Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 tíðindi Nr. 16 - 25. januar 2010 Nú Nónhamar og Fjalshamar skjótt eru klárir at loysa, er tað ein fegin Kristian Martin Rasmussen, reiðari, sum ásannar, at felagið nú hevur rokkið sínum enda ­ máli at verða við til at tryggja ráfiska­ grundarlagið undir Kósavirkinum SkipaSøla Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Partafelagið Vár í Vest­ manna, sum Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen eiga, hevur nú keypt ísfiskatrolararnar, Nónhamar og Fjalshamar frá partafelagnum Christiani í Grótinum í Klaksvík. Leingi hevur verið upp á tal, at partafelagið í Vest­ manna skuldi keypa trol ar­ arnar, sum felagið í Klaks­ vík keypti frá Føroya Banka í fjør. Partafelagið Vár eigur eisini ísfiskatrolararnar, Norna gest og Kolumbus, sum eru lagdir. Skipini eiga hundrað og nakrar og fjøruti fiskidagar, sum vestmenn­ ingar hava søkt Fiski mála­ ráðið um at flyta yvir á Nónhamar og Fjalshamar. Bíðað hevur verið eftir svari úr Fiskimálaráðnum, men nú hevur felagið í Vestmanna munnliga fingið at vita, at hetta er í lagi. Kristian Martin Rasmus­ sen, reiðari í Klaksvík, sig­ ur, at teir enn ikki hava sæð skrivliga svarið, men teir ganga út frá, at øll viður­ skifti nú eru í lagi. Hann sigur, at menn nú eru umborð á Nónhamri og Fjalshamri og rigga til, og væntandi verða skipini klár at loysa um stutta tíð. Fegin maður Kristian Martin Rasmussen sigur, at skipini eru seld partafelagnum Vár í Vest­ manna við teirri treyt, at veið an verður landað til Kósavirkið í Klaksvík. – Tað eru tríggir partar, sum eru við í hesi avtalu – felagið hjá okkum, Kósa­ virkið og partafelagið Vár. Avtalan er, at Nónhamar og Fjalshamar skulu landa til Kósavirkið, sum kemur at rinda marknaðarprís fyri veiðina. Kristian Martin Ras mus­ sen sigur seg fegnast um, at tey fýra skipini, sum felagið keypti frá Føroya Banka í fjør, nú verða við til at tryggja ráfiskagrundarlagið undir Kósavirkinum. Hinir báðir ísfiskatrol­ ararnir, sum felagið í Klaks­ vík framvegis eigur og rek­ ur, eru Safir og Smaragd, og teir landa eisini til Kósa­ virkið. Zelaya úr Honduras Manuel Zelaya, sum bleiv koyrdur úr forsetaembætinum í miðamerikanska landinum Honduras seinasta summar, fekk um vikuskiftið loyvi at fara av landinum. Zelaya varð koyrdur av landinum, tá hann bleiv koyrdur frá, men hann slapp aftur til Honduras fyri fýra mánaðum síðani. Hesa tíðina hevur hann verið á brasilsku sendistovuni, men í gjár varð kunngjørt, at stjórnin í Dominikanska Lýðveldinum hevur játtað honum, húski hansara og nøkrum starvsfólkum hansara innferðar­ og uppihaldsloyvi. Honduras fekk nýggjan forseta í oktober. Ræstkjøt á Hotel Hafnia Komandi leygarkvøld skipar Hotel Hafnia fyri ræstkjøtsveitslu. Tað verða bert føroyskar rávørur á skránni hetta kvøldið við kjøti av Stóru Dímun, Skælingi, úr Fámjin og Streymnesi. Føroyskar røtur og føroyskar rabarbur verða eisini á matarlepanum. Borðreitt verður við m. a. súltað­ um røstum kjøti, ræstari súpan, kókaðum og steiktum røstum kjøti. Eisini verður ein smakkur av turrum og feskum kjøti. Omaná verða ymisk rabarbu bland. Til borðhaldið