týsdagur 26. januar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 17 - 26. januar 2010
Kappingin millum
mat stovur í Havn er
harðnað seinasta ár ið
og fer at harðna upp
aftur meira komandi
tíð ina. Í seinastuni
eru fleiri nýggj mat
ella dansistøð latin
upp, fleiri eru á veg,
nøk ur hava skift eig
ara og eitt er stongt
Mat- og dansistøð
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Ógvusligar rembingar hava
ver ið á matstovuøkinum í
Havn seinasta árið. Mat-
ella dansistø eru latin aftur,
eru latin upp, fara at lata
upp, hava skift eigara, fara
at skifta eigara og so fram-
vegis.
Hetta má sigast at verða
tann beint øvugta gongdin
av tí, ein kundi væntað frá
út sagnunum hjá navnframa
kokkinum Leif Sørensen og
10 norðurlendskum mat-
am bassa dørum í fjør, tá teir
søgdu, at matstovuvinnan í
Før oyum hevur ólivilig kor
at virka undir. Ella er tað
veru liga so...
Tá matstovan hjá Leif
Søren sen,
Gourmet,
lat
aftur í oktober í fjør, segði
kokk ur in við matportalin
Grams.fo, at »Vit hava
okurs innkeypsprísir, høgar
vín prísir, 25 prosent mvg
og vit kunnu ikki seta prís-
ir nir til tað, ið teir áttu at
ver ið, tí tann føroyski
mark nað urin er so lítil.
Sum støðan er í dag, fremja
karm arnir í Føroyum ein-
ans steakhouse-, pitsa- og
barr- matstovur
eftir
út lendsk um leisti«.
Hesin pástandur kann,
við einum skjótum gongu-
túri gjøgnum Havnargøtur,
tykj ast rættiliga sannlíkur
og hava veruligt hald.
Talan er eisini um eina
rætti liga ógvusliga mið-
savn ing av matstovunum
kring miðbýin í Havn. Vit
taka her eina stutta gjøgn-
um gongd av teimum broyt-
ingu m, ið eru farnar fram í
mat stovu- og barrvinnuni
seinasta árið.
Gourmet:
Í tómu hølunum har ein
tann fínasta matstovan í
landi num helt til áður,
verð ur skjótt aftur grillað,
kók að, svitsað og skonkt.
Leif Sørensen stongdi eftir
sær, tá Gourmet lat aftur,
og lykilin er nú í hondunum
hjá Hans Andreasen, sum
eigir barrina Glitnir, sum
held ur til í sama bygningi.
Hans Andreasen hevur eina
tíð arbeitt við einari ætlan
við hølunum uppi á, og í
dag sig ur hann, at henda
verk æt lanin er um at vera
klár at sjó seta, og bara
nakrir snøkl a r mangla. Tað
skal eftir øllum at døma
vera nak að, ið ikki er sæð
áður í Før oyum...
Sirkus:
Góðar 30 metrar frá Glitnir
og í túninum hjá Hvonn, er
nú tað nýggjasta skotið á
barrtrænum í Havn, Sirkus.
Sunneva Háberg Eystur-
stein, sum er ein av stig tak-
ar un um, vil geva listar-
fólku num og øðrum, sum
leita eftir einum upp date-
rað um
og
avslappaðum
hug lagi, pláss í hesum
nýgg ja staðnum.
Hetta nýggja Sirkusið er
bygt upp í rovunum av
aftur latnu
matstovuni
Kliché, sum ikki kláraði at
fáa nóg nógvar betalandi
kund ar inn á gólvið, til at
hon kundi bera seg.
Kaffihúsið:
Av Nólsoyar Páls torginum
og út móti Tinganesi eru vit
ikki noydd at ganga serliga
langt, áðrenn vit koma til
Kaffi húsið. Kaffihúsið lat
upp í desember mánaði í
ný ren o veraðu hølunum í
kjallar anum og miðhæddini
hjá
Fiskimannafelagnum.
Kaffi húsið bjóðar lættar
rætt ir, brunch og kaffi, og
vend ir sær til tann breiða
skar an av fólki.
Írska pubbin:
Longur úti móti Tinganesi
er ætlanin í hesum árinum
at gera eina írska pub.
Sosial ur in hevði í mai mán-
aði í fjør samrøðu við írska
hotelstjórin John Coyle úr
Gal way, sum tá júst hevði
vitjað í Føroyum fyri at
kan na møguleikan at lata
upp írska pub. Ein nevndur
møgu leiki var í komandi
nýgg ja bygninginum hjá
Báta felag num. Tann bygn-
ing ur in er tó ikki komin
nak að serligt longri síðani
mai í fjør.
Resturant Barbara:
Hinumegin Reyn, í Baian-
stovu niðri í Gongini verður
í løtuni arbeitt við at gera
klárt til matstovuvirksemi.
Matstovan eitur »Restau-
rant Barbara«. Hon verður í
samanbygdu
húsunum
Baian stovu og á Kamari-
num, men eigararnir eiga
eisini grannahúsini Danda-
stovu og Nýggjustovu.
Økið niðri í Gongini í
Havn er elsta búseting í
býn um. Fara vit aftur í mið-
ø ld ina, so kallaðist býl ing-
urin »heima í Havn«, með-
an hin býlingurin í býnum,
úti á Reyni, har sum kirkjan
stóð, kallaðist »úti í Havn«.
Matstovan fer at hava
eina franska à la carte mat-
skrá við føroyskum ser rætt-
um. Konseptið er íbirt av
søgnuni hjá Nýggjustovu.
Søgu frøðingar siga, at hetta
eru av elstu sethúsum í Før-
oyum, sum upprunaliga eru
bygd fyri ár 1600. Nógv
søga knýtir seg at húsunum.
Tað var har, at Bente Chris-
tine Broberg, betur kend
sum Barbara í skald søguni
hjá Jørgeni-Frantz Jacob-
sen, var fødd í 1667. Æt la-
nin er eisini at hava onnur
ferðavinnutiltøk við í kon-
septinum.
Áarstova:
Hinumegin Gongina, mill-
um Café Natúr og Baian-
stovu, er ætlanin 1. mars at
lata nýggja café og mat-
stovu upp. Hetta verður í
hølu num í gomlu Knúts-
stovu, fyrrverandi Hotel
Djur huus, men skal mat-
stov an eita eftir granna hús-
unum norðanfyri, Áarstovu.
Carello:
Longri úti á keiini, har tann
gamli Kaffivognurin stóð,
stend ur í dag ein nýggjur
bygn ing ur,
sum
hýsur
einari italienskari matstovu,
sum hevur fingið navnið
Carel lo.
Nýggja (apotek):
Barrin í kjallaranum hjá
Hotel Hafnia á Áarvegnum,
fyrr kallað Einglabarrin,
hev ur fingið eina »andlits-
lyft ing« og hevur broytt
navn. Nýggja navnið skuldi
eftir ætlan verða Nýggja
Apo tek, men rok stóðst um
hetta navnið, og stendur tí í
dag bara »Nýggja« á rúti-
num.
Mica:
Við Steinatún er nýggj barr
og café latin upp, sum eitur
Mica. Mica er nú vorðið
eitt av vælumtóktu náttar-
støðu num. Um dagin er
hetta ein café, har borðreitt
verð ur við lættari rættum.
La Terasse:
Seinasta árið hava nógvar
broyt ingar verið í kjallar a-
num undir Rio Bravo. Eftir
at náttklubbin Cippo lat aft-
ur, keypti Mouldi Manai
aft ur staðið og gav tí eina
andlits lyfting.
Nýggja
navn ið bleiv til La Terasse,
og stutt eftir varð staðið og
kon septið aftur selt nýggj-
um eigarum.
