Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16 City ynskir sær Canales Spanska felagið, Racing Santander, hevur í sínum hópi ein hin evnaríkasta unga spælaran í sponskum fótbólti, 18 ára gamla Sergio Canales. Men ivasamt er, hvussu leingi unglingurin verður verandi í Spania, tí nú ljóðar, at Manchester City liggur framvið at fáa undirskriftina frá Calanes. Sponsk bløð skriva, at umboð fyri City longu hava tosað við foreldrini hjá honum og samrást við Santander. Leitar í Madrid og Milano Nýggi venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini, ætlar sær til Madrid og Milano eftir styrki til lið sítt. Í Real Madrid hevur hann hug á Gago, umframt at hann vil keypa Flamini frá AC Milan. Frammanundan hevur Mancini keypt Patrick Vieira til, men fraklendingurin er skaddur og má bíða eitt sindur enn, áðrenn hann spælir fyrsta dystin fyrsta enska Premier League-felagið. Við tiltakinum ‘Todi FodboldCoaching’ hevur Todi Jónsson seinastu mánaðirnar fyri fyrstu ferð roynt seg í venjarastarvinum. Men klaksvíkingurin ætlar sær meira enn tað. Hann sær seg fegin standa á odda fyri einum føroyskum ungdómslandsliði – Ikki leggja negativt trýst á teg sjálvan. Ikki siga, at tú má raka tvør- træið. Sig, at tú vil raka tvørtræið. Todi Jónsson og ein smádrongur standa við einum bólti á ovara vølli í Gundadali. Tað er bítandi kalt. Smádrongurin skal frá brotsteigar- markinum senda bóltin á tvørtræið, áðrenn venjingin er liðug. Hann hevur roynt seg fýra ferðir og hevur verið nær við hvørjaferð. Nú ger hann enn eina roynd. Fær sær rennigarferð. Smekkar so til... Landsliðsvenjari Eftir eina miseydnaða roynd sum stjóri í FC Amager, er Todi Jónsson farin at royna seg sum fótbólts venj- ari. Sum fyrrverandi yrkisleikari og landsliðsleikari roynir hann við sínum drúgvu royndum frá fótbólts vøllinum at eggja ungum fótbóltsleikararum. Verkætlanin ‘Todi FodboldCoaching’ fór av bakkastokki í november í fjør, og klaksvíkingurin stórtrívist í leik- lutinum. Men hann hevur ambitiónir, sum røkka um servenjingar. Todi Jóns- son sær seg fegin vera við at mynda ungdómsarbeiðið hjá før- oyska Fótbóltssambandinum. – Eg vóni hvønn dag, at leiðslan ringir og spyr um hjálp. Eg kundi væl hugsað mær at staðið á odda fyri eitt nú U15-landsliðnum og fylgt hesum árganginum gjøgnum árini. Soleiðis kundi eg bygt eitt grundarlag við teimum royndun- um, eg havi. Eg kenni á mær, at eg kann hjálpa, sigur Todi Jónsson. Hann hevur framvegis onga venjaraútbúgving, men vísir á, at tað er skjótt at fara undir eina tílíka, um tað verður neyðugt. Bjóðar servenjing Sum hin einasti í danska konga- ríkinum bjóðar Todi Jónsson servenjing til ungar og ágrýtnar fótbóltsleikarar. Endamálið er at venja dreingirnar á økjum, sum venjararnir í fótbóltsfeløgunum ikki kunnu leggja dent á. Tí venjararnir hava ongan møguleika at seta seg inn í einstaka leikaran, sum er í eini hópi á 16 dreingir. – Tí bjóði eg servenjing. Eg venji einsamallur við dreingjunum í ein tíma, har vit seta okkum inn í ymsu støðurnar. Harafturat práti eg við teir. Tað er stuttligt at síggja, hvussu teir menna seg hvørjaferð. Eg síggi mun á teimum sum fótbóltsleikarar áðrenn og aftaná venjingina, greiður Todi Jónsson frá. Undirtøkan higartil hevur verið góð. Dreingir úr Jútlandi, Fyn og Føroyum hava meldað seg til, har tað er upp til dreingirnar, hvussu nógvar tímar venjingartímar, teir vilja hava við Toda Jónsson. Fyrrverandi landsliðsleikarin er í Føroyum eina ferð um mánaðin og venur føroysku dreingirnar. Standa seg væl Og júst hetta vikuskiftið hevur Todi Jónsson verið í Føroyum. Leygar- dagin vóru sjey dreingir til venjing í Klaksvík, og seinnapartin sunnu- dagin vóru sjey dreingir til venjing í Gundadali. Allir í aldrinum frá 11 ár til 14 ár. Fyrrverandi FCK-framherjin staðfestir, at føroysku dreingirnir standa seg eins væl og donsku javnaldrarnir. – Munurin gerst sjónligur, tá teir verða tannáringar. Tá hava donsku dreingirnir meira skipaða venjing og fleiri avbjóðingar, meðan føroyingarnir meira ella minni steðga upp. Slíkt práti eg eisini við dreingirnar um. Hvat krevst fyri at standa seg aðrastaðni, sigur hann. Tað var sum framherji, at Todi Jónsson í nítiárunum staðfesti sítt navn í donskum fótbólti. Men tað hevur ikki týdning í servenjingini. – Sum framherji havi eg fingist nógv við verjuleikarar og mið vall- arar. Tað er ikki soleiðis, at eg bara vísi teimum, hvar málið stendur. Eg veit, hvussu ein verjuleikari hugsar og kann sjálvandi hjálpa teimum eisini, sigur Todi Jónsson. Tað eydnaðist ...og hesaferð eydnast tað. Bólturin brestur í tvørtræið! – Soleiðis, super! Flott. Takk fyri í dag, sigur Todi Jónsson og gongur spakuliga yvir móti venjaraskýl- inum. Tí har stendur ein annar spentur smádrongur og bíðar eftir at sleppa at royna seg. Sum top-spælari upplivdi Todi sjálvur, hvussu stóran týdning mental coaching kann hava. Millum annað, tá hann eitt tíðarskeið hevði sera trupult við at finna meskarnar fyri FCK. Og tað eru millum annað hesar royndir, sum hann nú gevur víðari til ungar og vónríkar fótbóltsspælarar Myndir: Álvur Haraldsen Todi vil verða lands­ liðsvenjari uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen