týsdagur 26. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 17 - 26. januar 2010
Tey trý sjúkrahúsini
í Føroyum minna
mest um ein fótbólts
kapping ímillum KÍ,
HB og TB. Okkara
avbjóðing er at
fáa tey trý liðini at
spæla saman sum
eitt landslið, sigur
Aksel V. Johannesen,
landsstýrismaður í
heilsumálum
Heilsuverkið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Sum støðan ímillum tey
trý sjúkrahúsini er nú, er
bara ein tapari. Og tað er
sjúklingurin.
Hóast nógvar ákoyringar
seinastu
dagarnar
frá
sjúkrahúsinum í Klaksvík
og í Suðuroy, stendur Aksel
V. Johannesen, landsstýris-
maður í heilsumálum fast
um, at tey trý sjúkrahúsini
skulu samstarva nógv meiri
enn tey gera nú.
Og hann leggur dent á, at
tað er ongin orsøk at stúra
fyri, at tey smáu sjúkrahúsini
fara at verða løgd undir Lands-
sjúkrahúsið sum frá líður.
Tað er annars júst tað,
sum
bæði
Klaksvíkar
Sjúkrahús og Suðuroyar
Sjúkrahús eru bangin fyri,
eftir at avgerð nú er tikin
um at hereftir skulu tríggir
leiðandi
yvirlæknar
á
Landssjúkraúsinum
hava
fíggjarligu ábyrgdina av
allari játtanina til serviðgerð
uttanlands. Hendan játtanin
umfatar eisini heimtøku av
viðgerðum, har útlendskir
serlækna koma til Føroya at
viðgera súklingar.
Í hesum sambandi eru
leiðreglur gjørdar fyri ser-
viðgerð uttanlands og heim-
tøku, men tær hevur lands-
stýrismaðurin ikki góðkent
enn og sostatt eru tær heldur
ikki settar í verk.
Eftir leiðreglunum er tað
heilsumáluráðið sum tekur
avgerð um heimtøkur í
hvørjum einstøkum føri.
Úr 30 niður í 3
Landsstýrismaðurin leggur
dent á, at tað er ikki Lands-
sjúkrahúsið, sum skal hava
ábyrgdina av játtanini til
serviðgerð uttanlands, men
tríggir leiðandi yvirlæknar.
Yvirlæknarnir kring landið
fáa eisini framyvir heimild
at
ávísa
sjúklingar
til
viðgerð uttanlands og teir
tríggir leiðandi yvirlækn-
arnir skulu ikki meta um
hvønn einasta sjúkling, sum
skal uttanlands.
Men teir fáa yvirskipaðu
ábyrgdina av játtanini.
Aksel
V.
Johannesen
sigur at áður hava tað verið
30-35 yvirlæknar, sum hava
sent sjúklingar til servið-
gerð uttanlands, men teir
høvdu onga sum helst
figgjarliga ábyrgd av játta-
nini og tí hevur verið sera
tórført at hava tamarhald á
játtanini.
- Tað varð ov langt ímill-
um tey, sum vístu sjúklingar
til serviðgerð uttanlands og
tey, sum høvdu ábyrgdina
av
játtanini,
sum
var
heilsumálaráðið og tí var
neyðugt at fáa ábyrgdina
fyri játtanina og heimildina
at senda sjúklingar uttan-
lands, at fylgjast meiri at.
Tí verða tað tríggir leið-
andi yvirlæknar á Lands-
sjúkrahúsinum
sum
fáa
evstu ábyrgdina av játtanini.
Men landsstýrismaðurin
staðfestir, at tað er undir
ongum umstøðum ætlanin
at steðga heimtøkuverk-
ætlanum hjá teimum smáu
sjúkrahúsunum.
Ongin orsøk at stúra
Samstundis
skal
ein
samstarvsavtala
gerast
millum tey trý sjúkrahúsini
og sum vit hava víst á í
Sosialinum seinastu dagar-
nar, stúra tey bæði í
Klaksvík og í Suðuroy fyri,
at hetta fer so við og við at
geva Landssjúkrahúsinum
alt valdið yvir teimum
smáum sjúkrahúsunum.
Í útjaðaranum halda tey
rætt og slætt, at hetta fer at
verða endin á Klaksvíkar-
og Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Men Aksel V. Johannesen
vissar
um,
at
tað
er
grundarleyst.
- Vit hava trý sjúkrahús í
Føroyum og tað er tann
greiði politiski viljin at vit
eisini framhaldandi skulu
hava trý sjúkrahús, staðfestir
hann.
Hinvegin er tann stóri
trupulleikin, at virksemið á
teimum
trimum
sjúkra-
húsinum ikki er samskipað.
- Hetta minnir mest um
eina fótbóltskapping ímillum
TB, HB og KÍ. Men tað er
ein kapping, har tað er ilt at
fáa eyga á nakran vinnara.
- Hinvegin er bara ein
stórur tapari og tað er
áskoðarin, sum ikki fær tað
fyri pengarnar, hann hevur
krav upp á.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at avbjóðingin verður at
fáa tey trý sjúkrahúsini at
spæla sum eitt landslið, so
at vit fáa sum mest burtur
úr hvørjari krónu, vit hvørt
ár játta heilsuverkinum.
Aksel V. Johannesen vísur
eisini til ABC samgongu-
skjalið, har tað stendur, at
tey trý sjúkrahúsini skulu
samskipast betri fyri at
kunna virka sum ein eind,
bæði
við
yvirskipaðari
leiðslu og við at skipa
tvørgangandi
funktiónir
ímillum sjúkrahúsini.
Tað stendur somuleiðis í
samgonguskjalinum,
at
fastar mannagongdir skulu
skipast um samskifti og
samstarv
um
einstaka
sjúklingin, ímillum sjúkra-
húsini, kommunulæknar og
Nærverkið.
Samgongan hevur eisini
sett fær fyri at endurskoða
reglarnar fyri ávísing til
viðgerð uttanlands.
Skilir ikki
trupulleikan
- Higartil hava vit sett eitt
sjúkrahússtjóraráð og ein
strategiskan
leiðslubólk,
sum hava til uppgávu at
samskipa samstarvið ímill-
um tey trý sjúkrahúsini, so
at tey koma at virka sum
ein eind og ikki sum trý,
atskild sjúkrahús.
Í tí sambandi er ein sam-
starvsavtala gjørd, sum er ein
rammuavtala fyri, hvussu
samstarvið skal vera.
- Tá ið bæði sjúkrahúsið í
Suðuroy og í Klaksvík stúra
fyri, at hetta fer at niður-
lagað smáu sjúkrahúsini,
Bara ein tapar
Í næstu framtíð
fer Aksel V.
Johannesen at tosa
við Suðuroyar
Sjúkrahús og komm
unulæknar í Suður
oynni um læknaligu
støðuna í oynni
Heilsuverkið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Aksel
V.
Johannesen,
landsstýrismaður í heilsu-
málum, fer nú at boða
umboð fyri Suðuroyar
Sjúkrahús og kommunu-
læknarnar í oynni á fund
at tosa um læknaligu
støðuna í oynni.
Tað sigur hann fyri
Sosialinum.
Suðuroyingar stúra rætti-
liga illa fyri læknaligu
støðuni í oynni. Læknar
støðast ikki, tí arbeiðs-
byrðan er ov stór og stúrt
verður eisini fyri, at grund-
arlagið fer at verða máað
undan Suðuroyar Sjúkra-
húsi. Og hendir tað, dettur
alt heilsuverkið í oynni
sundur, tí so fer kommunu-
læknaskipanin eisini fyri
bakka.
Hans Petur Nielsen, yvir-
lækni á Tvøroyri, segði við
Sosialin í gjár, at læknarnir
í Suðuroy hava gjørt eina
framrættað
loysn,
sum
hann málber seg.
Tað ber í sær, at narko-
sulækni verður sett í starv
á Suðuroyar Sjúkrahúsi,
saman við trimum yngru
læknum, sum kunnu átaka
sær arbeiði fyri kommunu-
læknarnar eftir klokkan
16 um dagin við ser-
læknum og kommunu-
læknum sum bakvakt.
Aksel ivast
Aksel V. Johannesen ivast
í um, at hetta er besta
loysnin, tá ið alt málið
verður tikið í eini heild.
- Narkosulækni hevur
ongantíð verið í Suðuroy
og spurningur er um tað
er grundarlag fyri at hava
narkosulækna í fulltíðar-
starvi á Suðuroyar Sjúkra-
húsi. Tað hevur heldur
ikki víst seg at vera grund-
arlag fyri narkosulækna í
fullum starvi í Klaksvík.
Hinvegin sigur lands-
stýrismaðurin, at arbeitt
verður við at seta ein
narkosulækna
í
næstu
framtíð, sum skal hava
skyldu til at at arbeiða á
øllum
trimum
sjúkra-
húsunum eftir tørvi.
Aksel V. Johannesen
ivast eisini í um, at tað er
besta loysnin at fáa yngri
læknar til Suðuroyar.
- Yngri læknar, sum
skulu fara til Suðuroyar,
kosta einar 50.000-60.000
krónur um vikuna, so tað er
ein serstakliga dýr loysn.
Kanna aðrar loysnir
Spurningurin er um tað
ikki ber til at finna aðrar
loysnir.
Landsstýrismaðurin
sigur, at Suðuroyar Sjúkra-
hús hevur fingið 600.000
krónur afturat til at tryggja
heilsutænastuna í Suðuroy,
sum hann málber seg.
Og í næstum fer hann
nú á fund við umboð fyri
Suðuroyar Sjúkrahús og
kommunulæknarnar
í
oynni um, hvussu hendan
upphæddin verður brúkt
best.
Hann ásannar at tað er
rætt, sum ført verður fram,
at Suðuroyggin kann fáa
stórar trupulleikar í fram-
tíðini við at manna lækna-
liðið í oynni.
Men hann sigur, at tað
serliga eru kommunulækn-
arnir, sum hava trupul-
leikar, tí arbeiðsbyrðan er
ov stór. Av tí sama er ringt
at fáa teir at støðast,
samstundis sum teir ið eru í
starvi, eru farnir at eldast.
Lættir munandi
um trýstið
Men í hesum sambandi
verður arbeitt við at fáa
Suðuroy upp í kommunu-
læknaskipanina fyri rest-
ina av landinum, har ein
lækni situr á vakt Lands-
sjúkrahúsinum uttan fyri
vanliga
arbeiðstíð
og
avgreiður sjúklingar, sum
hava ørindi hjá kommunu-
lækna.
Landssýrismaðurin
sigur, at hetta fer at hjálpa
munandi.
- Ein heilt stórur partur
av øllum viðtalum kunnu
avgreiðast umvegis tele-
fonina og tað fer at lætta
munandi um trýstið á
kommunulæknarnar
í
Suðuroynni.
- Royndir frá lækna-
vaktini á miðstaðarøkinum
vísa, at umleið helmingurin
av viðtaluni kann avgreiðast
umvegis telefonina.
Landsstýrismaðurin er so-
statt ikki samdur við Hans
Petur Nielsen, yvirlækna í
Suðuroy, sum ikki sær stóra
hjálp í hesum, tí kommunu-
læknar koma kortini at vera
á vakt og at koyra til sjúk-
lingar alla tíðina, sum
læknavaktin ikki avgreiðir
umvegis telefonina.
Yvirlæknin sigur eisini,
at ein grund til, at tað er
neyðugt at fáa yngri lækn-
ar á Suðuroyar Sjúkrahús,
er at sum støðan er nú, fáa
serlæknarnir
ov
stóra
arbeiðsbyrðu av uppgáv-
um, sum onki hevur við
teirra serlæknaøki at gera.
- Tað er júst øll hesi við-
urskiftini, ætlanin er at lýsa
á ætlaða fundinum, sum
verður
í
næstum
við
sjúkrahúsið og kommunu-
læknar í Suðuroy, har enda-
málið er at endavenda øllum
viðkomandi spurningum.
Har er ætlanin at fáa inn-
leggingartøl,
tøl
fyri,
hvussu ofta, bakvaktin
verður boðsend og tøl fyri
akuttum
innleggingum
o.s.fr., so vit hava nakað
ítøkiligt at halda okkum
til,
sigur
Aksel
V.
Johannesen.
Aksel tosar
við suðuroyingar
um læknarnar
Friðarligur føðingar
dagur hjá áttalingum
Einliga mamman, Nadya Suleman, ætlar at halda ein
friðarligan føðingardag fyri teimum átta børnunum, sum
hon føddi 26. januar í fjør. 34-ára gamla mamman átti
framman undan seks børn, sum øll eru gitin kunstiga.
Higartil hevur tað verið rímiliga lætt at ansa teimum átta
børnunum, tí gtey hava ligið lutfalsliga still í teirra
vøggum, men skjótt bara tey at ganga, og tá verður tað
væntandi stríggi at ansa teimum, metir sakførarin hjá
Nadyu Suleman, sambært ekstrablaðnum.
Omanlop á Syðradalsvegnum
Nógva regnið í gjár hevur havt við sær, at eitt omanlop hevur verið
á Syðradalsvegnum, Streymoy, í morgun. Landsverk er á staðnum
og ruddar vegin. Vegurin varð opin aftur sum vanligt eftir einum
tíma. Tað var um hálvgunn 8-tíðina í morgun, at Landsverk fekk
boð um, at grót var komið oman á Syðradalsvegin (Streymoy). Fólk
frá Landsverki vóru á staðnum at rudda upp tað, ið komið var á
vegin, so at ferðslan aftur kundi koyra sum vanligt.