mánadagur 25. januar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Fyri fyrstu ferð síðani
8. desember fór H71 av
vøllinum við tveimum
stigum, tá teir spældu og
stríddu VÍF niður og norð
Hóast tað er finaluplássið, sum tey
flestu tosa um, so hevur tað verið
lítið hugaligt hjá meistarunum úr
H71 at síggja, at liðið hevur veri ðá
niðurflytingarkós í vetur.
Seinastu umførini hevur gingið
heilt illa, og tað var fyrst og fremst
hetta, sum skuldi broytast sunnu
dagin. Og tað varð tað eisini.
Sterkt kollektiv
Fyrst og fremst, so var sigurin
sunnudagin eitt úrslit av einum
sterk um kollektivi, har hvør tann
einasti av spælarunum støðugt helt
seg til spælkonseptið hjá liðnum.
Í so máta er ilt at taka nakran
einstakling
framum.
Men
Jens
Skipagøta, sum annars var sjálv pen
sion eraður eftir FMheitið í fjør, stóð
ein frálíkan dyst í málinum, har hann
steðgaði vestmenningum, hvørja
ferð teir hóttu við at koma aftur í
dystin. Og á bakkinum spældi
Es bern Patursson ein framúr dyst,
har hann støðugt krossaði framvið
VÍF verjuni, og á tann hátt átti sína
hond í meira enn øðrum hvørjum
máli, sum hoyvikingarnir skutu.
Tamir vestmenningar
Meðan hoyvíkingar soleiðis høvdu
alla orsøk at vera nøgdir, var tað
sama avgjørt ikki galdandi fyri VÍF,
sum í nógvar mátar vóru sera tamir.
Teir mistu takið, tá teir við 99
skuldu havt fyrimun av eini útvísing
til H71. Men ístaðin broyttist støðan
til 139, tá VÍF um sama mundið eisi
ni fekk eina útvísing.
Ongan tíð eftir hetta sat áskoðarin
við varhuganum av, at VÍF var á veg
aftur í dystin, og tað ber við sær, at
VÍF nú aftur er á niðurflytingarplássi.
Gaman í við bara einum stigi upp til
finaluplássið, men skal hetta røkk
ast, má avrikið á vøllinum vera eitt
heilt annað, enn tað var sunnudagin.
Aftur hesa ferð kom stríðs
viljin KÍF tilgóðar, tá teir
móti dystarenda koppaðu
uppgerðini móti StÍF
Hondbóltsfepurin er høgur í Kolla
firði. Eftir at KÍF allan fyrsta partin av
kappingini var einsamalt í botn
inum, er liðið nú ájavnt H71 í stríð
num um pláss í FMfinaluni.
Fyrst og fremst hevur tað verið
ein ófatuligur stríðsvilji, sum hevur
betra støðuna somikið nógv, og
hes in kom teimum eisini til góðar í
gjár.
Størsta partin av dystinum var tað
nevnliga StÍF, sum var omaná í gjár.
Teir hildu seg støðugt á odda, og tá
Ási Dam mátti av vølli eftir beinleiðis
reytt kort, var hetta steinur oman á
byrðu.
Hetta var tó langt ífrá einasta
reyða kortið sunnudagin. Longu
und an
steðginum
fekk
Borgar
Daniel sen hjá StÍF sína triðju út vís
ing, og tað munaði sum vera man
væl hjá gestunum.
Eftir steðgin var KÍF eisini nógv
bet u r við, men tað gekk tó sera
javnt á allan vegin. Enn eitt reytt
kort – hesa ferð til Gabriel Stanciu
hjá StÍF – darvaði tó aftur vertunum,
og so var tað, at KÍF tók av.
Niklas Reginsson hevði verið stór
spælandi allan dystin, og við trimum
málum svaraði hann aftur, hvørja
ferð StÍF royndi at fáa fatur á dysti
num aftur.
Tvey stig afturat til KÍF, og so eru
teir saman við H71 á næst fremsta
sessinum í deildini.
