mánadagur 25. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 16 - 25. januar 2010
viðmerkingar
Stór øsing hevur staðist av,
at nýggi stovnurin, Heilsu
trygd, er staðsettur í Klaks
vík. Serliga hava fleiri
fram standandi tinglimir og
fyrrverandi landsstýris
menn givið ilt av sær og
funn ast at avgerðini.
Arbeiðs plássini á stovn
inum hava týdning fyri
økið, men kunnu tó ikki
koma ístaðin fyri annað,
eitt nú Klaksvíkar sjúkra
hús.
Poul, Bjarni og Jógvan
vilja heldur Havnina og
Fuglafjørð
Poul Michelsen, Bjarni
Djurholm og Jógvan á
Lakjuni, tingmenn og
fyrrverandi landsstýris
menn, hava givið ilt av sær
í samband við avgerðina at
leggja nýggju Heilsutrygd
í Klaksvík. Sambært teim
um verður ætlanin skýrd
lokalpolitisk, lítið skilagóð
og ein roynd hjá lands
stýrismanninum í heilsu
málum at vinna sær
atkvøð ur í Norðoyggjum.
Sambært omanfyri
nevndu hevði verið rættari
at staðsett stovnin ávikavist
í Havn og Fuglafirði. Og
so kann ein spyrja um
orsøkirnar handan hesar
niðurstøður kunnu sigast
vera stórt øðrvísi enn tær,
landsstýrismaðurin verður
skuldsettur fyri.
Eftir bókini
Sjálvur haldi eg, at málið
um staðseting av Heilsu
trygd er handfarið eftir
bók ini. Talan er um nýggj
an stovn, sum sambært
samgonguskjalinum skal
leggjast uttan fyri Havnina.
Spurningurin er viðgjørdur
í landsstýrinum. Dugi tí
ikki at skilja áhaldandi
øsingina og mótstøðuna
avgerðin hevur elvt til.
Fleiri góðar orsøkir
kunnu leggjast til grund
fyri hesi avgerð. Ein tann
mest eyðsýnda er, at
arbeiðs loysið í Norðoyggj
um er tað hægsta í land
inum í løtuni. Nýggj
almenn arbeiðspláss eru tí
kærkomin.
Áheitan á landsstýris
mannin í heilsumálum
Arbeiðsplássini á Heilsu
trygd eru kærkomin, men
kunnu tó ikki koma ístaðin
fyri annað, eitt nú Klaks
víkar Sjúkrahús. Hugsi
serliga um tryggleikan fyri
íbúgvarnar í økinum
um framt arbeiðsplássini.
Seinastu dagarnar hava
leiðslurnar á smærri
sjúkra húsunum funnist at
sentralistiskum ætlanum í
Heilsumálaráðnum, serliga
í samband við arbeiðs
gongdina í samband við
serviðgerðir uttanlands,
heim tøkur og eina sam
starvsavtalu, sum ætlanin
er at gera.
Eri ikki sørt skakkur av
hesum tíðindum, tí í sam
band við fíggjar lógar við
gerðina varð stórur dentur
lagdur á hesi viðurskifti frá
fíggjar nevndarmeiri lutan
um, har eg sjálvur var
partur. Í tí sambandi vátt
aði landsstýrismaðurin, at
frælsið hjá hvørjum ein
støkum sjúkrahúsi ikki
skuldi verða skert í sam
band við serðviðgerð
uttanlands og heimtøkur.
Í álitinum til fíggjar
lógina stendur m. a.:
“Undir viðgerðini hevur
landsstýrismaðurin váttað,
at serlæknar á teimum
trimum sjúkrahúsunum
hava rætt til at ávísa sjúk
lingar til sjúkraviðgerð
uttanlands. Somuleiðis
skulu tey trý sjúkrahúsini,
hvør í sínum lagi, hava
møguleika at fremja heim
tøkur av sjúkraviðgerð í
framtíðini. Heimtøkur
skulu tó sum áður góð
kennast av Heilsumála
ráðnum. Meirilutin í
nevndini leggur dent á, at
omanfyristandandi manna
gongd verður fylgd fyri
ikki at skerja frælsið hjá
hvørjum einstøkum sjúkra
húsi í samband við serv ið
gerð uttanlands og heim
tøkur”
Út frá hesum liggur tí
púra fast, at virkismøgu
leikarnir og rættindini hjá
smærru sjúkrahúsunum
ikki skulu skerjast í sam
band við serviðgerð uttan
lands og heimtøkur av
sjúkraviðgerð.
Í Sosialinum 21. januar
framgongur tó, at lands
stýrismaðurin í heilsu mál
um hevur gjørt av, at tað nú
skulu verða leiðandi yvir
læknar á Landssjúkra hús
in um, sum skulu hava
ábyrgdina av allari játtanini
til serðviðgerð uttanlands.
