Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 26. januar 2010 7 Nógvar orsøkir kunnu vera til hetta, men í hesum førinum við Varðborg var tað helst trupult at fáa mann ing til skipið. Teir fisk aðu gággu eitt skifti, men skipið mátti bara leggj­ ast orsakað av at manning ikki fekst. Hjalmar Knudsen hevur roynt ymiskt innan fiski­ vinnu í sínum lívi, og hevur m.a. siglt við Enniberg, Skálaberg, Túgvusteini og Leitissteini, við línubáti og hevur eisini verið við krabba báti í Grønlandi. Nú verður ein roynd gjørd at rigga skipið aftur til fiskiskap. Og vónin hjá Hjalmari Knudsen er, at tað fer at ganga betri framyvir við veiðuni eftir gággum. Við nýggjari frystilast og øðrum umvælingum og dagføringum umborð, fer at bera til at vera longur burtur hvønn túrin. Og so vóna teir bert, at lastin kann fyll­ ast skjótt og at prísurin verð ur í lagi. Hinvegin skilst á monn­ um, at Varðborg eisini er út gjørdur til oljuvinnuna. Tí kann skipið fara í aðra vinnu, um henda royndin við gággunum ikki eydnast sum ætlað! Svørtu rúsurnar síggja ikki út av nógvum, men hetta eru tær sum skulu fylla ta stóru lastina við gággum í framtíðini Nógv arbeiði er gjørt, og nakað er eftir at gera til Varðborg kann leggja frá landi í næstum við Hjalmari Knudsen sum skipara Mynd: Jens Kristian Vang Ráðgevi Starvið sum ráðgevi hjá Føroya kommunufelag er leyst at søkja Føroya Kommunufelag er felagsskapur, sum virkar fyri áhugamálunum hjá kommununum og umboðar limirnar mótvegis landinum og útlendskum kommunufelagsskapum. Felagið umboðar 23 kommunur. Á skrivstovuni starvast formaður, skrivari, ráð­ gevi og hjálparfólk í vardum starvi. Her er eisini Agenda 21 stovan, sum felagið stendur fyri. Áhugamál kommunanna verða m.a. røkt við kjakfundum, ráðgeving, skeiðum í fyrisitingar­ ligari menning. Til hetta brúka vit undirvísarar frá felagnum og uttaní frá. Samskiftið við landsmyndugleikarnar er í høv­ uðsheitum viðvíkjandi lógar­ og kunngerðar­ arbeiði, fundarvirksemi hesum viðvíkjandi og umboðan í nevndum og bólkum, har umleið 30 sessir eru mannaðir í løtuni. Samskiftið við útlendskar felagsskapir er við vitjanum og umskiftan av upplýsingum. Stýri og starvsfólk vóru seinast á vitjan hjá norska kommunufelagnum. Føroya Kommunufelag bjóðar eitt starv við spennandi uppgávum og avbjóðingum: ráðgevi hjá formanni, stýri og limakommununum málsviðgerð orða hoyringsskriv umboða felagið í arbeiðsbólkum skeiðvirksemi og kunning aðrar tíðaravmarkaðar arbeiðsuppgávur. Føroya Kommunufelag væntar, at tú m.a. hevur: viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella aðra útbúgving og royndir, sum kunnu sammetast við hesa kunnleika til kommunal viðurskifti umsitingarligar royndir hollan kunnleika til at samskifta, bæði í skrift og talu, á føroyskum, donskum og enskum hegni til at arbeiða sjálvstøðugt, samstarva og vera másøkjandi. Setanarviðurskifti Starvið verður sett 1. mars ella skjótast gjør­ ligt. Roknast má við, at tað til tíðir verður neyðugt at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Ráðgevin hevur beinleiðis tilvísing til formannin hjá felagnum. Løn samb. avtalu. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skrivstovuna á tel.: 42 18 10 ella kontakt@fkf.fo. Les meira um virksemið hjá Føroya Kommu­ nufelag á www.fkf.fo. Umsókn Umsókn saman við prógvum, CV og viðmæl­ um skal vera Føroya Kommunufelag í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. februar 2010 kl. 13:00. Føroya Kommunufelag frammi í Gerði 1 340 Kvívík Føroya Kommunufelag samstarvar við kommunur í útnorðri í verkætlanum stuðlað av Útnorðurskránni, Norðurlanda Ráðnum og Evropusambandinum. Tvær verkætlanir eru í gongd, onnur á eldraøkinum og hin um framtíðarvónirnar hjá bygdasamfeløgum í útnorðri. Skrivstova Føroya Kommunufelags er nýliga nútímans­ gjørd og er í vøkrum náttúruumhvørvi. Arbeiðsumhvørvið er óhátíðarligt og nýmótans hentleikar eru til taks. Føroya Kommunufelag stovnaði Agenda 21 stovuna í 2004 við stuðli frá Landsstýrinum. Stovan arbeiðir fyri burðardyggari menning í øllum kommununum. Sosialurin / KvR 34 18 00