mánadagur 25. januar 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16
Hóast stóra niðurtúrin
ímóti Íslandi, so trýr danski
landsliðsvenjarin enn
uppá, at Danmark kann
vinna EM-gull
Danmark fekk veruliga oyruni í
íslendsku maskinuna leygarkvøldið.
Danska dagblaðið, BT, fór so langt
sum at skriva, at »danskarar vóru
rundbarberaðir av íslendingum«, og
at íslendingar veruliga »góvu døn
um eina hondbóltsfrálæru«.
Men hóast tann greiða ósigurin,
so trýr danski venjarin, Ulrik Wilbek,
framvegis uppá, at Danmark kann
røkka hálvfinaluni. Ein hálvfinala,
sum veruliga hevði verið í eygsjón,
um Danmark hevði vunnið á Íslandi.
Góð dystarskrá
– Tað sær bara gott út í millum
spælinum. Vit hava Russland og
Noreg í teimum báðum fyrstu
dystu num. Eg spurdi spælararnar í
skifti rúminum, um nakar teirra trúði
uppá, at vit ikki kunnu vinna á
Russlandi og Noregi. Har var eingin,
og tað eru altso tvey lið, vit eiga at
kunna vinna á, staðfestir Ulrik Wil
bek.
– Vit hava Kroatia í síðsta dysti
num, og tað er veruliga heppið. Tá
hava kroatarnir vónandi spælt seg í
hálvfinaluna, og tá er ikki víst, at
motiva sjónin hjá teimum er so stór.
Vit hava verið í hesi støðuni fyrr og
hava vunnið okkum í hálvfinaluna
alíkavæl. Tað kunnu vit gera aftur.
Pólland og
Frakland
hava lagt
seg á odda
Kekkia stóð fyri sensa-
sjónini í gjár, tá teir vunnu
37-35 á Slovenia
Fronsku heimsmeistarnir og olymp
isku meistarnir vunnu 2422 á Týsk
landi í millumbólki 2 í gjár. Hálv leiks
støðan var 1210 til Frakland. Eitt
skiftið var Frakland á odda við sjey
mál um, og tað stóð á gomlum nøgl
um ímóti dystarenda, men einaferð
vísti málverjin, Thierry Omeyer sítt
virði við fleiri klassabjarginum.
Í løtum vísti Nikola Karabatic
eisini sítt gamla støðið, sum kann
geva vónir um, at tað sannførandi
franska spælið ikki er so ræðuliga
langt burtur.
Pólland vísti sera gott spæl ímóti
Spania, tá póllendingar vunnu ein
sann førandi 3226 sigur á spaniu
monnum. Pólland var á odda 139 í
steðginum. Pólland byrjaði dystin
væl, og teir vóru alla tíðina fram
man fyri ta heldur tama spanska lið
ið. Aftur í dag stóð Slawomir Szmal,
sum ein livandi múrur í pólska máli
num, og átti hann sín stóra lut í
pólska sigrinum.
Kekkiskur stórskjútti
Kekkia stóð fyri sensasjónini, tá teir í
gjár vunnu 3735 á Slovenia, sum
ann ars hevur staðið seg sera væl í
hesari kappingini. Stórskjúttin, Filip
Jicha var høvuðsorsøkin til kekkiska
sig urin. Hann skjeyt heili 12 mál í
dysti num í dag.
Kekkia fór undan slovenum í fyrra
hálvleiki, og í steðginum var Kekkia
á odda heili 2112. Petr Stochl í
kekk iska málinum stóð eisini væl í
máli num, og hann átti eisini sín
stóra lut í sigrinum. Slovenia ress að
ist ikki, fyrr enn ímóti endanum av
dystinum, men tá var klokkan farin
undan teimum, og nærri enn 3537
kom slovenska liðið ikki.
Leingi sá svart út, men tað
eydnaðist norðmonnum at
enda at knógva Ukraina
Noreg hevði sítt hoyggj við Ukraina,
men tað eydnaðist okkara grannum
í eystri at vinna ein tepran 3129
sigur á Ukraina. Ukraina var á odda
1614 í hálvleikinum, og norðmenn
høvdu stórar trupuleikar við at
koma í gongd, umframt at Stian Vat
ne helst er liðugur í EM, tí hann fekk
ein skaða í knæið.
Norski landsliðsvenjarin, Kristian
Kjell ing, fegnaðist um sigurin, men
var tó misnøgdur: – Vit spældu sera
illa. At vit vunnu hendan dystin, er
eitt undur, segði hann.
Fyri hondbóltsfjepparar í Før oy
um er eitt spennandi millumumfar í
væntu, tí Noreg endar saman við
Kroa tia og Russlandi í bólki saman
við Danmark, Íslandi og Eysturríki í
millum spælinum.
Kroatia vann 3028 á Russlandi,
og tað merkir, at Kroatia tekur fýra
stig við sær í millumumfarið. Noreg
fær tvey stig við sær, meðan Russ
land einki stig fær við, tí stigini ímóti
Ukraina falla burtur.
Torført at endurtaka
Svenska stórheitstíðin í altjóða hondbólti frá 1990 til 2002,
sum gav 13 heiðursmerki á rað, verður torfør at endurtaka. Í
Eysturríki tapti Svøríki allar tríggjar innleiðandi dystirnar í
EMendaspælinum. Núverandi landsliðsvenjarin, Staffan
Olsson, sum var við tey gyltu árini, er tó bjartskygdur: – Fáa vit
góða breidd aftur á liðnum við fleiri altjóða sterkum
spælarum, fáa vit eisini úrslitini, sigur hann.
Ávirkar HM á heimavølli
At Svøríki longu í innleiðandi umfarinum reyk úr
EMendaspælinum, kann kosta bæði ítróttarliga og
fíggjarliga. Svensk hondbóltsfólk stúra fyri, at tá Svøríki um
eitt ár er vertur fyri HMendaspælinum í Malmö, Lund,
Göteborg og Skövde, fer hetta at speglast aftur í viknandi
áhuga og atgongumerkjasølu. Vánaliga EMúrslitið í
Eysturríki kann eisini koma at ganga út yvir styrkimetingina.
heris@sosialurin.fo
Heri SImonsen
heris@sosialurin.fo
Heri SImonsen
heris@sosialurin.fo
Heri SImonsen
Wilbek trýr upp á tað
Danski landsliðsvenjarin, Ulrik
Wilbek, er bjartskygdur undan
millumumfarinum
Noreg bardi seg víðari
Norska landsliðið mátti
stríðast fyri sakini, áðrenn
sigurin á Ukraina var veruleiki