Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 25. januar 2010 15 Ein illfýsin Jákup Mikkel­ sen finst í aftursvari til grein mína “Heppin Kúvending” at uppskot in­ um um at fækka aðalráðini og at lækka tingmanna­ talið. “Ongin sparing”, sigur hann og mælir heldur til eina 10% lækking av játtanunum til tey nýggju aðalráðini, sum eru. Eingin kaffismakkur Logikkurin hjá Jákupi er, at samfelagskøkan altíð skal hava konstant stykkja­ tal, sum skulu minkast í sama lutfalli, tá á stendur fíggjarliga. “Tað má ganga kaffi­ smakkur at” segði 100 ára gamla Malla úti í Svínoy, tá hon á sinni skonkti sjón­ varpsvertinum sterkt kaffi. Soleiðis eigur eisini at vera í politikki. Vit mugu tora at raðfesta. Varðveita tað sum er neyðugt og niðurlaga ella avtaka tað minni neyðuga. Ein lítil køka, ið verður pettað í fleiri smá stykki, soleiðis sum Jákup Mikkel sen í viðmerking síni mælir til, er vandakós, ikki minst í samband við aðal ráðin, tí tey eru rætti­ liga ymisk , bæði í játt­ anar tørvi og týdningi. Fíggjarmálaráðið er gott dømi um aðalráð, sum er neyðugt, men sum í longri tíð hevur verið illa fyri játtanarliga. Óneyvt lóg­ gávuarbeiði í samband við MVG­málið á bilum, ber boð um hetta. Uttan ríkis­ ráðið er besta dømi um tað mótsetta. Eitt aðalráð við rúmari játtan, men minni týdningi. Ikki tí at uttan­ ríkispolitikkur er óneyð­ ugur, men tí at onnur aðal­ ráð kunnu røkja uppgávuna eins væl og bíligari. Pípan annað ljóð Hóast illfýsin og ósamdur á ymsu portalunum, var Jákup Mikkelsen munandi meira jaligur, tá hann var at hoyra í rásini hjá kring­ varpinum á middegi týsdagin 21. jan. um sama mál. Nú søgdu yvir skrift­ irnar, at Fólkaflokkurin tók undir við ætlanini um at fækka aðalráðini. Tað skuldi økt um møguleik­ arnar at framt ætlanina í verki. Í 2004 valdi ABC sam­ gong an av politiskum orsøk um at siga fleiri av starvsfólkum og serfrøð­ ingunum í miðfyrisitingini úr starvi. Og nú sigur ein av somu samgongu flokk­ unum at skulu aðalráð leggj ast saman seta tey sum treyt, at hetta skal í minsta lagi hava sparingar við sær, um tey kunnu taka undir við tí. Um Fólka­ flokk urin her definerar spar ingar sum at siga fólkið úr starvið, so er vandi fyri, at tann sparing tú fært burturúr tí, verður send tí almenna aftur sum rokning, tá tað almenna skal rinda eksternum løg­ og búskaparfrøðingum fyri at gera tað arbeiðið, sum miðfyrisitingin ikki hevur orku til, ella til sakførara­ útreiðslur, sum lætt kunnu uppstanda orsakað av, at ein ov veik miðfyrisiting kann koma til at gera óneyð ugar feilir. Hetta kann blíva dýrt, tí ekstern­ ar uppgávur eru vanliga nógv dýrari, enn um upp­ gávurnar verðu loystar í miðfyrisitingini, av ser­ kunnleikanum har. Men um Fólkaflokkurin meinar at færri aðalráð eisini skulu hava færri landsstýrisfólk við sær, so gevi eg teimum rætt. Tað er ongin meining í at hava fleiri landsstýrisfólk enn vit hava aðalráð. Tá noyðist miðfyrisitingin at tæna fleiri harrum, sum neyvan kann verða ein løtt uppgáva: Í sambandi við kjakið, sum nú hevur tikið seg upp um talið av aðalráðum, havi eg sett løgmanni nakrar spurningar, sum hava til endamáls at fáa greiðu á, hvørt lækking av starvsfólkum í miðfyri sit­ ingini samstundis hevur lækkað samlaðu lønar­ útreiðsl urnar, ­inklusiv útreiðslur til eksternar ráðgevarar og sakførara­ útreiðslur. Tá tú lækkar talið av frøðingum í mið­ fyrisitingini, so