verður felagssangur, har Hans Pauli Larsen og John Johansen undirhalda við harmoniku og gittara. Eisini fara Annika Waag og Petur Petersen frá Føroya Bjór at greiða frá um drykki­ vørurnar. Aftan á borðhaldið verður dansur har Sámal Ravnsfjall, Kolbein Simonsen og Ronnie Nielsen spæla. Kristian Martin rokkið sínum endamáli Í løtuni verða ísfiskatrol­ ararnir Nónhamar (mynd) og Fjalshamar gjørdir klárir, og tá teir eru komnir í vinnu, fara teir at landa veiðina til Kósavirkið í Klaksvík Mynd: Vilmund Jacobsen Á samkomu á Eyst­ ur oyar Røktar­ og Ellis heimi seinasta fríggjadag handaði Lions Eysturoy tvær lyftir sum gávu til heim ið. Tord ur J. Niclasen, fyristøðu­ maður, takkaði fyri, at lionsfelagið enn einaferð hevur víst gávumildni mót­ vegis heiminum. – Stórfingnað gávan kemur sera væl við og fer at verða mongum at gagni, segði fyri­ støðumaðurin Gáva Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag handaði Lions Eysturoy tvær lyftir sum gávu til Eysturoyar Røktar­ og Ellisheim í Runa vík. Tað var Harley Joensen, virkandi formaður í felagnum, sum handaði lyftirnar. Harley Joensen sigur, at tað var Røktar­og Ellis­ heimið, sum vendi sær til Lionsfelagið og spurdi, um tey høvdu møguleikan at hjálpa teimum at útvega hesar lyftir, sum skulu brúkast til at lyfta tey gomlu við. Hvør lyfta kostar umleið 13.000 krónur, umframt kostnaðin av seðlunum, sum hoyra til hvørja lyftu. Aftur í søguna Tað var fyristøðumaðurin á Eysturoyar Røktar­ og Ellis heimi, Tordur J. Nicla­ sen, sum tók ímóti stór­ fingnu gávuni. Í síni takkarrøðu mintist hann aftur á søguliga dagin, tá Lions Eysturoy sá dagsins ljós hin 8. desember í 1969, og tá felagið sum eitt tað fyrsta setti sær fyri at stuðla ætlanini at byggja Røktar­ og Ellisheim í Runavík – Hetta gjørdist eisini sjón fyri søgn, tá lions­ felagið nøkur ár seinni handaði stórfingna peninga­ gávu, ið gjørdist eitt muna­ gott íkast til, at Røktar­og Ellisheimið í Runavík gjørd ist veruleiki. Tordur J. Niclasen takkaði eisini Lions Eysturoy fyri, at felagið enn einaferð hevði víst gávumildni mót­ vegis heiminum og legði dent á, at henda stórfingna gáva kemur sera væl við og fer at verða mongum at gagni, sum hann tók til. Eftir handanina av lyft­ unum varð borðreitt við kaffi og onkrum leskiligum afturvið. Vælgerandi stuðul Í Føroyum eru fimm Lions­ feløg, sum øll virka fyri vælgerandi endamálum. Harley Joensen sigur við Sosialin, at feløgini verða rikin við tí limagjaldi, sum tey fáa, og síðan fer alt, sum savnað verður við ymisk um tiltøkum, óskert til vælgerandi endamál. – Okkara felag hevur giv­ ið fleiri av eldrasambýlum í Eysturoy lyftir, og vit hava eisini latið barnadeildini á Landssjúkrahúsinum leiku­ toy, sigur virkandi formað­ urin í Lionsfelagnum í Eysturoy. Nú Reyði Krossur savnar inn pening til Haiti, hava føroysku Lionsfeløgini í felag latið 25.000 krónur til hjálpararbeiði har. Lions Eysturoy læt lyftir til tey gomlu í Runavík Myndin er tikin, tá umboð fyri Lions Eysturoy fríggjadagin handaði tvær lyftir til Røktar­og Ellisheimið í Runavík. Tað er Harley Joensen, virkandi formaður í felagnum, sum handar Tordi J. Niclasen, lyftirnar