Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16 Danska badminton legend­ an, Poul­Erik Høyer Larsen, ið júst hevur vitjað í Før­ oyum, hevur rós at bera før oysku spælarunum. – Kemur ein føroyskur spæl­ a ri so langt, at hann røkkur euro peisku elituna, vilja vit feg in rætta eina hjálpandi hond, sigur hann Tað var vorðið sum fongur, Ítróttar­ sam band ið og Badminton sam­ band ið gjørdu, tá tað eydnaðist at fáa fyrrverandi donsku badmin ton­ stjørn una, Poul­Erik Høyer Larsen, at koma til Føroya í farnu viku. Hós­ kvøldið hevði hann fyrilestur fyri úr val s ítróttar fólkum og øðrum áhug að um í Skála num í Norður­ landa húsinum, og har um framt vandi hann eisini við fleiri av okkara bestu bad min ton spælaru m. Í fyrilestrinum hóskvøldið greiddi Poul­ Erik millum annað frá, at tað krev ur miðvísa venjing í minst 10.000 tímar fyri at gerast eitt fram­ úr s karandi ítróttarfólk, ið kann bjóða teimum bestu í heiminum av. – Tað er meira enn tveir tímar um vikuna, kann eg lova tykkum, segði hann mill um annað. Saman við Poul­Erik Høyer Larsen var eisini ítróttarstjórin í danska bad min to n sambandinum, Finn Træ rup ­ Han sen, við í Før oy um. Hann hev ur ábyrgd av allari venj ing av donsk um badminton spælar um, og fyrr hevur hann verið lands liðs­ venjari hjá bæði Danmark, Australia og Ong land. Hann útdjúpaði hetta við teim um 10.000 venj ing ar tím un­ um soleiðis: – Ein danskur badmintonspælari er 24 og eitt hálvt ár, áðrenn hann er komin upp á 10.000 venjingartímar. Kine s i s ku badmintonspælararnir hava vant í 10.000 tímar, tá teir eru 19 ára gamlir, men longu, tá kinesiski spæl ar in er 22 ár, eru fleiri 19 ára gam­ l ir spælarar komnir fram, ið eru upp ­ aftur betri. Hetta er munurin á asia t ­ isk um og euro pe isk um ítróttar hug ­ burði, segði Finn Trærup­Han sen. Ovurstóra virðing Tá teir báðir vóru við til venjing í Bad minton høllini í Havn fríggja­ kvøldið, var stuttligt at síggja glógv­ an di eygunum í føroysku spælar­ unum – bæði teimum yngstu og teim um eldru. At her vóru tveir menn, ið veruliga høvdu nakað at læra frá sær, og at spælararnir veru­ liga vildu taka til sín, var eyðsæð. Ikki minst var tað stuttligt at ey g­ leiða innasta vøllin í høllini, har spæ­ lararnir fingu góð ráð frá Poul­Erik Høyer Larsen sjálvum. Tað vísti seg, at tá nýggir spælarar komu til, høvdu teir so stóra virðing, at teir næst an ikki tordu at sláa bóltin yvir um netið, men eftir lítlari løtu var alt meira róligt – ikki minst, tí gamli meist ar in dugdi væl at fáa spæl ar ar­ nar at kenna seg væl. – Jú, eg legði til merkis, at hesi ungu líka skuldu venja seg við, at tað var eg, sum stóð hinu megin net ið. Men tá vit so komu í gongd, hal di eg, at vit øll høvdu tað stuttligt, og tað er eisini tað, ið er so um ráð­ an di. Eg haldi, at spælararnir lurtaðu væl eftir og gjørdu, sum eg bað teir, segði Poul­Erik eftir venjingina, tá vit fingu orðið á hann til eitt stutt prát. Sjálvur spælir hann slett ikki bad­ minton longur, og heldur einki av børn um hansara hevur tann stóra hug in til ketsjaran og fjaðurbóltin, so tað er ikki á hvørjum degi, at hann er í gongd í tveir til tríggjar tím ar, sum hann var tað fríggja­ kvøld ið. Aftaná ásannaði hann ei si­ ni, at hann føldi tað á rygginum, at nú hevði hann verið longur í gongd, enn hann hevði verið tað leingi. – Men eg vóni, at eg kann hava giv i ð tykkara spælarum íblástur. Eis­ i ni vóni eg, at eg havi givið teimum inn lit í, hvat tað merkir, at tú líka tek­ ur tað allarsíðsta lítla við, sum kann gera avgerandi munin, segði 44 ára gamli dámligi danskarin, meðan hann turkaði sveittan av pannuni eft i r lokna venjing. Vil fegin hjálpa Tað skiltist á øllum brøgdum, at Meistarin lærdi frá einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen – Við tí fólkagrundarlagi, tit hava í Føroyum, stendur sera væl til við góðum badmintonspælarum. Eg vóni, at vit koma at síggja ein føroyskan spælara á europeiskum úrvalsstigi, sigur Poul-Erik Høyer Larsen Mynd: Álvur Haraldsen Van Gaal er í øðini Hollendski venjarin hjá Bayern München, Louis Van Gaal, hevur givið til kennar, at hann milt sagt er í øðini inn á týska landsliðsvenjaran, Joachim Löw, tí hann hesa vikuna hevur kravt at fáa allar teir HM­aktuellu spælararnar innkallaðar til kropsliga venjing í fýra dagar. – Hetta er púra svakt. Fýra dagar eru long tíð, tí eg skal sjálvur fyrireika mítt lið til ein dyst, sigur rísni Van Gaal. United minkar skuldina Sum so nógv onnur stór fótbóltsfeløg í hesum døgum, hevur Manchester United eina risastóra skuld, sum sigst liggja um fýra milliardir krónur. Men nú er felagið sloppið av við ein sera stóran part av skuldini í einum, tá fríggjadagi seldi United lánsbrøv fyri næstan tað sama sum alla skuldina. Tað gevur fyribils luft til spælarakeyp og annað, tí virðisbrøvini verða ikki innloyst fyrr enn í 2017.