kann vandi verða fyri at tú eisini lækk­ ar førleikan til at gera hald gott lógararbeiði, og til at geva ta røttu vegleið­ ingina og ráðgevingina. Er arbeiðið ikki haldgott er vandi fyri klagum og har­ við eksternum ráðgevara­ og sakføraraútreiðslum stórur. Undirritaða heldur hin­ vegin at í kjakinum um at lækka talið av aðalráðum, eigur endamálið verða at styrkja serfrøðina í teimum økjum, sum miðfyrisitingin hevur tørv á. Og ikki spar­ ingar í sær sjálvum. Men sparing kann verða ein jalig avleiðing, tí styrkt miðfyrisiting, eigur at kunna lækka talið av klag­ um, og hækka fakliga førleikan til tær uppgávur, hon er sett til at gera. Og tað eigur at kunna viðføra eina sparing í síðsta enda! Mongdin av uppgávum vaksur alsamt, og ynskja vit eitt rættarsamfelag, mugu vit eisini tryggja okkum, at tað almenna kann bjóða eina so rættvísa tænastu sum tilber. Og tað gera vit ikki við at lækka talið av útbúnum fólki í miðfyrisitingini. Við færri útbúnum fólkið í miðfyri­ sitingini, lækka vit eisini førleikan og møguleika hjá hesum stovnum at gera tað, sum vit við lóg áleggja teimum at gera. At lækka talið av aðal­ ráðum eigur m.a. at hava til endamáls at geva møgu­ leika fyri at savna fleiri serfrøðingar at verða saman á einum stað. Soleiðis kunnu vit hava nøkur faklig umhvørvi, har serfrøðingar arbeiða við og samskipa tann fakliga og tekniska partin av uppgáv­ unum. Gera vit hetta kunnu vit samstundis liva upp til ta landsstýrismannaábyrgd, sum er ásett í stýrisskip­ anar lógini, og sum m.a. inniber at landsstýrisfólkini hvør í sínum lagi fáa góða ráðgeving og tænastu í egnari fyrisiting. Hetta var eisini tað sum lá aftanfyri uppskotið hjá Tjóðveldi til seinatu og næstseinastu fíggjarlóg um at lækka talið av aðalráðum niður í 6, eitt uppskot sum fleiri úr samgonguni nú eisini taka undir við! Við hesum viðmerk ing­ um, seti eg fram soljóðandi fyrispurningar: 1. Hvussu nógvar pengar hevur tað almenna goldið fyri eksternar løgfrøðingar frá 1998 til 2010 hvørt árið sær? i. Hvussu eru hesi tøl býtt millum miðfyrisitingina og tað almenna annars? 2. Hvussu nógvar pengar hevur tað almenna goldið fyri eksternar búskaparfrøðingar frá 1998 til 2010 hvørt árið sær? i. Hvussu eru hesi tøl býtt millum miðfyrisitingina og tað almenna annars? 3. Hvussu nógvar pengar hevur tað almenna goldið í advokat­ og sakføraraútreiðslum frá 1998 til 2010 hvørt árið sær? a. Hvussu eru hesi tøl býtt millum miðfyrisitingina og tað almenna annars? 4. Hvussu nógvir lø g frøð­ ingar, búskapar frøðingar og stjórnmála­ og sam­ felagsfrøðíngar starvast í teimum ymsu aðalráð­ unum? Her ynskist yvirlit yvir hvørt árið sær frá 1998 til 2010? 5. Hvørjar viðmerkingar hevur løgmaður til, og hvat heldur hann er orsøkinn til gongdina í teimum starvsfólkatøl­ um og almennu útreiðsl­ um, sum hann í hesum fyrispurningi hevur upplýst fyri undirritaða og løgtinginum annars. Somu møguleikar Løgtingi viðger í hesum døgum uppskot frá lands­ stýrin um um at byggja ítrottarhøll í Sandoynni fyri í mesta lagi 27 mió. Skotið er upp, at landið byggir høllina fyri síðan at avhenda hana til Sandoyar skúla­ samband at umsita og reka. Tá ið løgtingið við eykajáttan í apríl 2009 samtykti at seta 5 mió av til bygging av eini ítrottarhøll í Traðar­ dali í Sandoynni, vóru lunnar lagdir undir hesa verk­ ætlan. Síðan tá er ein bygginevnd sett, sum hevur arbeitt við at seta upp eina byggiskrá, so projekteringin kann gerast liðug, og arbeiðið kann bjóðast út. Kommunnunar í oynni hava síðan táverandi lands­ stýrismaður, Óli Holm, dagin fyri valið, gav tilsøgn um at játta 40% av kostnaðinum til ítrottarhøll í Sand­ oynni, roynt at fingið hesa verkætlan upp at standa. Tó hevur fíggjarstøðan hjá kommununum gjørt av, henda verkætlan ikki hevur borið á mál. Bygdamenning ella økismenning Í 70'unum og 80'unum var nógv tosað um bygdamenn­ ing, seinnu árini er fokus sett á økismenning. Hetta er ein ásannan av, at okkara land er so lítið, at skulu vit veruliga menna fleiri partar av hesum landinum, so má tað gerast í økjum, heldur enn fyri hvørja bygd sær. Hetta síggja vit eisini í kommunuálitinum, har málið er at skipa landið í størri umsitingarligar eindir ella økir. Hetta orðskiftið snýr seg í veruleikanum um at skipa landið soleiðis, at allir borgarar hava javnbjóðis møguleikar, óansæð hvar í landinum tey búgva. Hetta kann gerast við at skapa møguleikar á staðnum – í økinum og hetta kann gerast við at útbyggja samferðsluna, soleiðis at øll hava møguleikar at koma til tey ymsu tilboðini sum liggja á einum stað. Tað nýtist ikki at vera eitt antin ella men kann gott vera bæði og. Okkum tørvar sjálvandi ein miðstað í landinum, har nakrir stovnar og nøkur tilboð eru miðsavnaði. Tí eiga vit at útbyggja okkara infrakervið, tað hava vit eisini gjørt í ein stóran mun seinastu árini, har 80% av Føroyum er landafast. Hinvegin, so eiga vit eisini at hava eina støðu til hvørji tilboð skulu vera atkomulig í øllum økjum í landinum, kanska serliga tiltøk innan mentan og trivnað. Børn og ung í Sandoynni Í hesum uppskoti um ítrottarhøll í Sandoynni snýr tað seg um at skapa eitt tilboð sum finst í øllum økjum í Føroyum, uttan í Sandoynni. Spurningurin er, um ikki øll børn og ung í Føroyum eiga at fáa henda møguleika, uttan mun til hvar í landinum tey búgva. Javnaðarflokkurin hevur ta støðu, at øll børn og ung eiga at hava hesar møguleikar. At hava atgongd til at íðka ítrott og koma saman á annan hátt er eisini ein spurningur um fólkaheilsu. Vit vita, at tað er heilsugott og stimbrandi at íðka okkurt slag av ítrotti, og tað er ein sannroynd, at jú fyrr ein byrjar, jú betur eru úrslitini. Eins reglur fyri øll. Ofta verður sagt, at lógarverkið skal vera eins fyri allar borgarar í einum landi, hetta er ein meginregla fyri eitt demokratiskt samfelag. Hóast tað, so hava londini rundanum okkum, eins og vit hava gjørt í Føroyum, gjørt serskipannir í ávísum førum. Tað er ikki óvanligt til dømis fyri at byrgja upp fyri landa­ frøði ligum arbeiðsloysi ella fyri at skapa trivnað í einum øki har vandi er fyri fráflyting. Vit síggja eisini í kommunuálitinum at stórur fíggjarligur ójavni er millum økini í Føroyum, tí viðgerð áliti eisini spurningin um útjavning. Bústaðarmynstrið í Sandoynni er, sum í fleiri øðrum økjum, at talið av eldri fólki økist meðan barnatalið er minkandi. Tað er neyðugt, at landið byggir hesa høll fyri at børn og ung í Sandoynni skulu hava somu møguleikar sum øll onnur og fyri at økja um trivnaðin í økinum. AnnitA á Fríðriksmørk tingkvinna Javnaðar flokkurin Eyðgunn sAmuElsEn Sparið ikki soleiðis, at alt gert dýrari! Kaffismakkur má ganga at innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he- vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. løgtingsmaður Bjørn kAlsø viðmerkingar