mánadagur 25. januar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16
Tapið fyri SÍ í gjár merkir,
at menninir hjá Fleyr mistu
í mun til tey bæði lið ini
frammanfyri, so finalu
sess urin kámaðist enn
meira
Tá SÍ og Fleyr fyri góðari viku síðani
spældu finalu í Føroya Banka-kapp-
ingini í Klaksvík, var eingin ivi um,
hvat av liðunum var tað stinnara, tí
SÍ vann ein sannførandi 3-0 sigur og
spældi seg samstundis beinleiðis í
steypa finaluna.
Í gjár, tá liðini aftur møttust í
lands kapp ingini, var SÍ framvegis
tað betra av teimum, men hesa ferð
var avrikið langt frá líka sannførandi.
Verri var tað tó hjá Fleyr, ið heldur
ikki hesa ferð megnaði at lyfta seg
so mikið, at tað rakk nakran veg.
Undantakið var tó fyrsta sett, ið
gjørd ist vørrurin hjá Fleyr hesa ferð.
Havnar menninir komu á heimavølli
væl frá byrjan, men so kom SÍ aftur í-
aft ur og hevði leiðsluna tað mesta
av tíðini. Við leiðsluni 24-23 hevði SÍ
enntá settbólt, men fekk nú so
harða kapping frá Fleyr um síðstu
bólt ar nar, at Fleyr vann 29-27!
Hetta var løtan hjá Fleyr í gjár,
sum serliga hevði trupulleikar í
mót tøku num og tí heldur ongantíð
fekk glið á álopsspælið. Trý tey næs-
tu settini gjørdi SÍ slætt borð, men
fram vegis uttan at spæla líka væl
sum í Klaksvík vikuna áðrenn.
Nógvir feilir
Rajko Petrovic var størsta hóttanin,
SÍ hevði at seta ímóti Fleyr, og hann
vann eisini eina rúgvu av stigum.
Men tað vóru tó teir nógvu feilirnir,
ið vóru at síggja frá báðum pørtum,
ið kanska mest merktu dystin, ið ikki
er ein av teimum, ið endar í søgu-
bók unum.
Fyri SÍ merkti sigurin, at liðið fram-
vegis hongur væl í og er beint í høl-
unum á Mjølnir, meðan Fleyr nú er
fýra stig aftan fyri sørvingar og
fimm stig aftan fyri klaksvíkingar.
Tað røkist tí einki fyri øðrum, enn at
Mjøl nir og SÍ alsamt meira líkjast
teim um báðum liðunum, ið skulu
spæla FM-finalur eftir lokna lands-
kapp ing.
Hin dysturin í hesum umfarinum
verð ur spældur í Badmintonhøllini í
Klaks vík annaðkvøld klokkan 19.30,
tá Mjølnir tekur ímóti ÍF.
Undan dystinum stóð á
jøvnum millum Mjølnir og
Fleyr, men við kærkomna
heimasigrinum staðfestu
kvinnurnar hjá Mjølnir,
at liðið aftur er komið á
slóðina
Tá Mjølnir og Fleyr fyri góðari viku
síðani møttust í hálvfinaluni í Føroya
Banka-kappingini, var tað Fleyr, sum
hevði munin og vann. Men í gjár, tá
liðini møttust í Eik-liguni, var vent í
holuni, tí hesa ferð gjørdist Mjølnir
drúgvara liðið.
Í fyrsta setti var Mjølnir á odda til
miðskeiðis í settinum, tá støðan var
12-9, men næstu løtuna vann Fleyr
11 bóltar og Mjølnir bara vann tveir.
Fleyr megnaði at halda leiðsluna og
fór avstað við settinum.
Eisini í øðrum setti byrjaði Mjølnir
betur, men hesa ferð var eingin
slingur í valsinum, so Fleyr skuldi
sleppa upp í part, og so var støðan
1-1 í settum. Líka so javnt var tað
eisini leingi í triðja setti. Men aftan á
15-15 slapp Mjølnir avstað og vann
settið.
Nú skuldi Mjølnir bara vinna eitt
sett aftrat og var eisini væl á veg, tá
Fleyr svaraði aftur og kom upp á
javnt. Men Mjølnir, sum yvirhøvur
spældi ein góðan dyst, hevði munin
í avgerandi løtunum, og tí eydnaðist
at vinna triðja settið og dystin.
Sigurin
merkir,
at
Mjølnir
framvegis fylgir væl við TB, sum í
løtuni er størsti avbjóðarin hjá TB.
Hinvegin mundi tað kennast tungt
hjá Fleyr at missa eitt fet í
finalukappingini, samstundis sum
kvinnurnar úr Havn nú hava tapt
tríggjar týðandi dystir á rað.
Útihýsir ikki upptøkur
FIFA-forsetin, Sepp Blatter, sigur nú, at hann einki hevur ímóti,
at upptøkutól í framtíðini skulu kunna avgera, um ein bóltur
hevur verið inni ella ikki. Men hann er bert sinnaður at royna
hetta, um tøknin annars loyvir tí. Kjakið um málupptøkur er
kyknað aftur, eftir at eitt mál var viðurkent í einum dysti í
næstbestu týsku deildini herfyri, hóast bólturin var ein metur
frá at hava verið innanfyri.
Leeds gjørdi tað aftur
Jermaine Beckford, sum fyri tveimum vikum síðani skoraði
sigursmálið á Old Trafford, bjargaði leygardagin Leeds umdyst ímóti
Tottenham í ensku FA Cup-kappingini, tá hann skjeyt bæði málini í
2-2 javnleikinum. Undan hesum hevði danski málverjin, Casper
Angergren, lagt botn undir sensatiónina við brotssparksbjarging,
áðrenn Beckford fór í gongd, so Leeds fær nýggjan dyst á Elland
Road.
FleyrSÍ 13 (2927, 1825, 1625, 1725)
Fleyr misti
eitt fet
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
MjølnirFleyr 31 (1925, 2515, 2521, 2522)
Mjølnir jagstrar finaluna
Fleyr vann fyrsta sett ímóti SÍ,
men so var eisini liðugt hjá
havnarmonnunum, ið aftur eru
dragnaðir á stigatalvuni
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir