mánadagur 25. januar 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16
Schalke 04 handlar nógv
Týska bundesligufelagið, Schalke 04, hevur ikki ligið á latu
síðuni, nú flytingarvindeygað hevur verið opið. Peer Kluge er
keyptur frá Nürnberg, Alexander Baumjohan frá Bayern
München og Tore Reginiussen frá Tromsø, men fríggjadagin
kom enn ein handil upp á pláss, tá Schalke ognaði sær 22 ára
gamla kinesiska landsliðsspælaran, Hao Junmin, sum
frammanundan hevur spælt við Tianjin Teda.
Maradona stúrir ikki
Argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradona, hevur
verið á vitjan í Suðurafrika, sum í summar hýsir
HM-endaspælinum. Hann er komin til ta niðurstøðu, at
eingin orsøk er til at stúra fyri trygdini í Suðurafrika, sum
hevur verið á breddanum, síðani landsliðið hjá Togo var
álopið á veg til African Nations Cup. – Eg havi við egnum
eygum sæð, at hetta er eitt trygt land, sigur Maradona.
Púrasta óvæntað fullu
fílabeinsstrandingarnir
fyri Algeria í gjár, sum
saman við Ghana hevur
spælt seg í hálvfinaluna í
kappingini um afrikanska
meistaraheitið. Hinar
báðar fjórðingsfinalurnar
verða avgreiddar í dag
Tá ein minuttur restaði av vanligu
leiktíðini, skoraði Keita til 2-1 í
fjórðingsfinaluni millum
Fílabeinsstrondina og Algeria. Eitt
dundurskot frá Galatasaray-
leikaranum, eitt fantastiska flott
punktum fyri dystin og ein øgiligur
máti at senda Fílabeinsstrondina
víðari í African Cup of Nations.
Soleiðis hevði tað heila sæð út,
um Drogba, Kalou, Toure og hinir
sterku leikararnir høvdu hildið
fokus. Men ein góðan minutt seinni
og vanliga leiktíðin var av hevði
Bougherra stútað Algeria inn aftur í
dystin, tá hann beindi frágera góða
innleggi frá Ziani í netið.
Stórfavorittarnir til at vinna
kappingina stóðu sum bitnir í lort.
Ørkymlaðir og yvirraskaðir. Hatta
hevði eingin væntað.
Neyðugt var við longdari leiktíð,
og neyðugt var at savna seg hjá
báðum pørtum. Fílabeinsstrondin
skuldi aftur á beint. Ressast og
rakna við aftur, soleiðis at sigurin
kundi koyrast heim.
Algeria skuldi fáa armarnar niður
aftur og prógva, at teir eisini kundu
leggja seg fram um, eftir at teir
tvær ferðir høvdu vunnið seg inn
aftur í dystin.
Hetta gjørdu teir eisini. Tríggjar
minuttir inni í longdu leiktíðini
legði Algeria seg á odda fyri fyrstu
ferð í dystinum. Uppskriftin var
meinlík útjavnandi málinum. Eitt
framúrskarandi innlegg frá Ziani úr
vinstru, sum Bouazzza eins og
Bougherra stútaði niður í svørðin
og inn í kassan.
Soleiðis fullu fílarnir og nakrar av
størstu stjørnunum í kappingini
hava biðið Afrika farvæl.
Nýggjar stjørnur
Hinvegin hevur Algeria fingið
nakrar nýggjar stjørnur. Bouazza,
sum hevur sína dagligu gongd í
Blackpool í næstbestu ensku
deildini, byrjaði dystin á beinkinum
og kom ikki á vøllin, fyrr enn hálvu-
rannar tími var spældur av dystin-
um.
Eitt lítið korter seinni seinni sendi
hann Algeria á sigurskós, og eitt
gott korter eftir tað, var hann heilt
stóra hetjan í norðurafrikanska
landinum. Størri hetja enn Boug-
herra, sum við útjavnandi málinum
takkaði fyri heiðurin, hann fekk í
desember, tá hann varð kosin ársins
leikari í Algeria.
Gyan bjargaði Ghana
Á sama hátt sum Algeria, hevur
Ghana eisini spælt seg víðari í
hálvfinalurnar. Hetta gjørdu teir við
ógvuliga teprum sigri á vertunum
fyri kappingini, Angola.
Gyan smekkaði bóltin í kassan
eftir einum góðum korteri, og 1-0
leiðslan helt sær allan dystin. Ikki tí,
Angola hevði sanniliga sínar mál-
møguleikar, men vertirnir vóru
dekan ov gestablíðir og lótu Ghana
fara við øllum.
Umframt Gana og Algeria fæst í
dag eisini svar fyri, hvørji hini bæði
londini í hálvfinalunum vera.
Egyptaland og Cameroon spæla
seinnapartin í dag, meðan Zambia
og Nigeria fara at dystast í kvøld. Tá
hesir dystir eru av, halda liðini frí í
tríggjardagar, tí hálvfinalurnar
verða ikki spældar fyrr enn hós-
dagin.
Leygardagin verður spælt um
triðja plássið og finalan í African
Cup of Nations verður sunnudagin.
Fílarnir fullu í Afrika
Sunnudagin, fjórðingsfinalur
Angola-Ghana
0-1
Fílabeinsstrondin-Algeria 2-3
Mánadagin, fjórðingsfinalur
Egyptaland-Cameroon
Zambia-Nigeria
Hósdagin
Hálvfinalur
Leygardagin
Bronsudystur
Sunnudagin
Finala
SKRÁIN
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Drogba og hinir fílabeinsstrandingarnir hava einki at fegnast um, nú teir eru sendir út úr kappingini um afrikanska meistaraheitið