Og at teir nú skulu gera av
hvørjir sjúklingar verða
sendir til viðgerðar uttan
lands. Fái meg illa at
trúgva, at landsstýris mað
urin hevur tikið slíka
avgerð ímóti ynskinum hjá
samgongumeirilutanum.
Fari kortini at heita á
landsstýrismannin í heilsu
málum, Aksel V. Johanne
sen, um at bera so í bandi,
at gjørdar politiskar avtalur
verða hildnar í samband
við hetta týdningarmikla
mál.
Góði Daniel J. Thomsen:
legg ikki Hans Paula
Strøm undir misgerðir
hjá Rósu Samuelsen!
fegnast heldur um at við Heilsutrygd rætta vit
mistøkini uppaftur, og meir enn tað !
Háttvirdi Daniel J. Thomsen (”ikki dølskur akademik
ari” sambært egnum orðum) leggur harðliga eftir mær
í avdeyðu sambandsurguni Dimmu, og spyr, um eg eri
forherðaður!
Kanska í onkrum førum óivað eitt sindur hvør er
heilt fríur?
Men Daniel J.Thomsen tekur so grúiliga feil, tá hann
leggur meg undir at hava hækkað egingjaldið hjá
honum og øðrum pensjonistum fyri heilivág.
Tí tað kann hann takka síni egnu partakvinnu fyri,
landsstýriskvinnu Sambandsfloksins í almannamálum,
Rósu Samuelsen. Hinvegin kann hann takka lands
stýrismanni Javnaðarfloksins í Heilsumálum, Aksel
Johannesen fyri, at vit nú rætta henda skaðan uppaftur
– og meir enn tað.
Daniel J. Thomsen sigur, at síðan hann ”gjørdist
fólkapensjonistur og havi fingið heilivág, havi eg alla
tíðina havt eitt hámark fyri egið gjald uppá 200 kr. um
ársfjórðingin.”
Og so pástendur Daniel J. Thomsen, at ”Áðrenn
Hans Pauli Strøm fór frá sum landsstýrismaður, gjørdi
hann tað bragd, at seta egingjaldið hjá pensjonistum til
kr. 600 um ársfjórðingin”.
Nei takk, mín góði harra Daniel. Hetta kanst tú
takka Sambandsfloksins landsstýriskvinnu, Rósu
Samuelsen fyri. Skjalprógvið hevur tú her:
”Kunngerð um stuðul til heilivág v.m. eftir
almannapensjónslógini”, nr. 92. frá 23. juni 2009”,
har tað stendur soleiðis í §3 um egingjaldið fyri stuðul
til heilivág:
”Egingjald
§ 3. Pensjónistur, sum í mesta lagi hevur eina inntøku,
pensjón íroknað, ið svarar til fólkapensjón og útgjald
úr arbeiðsmarknaðareftir lønargrunninum,rindar sjálvur
tær fyrstu kr. 400, um ársfjórðingin.
Við inntøku er at skilja inntøka sambært § 20 í
løgtingslóg um almannapensjónir umframt pensjón og
útgjald úr arbeiðsmarknaðar eftirlønargrunninum. Stk.
2. Aðrir pensjónistar gjalda sjálvir tær fyrstu kr. 600,
um ársfjórðingin.”
Signerað Rósa Samuelsen, tann 23. juni 2009.
Við hesi broyting fór egingjaldið hjá flestu
pensjonistum upp í 400 ella 600 kr um ársfjórðingin.
Og hevur verið tað líka til nú.
Men tíbetur hevur tað eydnast okkum at rætta hetta
uppaftur. Tí beint fyri jól samtykti løgtingið einmælt
uppskotið um Heilsutrygd hjá landsstýrismanni
Javnaðarfloksins í Heilsumálum, Aksel Johannesen.
Eitt høvuðsmál í nýggju lógini er ein nýggj
tilskotsskipan fyri heilivág, sum kemur í gildi 1. apríl
2010. Tá verður hámarkið fyri egingjald hjá pensjon
istum – Daniel J. Thomsen o.ø. – sett til 1195 kr. um
árið, svarandi til knappliga 100 kr. um mánaðin. Og
hjá øllum øðrum brúkarum av heilivági verður
hámark ið fyri egingjaldið 1600 kr. um árið, svarandi til
133 kr. um mánaðin.
Haraftrat kunnu Daniel J. Thomsen og aðrir pensjon
istar eftir nýggju lógini aftur fáa tilskot til kostískoyti
o.o. heiliráð, sum landsstýriskvinnan hjá Sambands
flokkinum, Rósa Samuelsen, spardi burtur í fjør. Eins
og hann og allir aðrir brúkarar nú fáa rætt til fleiri
ókeypis heilsutænastur við nýggju Heilsutrygd, enn tað
var frammanundan.
Persónliga fegnist eg stórliga um hetta, tí øll tann
nýggja skipanin við Heilsutrygd var eitt mál, ið eg
sjálvur sum landsstýrismaður setti í gongd og bar upp í
hendurnar á mínum eftirfylgjara at seta í verk. Sum
hann hevur gjørt so væl, við ABCsamgonguni í rygg
inum enn eitt gott Javnaðarmál, sum Sambandið og
Fólkaflokkurin tóku undir við at fremja – og sum
eisini Daniel J. Thomsen kann frøast um.
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Hans Pauli
strøm
Kobraslangan og Virgar T.
Dalsgaard hava í hvussu er
eitt til felags, og tað er
eitur; men Virgar er ikki
líka beinrakin við sínum
eitri. Eitrið hjá Virgar rakar
tíverri øll, ið hætta sær at
lesa hansara greinir.
Hví vera so ljótur í
munninum?
Eg havi lisið einar tvær
greinir hjá Virgari Dals
gaard áður, og nú hesa í
Sosialinum 20. januar, og
tær eru allar líka ófanta
ligar. Í hesari rópar hann
miðlamenn »undarligir
mikrofondreingir« og
»hjálparloysingar«. Og so
er tað tjóðveldisfólk (og
óivað eisini øll fullveldis
fólk). Tjóðveldisfólk eru
»fjaðursár og fantasileyst
lið av loysingum«, »sosial
ir og nationalir 'brots
menn'«, »loysibløkur«,
»fullveldisdólgar«, »polit
iskt insolventir tjóðveldis
óvitar«, »ábyrgdar loysing
ar«; og í einum setningi
sigur hann soleiðis:
»Níðings gerðin hjá loys
ing um var einki minni enn
fíggjarlig og social terror
isma!« Ja, enntá við rópi
tekin aftan á orðið »terror
isma«. Meinar Virgar, at
tjóðveldisfólk eru terror
istar? Er hesin maðurin
sálarliga illa fyri, ella hev
ur haturin fyri tjóðveldis
fólki eti hann upp innan,
og tikið ræði á honum og
øllum, ið vakurt, menn
iskja ligt og gott er?
Tá eg at enda las »Vinar
liga og gott nýggjár!« skilti
eg hetta sum ta síðstu
sarkastisku viðmerkingina,
tí at alt annað í greinini var
so ljótt. Ikki hevði verið av
leið, um redaktørurin á
Sosialinum sendi slíkar
greinir aftur til rætta við
kom andi um at bøta um
valdu orðini og máliskur
nar. Tað er einki forgjørt í
at virka fyri sømiligum
orðingum og sostatt sømi
ligum greinum.
Eg eri stórur fjeppari at
talufrælsi, tí vit velja hóast
alt hvat og hvørjum vit lesa
og lurta eftir vóni bara
ikki, at ljótu orðini hjá
Virgari røkka barna og
ungdómsoyrum, tí her er
eingin lærdómur, bert
dóm ur. Eitur, sjálvrættvísi
og dómur uttan fyrilit fyri
próførslu, skilagóðum
argumentum og vanligum
fólksiði; tað er hansara
mannagongd í viðgerð av
politikki og fólkum, ið
luttaka í politikki og
politisk um kjaki.
Eg var í einum útmerk
aðum kjaki við Helga
Abrahamsen fyri stuttum
umvegis tíðindabløðini í
Føroyum. Tað var eitt
sakligt og sømiligt kjak.
Vit vóru rættiliga ósamdir,
men tað gekk ikki út yvir
málnýtsluna og góðum
fólksiði. Les hvussu onnur
fólk skriva, Virgar, og tak
við læru ongantíð av
gamal at læra.
Veit ikki hvørja barlast
av lærdómi Virgar hevur,
men lærdómur og vís
dómur fylgist ikki altíð at
ein telda kann sitera øll
verkini hjá Shakespeare út
í eitt, men hon veit ikki
hví.
Tíðarinnar tonn og
eftirmæli
Tá tíðarinnar tonn hevur
gnagað síðsta pettið av
penninum hjá Virgari
Dalsgaard, vænti eg, at
hansara flogleysu orð
verða líka lítið saknað av
føroyingum, sum týsk
bumbuflogfør yvir London
eru saknað av londonar
búgvum.
løgtingsmaður
Bjørn
Kalsø
Heilsutrygd, staðseting og smærru sjúkrahúsini
Kobraslangan Virgar
DáviD
isfelD