Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16 Kappast í inniróðri Um ein góðan mánað, leygardagin 27. februar, skipar Havnar Róðrarfelag fyri nýggjari kapping í inniróðri. Formula.fo-kappingin, sum hon eitur, verður skipað og navngivin í samstarvi við høvuðsstuðulin. Talan er um kapping fyri bæði einstaklingar og lið, og kappast verður í seks aldursbólkum, umframt at opni bólturin verður í tveimum vektflokkum. Tilmelding fer fram á www.drekin.fo. Skifta um málverja Trygvi Askham, sum í fjør var málverji á Vodafone-liðnum hjá 07 Vestur, skal komandi kappingarár spæla við FC Hoyvík. Samstundis fer málverjin hjá FC Hoyvík í fjør, Predrag Stankovic, vestur í Vágar at spæla við 07 Vestur. 21 ára gamli Trygvi Askham hevur síðstu fimm árini vart mál hjá 07 Vestur, meðan 26 ára gamli Predrag Stankovic í trý ár spældi við NSÍ, áðrenn hann fór til Hoyvíkar. FSF sær sær ongar møguleikar fyri at gjalda tær 5,3 milliónirnar, sum landsliðsspælararnir skulu hava í bonus, í einum Umframt at vera eitt ítróttarliga gott ár hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti, so gjørdist talan eisini um eitt sera gott ár fíggjarliga. Sigurin á Litava og endastøðan sum nummar 117 á styrkislistanum hjá FIFA ber nevnliga við sær, at spælararnir veruliga skoraðu kassan í bonus-útrokningini, sum var í sáttmálanum. Hesin staðfesti, at fyri hvørt pláss, sum Føroyar komu niðurum 150 á styrkislistanum hjá FIFA, skuldi hvør spælari, sum hevði verið á vølli í undankappingardysti, fáa 6.000 krónur. Samanlagt gav lopið í fjør 198.000 til hvønn av teimum 27 spælarunum, og hetta er ein rokn- ing, sum FSF illa sleppur at renna undan. Heldur ikki, hóast lands- liðsspælararnir hava verið á fundi við FSF, sum fegið vildi lækka upp- hæddina nakað. Yvir tvey ár Tað er tó ikki líkt til, at møguleiki er at lækka upphæddina minsta pett- ið. Í øllum førum endaðu samráð- ingarnar um hetta úrslitaleysar, men hóast ein møgulig bonus- upphædd ætlandi skuldi gjaldast út í januar, so hava spælararnir enn ikki sæð nakað oyra. Og tað gera teir neyvan hesumegin mánaðar- skiftið. – Vit hava ein starvsnendarfund fyrst í februar, og har verður hetta eitt av málunum. Síðani mugu vit so tosa aftur við landsliðið, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini. Hann vil ikki siga beinleiðis, hvussu ein møgulig loysn kundi sæð út. Men tað hevur ljóðað, at FSF hevur í umbúna at gera eina gjaldsavtalu yvir 24 mánaðir við spælararnar, og hetta verður avvíst av formanninum í landsliðs nevnd- ini. – Tað er í øllum førum greitt, at FSF hevur ikki gjaldføri til at rinda eina somikið stóra upphædd út her og nú. Málið hjá okkum er nú at fáa eina avkláring upp á hesa støðuna. Og so mugu vit nýta orkuna til at hyggja fram móti teimum avbjóð- ingum, sum liggja fyri framman, sigur Magnus á Stongum. Ov nógvir ú t­ lendskir profilar Skal føroyskur hondbóltur aftur vinna framá, er tað av avgerandi týdningi, at talið av útlendskum spælarum verður minkað Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrst og fremst: Her skal einki verða tikið frá teimum mongu útlendsku spælarunum, sum hava spælt í føroyskum hondbólti seinnu árini. Fleiri teirra hava av sonnum ríkað føroyskan hondbólt, og summi tykjast enntá trívast somikið væl um okkara leiðir, at tey hava sett búgv her á landi. Men tað er ikki í lagi, at upp til trý pláss á einum hondbóltsvølli kunnu verða upptikin av útlendskum spælarunum. Og sum so er hetta eisini brot á tær reglur, sum hondbólturin virkar eftir. Onkursvegna roknaði HSF-nevndin seg á sinni fram til, at tá reglurnar hjá ÍSF siga, at markið fyri luttøku av útlendskum spælarum, er 20% av liðnum, skuldi hetta merkja tríggjar til hvørt liðið. Eisini hóast 20% av 12 spælarum verður 2,4. Enn hevur HSF ikki gjørt serstakar reglur, og tí eru tað framvegis reglurnar hjá ÍSF, sum eru galdandi. Enntá stendur í somu reglum, at sersamband skal virka eftir lógunum hjá FSF. Fyri hondbóltin, hevur tað alt at siga, at føroyskir spælarar í størri mun aftur sleppa framat. Sjálvandi er íblástur uttanífrá kærkomin. Men hesin íblástur má heldur ikki gerast somikið stórur, at tað púrasta skuggar fyri menningarmøguleikan hjá føroyskum spælarunum. Alt ov ofta er tað júst hetta, sum hendir. Ikki minst er tað ein trupulleiki á bakk-plássunum, at hesi verða latin krútsterkum útlendskum profilum, meðan føroysku talentini so antin mugu út á veingin ella enn longur út! Og tá nyttar lítið í landsliðshøpi at gremja seg um, at vit hava ov fáar bakspælarar og at skotstyrkin á liðnum er ov lítil. Sjálvandi verður hon ov lítil, um somu spælarar støðugt hava fingið at vita, at tað er betri fyri liðið, at útlendskur spælari er á plássinum. Ivaleyst er mangt at tríva í hjá HSF-nevndini til komandi aðalfund. Men eitt av evnunum eigur at vera talið av útlendskum spælarum. Vilja hava gjalds­ avtalu við lands liðið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Frøin var øgilig. Men tað gjørdist rokningin eisini, tá føroyska fótbóltslandsliðið við sigrinum á Litava royndi seg í hæddarlopi á FIFA- listanum Mynd: Álvur Haraldsen