týsdagur 26. januar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 17 - 26. januar 2010
Teir hava ligið við
bryggju í eini tvey ár.
Men nú verður alt
gjørt fyri at Varðborg
skal kunna fara aftur
til fiskiskap um ikki
so langa tíð
Fiskivinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Oyri: Tað ræður um at
halda tunguni mitt í munn
inum her umborð á Varð
borg.
Allastaðni kring um í
skip inum eru menn til ar
beiðis. Og tað er ikki bert
føroyskt mál, ið tosað verð
ur umborð.
Á brúnni er skiparin
Hjalmar Knudsen av Skála
upptikin við sínum arbeiði.
Ein slíkan dag, nú tað stytt
ist til leggjast skal frá landi
aftur, er altíð nóg mikið at
takast við og hugsa um.
Hann hyggur niður av
brúnni. Hann eygleiðir ein
mann, sum millum boyur,
rúsur og annað, er í holtur
við sítt arbeiði á ovasta
dekk inum. Og fór hann
niður á verksmiðjuna ella í
maskinrúmið, hevði hann
sæð menn sum ídnir gera
arbeiðið sítt.
Líkt er til, at teir allir eru
sinnaðir at gera arbeiðið
sítt bæði skjótt og væl, so
leiðis at teirra partur ikki
skal liggja eftir.
Her verður arbeitt bæði
við flutningsbondini, frysti
lastina,
maskinuna,
á
brúnni, á verksmiðjuni og
aðra staðni umborð.
Ymisk mál
Tungumálini
umborð
á
bátinum eru ein søga fyri
seg. Hóast mong mál verða
tosað her, er ikki líkt til at
tað nervar liðugtgerðina av
Varðborg tað minsta sindr
ið.
Umboðini fyri tíðinda
tænastuna tosaðu sjálvandi
føroyskt við Skálamannin.
Men tá komið var niður á
verksmiðjuna var neyðugt
at tosa enskt við hand verk
ararnar har. Og teir tosaðu
aftur sínámillum á einum
máli úr eystara parti av
Europa.
Aðrastaðni
umborð
strídd ust nakrir mans av
Filips oyggjunum við sítt
arbeiði. Teir hava sjálvandi
sítt móðurmál at samskifta
við. Men skal ein kunna
tosa við allar menninar
sam stundis, er helst frægast
at tosa enskt.
Hinvegin skilst, at skip
arin sjálvur er rættiliga væl
fyri málsliga at tosa við
fleiri av monnunum um
borð.
Góðar vónir
Staðfestast kann, at Varð
borg hevur ligið við bryggju
í eini tvey ár.
Tað kann tykjast long tíð
fyri eitt skip og eitt reiðarí,
at eitt skip liggur bundið
við bryggju í so langa tíð.
Rigga til fyrsta gággutúrin
Svørtu rúsurnar síggja ikki út av nógvum, men hetta eru tær sum skulu fylla ta stóru lastina við gággum í framtíðini
Tveitti skógv eftir
forsetanum
Sudanska løgreglan tók í gjár ein mann, sum lat seg úr
øðrum skónum og tveitti hann eftir landsins forseta, Omar
alBeshir. Reuterstíðindastovan skrivar, at maðurin tveitti
skógvin eftir Omar alBashir beint uttan fyri
móttøkuhúsini hjá forsetanum, men hann rakti ikki. Tað er
ikki greitt, hví maðurin tveitti skógvin eftir forsetanum.
Omar alBashir hevur verið forseti í Sudan síðani 1989.
Hann hevur skrivað út val, sum verður í apríl. Tað er
fyrsta valið í Sudan í 24 ár.
Ericsson sigur upp
Svenska telefyritøkan Ericsson kunngjørdi í gjár, at
1.500 av hennara starvsfólkum verða uppsøgd.
Uppsagnirnar eru ein avleiðing av, at rakstraravlopið
er minkað í stórum. Svenska tíðindastovan TT
skrivar, at í oktoberársfjórðingi í fjør hevði Ericsson
229 milliónir krónur í avlopi samanborið við 2,8
milliardir krónur í sama ársfjórðingi í 2008. Ein
orsøk var sambært leiðsluni, at felagið hevði stórar
útreiðslur av bygnaðarbroytingum, sum kostaðu
meiri enn átta milliardir krónur. 5.000 fólk mistu
arbeiði hjá Ericsson í fjør.