týsdagur 26. januar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 17 - 26. januar 2010
ri og tað er sjúklingurin
skilji er rætt og slætt ikki,
hvussu tey kunnu fáa tað
burturúr avtaluni.
Men eg havi varhugan av,
at blandingur er komin í
málið um samstarvsavtaluna
og málið um, at játtanin til
serviðgerð uttanlands er løgd
undir tríggjar yvirlæknar á
Landssjúkrahúsinum.
- Arbeitt hevur í eina tíð
verið við at leiðreglur fyri
serviðgerð uttanlands og
heimtøkuverkætlanir.
- Og eftir at málið er við-
gjørt í sjúkrahússtjóraráðn-
um og strategiska leiðslu-
bólkinum, gjørdi lands-
stýrismaðurin
í
heilsu-
málum síðsta summar av at
leggja fíggjarligu ábyrgdina
av játtanini til serviðgerð
uttanlands og heimtøku-
verkætlanir
undir
teir
tríggjar leiðandi yvirlækn-
arnar
á
Landssjúkra-
húsinum.
Bæði
Jákup
Petersen,
yvirlækni í Klaksvík og
Hans Petur Nielsen, yvir-
lækni á Tvøroyri, siga, at
hetta var mest at saman-
líkna við eitt kvett, tí hetta
varð alt avgreitt í eini
handavending síðsta summ-
ar, ímeðan umboð fyri tey
bæði smáu sjúkrahúsini
vóru uttanlands og ikki
kundi møta á fundum um
málið?
- Tað er rætt, at onkur
fundur var í visitatións-
nevndini, uttan at teir báðir
yvirlæknarnir
vóru
til
staðar, men annars vóru
onnur umboð til staðar fyri
tey smáu sjúkrahúsini - í
øllum førum vóru umboð
til staðar fyri Klaksvíkar
sjúkrahús.
- Men hetta er fyrst og
fremst ein fyrisitingarlig
avgerð, sum heilsumála-
ráðið hevur tikið sum evsti
ábyrgarhavari.
Aðrir bollar í
suppuna
Tað,
sum
Hans
Petur
Nielsen fýlist at í nýggju
samstarvsavtaluni, er, at
hon er bara yvirskipað og at
onki stendur í henni um,
hvussu tey trý sjúkrahúsini
ítøkiliga skulu samstarva?
- Nei, men hetta er ein
karmur fyri, hvussu sam-
starvið skal vera og eg dugi
rætt og slætt ikki at síggja
trupulleikan.
Útfrá
hesi
rammuavtaluni skulu so
aðrar undiravtalur gerast
um, hvørji øki samstarvast
skal um og, hvussu tað
samstarvið skal fara fram.
Higartil
hava
hvørki
Klaksvíkar Sjúkrahús ella
Suðuroyar Sjúkrahús viljað
skrivað undir samstarvsav-
taluna. Hvat hendir vissi
tey halda fast um sína
støðu?
- Tað er eitt greitt mál, at
tey trý sjúkrahúsini skulu
samskipast so at tey virka
sum ein eind. Tað er eisini
eitt greitt mál, at leiðslurnar
á teimum trimum sjúkra-
húsunum skulu finna felags
stev í semju. Vónandi vísa
partarnir vilja til samstarv,
so at tað eydnast innan
rímiliga tíð. Men spyrst
onki burtur úr innan rími-
liga tíð, mugu aðrir bollar í
súpanina, sum landsstýris-
maðurin málber seg.
Hvat liggur í tí?
- Tað liggur tað í tí, at so
má politiska skipanin og
heilsumálaráðið
onkus-
vegna skera út í kortið,
hvussu
samstarvið
skal
vera. Men so er samstundis
svandi fyri, at tey trý
sjúkrahúsini frásiga sær
ávirkan á, hvussu sam-
starvið verður skipað. Tað
er í øllum førum greitt, at
ætlanin at samskipa tey trý
sjúkrahúsini verður undir
ongum umstøðum slept.
Merkir tað, at so verður
tað heilsumálaráðið, sum
sker ígjøgnum og sigur,
hvussu
samstarvið
skal
vera?
- Tað er ein spurningur
sum skal viðgerðast polit-
iskt. Men tað ber ikki til, at
vit hava tríggjar sjúkrahús-
leiðslur, sum ikki vilja
samstarva
Fer tað so at fáa avleið-
ingar fyri leiðslurnar?
- Tað sigi eg ikki. Nú
royna vit at finna semju við
samráðingum, men eydnast
tað ikki, má okkurt annað
gerast.
Ikki upp á tal
Hví ikki luta játtanina til
serviðgerð
uttanlands
sundur ímillum tey trý
sjúkrahúsini, soleiðis sum
tey smáu sjúkrahúsini hava
skotið upp?
- Tað kemur ikki upp á tal,
tí nú er málið at samskipa
virksemið á teimum trimum
sjúkrahúsunum og sostatt
kemur ikki upp á tal at seta
skott ímillum tey tey. Vit
skulu hava trý sjúkrahús og
tað er ikki talan um at máa
grundarlagið undan teimum
smáu sjúkrahúsunum.
Tey smáu sjúkrahúsini
føra fram, at tað hevur
gingið
illa
hjá
Lands-
sjúkrahúsinum
at
halda
játtanina og at tað er eitt
stórt álit at vísa teimum at
geva teimum 130 milliónir
afturat at umsita í sambandi
við játtanina til serviðgerð
uttanlands.
- Eg havi ongar viðmerk-
ingar til tað, sum er farið,
men skulu vit hava positivt
samstarv ímillum tey trý
sjúkrahúsini, er tað neyðugt
at líta frameftir
Tey smáu sjúkrahúsini
staðfesta bæði at tað gongur
illa at samstarva við Lands-
sjúkrahúsið tí at sjúklingar
verða heldur settur á bíði-
lista enn at teir verða sendir
á Suðuroyar Sjúkrahús.
- Eg farið ikki at taka
dagar
ímillum,
hvat
sjúkrahús er herviligast at
forða fyri samstarvi og nú
er løtan komin at líta
frameftir, er stutta við-
merkingin frá landsstýris-
manninum til tað.
- Vilja tey trý sjúkrahúsini ikki vísa
vilja til samstarv og finna tey ikki eitt
felags stev innan rímiliga tíð, mugu
aðrir bollar í suppuna, sigur Aksel
V. Johannesen, landsstýrismaður í
heilsumálum
Bretland úr kreppuni
Vøksturin í bretska búskapinum gjørdist ikki so stórur
sum vónað var, nevniliga 0,1 prosent í fjórða ársfjórð-
ingi í mun til triðja ársfjórðing. Tað vísa hagtøl í dag.
Harvið er Bretland nú alment komið úr kreppuni, tó við
minni vøkstri enn væntað. Búskaparfrøðingar høvdu
sambært Bloomberg News roknað við einum vøkstri á
0,4% um ársfjórðingin, meðan fallið um árið var vænt-
að at vera 3,0%. Í triðja ársfjórðingi fall BTÚ við 0,2%
í mun til undanfarna ársfjórðing og 5,1% í mun til sama
tíðarskeið í fjør, skrivar boersen.dk.
Mona Lisa kanska sjálvsmynd
Kanska var Leonardo da Vinci samkyntur. Og kanska var kendasti
málningurin hjá honum í veruleikanum ein sjálvsmynd. Ein bólkur
av granskarum frá italska mentanararvsstýrinum eru so uppsettir at
prógva hesa teoriina, at teir hava biðið um loyvi at grava restirnar
av kenda listamálaranum upp aftur, so kannast kann, um skølturin
líkist tí á Monu Lisu. Hildið verður, at da Vinci liggur grivin í ein-
um kapelli við borgina Amboise í franska Loiredalinum, skrivar
danska blaðið Politiken.