mánadagur 25. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16
Formansskifti í SuSvim
Formaðurin í Suðuroyar Svimjifelag, Reidar Simonsen, hevur
lagt frá sær, og Marlon Kjærbo er nú nýggjur formaður í
felagnum. Reidar, sum var ein av stovnarunum av Suðuroyar
Svimjifelag á heysti 2007, hevur verið formaður hesi fyrstu tvey
árini. Suðuroyarportalurin skrivar, at hann hevur lagt frá sær, tí
ósemja er í nevndini um, hvussu grundleggjandi trupulleikar
skulu loysast.
U17-landsliðið í gongd
Í gjár savnaðu landsliðsvenjararnir, Geir Wardum og Birgir
Sondum, fyri fyrstu ferð U17-landsliðið hjá kvinnum. Hetta eru
kvinnur, føddar í 1992, 1993 og 1994. Hondbóltssambandið
skipar úttøkuna soleiðis, at feløgini sjálv frítt kunnu velja út
spælarar í deildini gentur 17, sum vera hildnar at vera nóg góðar
til ungdómslandsliðið. Í næstum fara teir báðir venjararnir at seta
seg í samband við feløgini.
Stjørnan-Neistin
29-18 (11-5):
Ferð á seinna
hálvleiki
Eftir at hava gingið í
tómgongd fyrstu 30
minuttirnar, kom gongd
á málskjotingina eftir
steðgin, tá Stjørnan tók
ímóti Neistanum
Stjørnan helt fast um odda-
sessin, tá Neistin kom á vitjan
sunnudagin.
Undan dystinum var Stjørnan
favorittur, og teir vóru eisini á
odda allan dystin á tamb
sunnudagin.
Men tað var nú tann stóri
gulldámurin á spælinum fyrra
hálvleik. Ferðin var ikki nøkur
serlig, og bara 16 mál í 30
minuttir siga eisini nakað um,
at talan ikki var serliga málsøkið
spæl hesa løtuna.
Neistin fekk bara fimm mál
undan steðginum, og hetta
broyttist ikki tað heilt stóra
fyrstu løtuna eftir steðgin.
Tá hevði Stjørnan hinvegin
tikið annað skinn um bak, og
fyri at rudda seinasta ivan av
vegnum, buldraðu tær avstað
alt fyri eitt.
Og so gjørdist talan hóast alt
um ein hampuliga málríkan
dyst. Men spenningur var tó
ikki tað, sum áskoðararnir í
Klaksvík fingu á degnum.
mørk
Tjaldur sýndi ikki tað stóra
undan steðginum, men tá
meistaraliðið eina løtu tók
seg saman, varð allur ivi
um úrslitið skúgvaður til
viksa
Tað hevur verið mest sum sama
søgan, hvørja ferð StÍF og Tjaldur
hava spælt seinnu árini. Eina góða
løtu fylgir StÍF við, men onkra
staðni kring steðgin skrædnar
fullkomuliga.
Og soleiðis var eisini sunnudagin.
Fyrsta hálva tíman var nevnliga
lítil og eingin munur á liðunum
báðum. Eftir at Tjaldur legði
bragdligari fyri, togaði StÍF seg
aftur, og eitt skifti undan
steðginum vóru tær enntá á odda.
Alt tað góða arbeiðið, sum varð
lagt í fyrra hálvleik, varð tó
tileinkisgjørt fyrstu løtuna av
seinna hálvleiki. Tá sleit Tjaldur seg
nevnliga fullkomuliga leyst, og
áðrenn tær hjá StÍF veruliga
varnaðust tða, var munurin øktur til
eini sjey mál.
Og so gjørdi tað minni, at Tjaldur
tók tað meira róligt restina av
dystinum. Sigurin kom ongan tíð í
vanda, og enn sum áður rennur
Tjaldur kapp við Stjørnuna um
oddasessin, sum ber við sær
fyrimunin av heimavølli í næstu og
eini møguligari triðju FM-finalu.
mørk
Hóast fráveru av fleiri
profilum hevði Neistin
ongar sum helst
trupulleikar av Kyndli
Vónandi verður spenningurin størri,
tá Kyndil og Neistin um tríggjar
vikur hittast í steypafinaluni í mans-
hondbólti.
Hesa ferð var spenningurin í
øllum førum ikki tann stóri, og tann
sum var, var burtur eftir bara tíggju
minuttum.
Neistin mátti vera Heina
Hanusar son, Áka Mørk, Birgir
Poulsen og Finn Hansson fyri-
uttann, men hetta nervaði á ongan
hátt avrikið. Kanska tvørtur ímóti.
Felagið hevur helst breiðasta hópin
av øllum, og fráveran av teimum
fýra gav bara betri pláss til aðrar.
Ikki minst David Edvardsen, sum nú
spældi á bakkinum allan dystin, og
Trónd Kragesteen, sum veruliga er
um at finna rætta lagið aftur.
Í so máta gjørdi tað størri mun
hjá Kyndli, at altíð stríðshugaði
Bárður Johannesen mátti sita
uttanfyri.
Tí stríðsvilji var at kalla eingin hjá
Kyndli. Fyrsta korterið av dystinum
gjørdist støðan næstan pínlig, tá
málini skolaðu inn, uttan at teir
grønu høvdu nakað aftursvar, og
hóast teir fótaðu sær nakað, so var
allur spenningur tikin úr dystinum.
Umframt stórtapið, so bar hetta
eisini við sær, at Kyndil nú er
niðasta liðið í deildini. Sjálvandi er
munurin til eitt finalupláss bara eitt
stig, og í so máta eru allir møgu-
leikar framvegis opnir. Men spenta
støðan undirstrikar eisini, hvussu
spent støðan er hjá fleiri av sið-
vandu liðunum, sum nú eru í vanda
fyri at flyta niður.
Kyndil-Neistin 20-37 (9-19):
Neistin knústi Kyndil
StÍF-Tjaldur 21-29 (13-14):
Brúktu ein hálvleik
Í ein hálvan tíma slapp StÍF veruliga at spæla við, tá meistararnir
vitjaðu
Mynd: Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tróndur Kragesteen slapp veruliga at royna seg á miðplássinum sunnudagin, og hann prógvaði, at
hann er í fullari ferð við at finna rætta lagið aftur
Mynd: Álvur Haraldsen