mánadagur 25. januar 2010síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 25. januar 2010
43
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Tíðindaleiðarin í
Kringvarpinum er hóttur
av uppsøgn, og hevur
verið á forsíðunum av
føroysku bløðunum. Hann
er endaður í stríði millum
starvsfólk, stjóra og stýri, og
hann var ímillum gestirnar í
Hvonn Live leygarkvøldið
HVONNLIVE
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Hvussu kennist tað, at journal
ist ur in alt fyri eitt gerst søgan?
Tað er nakað lort. Journalistar
eiga at skriva søgurnar, ikki verða
søgan.
Ekstra Blaðið plagar at siga »vel
kommen på forsiden«. Hvussu
kennist tað at verða á forsíðunum?
Tað er stuttligari at skriva, enn
sjálvur at enda um søgan.
Journalisturin eigur at leggja navn
til tær góðu søgurnar, ikki sjálvur
verða søgan. Tað hevur ikki verið
hugaligt.
Tú hevur fingist nógv við
kritiskan journalistikk. Hvussu
hevur tær dámt tað?
Tað er ótrúliga spennandi. Tær
løtur nar man sleppur at gera
kritiskan journ al istikk, ger alt tað
vert.
Ber tað til at gera kritiskan jour
nal istikk í einum so lítlum
samfelagið sum Føroyar?
Sjálvandi. Tað ber væl til í einum
lítl um samfelag, sjálvt um vit øll
ken na hvønn annan og hittast á
gøtu num. Men ger journalisturin
sítt hand v erk ordiligt, og hevur
umstøður til tað, so ber tað væl til.
Er tað ikki skjótt, at keldurnar
torna?
Um fólk verða rættvíst viðfarin, so
torna tær heldur ikki.
Er tað eingin, sum hevur
reagerað negativt upp á kritikk?
Í løtuni. Vit eru øll menniskju, og
vit reagera í einari heitari løtu.
Men so fer tað eisini bara framvið
aftaná.
Er tað ofta, at journalisturin
verður skotin?
Ja. Aftur tað, at tað er eitt lítið
samfelag, og vit síggjast tí altíð
aftur. Um journalisturin hevur
gjørt eina kritiska søgu, so verður
tað mangan ikki tosað um søguna,
men heldur um okkurt, sum
journalisturin hevur gjørt í øðrum
sambandi. Tað er eisini at skjóta
journalistin.
Hvussu hevur tú tað við tí
trýstinum?
Tað er eitt arbeiði eins og alt
annað, so tað er ein partur av tí.
Tað einasta ringa er, at um man
ikki hevur gjørt sítt handverk
ordiligt, og hevur sett onkran í
ringa støðu av órøttum, so er tað
ótrúliga keðiligt.
Hvussu sært tú støðuna við
kritiskum journalistikki í
Føroyum?
Eg haldi, tað er alt ov lítið av tí.
Tað er eitt ávaringartekin, sum vit
mugu taka í størsta álvara í øllum
miðlunum. Fjølmiðlar uttan
kritiskan journalistikk er ein
ræðumynd.
Hvat er orsøkin til, at tað er ov
lítið av kritiskum journalistikki?
Tað kann verða so nógv. Millum
annað raðfestingar, fíggjarligar
umstøður o.s.fr. Vit hava øll eina
viftu av tilboðum, men tað skal
raðfestast. Tað er nógvir
dugnaligir journalistar í øllum
miðlunum, so í so máta eru vit ikki
illa fyri.
Hvønn týdning hevur tað at
hava kritiskan journalistikk í
Føroyum?
Týdningurin kann næstan ikki
mátast. Vit mugu hava kritiskan
journalistikk í øllum viðurskiftum.
Verður tað ikki sett spurnartekin,
ella givið mótspæl, so fara vit
lallandi út eftir gøtuni, og eingin
veit, hvar vit enda. Tí er tað
alneyðugt at hava kritiskar
journalistar, sum tora at seta røttu
spurningar til røttu tíð.
Taka vit málið hjá Rósu Samuelsen
sum dømi, so hevði kritiskur
journalistikkur verið, at tikið
málið upp í fjør, tá ið fíggjarlógin
var til viðgerðar. Tað einasta vit
gera nú, er at referera frá
málinum.
Hvat heldur tú er orsøkin til, at
fjølmiðlarnir ikki varnast hetta
mál fyrr enn nú?
Tað kunnu verða fleiri orsøkir. Alt
frá manglandi resursum til
manglandi yvirblik og raðfesting.
Eg veit, at í Kringvarpinum hevur
okkara viðgerð av fíggjarlógini
verið alt ov vánalig, og tað er
eisini galdandi fyri privatu
miðlarnar. Men man roynir eftir
førimuni, og trupulleikin er
kanska, at man ikki fer inn og
raðfestir og sigur, hvat er
týdningarmikið.
Tú ert tíðindaleiðari í
Kringvarpinum, og hví hevur tú
so ikki raðfest øðrvísi?
Góður spurningur. Har skal eg
kanska bara fleingja meg sjálvan,
tí tað er ikki gott nokk. Vit mugu
bara taka í egnan barm, tí tað er
neyðugt at gera tað betri. Vit mugu
eisini skapa umstøðurnar til at
gera tað betri.
Er ein kritiskur journalistur av
sær sjálvum ein góður leiðari?
Eg kenni fleiri journalistar, sum
alt ikki høvdu viljað verið leiðari.
