týsdagur 26. januar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 17 - 26. januar 2010
Minni spenningur
Eftir naggatódn í meiri enn eitt ár er líkt til, at viðurskiftini
millum Kina og Tibet eru farin at batna. Støðan hevur verið
rættiliga spent, og í fjør segði andaligi leiðarin hjá tibetan
unum, Dalai Lama, at hansara landsmenn hava upplivað
helviti á jørðini. Men nú sigur ein talsmaður hjá Dalai Lama
við BBC, at tekin er um, at tann kinesiska stjórnin hevur
endurskoðað sína støðu mótvegis Tibet. Eitt nú eru umboð
úr Tibet og eitt umboð fyri tann útlagna Dalai Lama júst nú í
Beijing og tosa við myndugleikarnar har. Fólkið í Tibert
krevur størri sjálvræði, men higartil hevur Kina víst tí
kravinum aftur.
Í neyð av regni
Í Peru máttu myndugleikarnir senda bjargingarlið at
hjálpa ferðafólki, sum vóru komin í neyð orsakað av
áhaldandi regni, sum elvdi til fleiri skriðulop. Á vegnum
millum býin Cuzco og ferðamannastaðið Marchu Picchu
vóru næstan 2.000 ferðafólk, sum máttu fáa hjálp til at
sleppa burtur haðani, tí ein skriða hevði stongt vegin.
Innanríkisráðharrin segði í morgun, at stjórnin hevði gjørt
av at senda herin at hjálpa bjargingarliðunum. Sambært
myndugleikunum kravdi eitt skriðulop tvey mannalív.
Orsøkin til, at
prísirnir á hýsu hava
verið betri seinastu
dagarnar, enn teir
annars hava verið í
seinastuni, er ikki, at
boykottið hjá bretsku
handilsketunum av
virkaðari hýsu undan
Føroyum er av
Boykott
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri var nógv frammi
um, at hýsa undan Føroyum
ikki kann virkast til útflutn
ings og seljast í Bretlandi,
tí bretsku handilsketurnar
vilja ikki hava føroyska
hýsu í sínum vøruútboði.
Orsøkin er, siga handils
keturnar, at hýsuveiða undir
Føroyum ikki verður mett
at vera burðardygg.
Føroyski hýsumarknað
urin er í Bretlandi, og tá
handilsketurnar ikki vilja
keypa, er øll hýsan undan
Føroyum í longri tíð farin
óvirkað av landinum til
smákeyparar í Bretlandi.
Seinastu dagarnar hava
prísirnir fyri hýsu á Fiska
marknaði Føroya tó verið
væl betri, enn teir annars
hava verið leingi.
Hetta hevur fingið fólk at
spyrja seg sjálvi, um orsøk
in er, at bretsku handils
keturnar havt slept sínum
boykotti av virkaðari hýsu
undan Føroyum.
Men so er ikki, sigur
stjórin á Fiskamarknaði
Føroya,
Jens
Christian
Olsen, við Rás2.
Feskari fiskur
Stjórin vísir á, at tað eru
somu keyparar, sum hava
keypt føroyska hýsu sein
astu dagarnar, sum hava lig
ið fram við á marknaðinum
leingi.
Jens
Christian
Olsen
sigur, at talan er ikki um, at
føroysk virkir nú aftur hava
keypt hýsu til virkingar í
Føroyum.
Hann sigur, at orsøkin til,
at hýsuprísirnir hava verið
betri á marknaðinum sein
astu dagarnar, er, at hetta
hevur verið rættiliga feskur
fiskur, sum útróðrarbátar
og línubátar hava landað.
Stórin á Fiskamarknaði
Føroya sigur, at onkur
línubátur, sum hevur gjørt
stuttan túr, hevur verið inni,
og haraftrat er talan um
daggamlan
útrórðarfisk,
sum seldur er á uppboði
seinastu dagarnar.
Føroysk hýsa fer fram
vegis óvirkað av landinum,
staðfestir Jens Christian
Olsen.
Miðalprísurin fyri øll
fiskasløgini saman
lagt á Fiskamarknaði
Føroya í gjár var 13,04
krónur fyri kilo
Fiskaprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskamarknaður
Føroya
seldi í gjár tilsamans 186
tons á uppboði fyri góðar
2,4 miljónir krónur. Miðal
prísurin fyri øll fiskasløgini
samanlagt var 13,04 krónur
fyri kilo.
Av hesum 186 tonsunum
vóru 111 tons toskur, harav
nógv tær størstu nøgdirnar
vóru av toski 3 og toski 4.
Miðalprísurin fyri tosk 3
var 16,30 krónur, og miðal
prísurin fyri tosk 4 var
10,61 krónur fyri kilo.
Næst størstu nøgdirnar
vóru av hýsu. Her var
serliga talan um hýsu 2,
sum fekk miðalprísin 12,09
krónur fyri kilo.
Tilsamans 56 tons av
hýsu vórðu seld á markn
aðinum í gjár. Lægsti miðal
prísurin var 6,26 krónur
fyri kilo.
Miðalprísurin fyri longu
var omanfyri 13 krónur fyri
kilo. Prísirnir fyri brosmu
lógu úr 3,57 upp í góðar 10
krónur fyri kilo.
Hýsa fer framvegis
óvirkað av landinum
Hýsa undan Føroyum kemur framvegis ikki til virkingar á føroyskum fiskavirkjum, og boykottið
hjá bretsku handilsketunum heldur fram
186 tons fyri 2,4 miljónir krónur
Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya
man sjáldan hava verið hægri, enn hann
var í morgun, tá serliga havtaska varð í
útboði
Fiskaprísur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 20
tons á uppboði.
Tá hugt verður eftir miðalprísinum fyri øll fiska
sløgini, var hann út við 30 krónur fyri kilo, og hetta
er óvanligt.
Orsøkin til góða miðalprísin er, at meginparturin
av fiskinum, sum seldur varð í morgun, er havtaska.
Av teimum 20 tonsunum, vóru 16 tons av havtasku,
sum fór fyri miðalprísin 32, 38 krónur fyri kilo.
Sølan hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun gav
tilsamans 585.000 krónur og miðalprísurin fyri øll
fiskasløgini samanlagt var 29,04 krónur.
Høgur miðalprísur á
Fiskamarknaðinum
Havtaska hevur góðan prís í løtuni.
Hetta vísti sølan á Fiskamarknaði Føroya í morgun