týsdagur 26. januar 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 17 - 26. januar 2010
Tórshavnar kommu
na vil ikki upplýsa
for eldru m, hvørjir
dag stovn ar í kommu
nu ni eru ringast
um tókt ir. – Hetta er
ein kanning og ikki
ein kapping, sig ur
Jóan Petur Hentze,
triv nað ar stjóri, hóast
numm ar eitt, tvey og
trý í populariteti eru
nevnd ir við navni
Kanning
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í nýggjari kanning verður
upp lýst, hvørjir tríggir teir
best um tóktu dagstovnarnir
í Tórshavnar kommunu eru,
men hinir verða duldir.
– Hetta er ein kanning og
ikki ein kapping, sigur Jóan
Petur Hentze, trivnað ar
stjóri hjá Tórshavnar kom
mu nu.
Hann viðgongur tó, at tað
kann sýnast óheppið, at
trígg ir teir best umtóktu
stovn ar nir eru nevndir við
navni, tá ætlanin var, at
ong in skuldi nevnast.
– Hetta er ikki ein PISA
kann ing, har tingini verða
roknað og kannað. Hetta er
ein subjektiv vurdering,
sum foreldur og starvsfólk
hava gjørt av ymisku stovn
unum, sigur Jóan Petur
Hentze, um kanningina av
dagstovnum, sum fyritøkan
Lóður hevur gjørt fyri
Tórshavnar kom mu nu.
Kann broyta val
Í Århus kommunu, ið hevur
gjørt júst somu kanning, sum
Tórshavnar kommuna hev ur
gjørt, verða tílík skoðs mál av
stovnum al man na kunngjørd,
og for eld ur nýta millum
annað hes ar upplýsingar, tá
tey velja ein dagstovn.
Almannakunngeringin
av trimum teimum bestu
stovn unum kann hava við
sær, at foreldur velja hesar
tríggj ar stovnarnar framum
hinar, tá tey skulu velja, við
gong ur trivnaðarstjórin.
Tá hann verður spurdur,
um hetta leggur allar hinar
stovn arnar undir illgruna at
vera ringastir, svarar hann
við tøgn.
Fleiri viðmerkingar vil
Jóan Petur Hentze ikki gera
til málið í verandi løtu, men
stað festir, at innlitsumbøn
frá Sosialinum í nøvn og úrs
lit á stovnunum – sum ikki
eru nevndir við navni – í
løtuni verður viðgjørd av
kommununi.
Vánaligaru dagstovnarnir
krógvaðir fyri foreldrum
Ráðstevna um Haiti
Í mars verður USA vertur fyri einari altjóða ráðstevnu um
Haiti. Á ráðstevnuni, sum verður í New York, fáa
heimsins lond høvi til at játta pening til at endurreisa
Haiti eftir jarðskjálvtan tann 12. januar. Í gjár var ein
fyrireikandi fundur í kanadiska býnum Montreal. Har
segði forsætisráðharrin í Haiti, JeanMax Bellerive, at í
fyrsta umfari ræður um at útvega teimum neyðstøddu í
Haiti mat, vatn, læknaviðgerð og tak yvir høvdið. Síðani
kann heimssdamfelagið leggja ætlanir um at endurreisa
samfelagið. Tað arbeiðið fer sambært fleiri at taka eini 10
ár, skrivar Reuters.
Fogh leggur ætlan
NATOaðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, ætlar sær
at virka fyri, at innan ársskiftið verður ein ætlan løgd fyri,
hvussu og nær afghanski herurin skal yvirtaka
uppgávurnar frá teimum útlendsku herdeildunum. Tað
segði aðalskrivarin í gjár eftir ein fund við bretska
uttanríkisráðharran, David Miliband, sum er vertur fyri
Afghanistanráðstevnuni, sum verður í London hósdagin.
Anders Fogh Rasmussen segði seg vóna, at ráðstevnan
verður meiri enn orð, men at nakað veruligt kemur
burturúr.
Marjun Hentze,
leiðari á býlings húsi
num á Ternuryggi,
sum gjørdist mest
umtókt í nøgd semi
s kanningini hjá
Tórshavnar kommu
nu, sær úrslitið hjá
stovn i num sum eina
stóra viðurkenning.
– Tað er ein góð
kensla, sig ur hon
Kanning
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Av teimum 29 dag stovn un
um í Tórshavnar kommunu,
sum nøgdsemiskanning er
gjørd á, verða tríggir teir
best umtóktu nevndir við
nav ni.
Fremst er býlingshúsið á
Ternu r yggi. Hesum stovni
num á baki koma Dag
stovn ur in á Hamrinum og
Dag stovn urin Lítliskógur.
– Tað er ein góð kensla.
Ein góð viðurkenning frá
for eldru num, sigur Marjun
Hent ze, leiðari á Býlings
húsinum á Ternuryggi, sum
sam bært foreldrunum er
best úmtókti dagstovnur í
Tórshavnar kommunu.
– Hví júst okkara stovnur
er tann besti, er ringt at
siga.
– Tað er tað góða arbeiði,
ið verður gjørt her á stovn
inum, ið hevur nøkta nøgd
se m is tørvin hjá júst okkara
fo r eldr um,
leggur
hon
afturat.
Marjun Hentze greiðir
somu leiðis frá, at tey fara at
halda fast við góða støðið,
og at tað eisini fer at
merkjast, at tingini alla tíð
mugu betrast.
– Í kanningini siga teir, at
krøvini fara at blíva hægri,
og tað veit eg eisini. Tí
mugu vit alla tíðina royna
at gerast betri, sigur leiðarin
á stovninum við best nøgd
um foreldrum.
Gott at dylja úrslitið
Hóast stovnurin, har Marj
un Hentze er leiðari, er
fremst, so heldur hon tað
vera gott, at ikki allir stovn
arnir, ið hava verið við í
kann ingini, verða nevndir
við navni.
– Tað var ikki meiningin
við hesari kanning, sum er
tann fyrsta av sínum slag í
Tórs havnar kommunu, og
tað hevði givið eitt sera
keði l igt útslag. Og eg veit
ikki, um eg haldi tað vera
gott at okkara úrslit er
al ment, men tað er farið út,
og tað kann mann ikki gera
um aftur,
heldur
Marjun
Hentze, sum fegnast um at
hen da kanning er gjørd og
sær fram til at nýggj kann
ing verður í 2011.
Ternuryggur best umtóktur
Býlingshúsið á Ternuryggi fær best skoðsmál í kanning, sum
Lóður hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu. Marjun Hentze,
leiðari, fegnast um stóra nøgdsemið
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast tríggir teir best umtóktu dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu eru nevndir við navni, so vil kommunan ikki siga hvørjir
hinir eru. Orsøkina sigur kommunan vera, at talan er um eina kanning og ikki eina kapping