Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 25. januar 2010 33 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 25. januar. Pálsmessa. Verður hildin til minnis um um vending Paulusar á leiðini til Damaskus í árinum 36. Á pálsmessu koma súlan og lomvigin at landi. Súlu dagurin er hátíðardagur í Mykinesi, og í eldri tíðum varð dansað har henda dagin . Erlendur biskupur var bisp vígdur hendan dagin í 1269. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Merkisdagar 60 ára føðingardagur Mánadagin 25. jan. fylti Jóna Borg Dahl, í vági, 60 ár. Dagurin verður hildin í Billardhúsinum leygardagin 30. jan. frá kl. 13 til 17, har øll eru vælkomin. 80 ára føðingardagur 1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður av Eiði, 80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá dótturini í Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17. 90 ára føðingardagur Hósdagin 28. jan. fyllir Eigil Gunnarsson í Havn 90 ár. Føðingardagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsmanna­ felagnum, J. H. Schrøtersgøta. 9, frá kl. 16­20, har øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Sunnudagin 31. jan. fyllir Anna Louisa Jacobsen í Skálafirði 90 ár. Dagurin verður hildin í Kelduni í Skálafirði frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin! Silvurbrúdleyp Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni í Skálafirði týskvøldið 2. feb. frá kl.18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 29. jan. hava Ingibjørg og Olfert Debes á Oyri gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familju, leygardagin 30. jan. Gullbrúdleyp Leygardagin 30. jan. hava hjúnini Anny og Pole Klein, Vestmanna, gullbrúdleyp. Tey, ið vilja heilsa uppá gullbrúðarparið, eru vælkomin millum kl. 11 og 15 til morgunmat í kaffistovuni inni á Fjørð. Gullbrúdleyp 31. jan. hava hjúnuni Sonja og Hans Olaf Andersen í Lopra gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 5. feb. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tá Danair rutuflog farið úr Danmark skuldi lenda á flog vøllinum á Vágum 25. januar 1975 vildi so illa til, at flogfarið ikki fekk steðg­ að vegna hálku á flog breyt­ ini. Flogskiparin varnaðist ikki, at breytin var hál, fyrr enn flogfarið nærkaðist end an um á flogbreytini. Hann gjørdi tí av at snara í bakborð út av vøllinum og niðan í hagan. Flogfarið steðgaði einar 25 metrar frá breytini. Skaðin var so stór­ ur, at flogfarið varð ikki sett í stand aftur. Eingin mans­ skaði hendi av óhappinum. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1975 Leygardagin 25. januar 1975 skrivar Sosialurin um at ætlanin er at stovna eitt felag, sum skal standa fyri bygging av eini skipasmiðju og sleipistøð í Sunda komm unu. Tað er Jógvan Olsen, skipasmiður í Klaks­ vík, sum saman við Jaspuri Kruse og fleiri á Eiði, sum arbeiða við hesum ætlanum. Tað eru tvey pláss í Sunda kommunu at velja ímillum. Annað er við Norðskála og hitt er á Oyrarbakka. Í sambandi við at nýtt útvarpshús skal byggjast, saknar Johan Mortensen, tíðindamaður, eitt kjak um útvarpið. Hann skrivar, at tað er at vóna, nú vit fáa nýtt útvarpshús, at út varps­ myndugleikarnir gera sítt til, at framstig verða gjørd, og at útvarpið verður meira tíðarhóskandi. Útvarpið sendi tá bert um morgunin, á middegi og á kvøldið til umleið kl. 20. Blaðið skrivar eisini, at upptøkurnar av Føroya film inum Rannvá verða lidnar næsta týsdag. Filmur­ in, sum verður liðugur í mars, hevur eina spælitíð upp á tveir tímar við før­ oyskari talu og tónleiki eftir Sibelius. Nøkur av teimum leikandi eru: Finnur Johan­ sen, Elin Mouritsen, Guðrið H. Nielsen, Jørleif Kúrberg, Róland Samuelsen, Mortan Carlsen, Anna Maria Peter­ sen, Hanna Joensen, Fraser Eysturoy, Asger Ásgeirs­ dóttir, Heri Haraldsen, Noomi Jul, Eydna Joensen, Fanny í Dali og Flóvin Jacobsen. Á forsíðuni stendur at Spesialskúlin, sum verður bygdur á Frælsinum, verð ur liðugur fyrst í komandi ári. Á myndini eru Elin Mouritsen og Finnur Johansen í leiklutinum sum Rannvá og pápi hennara Tórur Fyri 35 árum síðan Rutuflogfarið út av breytini í 1975