Í so máta er talan um púra øvuta
støðu á stigatalvuni. Fyri fyrstu ferð í
eini 15 ár ella so kann talan verða
um niðurflyting úr bestu mans
deild ini. Og tað liggur ikki serliga
nær vanligu hondbóltsfatanini, at
tað eru StÍF, VÍF og Kyndil, sum í løt
u ni stríðast fyri at sleppa av hesum
plássinum.
VBVÍF 2629 (1516):
VB mest
sum farið
Tilveran hjá VB í Sunset
deild ini hongur nú í sera
kløn um tráð. Sunnudagin
var VB væl við, men tað
gjørd ist ov lítið móti
VÍF, sum nú er mest sum
tryggjað
Hjá bæði VB og VÍF er talan í vetur
um kappingarár, har byrjað verður
av nýggjum.
Tey bæði liðini hava hvør í sínum
lagi vunnið FMheitið seinasta 10
ára skeiðið, men við blaðungum
spæl ar um á flestu plássunum er tað
ikki hetta, sum hevur verið fremst í
huga num í vetur.
Hjá VB hevur støðan eisini viðført,
at felagið sá seg noytt at styrkja um
hópin, og eingin ivi er um, at nýggi
spæl ar in, Migle Senvaityte, gjørdi
sítt sunnudagin.
Hon stóð nevnliga fyri 14 av
málu num hjá VB í dystinum, men
hetta var kortini ikki nóg mikið móti
einum VÍFliði, sum spakuliga hevur
funn ið størri og størri støðufesti í
spæli num.
Stóri skjúttin hjá vestmenningum
hevur alt árið verið Liljan Djurhuus,
men hon varð sera væl vard hesa
ferð. Tað gav tó eisini rúm til aðrar
spælarar, og í stóran mun vóru tað
hes ar, sum tóku av og avgjørdu
dystin sunnudagin.
Matematiskt er VB ikki fokið enn.
Men tað er eingin ivi um, at tær nú
hava knívin at barkanum. Komandi
vikuskifti spælir VB heima móti StÍF,
og gevur tann dysturin tvey stig,
kann VB við sigri í útidystunum móti
VÍF og StÍF toga seg upp á javnstøðu
við tey bæði í stigum.
Hjá VÍF tykist talan hinvegin vera
um reina succés hetta kappingarárið.
Byrj an in var alt annað enn løtt. Men
støðugt hevur verið arbeitt víðari
við konseptinum, ið longu nú tykist
bera somikið langt, at liðið kann
veit ra farvæl til allan niður flyt ing ar
vanda.
Trý pør kappast um finalurnar
Síðstu fimm árini hava Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
dømt steypafinaluna í manshondbólti, men so verður ikki í ár, tí tá
eru teir báðir í Íslandi í altjóða dómaraørindum. Dánjal Samuelsen
er burturstaddur, so tí fáa hann og Heri Petersen heldur ikki
dømt. Sostatt stendur kappingin um finaluna millum
dómarapørini Hans Thomassen & Hanus Kúrberg, Birgir Sondum
& Thomas Dam og Rúna Gunnarsson & Ragnar Simonsen.
Sleppa at royna gólvið
Tá steypafinalurnar hjá teimum vaksnu í CocaCola
kappingini verða spældar í ítróttarhøllini á Hálsi
leygardagin 13. februar, verður spælt á serliga
hondbóltsgólvinum, ið eitt nú hevur verið brúkt til
landsdystir. Men eisini dagin eftir verða spældar
steypafinalur á sama stað, so tey yngru kunnu sleppa at
royna seg á sama gólvi sum tey vaksnu. Hetta var roynt
fyrstu ferð í fjør við sera góðum úrsliti.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
H71víf 3832 (2116):
H71 fekk gongd á
StÍFKÍF 2628 (1513):
Kollfirðingar halda
stílinum
Leingi høvdu
strandingar
tamarhald á
støðuni, men
sum ikki einaferð
prógvaði KÍF, at
teir stríðast til
dómarin hevur
bríkslað fyri
seinastu ferð
Mynd: Álvur Haraldsen