mánadagur 25. januar 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 25. januar 2010 – Nr. 16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 31
Essien úti í seks vikur
Sterki miðvallarspælarin hjá Chelsea, Michael Essien, noyðist at
halda frí frá fótbólti í seks vikur, eftir at hann hevur fingið ein
skaða undir African Nations Cup-kappingini. Hetta gjørdist tí
ikki tann stóra kappingin hjá ghanesaranum, sum fyrst varð
seinkaður úr London, tí veðrið ikki var til vildar, og síðani
gjørdist skaddur, bara fýra dagar eftir at hann var komin upp á
pláss í Angola.
KÍ-kvinnur
ikki raktar
av kreppu
– Hóast kvinnuliðið hjá
okkum ikki fær almennan
stuðul til europeiskan
fótbólt í ár, tí tað hevur
løgtingið spart burtur, fer
fíggjarstøðan ikki at ávirka
heimligu kappingina
hjá teimum, sigur
KÍ-formaðurin, Tummas
Lervig
Kvinnurnar hjá KÍ hava tey mongu
seinnu árini verið í serflokki. Síðani
1997 hava tær vunnið 11
meistaraheiti, harav tey síðstu 10 á
rað, og síðani 2000 hava tær sjey
ferðir vunnið steypakappingina. Tá
tað í sama tíðarskeiði hevur verið
tilsvarandi lítið um besta mansliðið,
er tað ikki so løgið, at kvinnurnar
verða umrøddar sum flaggskipið
hjá KÍ.
– Vit gleðast í øllum førum um, at
kvinnurnar ganga undan í allar
mátar í felagnum, tí tað er jú ikki
bara í fótbólti, at tær gera um seg.
Eisini kvinnurnar hjá Stjørnuni hava
vunnið alt, sum vinnast kann, so
tann parturin av okkara virksemi
hevur riggað væl, ásannar
formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.
Nú felagið fekk ein frammaná í
sambandi við Tony Paris-málið og
mátti av við yvir hálva millión, er
upplagt at spyrja, um sperda
fíggjarstøðan eisini fer at ganga út
yvir kvinnufótbóltin í Klaksvík, men
formaðurin er ikki í løtuni førur fyri
at siga, hvussu verður við tí.
– Tað einasta, vit vita í løtuni, er at
játtanin á fíggjarlógini til fótbóltin
er tikin burtur. So okkara kvinnur
fáa ikki í ár tær 100.000 krónurnar,
tær fingu í fjør til europeiskan
fótbólt. Tað er sjálvandi eitt bakkast,
men ávirkar ikki nakað í heimligu
kappingini. Kvinnurnar í felagnum
hava víst vegin fram, og tær koma
framhaldandi at byggja á tað góða
arbeiði, sum frammanundan er
gjørt á teirra umráði, sigur hann.
– Eg vil siga tað soleiðis, at hóast
vit repa seglini fíggjarliga, ætla vit
ikki at gera tað ítróttarliga. Og fyri
okkum í nevndini verður tað ein
lætti, at vit ikki skulu hugsa so nógv
í krónum og oyrum, sum vit hava
verið noydd at gjørt tað áðrenn. Tað
gevur meira pláss fyri at arbeiða við
tí ítróttarliga, sum er tað, vit mest
vilja sleppa at arbeiða við.
hil
Eftir at hava vant kvinn-
urnar hjá Skála í tvey ár,
valdi Ingun Hansen at
royna okkurt annað, nú hon
fekk møguleika at venja
kvinnurnar hjá Víkingi
Á spælarafundi í ítróttarhúsinum í
Leirvík seinnapartin leygardagin
hittu spælararnir hjá Víkingi sín
nýggja venjara, Ingun Hansen, sum
felagið hevði almannakunngjørt í
vikuni á heimasíðu síni. Hon skal
avloysa Magna Jarnskor, sum
frammanundan hevur vant
kvinnurnar í Gøtu og Leirvík.
Sum venjari hevur Ingun tvey ára
royndir við kvinnuliðnum hjá Skála,
og longu í fyrraárið – hennara
fyrsta ár sum venjari – var hon
millum teirra, sum vóru
frammarlaga í kappingini um at
gerast ársins venjari hjá kvinnum.
– Tá eg nú fekk møguleikan at
gerast venjari hjá Víkingi, valdi eg
at taka av, tí eg fegin vildi royna
okkurt annað. Hetta er ein
spennandi uppgáva, ið kann geva
mær møguleika at koma eitt sindur
víðari sum venjari, sigur 35 ára
gamla Ingun, ið sjálv hevur drúgvar
royndir sum íðkandi ítróttarfólk.
Hon hevur bæði spælt fótbólt,
hondbólt, badminton og róð um
kapp, men mest kend er hon frá
sínum virkna fótbóltslívi. Øll árini
spældi hon við Skála, sum hon í síni
tíð var bæði føroyameistari og
steypavinnari við, men í 1994 var
hon yvir í Íslandi, har hon spældi
eitt kappingarár við Höttur á Egils-
støðum. Harumframt hevur hon
spælt fleiri landsdystir og skotið
fleiri mál á kvinnulandsliðnum.
Ingun gleðir seg
Nú hevur Ingun kastað seg út yvir
venjingina, og at hon meinar tað í
álvara, sæst aftur í, at hon hevur
tikið fleiri av venjaraskeiðunum og
um stundir verða til tað, kundi hon
hugsað sær at farið undir »Slóð-
aran« í vár.
– Tað er heilt øðrvísi at vera
venjari, enn at vera spælari. Eg fór
undir tað í fyrraárið, men eg havi
upplivað tað soleiðis, at tað er blivið
meira og meira spennandi, meira
eg eri komin inn í tað, so nú gleði
eg meg til hesa nýggju uppgávuna
við Víkingi.
– Sum nú er, sær út til, at tað
verður nøkulunda sama liðið, sum
tað var í fjør. Onkur er farin, men
onkur er hinvegin komin aftrat, so
hetta verður bara heilt spennandi
at fara undir. Ikki minst, nú Víkingur
við nýggju kvinnunevndini sær út
til at vilja gera uppaftur meira við
kvinnufótbóltin.
Við hesi nýggju nevndini vil
felagið gera sítt til, at kvinnu fót-
bólturin fær fastari og tryggari
karmar at virka undir, umframt at
Víkingur fær víst, at felagið vil gera
álvara av sínum kvinnufótbólti. Tað
verða kvinnur, ið koma at manna
nevndina, so tær tann vegin eisini
kunnu fáa størri ávirkan og gera
seg galdandi í hesum parti av
felagsarbeiðinum.
Vil royna nakað annað
Eftir tvey ár sum venjari á Skála, skiftir Ingun Hansen nú til Víking, har hon sum venjari eisini kemur
at samstarva nógv við nýggju kvinnunevndina
Mynd: FSF
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Brókaleysur á Anfield
At tað sanniliga ikki var dagurin hjá Tottenham, tá liðið í
farnu viku spældi útidyst ímóti Liverpool, undirstrikar henda
søgan: Sebastian Bassong skuldi skiftast inn í seinna
hálvleiki, men var um reppið at fara brókaleysur á vøllin.
Hann fekk lænt okkurt at fara í, men heldur ikki á vøllinum
gekk alt eftir vild, tí í yvirtíðini gjørdi hann brotsspark, so
Liverpool kundi tryggjað sær 2-0 sigurin.