, fáa somu viðferð. Trýst á evruni Í Bruxelles stúra fleiri fyri, at virðið á evruni kann fara at fella nógv orsakað av teimum stóru búskapartrupulleikun­ um, sum nøkur av evrulondunum eru í. 16 lond eru í evru­ samstarvinum, men kappingarstøðan hjá londunum er so ymisk nú, at tað kann hótta felags gjaldoyrað og álitið á tí, skrivar týska tíðindastovan DPA. Tað eru serliga Grikka­ land, Spania og Írland, sum hava stórar trupulleikar við stórum fíggjarlógarhalli, stórari almennari skuld og tí eisini støðugt veksandi rentuútreiðslum.