mánadagur 25. januar 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29
Tríggjar forðingar –
Kroatia, Russland og
Noreg – skulu fáast av
vegnum, men íslendski
landsliðsvenjarin, Guðjón
Valur Sigurðsson, trýr
veruliga upp á møguleikan
Íslendingar vóru harmir og skakaðir
eftir dystirnar ímóti Serbia og
Eystur ríki. Ímóti Serbia førdu íslend
ing ar 2925, men fingu bert javnleik
2929. Ímóti Eysturríki førdu ís lend
ing ar 3734, men fingu bert javnleik
3737.
Men leygarkvøldið fall alt upp á
pláss hjá íslendingum ímóti Dan
mark, og nú hyggja teir við spenn
ing i fram ímóti millumumfarinum.
– Vit hava alla tíðina vitað, hvat vit
duga, men okkum tørvaði veruliga
at røkka hæddunum í spælinum,
sum vit rukku ímóti Danmark. Ikki
minst í verjuspælinum, segði Guð
jón Valur Sigurðsson við íslendska
Morgun blaðið eftir dystin.
Næsta málið
Hann helt, at verjuspælið hjá Íslandi
var framúr, og at íslendski málverjin
Bjørg vin Gustavson stóð sera væl.
Somu leiðis helt hann danir vera
ráða leysar – serliga í seinna hálvleiki,
har tað eydnaðist at halda teimum
niðri á níggju málum.
Nú Ísland er komið væl víðari,
stað festir Guðjón Valur Sigurðsson,
at Kroatia, Noreg og Russland eru
góð lið, og at Ísland má spæla upp
til sítt besta fyri at koppa teimum.
Men hann heldur, at íslendska tjóðin
kann síggja fram til nakrar spenn an
di EMdystir.
– Vit eru komnir í millumumfarið,
og hava tí rokkið okkara fyrsta máli.
Tað næsta er at koma í hálvfinaluna,
stað fest ir íslendski landsliðsvenjarin.
Talan var um sannan upp
vís n ing, tá íslendingar
vun nu sína fyrsta sigur yvir
Danmark í einum enda
spæli í 17 ár
Ísland spældi ein framúr dyst ímóti
Dan mark í í Linz leygarkvøldið og
vann eisini uppiborið 2722 á
donsku europameistarunum. Støð
an í steðginum var 1513 til Ísland.
Eystur ríki vann 3630 á Serbia, og
tað merkir, at Ísland tekur trý stig við
sær til millumumfarið. Danmark tek
ur tvey stig við sær, meðan eystur
ríks ku vertirnir taka eitt stig við sær.
Ísland legði seg á odda 72. Beint
eftir hetta høvdu danskarar sítt ei n
as ta veruliga góða tíðarskeið í dysti
num, tá teir vendu 27 til 107, men
so javnaði íslendingar aftur, fóru
fram um og sleptu ikki takinum aft
ur. Íslendingar blakaðu tryggar sigr
ar burtur ímóti bæði Serbia og
Eystur ríki, men innleiðandi bólka
spæl ið endaði kortini eydnusamt.
Íslendski málverjin, Bjørgvin Páll
Gústavsson, spældi sín lívs dyst og
fekk góða hjálp frá íslendsku verjuni.
Tað ironiska við tí íslendska sigrinum
var, at stóra stjørnan, Ólafur Stefáns
son, var merkiliga anonymur og
skor aði bara eitt mál í dystinum.
Men liðfelagarnir prógvaðu, at
Ís land hevur eina framtíð at byggja
á.
Talan er um fyrsta sigur íslendinga
á Danmark í einum endaspæli í 17
ár. Annars hava liðini spælt nógvar
javn leikir og fleiri javnar dystir, har
bert eitt mál hevur verið á muni,
men leygarkvøldið var ein sjónligur
mun ur .
Ísland ætlar sær langt
Fyrsti sigurin í 17 ár
Íslendski
landsliðsvenjarin,
Guðjón Valur
Sigurðsson, hevur
nú hálvfinaluna
sum næsta málið,
Ísland skal røkka í
EM-endaspælinum
heris@sosialurin.fo
Heri SImonsen
heris@sosialurin.fo
Heri SImonsen
EM-kappingin 2010
Bólkur A
19/01
Russland-Ukraina
37-33
19/01
Kroatia-Noreg
25-23
21/01
Ukraina-Kroatia
25-28
21/01
Noreg-Russland
28-24
23/01
Kroatia-Russland
30-28
23/01
Noreg-Ukraina
31-29
Bólkur B
19/01
Danmark-Eysturríki
33-29
19/01
Ísland-Serbia
29-29
21/01
Eysturríki-Ísland
37-37
21/01
Serbia-Danmark
23-28
23/01
Eysturríki-Serbia
37-31
23/01
Danmark-Ísland
22-27
Bólkur C
19/01
Týskland-Pólland
25-27
19/01
Svøríki-Slovenia
25-27
20/01
Slovenia-Týskland
34-34
20/01
Pólland-Svøríki
27-24
22/01
Týskland-Svøríki
30-29
22/01
Pólland-Slovenia
30-30
Bólkur D
19/01
Spania-Kekkia
37-25
19/01
Frakland-Ungarn
29-29
20/01
Kekkia-Frakland
20-21
20/01
Ungarn-Spania
25-34
22/01
Frakland-Spania
24-24
22/01
Ungarn-Kekkia
33-26
Millumbólkur 1
25/01
Kroatia-Ísland
15.00
25/01
Noreg-Eysturríki
17.00
25/01
Danmark-Russland
19.15
26/01
Russland-Ísland
15.00
26/01
Kroatia-Eysturríki
17.00
26/01
Noreg-Danmark
19.15
28/01
Noreg-Ísland
15.00
28/01
Russland-Eysturríki
17.00
28/01
Kroatia-Danmark
19.15
Millumbólkur 2
24/01
Týskland-Frakland
24-22
24/01
Pólland-Spania
32-26
24/01
Slovenia-Kekkia
35-37
26/01
Slovenia-Frakland
15.15
26/01
Týskland-Spania
17.15
26/01
Kekkia-Pólland
19.15
28/01
Týskland-Kekkia
15.30
28/01
Slovenia-Spania
17.30
28/01
Pólland-Frakland
19.30
Íslendski strikuspælarin,
Ólafur Guðmundsson, hev-
ur fingið fatur í bólti num
í hornatøkum við Mikkel
Hansen í donsku verjuni
Landsliðsmaður deyður
Leygardagin legði sorg seg yvir EMendaspælið í
hondbólti í Eysturríki, tá tað frættist, at fjølbroytti týski
landsliðsspælarin, Oleg Velyky, var deyður av
krabbameini, bara 32 ára gamal. Upprunaliga var hann
úr Ukraina, ið hann umboðaði 59 ferðir, áðrenn hann
tann 1. apríl í 2004 fekk týskan ríkisborgararætt. Síðani
spældi Velyky 38 landsdystir fyri Týskland, umframt at
spæla við HSV Hamburg.
Løkemálið ikki liðugt
Málið um norska landsliðspælaran, Frank Løke, sum í
fjørsummar skrivaði undir sáttmála við bæði kroatiska
Zagreb og danska Skjern, og tí fekk karantenu frá
europeisku hondbóltssamgonguni, EHF, er enn ikki
liðugt, tí bæði feløgini hava kært. Skjern vil hava
endurgjald, meðan hvørki Zagreb og Løke ikki vilja hava
nakra revsing. Hóast Løke hevur karantenu í Zagreb,
spælir hann við Norra í EM.