Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-25, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. januar 2010síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 16 - 25. januar 2010 tíðindi – Nei, tað sær ikki serliga bjart út. Men eg havi kortini eina vón um, at bygdin aftur fer at vaksa og mennast, sigur Sanna Andreasen av Selatrað Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Selatrað: Tað eru neyvan øll í bygdini sum minnast, nær seinastu sethúsini vórðu bygd. Sanna og maðurin bygdu her fyri 29 árum síðani, men seinastu 24 árini er einki nýtt sethús bygt. Onkur hevur keypt sær gomul hús í bygdini og hevur umvælt tey. Men tað er rárasta hending at hoyra hamarsløg frá fólki, ið vilja byggja nýtt á Selatrað. Ikki tí, - vón er fyri framm an. Sjóvar kommuna, og sum Selatrað er partur av, játtaði í fjør einum manni úr bygdini eitt grund- øki. – Eg veit ikki nær tey fara at byggja, men eg vóni at tað verður skjótt, sigur Sanna Andreasen. Í øllum førum kann stað- festast, at Selatrað tørvar at fólk seta búgv her. Seinastu 25 árini, og serliga seinastu 4 árini, hevur bara gingið skeiva vegin við fólka talin- um. Stór bygd Fólkatalið á Selatrað hevur verið rættiliga skiftandi tey seinastu 25 árini. Hyggja vit eftir fólka- talinum fyri 25 árum síðani, so búðu 41 mannfólk og 35 konufólk í bygdini – 76 til- saman. Hetta vóru uppgangstíðir í Føroyum, og sást tað eisini aftur í fólkatalinum í lítlu og fjarskotnu bygdini, sum liggur 9 kilometrar frá næstu stóru bygd. Næstu 3-4 árini løgdust 10 fólk aftrat talinum av Selatraðfólki. Men so fór altso at ganga hinvegin. Bert seks ár seinni var fólkatalið aftur á 76, og síð- ani tá er tað bara minkað ár undan ári, til tey 52 fólkini tað er í dag. Hagtøl frá Hagstovuni vísa, at seinastu fýra árini eru talið lækkað við ikki færri enn 10! Um vit í sama viðfangi hyggja eftir árinum í fjør, so vóru tey 55 við ársbyrjan. Í januar mánaði flutti eitt fólk til aðra føroyska bygd, meðan ein flutti aftur higar í mars mánaði. Men í august mánaði fluttu trý og í no - vember mánaði tvey, so - leiðis at tey við ársbyrjan 2010 vóru 52 í tali, sum er lægsta talið seinastu 25 árini. Sanna vísir á, at her í bygd ini hava nógvar rætti- liga barnaríkar familjur búð áður, við bæði 10 og 12 børn um, men so er ikki í dag. Tað er helst so sum Sanna vísir á, at nú búgva bara 1 ella 2 teirra eftir í bygdini: – Høvdu øll hesi, ella bert helvtin ella fjórðingurin av hesum børnum búð her í dag, so hevði bygdin verið rættiliga stór! Fýra familjur eftir Ein av stóru orsøkunum til hesa fólkaflytingina ikki bert úr Selatrað, men eisini øðrum føroyskum smá- pláss um, er uttan iva, at bygdin ikki hevur so nógv at bjóða sínum íbúgvum. Áður kravdi ein ikki tað sama, eins og fólk gera í dag. Veruleikin er hann, at fáa fólk ikki tað tey hava brúk fyri á einum staði, so fara tey bara aðrastaðni. Og tað er júst tað sum er hent her á Selatrað. At so nógv fólk eru flutt úr bygdini, er ikki farið ómerkt aftur við borðinum hjá íbúgvunum ella hjá Sannu sjálvari: At tey gomlu fara higani av foldum, er sjálvsagt. Best hevði sjálvandi verið, um tað komu ung fólk aftur í bygdina, men tað er júst hetta sum ikki hendir. – Og so eru tað vit eftir, – vit sum eru soleiðis mitt ímillum í aldri. Vit eru bara fýra familjur eftir sum eru í hesum aldrinum. Ja, tú sært hvønn veg tað ber. Eg má bara siga sum er, at tað er sera depri mer- andi soleiðis sum støðan er vorðin í dag, slær Sanna fast. Broyting til tað betra Sanna Andreasen er sjálv- andi hørm um, at støðan er vorðin soleiðis sum hon nú einaferð er. Hóast støðan í mangar mátar er deprimerandi og kann tykjast vónleys, hevur hon ikki mist vónina um at heimstað hennara aftur fer at mennast. Men tað fer at krevja eina ávísa loysn – gott vegasamband. Sanna var í samrøðu við Sosialin í farnu viku inni á, at tey ynskja sær ein betri veg, kortini ikki ein motor- veg. Hetta er eitt mál, sum bæði hon og bygdarfólkið síggja týdningin av. – Fyri meg er eingin ivi um, at her verður eingin broyting til tað betra, so leingi sum vegasambandið ikki er nóg gott. – Um vegurin verður gjørd ur til nútíðina, er eing- in trupulleiki, slær hon fast. – Og kemur so undir- sjóvartunnilin á Strendur, er ikki óhugsandi at fólk fara at flyta higar. Tað verður kanska ikki so nógv fólk av Strondum sum gera tað, men óhugsandi er ikki, at fólk úr øðrum støð- um kring oyggjarnar kunnu gera tað. Hetta fer kanska at økja aftur um talið av fólki, so leiðis at tey gerast fleiri enn 30 mannfólk og 26 konu fólk, sum tað var eitt skifti í fjør. – Ja, tað hevði verið gott við fleiri fólkum her, sigur Sanna, sum í mangar mátar hevur “lagt seg í selarnar” fyri at menna heimstað sítt. Vón í vónloysinum fyri ” Tað eru kanska vit eldru sum skulu út at sparka bólt ” Tað er nóg mikið av “svørtum” húsum í bygdini ” Kemur so undirsjóvartunnilin á Strendur, er ikki óhugsandi at fólk fara at flyta higar Gróðarlíkindini fyri at Selatrað kann fara at vaksa aftur, eru til staðar. – Vit vóna bara, at fólk fáa eyguni upp fyri, hvussu vøkur henda bygdin er, sigur Sanna Andreasen, bygdaráðslimur av Selatrað Mynd: Jens Kristian Vang