mánadagur 25. januar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Komu inn hjá Frem
Leygardagin komu Bogi Løkin og Andreas Lava Olsen eftir
hálvleikssteðgin á vøllin fyri danska 1. deildarfelagið, Frem,
sum hevði Jónas Þór Næs inni allan fyrra hálvleik. Hetta var í
venjingardysti ímóti 2. deildarliðnum, Nordvest FC, sum
endaði 1-1. Eftir dystin segði Christian Andersen, venjari hjá
Frem, at hann var sera væl nøgdur við tað, sum teir nýggju
spælararnir høvdu víst á vøllinum.
Feløg lækka lønir
Í takt við at inntøkurnar lækka og fíggjarstøðan er ikki er so góð
hjá fleiri av føroysku fótbóltsfeløgunum, verða lønirnar til
spælararnar lækkaðar tilsvarandi. Í samrøðu við heimasíðuna hjá
Kringvarpinum sigur formaðurin í NSÍ, Andrias Lamhauge, at
felagið lækkaði lønirnar í fjør og hevur gjørt tað aftur í ár, umframt
at hann veit um, at onnur feløg hava gjørt tað sama, tí neyðugt er
at repa seglini.
Gunnar Nielsen gjørdist
í gjár fyrsti føroyingurin
at umboða eitt Premier
League-felag í einum
týðandi dysti. Ungi
havnarmaðurin er fegin
um at vera komin so langt,
men hann vil meira. Hann
sat á bonkinum allan
dystin, tá Manchester City
vitjaði í Scunthorpe í FA
Cup-kappingini. Sosialurin
var á staðnum
Tað var ein stoltur og fegin Gunnar
Nielsen, ið Sosialurin hitti eftir
dystin, sum í roynd og veru var ein
lítil kapitul fyri seg í føroysku
fótbóltssøguni.
– Eg síggi væl nú, at hetta er
stórt, men í løtuni var eg bara foku-
seraður upp á uppgávuna og hugs-
aði ikki so nógv um støðuna, sum
eg var í, segði Gunnar, sum í fjørvár
skifti til Manchester City.
Hann hevur verið í hópinum fleiri
ferðir, men hetta er fyrstu ferð, at
hann er millum teir 18, sum sleppa
á sjálvan dómaraseðilin.
– Tá eg bara eri í hópinum, er tað
bara sum at fara til ein fótbóltsdyst,
men hesa ferð var sjálvandi heilt
øðrvísi. Kemur ein skaði ella eitt
reytt kort, so skal eg inn at levera.
Eg var sjálvandi spentur og upp-
settur upp á ein heilt annan máta
enn vanligt, sigur hann.
Stjørnuupphiting
Góðar tjúgu minuttir yvir trý komu
Gunnar, málmansvenjarin og Stuart
Taylor, sum vardi málið hjá Man-
chester City í gjár, út at hita upp.
– Eg royndi bara at hugsa um
uppgávuna, men sjálvandi legði eg
merki til umstøðurnar og ikki minst
allar Manchester City-áskoðararnar,
ið vóru komnir longu leiðina til
dystin, segði Gunnar, sum sat á
bonkinum saman við monnum
sum Craig Bellamy, Micah Richards,
Shaun Wright-Phillips og Gareth
Barry.
Upphitingin byrjaði við, at teir
tríggir tosaðu saman eina løtu,
áðrenn Gunnar fór í holt við at hita
Stuart Taylor upp. Tá Taylor var
upphitaður, stillaði Gunnar seg í
málið, meðan millum annað Martin
Petrov, Robinho og Craig Bellamy
royndu seg við skotum.
Serliga Petrov rakti bóltin væl, og
tað gingu eisini bara nakrir fáir
minuttir, áðrenn hann í sjálvum
dystinum hevði lagt Manchester
City á odda ímóti Scunthorpe
United, sum í løtuni er millum
lægru liðini í næstbestu ensku
deildini.
Ungir fáa kjansin
Síðani Roberto Mancini tók yvir
eftir Mark Hughes, hevur hann ikki
verið bangin fyri at givið teimum
ungu og óroyndu spælarunum
møguleikan, og tað kann sjálvandi
gerast kjansurin hjá Gunnari, hóast
hann sum málmaður er í einari
øðrvísi støðu.
– Mancini hevur torað at satsað
upp á teir ungu, men tað er eitt
sindur øðrvísi við málmonnum. Tað
er sjáldan, at triði málmaður
sleppur upp í part, uttan so at tað
eru skaðar ella leikbann, sigur
Gunnar.
Føroyskur fótbóltur hevur leingi
bíðað eftir hesari løtuni. Bæði Ingi
Højsted og Christian Restorff
Mouritsen hava roynt seg í ávíkavist
Arsenal og Manchester City, men
báðir vóru stak óhepnir við skaðum.
Eisini royndi núverandi lands liðs-
spælarin, Jóhan Troest Davidsen,
seg í Everton eitt tíðarskeið, men
heldur ikki hann kom so langt sum
at umboða sítt felag í bestu deild-
ini.
Eitt stórt stig
Gunnar kom heldur ikki so langt í
Blackburn, men hendan kalda
sunnudagin í Scunthorpe kundi
hann taka enn eitt stig fram á
leiðini.
– Eg havi vant nógv fyri at koma
so langt, og eg eri fegin um, at tað
hevur eydnast so væl. Hetta var eitt
stórt stig, men vónandi kann eg
koma enn longur, sigur Gunnar,
sum málrættaður fór av landinum í
2002, fyri at útliva ein dreym um at
blíva fulltíðarfótbóltsspælarari á
altjóða stigi.
Nú hann fyri fyrstu ferð stóð á
dómaraseðlinum, vann Manchester
City 4-2, eftir at hava verið á odda
2-1 í hálvleikinum. Martin Petrov,
Nedum Onuhoa, Sylvinho og
Robinho skutu málini, sum tryggj-
aðu liðnum enn eitt umfar í FA
Cup-kappingini, tá liðið skal taka
ímóti Stoke á heimavølli.
Áskoðararnir hjá Manchester City
brúktu annars tað mesta av seinna
hálvleiki at løða upp til seinnu
hálvfinaluna í Carling Cup-kapp-
ingini. Teir sungu ikki um annað
enn grannarnar í Manchester
United. Tá tann dysturin verður,
verður Sosialurin eisini við á Old
Trafford og fylgir gongdini.
Gunnar: Eg vil meira
Tá Gunnar Nielsen í gjár sat
á bonkinum hjá Manchester
City í steypadysti ímóti
Scunthorpe, skrivaði hann
ein lítlan kapitul fyri seg í
føroysku fótbóltssøguni
Tróndur Arge
argetrondur@ofir.dk