mánadagur 25. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 16 - 25. januar 2010
Zelaya úr Honduras
Manuel Zelaya, sum bleiv koyrdur úr forsetaembætinum í
miðamerikanska landinum Honduras seinasta summar,
fekk um vikuskiftið loyvi at fara av landinum. Zelaya
varð koyrdur av landinum, tá hann bleiv koyrdur frá, men
hann slapp aftur til Honduras fyri fýra mánaðum síðani.
Hesa tíðina hevur hann verið á brasilsku sendistovuni,
men í gjár varð kunngjørt, at stjórnin í Dominikanska
Lýðveldinum hevur játtað honum, húski hansara og
nøkrum starvsfólkum hansara innferðar- og
uppihaldsloyvi. Honduras fekk nýggjan forseta í oktober.
Ein kommunulækni
í Suðuroy er farin og
eisini aðrir í umhugsa
sína støðu
Læknatrot
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vandi er fyri at Suðuroyggin
liggur í læknaloysi um ikki
so langa tíð.
Læknarnir hava áður víst
á, at arbeiðsbyrðan er ov
stór og at vandi er fyri, at
læknar fara at rýma, kemur
ikki vend.
Fyribils hava vánligu ar-
beiðsumstøðurnar ført við
sær, at annar kommunulækn-
in í oynni, er farin í farloyvi.
Harafturat
hevur
ein
annar kommunulækni, sum
ætlaði sær at taka við starvi
í Suðuroy, tikið seg aftur og
hevur boðað frá, at hann fer
ikki til arbeiðis sum lækni,
fyrrenn umstøðurnar batna.
Og harafturat veit Sosial-
urin, at eisini yvirlæknar á
Súkrahúsinum
umhugsað
sína støðu.
Høvdu vónir
Læknarnir í Suðuroy høvdu
annars bjartar vónir um at
støðan fór at batna, eftir at
teir síðsta summar høvdu
fund við allar politikararnar
úr Suðuroy um viðurskiftini.
Tann eini yvirlæknin á
Sjúkrahúsinum, Hans Petur
Nielsen, sigur, at tá ið fund-
urin endaði, var tað við
teirri fatan, at politikararnir
vóru sera positivur og
søgdu seg vilja virka fyri at
finna neyðugu játtanina til
at loysa trupulleikan.
Men
nú
fíggjarlógin
verður samtykt, er pening-
urin ikki játtaður.
- Hetta var stórt spell, tí
allir læknarnir í Suðuroy
hava skrúvað eina framrætt-
aða loysn saman í felag.
Hendan loysnin bar í sær,
at yngri læknar og ein
narkosulækni verða settir
við Suðuroyar Sjúkrahús.
- Í hesi loysnini hava vit
samskipa sjúkrashúsið og
kommunulæknaskipanina,
so at yngru læknarnir høvdu
havt nóg mikið av arbeiða.
Læknar umhugsa
sítt starv
At ongin játtan fekst, hvur
nú fyribils fingið tað avleið-
ing, at annar kommunu-
læknin í Vági at fara í
farloyvi.
Fyribils er hann farin í
farloyvi í eitt ár, men við
Suðuroyarportalin um viku-
skiftið gjørdi hon greitt, at
verður ongin broyting til
tað betra, kemur hon ikki
aftur.
Men hvussu so við tær
sjálvum, spurdu vit Hans
Petur Nielsen, ið er serlækni
í hjartasjúkum?
- Tað sigur seg sjálvt, at
eg má eisini umhugsa mína
støðu.
Hann hevur ikki sett nakra
sum helst freist á, hvussu
leingi, hann vil bíða.
- Tað er ikki nakað, eg
gangi og flaggi við, men
støðan er tann, at tá ið
ónøgdin verður passaliga
stór, fari eg. Vit mugu vita,
hvussu framtíðin sær út,
leggur hann afturat.
Hann veit eisini, at aðrir
læknar í Suðuroy eru í somu
støðu og eisini ganga og
umhugsa støðuna.
Hann sigur trotið á yngri
læknum í Suðuroy førir tað
við sær, at serlæknarnir
noyðast at fáast við mangt
og hvat, sum liggur uttanfyri
teirra serøki og sum yngru
læknarnir av røttum skuldu
fingist við.
Hendir tað ringasta fer
sjúkrahúsið at liggja í
læknaloysi.
Samstundis er tann eini
kommunulæknin í oynni
farin væl upp um tey sjeyti
og hevur av tí sama ikki so
langa tíð eftir í starvi.
Sostatt kann tað vera so
skjótt, at alt heilsuverkið
fer fullkomiliga í skeljasor.
Heilsuskipanin
dettur sundur
Dettur sjúkrahúsið sundur,
dettur
kommunulækna-
skipanin eisini sundur, tí
eitt stendur púra greitt, at
tað fæst í hvussu so er ongin
kommunulækni at arbeiða í
Suðuroy, hevur hann ikki
eitt sjúkrahús at leggja
sjúklingar inn á, sigur Hans
Petur Nielsen.
- Tað eru upp til seks
innleggingar á Suðuroyar
Sjúkrahúsi um samdøgurið.
Hans Petur Nielsen sigur,
at Suðuroyar Sjúkrahús er í
eini heilt serligari støðu, tí
tað er ikki landfast við
meginlandi
- Vit skilja ikki, hví
myndugleikarnir lata Suð-
uroyar Sjúkrahúsi liggja í
andaleypi, samstundis sum
85% av føroyingum hava
tvey sjúkrahús til taks við
nógvum
dupultum
fun-
ktiónum innanfyri ein tíma
koyritíð í bili.
- Vit merkja, at politiski
myndugleikin ikki rættiliga
fatar, at Suðoyggin er í eini
serstøðu, tí dettur Suðuroyar
Sjúkrahús sundur, hvør skal
føra upp til seks sjúklingar
um dagin úr Suðuroy á
Landssjúkrahúsið í ringum
veðri. Her er mangan talan
um sjúklingar, sum verða
innlagdir akutt og sum ikki
tola at liggja heima í tímar.
- Tí mugu vit koma burtur
frá at koyra bæði tey smáu
sjúkrahúsini í sama pott, tí
fortreytirnar eru so full-
komiliga ymiskar.
- Endamálið við Suður-
oyar Sjúkrahúsið er at nøkta
ein akuttan tørv og so leggja
ymsar tænastur afturat, men
tilverugrundarlagið
hjá
Klaksvíkar Sjúkrahúsi er at
taka serligar viðgerðar heim
og avgreiða tær á sera
høgum støði.
Stórur yvirbygnaður
Hans Petur Nielsen finst
eisini at tí stóra yvirbygnaði
av umsiting, sum er í
føroyska heilsuverkinum.
- Alt føroyska heilsuverkið
er minni enn ein einstakur
depil
á
einum
stórum
sjúkrahúsi í einum øðrum
norðurlandi.
- Men tað eg kenni til av
sjúkrahúsinum í Lund ella
av Ríkissjúkrahúsinum, er,
at øll í umsitingini vita í
smálutir
um
alt,
sum
fyriferst á sjúkrahúsinum.
- Í føroyska heilsuverk-
inum hava vit lag oman á lag
av leiðslufólki, men ongin
veit nakað. Tað setir síni
týðilig spor í heilsuverkinum,
at tað er ómetaliga langt
ímillum ovastu leiðsluna til
kjarnufunktiónunum, sigur
Hans Petur Nielsen.
Læknar rýma
úr Suðuroynni
Hendir onki skjótt, er stórur vandi fyri, at alt heilsuverkið í Suðuroy dettur sundur. Læknar umhugsa síni størv og syndrast
sjúkrahúsið, fæst heldur ongin kommunulækni at arbeiða í Suðuroy Og Hans Petur Nielsen, yvirlækni spyr, hvør skal flya upp til
Sosialurin næstu dagarnar
Bara ein tapari og tað
er sjúklingurin
Tey trý sjúkrahúsini í Føroyum minna mest um
ein fótbóltsdyst ímillum KÍ, HB og TB. Okkara
avbjóðing er at fáa tey trý liðini at spæla saman
sum eitt landslið, sigur Aksel V. Johannesen,
landsstýrismaður í heilsumálum, tí sum støðan
er nú, er bara ein tapari og tað er sjúklingurin.
Gongst sum ætlað, hava vit samrøðu við
landsstýrismannin í Sosialinum í morgin
Ræstkjøt á Hotel Hafnia
Komandi leygarkvøld skipar Hotel Hafnia fyri ræstkjøtsveitslu. Tað
verða bert føroyskar rávørur á skránni hetta kvøldið við kjøti av Stóru
Dímun, Skælingi, úr Fámjin og Streymnesi. Føroyskar røtur og føroy-
skar rabarbur verða eisini á matarlepanum. Borðreitt verður við m. a.
súltaðum røstum kjøti, ræstari súpan, kókaðum og steiktum røstum
kjøti. Eisini verður ein smakkur av turrum og feskum kjøti. Omaná
verða ymisk rabarbubland. Til borðhaldið verður felagssangur, har
Hans Pauli Larsen og John Johansen undirhalda við harmoniku og
gittara. Eisini fara Annika Waag og Petur Petersen frá Føroya Bjór at
greiða frá um drykkivørurnar. Aftan á borðhaldið verður dansur har
Sámal Ravnsfjall, Kolbein Simonsen og Ronnie Nielsen spæla.