Manhattan:
Pubbin Manhattan hevur
eftir øllum at døma fingið
nýggjan eigara. Hans Jacob
Garða líð hevur keypt pubb-
ina, sum frameftir fær eitt
nýtt konsept og fer at eita
Plan B.
Eclipse:
Dansistaðið Eclipse fekk
fyri kortum nýggjan (gam-
lan) eigara við Havgrími
Johannesen.
Náttklubbin
takk aði um vikuskiftið fyri
hesa ferð, og verður nú farið
undir at umbyggja og gera
eitt heilt nýtt konsept, sum
eftir ætlan verður klárt síðst
í februar mánaði.
Zitouna:
Longri uppi í býnum, á
Niels Finsensgøtu, har Pa t-
io eitt stutt skifti var opið,
er í dag ein nýggj matstova
latin upp við navninum
Zitou na.
Tað er Erik Johansen,
sum eisini hevur Carthage í
gom lu Hvítu Kiosk á horn-
ini Sjúrðargøta, sum hevur
latið nýggju matstovuna
upp.
Merlot:
Resturant Merlot, sum var
ein av teimum heilt fínu
mat stovunum í Havnini, er
tann
einasta
matstovan,
sum er afturlatin, og har tað
okk um
vitandi,
ongar
æt lan ir eru um at fara undir
nýtt virksemi í løtuni.
Fleiri rembingar
á veg
Gjøgnumgongdin omanfyri
stað festir, at tað seinasta
árið hava verið ógvusligar
remb ing ar
í
matstovu-,
café- og náttklubbavinnuni
í Havn. Hetta merkir eina
økta kapping um teir somu
gestir nar, og hevur henda
øk ta kappingin við sær, at
fleiri av verandi støðum í
Havn ini fara at skipa seg av
nýggjum og byggja um.
Spurningurin er so, um
tað er pláss fyri nøkrum av
teim um veruligu mat stovu-
num, ella um pástandurin
hjá Leif Sørensen um, at
pláss er bert fyri »steak-
house-, pitsa- og barr-mat-
stov u m eftir útlendskum
leis ti« fer at halda.
Eitt er í øllum førum vist,
og tað er at havnafólk
hvør ki noyðast sita svang
ella tyst, tí útboðið er rætti-
liga stórt.
Kolvelting
í matstovu
vinnuni
Ógreitt um Saab
Í gjár vildu fleiri fjølmiðlar vera við, at niðurlendska
bilverksmiðjan Spyker hevði keypt svensku Saab-
verksmiðjuna frá General Motors. Tíðindini komu
upprunaliga frá svenska sjónvarpinum, men seinni komu
komu boð um, at partarnir vóru ikki lidnir at samráðast.
Ein talsmaður fyri Spyker segði seinni við tíðindastovuna
Bloomberg, at í veruleikanum var støðan í
samráðingunum tann sama sum fyri nøkrum døgum
síðani. Tíðindini um handilin fingu góða móttøku á
virðisbrævamarknaðinum í Amsterdam, har virðið á
Spyker-partabrøvunum hækkaði heili 36 prosent.
Størri veiðivirði
Teir fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør fiskaðu íslendsk skip
fyri 95 milliardir íslendskar krónur. Tað var 15 milliardir
ella 19,2 prosent meiri enn somu mánaðir í 2008.
Morgunblaðið skrivar, at skipini landaðu botnfisk fyri
knappar 67 milliardir, sum var 17,6 prosent meiri enn
tíggju teir fyrstu mánaðirnar í 2008. Av hesum landaðu
tey tosk fyri góðar 29 milliardir íslendskar krónur, sum
var góð 12 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í 2008.
Landingarvirðið á uppisjóvarfiskinum var 19 milliardir
krónur, sum var góð 9 prosent meiri enn í somu
mánaðum í 2008.