Men man má tíma, vilja og hava
dirvi til tað, og samstundis verða
trúfastur móti sínum journalistikki.
Og sjálvandi skapa umstøður
soleiðis, at tú fært ført tín
journalistikk víðari til hini
starvsfólkini.
Hvussu hevur tú trivist í
starvinum sum tíðindaleiðari í
Kringvarpinum?
Ja, nú fekk eg ikki so nógva tíð at
royna tað. Eg hevði bara verið
leiðari í 15 mánaðir, tá ið eg fekk
tað vælsignaða ætlanarskrivið um
uppsøgn, sum so nógv hevur verið
tosað um. Men eg trívist væl, og
hevði annars eitt gott starv á Rás2,
áðrenn eg søkti í Kringvarpið. Eg
vil hetta starvið, tað var eisini tí
eg søkti. Men tað er strævið og
hevur nógvar avbjóðingar eisini.
Tú hevur ikki verið nógv at
hoyrt í útvarpi síðani tú gjørdist
tíðindaleiðar. Saknar tú ikki
tann partin?
Givið er tað, at fært tú
journalistikk inn í blóðið einaferð,
so er tað altíð har. Tað trúgvi eg,
at øll, sum hava roynt tað, kunnu
nikka ja til. So sjálvandi sakni eg
tað, men tað er eisini spennandi at
forma redaktiónirnar fram ímóti
týdningarmiklum tingum.
Skal ein kritiskur journalistur
taka sær av vaktarskemaðum og
játtanum?
Eg trúgvi ikki at nakar søkir eitt
leiðarastarv fyri at gera
vaktarskema. Tað er eitt amboð í
gerandisdegnum, men man má
ansa eftir ikki at drukna í
vaktarskemaum.
Hvussu kendist tað, tá ið tú fekk
at vita, at ætlanin var at siga teg
úr starvi?
Tað kann kanska samanberast við,
um eg tók tína mikrofon beint nú.
Tú hevði allarhelst mist fótafestið
eina løtu, síðani blivin ørkymlað
og ill og at enda hevði tú roynt at
fingið mikrofonina aftur. Tað er
soleiðis eg havi tað.
Høvuðsákæran er, at tú ikki
hevur hildið játtanina fyri 2009.
Hevur tú ikki dugað nóg væl við
tí fíggjarliga partinum?
Tað kann altíð gerast betri. Tað,
sum hendi í 2009 var, at nógvar
sparingar vóru í Kringvarpinum,
samstundis sum fleiri nýggjar
deildir vóru settar á stovn. Og
aftrat hesum so má sigast, at
tíðindi henda ikki bara millum 08
og 16. Men eg havi roynt at gera
alt eftir besta førimuni.
Sum tíðindaleiðari er tað ikki tín
uppgáva at siga nei til ymsar
søgur, tí tað fíggjarliga ikki kann
loysa seg?
Jú, tað geri eg sanniliga eisini
hvønn dag. Hvønn dag noyðast vit
at velja frá. Tað er ótrúliga
keðiligt at vita, at ein góð søga er
har úti, sum vit ikki røkka.
Er tað nakað serligt mál, sum tú
heldur ikki hevur verið nóg væl
lýst?
Ja, eitt nú fíggjarlógin, málið um
Skálaberg og so framvegis. Og eg
kann nevna 50 onnur líknandi mál,
sum ikki hava verið nóg væl
dekkað.
Hvussu hevur tú merkt stríðið
millum teg og Anniku Mittún
Jacobsen?
Eg veit ikki. Tað er bara ein støða,
sum er sum hon er. Eg taki tað
bara við á vegnum. Summi ting
endar man bara í uttan at vita tað,
og tá tekur man tað bara har frá.
Tað er ikki óvanligt, at ósemjur
eru millum starvsfólk og stjóra.
Men hevur hetta kanska verið
øðrvísi, nú málið hevur verið
alment frammi?
Tað er sjálvandi øðrvísi, tá ið man
endar í bløðunum móti sínum egna
stjóra. Men vit liva í einum
fjølmiðlaheimi, og Kringvarpið er
ein stovnur, sum allir føroyingar
eiga, gjalda til og hava áhuga fyri,
so tað er kanska bara ein partur
av starvinum at enda í bløðunum.
Væntar tú, at tú sleppur at
halda fram sum tíðindaleiðari?
Tað er eg ikki einsamallur um at
taka avgerð um, men eg søkti
starvið, tí eg vil hava tað. Hevði
eg onga vón um at halda fram í
starvinum, so var eg allarhelst
onkra aðrastaðni nú.
Heldur tú, at tey 17 starvsfólkini
á tíðindadeildini, sum alment
hava boðað frá, at tey stuðla tær,
fara at hava eina ávirkan á
málið?
Tað vóni eg. Tað er í øllum førum
ikki gott, um ein leiðsla ikki lurtar
eftir einum so stórum fakbólki. Eg
skal ikki blanda meg, men eg haldi
hatta er ein bólkur av fólki við
sterkum meiningum sum tosa, og
tað eigur leiðslan at lurta eftir.
Um tú ikki kann halda fram,
hvat so?
Eg veit ikki. Men eg eri bara 32 ár,
so verðin gongur ikki undir, um eg
ikki sleppi at halda fram. Men eg
ætli mær at stríðast fyri tí.
Fjølmiðlar uttan kritiskan
journalistikk er ein ræðumynd