Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 25. januar 2010 35 Kári við Stein heldur, at nú kann roknast við, at fleiri hálvir føroyingar verða staðfestir í Grønlandi 13. januar Í dag er hvassur vindur av norði og nógv jarðrok. Akamalik kom inn í kvøld at landa. Teir hava fulla last henda túrin. Teir hava verið heilt norðuri á 72 stigum og roynt. 14. januar Akamalik loysti nýggjan túr í dag. 19. januar Í dag eru – 17 stig lot av norði. Frætt er frá Ocean Tiger, sum roynir á Bill Ilebank saman við Atlantic Enterprice og Ocean Prawns. Fiskaríið var í lagi hjá teimum. Teir vóru á síðsta tóginum nú, og teir hava gott 370 tons inni. Teir fara at sigla so skjótt sum trolið er á borði. Teir hava um 400 fjórðingar til Harbour Grace. Teir skulla gera ein túr afturat í kanadiskum sjógvi. So fara teir til Ísland at landa og til eftirsýn. Aftaná fara teir Eysturgrønlands at royna. Ocean Tiger hevði eitt gott ár í fjør. Teir avreiddu fyri 86 mill, og í miðal var prísurin 14,73 pr kilo. Poara Amaroq, Polar Natoralik og Polar Qaasiut eru allir í Eysturgrønlandi og royna. Fiskaríið hevur veri í lagi hjá teimum. Polat Qaasiut mátti inn til Hafnafjørð við maskintrupulleikum. Í Vesturgrønlandi hevur verið vánaligt fiskarí og veðrið tað sama. Qaqqatsiaq var inni i Nuuk og landaði um hálva last Artic Viking, sum er á Flemish Cap, hevur brúkbart fiskarí. Men har er so stór alda hjá teimum og ongin ísur, sum teir kunna goyma seg aftanfyri. Regina C er eisini har og roynir. Grønlandstíðindi Kári við Stein Nú skulu duldir pápar undan kavi Tann 27. januar fer Annika Hoydal á pall á Teatret ved Sorte Hest í Keypmannahvan, har hon so mangan hevur spælt sjónleik LeikList Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Lítla, hugnaliga leikhúsið verður karmur um eitt kvøld, har Annika einsamøll á palli syngur, lesur og sigur frá, og alt tilfarið hevur føroyska rót. Tiltakið verður á Teatret ved Sorte Hest tann 27. januar klokkan 20:00. Í hugnaliga umhvørvinum í intima og cafékenda leikhúsinum er møguleiki at keypa sær okkurt leskiligt. Annika hevur fingið høvi at læna Teatret ved Sorte Hest á Vest er brogade 150, og er sjálv fyri reikari, og hevur ein hug at ogna sær atgongumerki, ber til at ringja til Teatret ved Sorte Hest á 3331 0606 millum klokkan 10:00 og 16:00. Børnini skulu kenna sínar pápar Landstingið hjá okkum er við at góðtaka eina nýggj lóg, sum ásetur at øll børn sum eru fødd uttan fyri hjúnalag aftaná 1963 skula vita, hvør pápin er. Tað kann tí væl henda, at onkur føroyskur fiskimaður frá hesi tíðini fær bræv úr Grønlandi í næstum! Føroyakvøld á Teatret ved Sorte Hest við Anniku Hoydal