Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Hóast kvinnurnar hjá TB sóu út til at skula vinna ein sannførandi sigur, kom Drátt ur so væl afturíaftur, at fimm sett máttu til, áðr­ enn TB kundi taka sigurin Eftir fyrstu tvey settini á Giljanesi í gjár var líkt til, at tær báðar tungu final ur nar hjá Drátti í undanfarnu viku ni skuldu kosta. TB, sum eisini vildi »hevna« hálvfinalutapið fyri Drát ti í Føroya Banka-kappingini, vann lættliga fyrsta settið og sá út til veru liga at vera til dystin fús. Dráttur fekk lyft seg eitt sindur upp í øðrum setti, men framvegis var lítil og eingin ivi um, at TB hevði mun in. Tó fingu vágakvinnurnar bart seg so mikið væl inn í dystin, at tað var 17-17, áðrenn TB fekk tikið leiðsluna aftur og vunnið settið. Kortini hevði TB mist eitt sindur av stevinum frá fyrsta setti, og tá Drátt ur so mannaði seg enn meira upp, gjørdist dysturin nógv javnari. Eftir tvey tapt sett var tað Dráttur, ið hevði størri yvirskot nú og tók triðja sett. Góða gongdin hjá heimaliðnum helt fram í fjórða setti, tá Dráttur ímó ti endanum kom á odda 19-14. Men so hevði Gudrid Nolsøe nakrar góð ar servur, so tað brádliga stóð 19-19. Dráttur kom aftur framum 23-20, men enn eina ferð svaraði TB aft ur til 23-23. Hetta sá tó út til at kos ta meira hjá TB, ið tordi illa at spæla teir báðar síðstu bóltarnar, og tá so endiliga eitt útjavnandi slag skuldi setast inn, fór tað útum, og so stóð 2-2 í settum. TB aftur á slóðina Fimta og avgerandi setti gjørdist tó ongantíð so javnt og spennandi, tí nú tóku tvørakvinnur, ið haraftrat skul du hugsa um ikki at gerast ov sein ar til Smyril, sær annað skinn um bak. TB fór beinanvegin framum og økti leiðsluna upp í seks stig, áðrenn Dráttur ta einu løtuna nær- kað ist eitt lítið sindur, til Marina Po po vic at enda avgjørdi setti og dyst in við einum servuessi. Hóast tapið var eitt afturstig í lands kappingini, kunnu tær í Drátti neyv an klaga um úrtøkuna farnu viku na, sum jú gav pláss í steypa- finaluni. Hinvegin fekk TB svarað aftur og partvíst staðfest sína støðu sum fremsti avbjóðarin hjá SÍ, men helst skal nærlagnið hjá TB hvessast, skulu ikki fleiri óneyðug sett fara til spillis. Dysturin á Giljanesi í gjár vardi tveir tímar og 10 minuttir, so tey fegn as tu mundu vera áskoðararnir, ið eisini vóru frá øðrum enn feløg- unum á vøllinum, tí talan var um gott undirhald á vøllinum. Og okk- um kunnugt, náddu TB-kvinnurnar kortini Smyril í øllum góðum… SÍ­KÍF 3­0 (25­14, 25­11, 25­7) Goliat vann á Dávidi SÍ­kvinnurnar høvdu ongar trupulleikar av unga KÍF­ liðnum, og framvegis eru tær í Sørvági langt á odda í Eik­liguni hjá kvinnum Hóast SÍ ikki hevði sína sterkastu upp stilling á vøllinum, tá KÍF vitjaði í Sørvági í gjár, slepst ikki undan, at hetta var tað, sum í kvinnuflogbólti líkist mest einum dysti millum Dávid og Goliat. Her var munurin bara tann, at tann størri vann á tí minna. Fáur hevði væntað, at hetta skuldi gerast ein serliga javnur og spenn- an di dystur, og tað gjørdist hann held ur ikki. SÍ var betur á øllum økj- um, og serliga móttøkurnar vóru av tí frægara. Kanska tað partvíst stóðst av, at servutrýstið frá KÍF ikki var tað stóra, men væl lá fyri hjá SÍ. Onkrir spælarar, ið kanska ikki hava fingið so nógva spælitíð á SÍ- lið num fyrr í vetur, sluppu at royna seg, og millum annað hevði Lisa Nicla sen í øðrum setti eina servurøð, ið gav 11 stig! KÍF er framvegis í tungum sjógvi, og hóast øll hini eisini tapa fyri SÍ, so tykist onkursvegna lítla fram gongd- in, ið var at síggja fyri nøkrum dyst- um síðani, vera eitt sindur fjarari nú. Men tað kanska rættar seg í onkrum av komandi dystum, tá mótstøðan er nakað linari. SÍ hevur enn fult stigatal fyri sínar 11 dystir, so sjálvt tá stigini verða koyrd niður í helvt eftir næsta dyst, er leiðslan stór. Liðið hevur bara mist trý sett í undanfarnu dystum, so nú fæst at síggja um eina viku, tá SÍ vitj- ar TB í Trongisvági, um glæsiligu hag tølini síggja líka góð út. Sponsk Rooney­veiða Ikki kann sigast annað, enn at 24 ára gamli Manchester United- spælarin, Wayne Rooney, gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum, tá hann leygardagin skjeyt øll málini í 4-0 sigrinum á Hull. Í øllum førum vilja bæði FC Barcelona og Real Madrid hava hann. FC Barcelona skal vera sinnað at rinda 600 milliónir krónur fyri Rooney, meðan Real Madrid sigst vilja fara uppaftur hægri við sínum boði. Danmark vann kapping Danska fótbóltslandsliðið hevur verið á venjingarlegu í Thailandi, har liðið var við í kappingini, Kings Cup. Hesa kapping vann Danmark, sum síðsta sunnudag legði fyri við at vinna 3-1 á Polandi og síðani mikudagin 5-1 á Singapore, áðrenn tað í dystinum ímóti thailendsku vertunum endaði við einum donskum 3-0 sigri. Asia-ferðin hjá landsliðnum var upphiting til HM-endaspælið í summar. Dráttur­TB 2­3 (18­25, 21­25, 25­23, 25­23, 9­15) Fimmsettari á Giljanesi einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Marina Popovic, sum her roynir at fáa bóltin fram við blokkinum hjá Drátti, tryggjaði TB sigurin við síðsta bóltinum í fimta setti, sum var eitt servuessi Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir