Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 16 - 25. januar 2010 Suu Kyi latast leys Andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, verður latin leys, tá húsavarðhald hennara rennur út í november. Tað sigur generalurin Maung Oo, sum er ráðharri í hernaðarstjórnini í Myanmar. Eisini næstformaðurin í andstøðuflokkinum, tann 82 ára gamli Tin Oo, verður latin leysur. Hann hevur sitið í húsavarðhaldi í tíggju ár, men verður væntandi latin leysur í vár. Aung San Suu Kyi hevur verið í fongsli og húsavarðhaldi í 14 av teimum seinastu 20 árunum. Í august í fjør varð hønd dømt at sita í húsavarðhaldi í 18 mánaðir afturat, tí ein amerikanari svam yvir um eitt vatn til hús hennara. - Vit arbeiða hvønn dag fyri at halda nøsina omanfyri vatnskorpuna, men tað var eitt alvorligt bakkast at Løgtingið ikki vildi taka undir við eini framrættaðari loysn, sum vit hava sett saman, sigur Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi Heilsuverkið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit hava onki ímóti at samstarva. Men samstarv skal ganga báðar vegir. Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Tvøroyri stúrir fyri framtíðini hjá Suður- oyar Sjúkrahúsi og komm- unulæknaskipanini í oynni. Hann sigur, at hendir onki heilt skjótt, er stórur vandi fyri, at alt heilsuverkið í Suðuroy dettur sundur. Tað eru tey tiltøk, sum heilsumálaráðið fór undir síðsta summar, sum elva til stúran. Men ikki minst stúrir hann fyri avleiðingunum av, at samgongan ikki vildi taka undir við einum upp- skoti frá øllum læknunum í Suðuroynni um, hvussu trupulleikin kann loysast. Leggjast undir Landssjúkrahúsið Síðsta summar gjørdi heilsumálaráðið av, at hereftir skal Landssjúkra- húsið umsita alla játtanina til serviðgerð uttanlands. Í hesum sambandi er ein menningarstjóri settur í heilsuverkinum, sum skal hava ein ávísan myndugleika yvir øllum trimum sjúkra- húsunum. Yvirlæknin í Suðuroy stúrir fyri, at hetta fer at geva Landssjúkrahúsinum vald yvir teimum smáu sjúkrahúsunum. Fyrr í vikuni staðfesti Jákup Petersen, yvirlækni í Klaksvík í Sosialinum, at samstundis fær Lands- sjúkrahúsið avgerðarrættin yvir, í hvønn mun, útlend- skir yvirlæknar skulu tak- ast heim at viðgera sjúkling- ar í Føroyum, eisini á teim- um smáu sjúkrahúsunum. Revin ansar gæsnum Bæði Hans Petur Nielsen og Jákup Petersen eru samdir um, at hetta fer at máa grundarlagið undan teimum smáu sjúkrahúsunum. - Tað er óskiljandi fyri okkum, hví Landssjúkra- húsið skal umsita alla játtan- ina, tí tey smáu sjúkrahúsini senda so fáar sjúklingar til serviðgerð uttanlands, at tað munar lítið í samlaðu játtanini. - Hinvegin kunnu vit eisini staðfesta, at er tað nakar í føroyska heilsuverk- inum, sum hevur havt trupulleikar við at stýra fíggjarviðurskiftunum, er tað júst Landssjúkrahúsið. - Tí má tað sigast at vera eitt stórt álit at vísa Lands- sjúkrahúsinum at geva teim- um 130 milliónir afturat at umsita. - Tað er sum at seta revin at ansa eftir gæsnum, leggur hann afturat. Í kjalarvørrinum á hesum, er eisini ætlanin at gera eina samstarvsavtalu ímillum tey trý sjúkrahúsunum. Hans Petur Nielsen heldur, fremsta endamálið við hesi avtaluni er at sementera myndugleikan hjá Lands- sjúkrahúsunum yvir teimum smáu sjúkrahúsunum og tað uppfata teir báðir hálvavegna sum deyðadómin yvir sjúkra- húsið í Klaksvík og á Tvøroyri. Jákup Petersen førdi fram, at hetta var eitt rætti- ligt kvett, sum varð framt ímóti teimum smáu sjúkra- húsunum, tí avgerðin varð tikin knappliga síðsta summar, ímeðan umboð fyri Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús vóru uttanlands og sostatt ikki fingu møtt á fundi um viðurskiftini. Hetta váttar Hans Petur Nielsen. - Ja, tað var akkurát so- leiðis, at tað fór fram, sigur yvirlæknin í Suðuroy. Vísa samstarv í verki Hans Petur Nielsen sigur, at hann hevur onki ímóti, at ein samstarvsavtala verður gjørd ímillum tey trý sjúkrahúsini. Men hann dugur ikki at síggja, hví hon er neyðug, tí longu í stykki eitt í sjúkrahúslógini stendur svart á hvítum, at tey trý sjúkrahúsini hava skyldu til at samstarva og at veita hvørjum øðrum hjálp. Men í nýggju sam- starvsavtaluni, sum er gjørt, stendur onki ítøkiligt um, hvussu tey trý sjúkrahúsini skulu samstarva. - Talan er um eina yvirskipaða ætlan, sum ein menningarstjóri skal standa fyri. Og vit stúra fyri, at við hesi samstarvsavtaluni í hondini fer tað at bera til so við og við at leggja tey bæði smáu sjúkrahúsini inn undir Landssjúkrahúsið. Hinvegin saknar yvir- læknin í Suðuroy, at so- kallaða samstarvið ímillum tey trý sjúkrahúsini verður víst í verki. - Suðuroyar Sjúkrahús fær sjúklingar úr Klaksvík og frá kommunulæknum kring landið, men lands- sjúkrhúsið sendir ongar sjúklingar suður. - Landssjúkrahúsið vil heldur fáa læknar uttanlands heim til Føroyar enn at brúka ta vitan, sum longu er í landinum. Hans Petur Nielsen sigur, at tað eru nógvar smáar og miðalstórar skurðviðgerðir, sum kundu verðið av- greiddar á Suðururoyar Sjúkrahúsi. - Eisini á hansara egna øki, sum er hjartasjúkur, verða heldur ein ørgrynna av vikarum fluttur heim til Føroya úr útlandinum at viðgera sjúklingar ístaðin fyri at brúka meg og tað vitan, sum annars longu er í landinum. Hans Petur Nielsen sigur, at hann hevur játtað fyri læknum á Landssjúkrahúsi- num og heilsumálaráðnum at vera til hjálpar, tá ið á stendur, men tað kemur bara ongin áheitan. - Og so skulu vit har- afturat standa modell til, at Landssjúkrahúsið skal hava eykajáttan fyri at fáa játtan- ina at halda. Skal heilsuverkinum í Suðuroy verða lív lagað, verður neyðugt at tað almenna játtar pening til at seta narko- sulækna og yngri læknar á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað sigur Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suður- oyar Sjúkrahúsi. - Tað sum brúk er fyri, er, at heilsuverkið í Suðuroy fær 4,5 - 5 til fimm milliónir afturat til ein narkosu- lækna og til yngri læknar. Talan er um trý nýggj størv til yngri læknar. Framrættað loysn Eitt argument ímóti hesum hevur verið, at tað hevði verið ov lítið hjá yngru læknunum at gjørt og at teir tí ikki høvdu viljað arbeitt í Suðuroy. Men hetta er ikki beint, sigur Hans Petur Nielsen. - Vit høvdu snikkað eina framrættaða loysn saman, sum bæði hevði givið yngri læknunum nóg mikið av arbeiði og sum samstundis hevði bøtt munandi um arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknunum og yvirlæknunum. Tað hevði hjálpt munandi um støðuna, tí eftir vanliga arbeiðstíð kundu yngri læknarnir átikið sær nógv arbeiði við kommunulæknunum og yvir- læknunum á Sjúkrahúsinum sum bakvakt og tað hevði lætt nógv um arbeiðsbyrðuna. - Høvdu vit fingið játtanina til narkosulækna og yngri læknar, hevði tað stabiliserað støðuna. Ístaðin fyri at seta pening av til hesa játtanina, vil heilsumálaráðið hava Suðuroy upp í vaktarskipanina, sum er galdandi fyri restina av landinum og har ein lækni situr á landssjúkrahúsinum og tekur telefonina um kvøldið og um vikuskifið. - Hetta hjálpir so lítið, tí tað vera kortini kommunu- læknarnir, sum skulu koyra heim til sjúklingin ella á sjúkrahúsið, hvørja ferð, tað er neyðugt, ístaðin fyri at tað var ein hjálparlækni, sum tók sær av honum við kommunulæknanum og serlækna sum bakvakt. Mangla fýra læknar í Suðuroy Allir læknarnir í Suðuroy hava snikkað eina framrættaða loysn saman, sum stabiliserar sjúkrahúsið og kommunulæknaskipanina, men hingartil er ongin undirtøka, sigur Hans Petur Nielsen, yvirlækni Suðuroyar sjúkrahús hongur í klønum tráði At lata Landssjúkrahúsið fáa allan avgerðarrættin yvir játtanini til serviðgerð uttanlands, er sum at seta revin at ansa eftir gæsnum, heldur Hans Petur Nielsen, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi