Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 26. januar 2010 13 – Sølan av Føroya Banka – sum gav landskassanum 1,747 milliardir krón ur – hevur fíggjað skatta­ lættan hjá ABC­sam­ gong uni, sum kostaði 382 milli ónir um árið, sigur Tórbjørn Jacobsen, løg­ tingsmaður fyri Tjóðveldi F yri fjórðingsøld síðani, ella kanska væl tað, varð ein blaðstýrari í Føroyum álopin av herviligum búskaparkrími. Basillan kom úr Chicago. Ein av missionerunum, sum tíðum var frammi í áhaldandi doser­ ing ini um, hvussu lond og menn iskju kundu gerast fíggjar­ og búskaparliga eydnurík, var navnframi amerikumaðurin og nobel vinnarin Milton Fried­ man. Chile gjørdist hansara laboratorium, men har mátti ein jarnhælur til, fyri at búskapar­ ligu junglulógirnar kundu fáast at virka. Tá var Augusto Pino­ chet góður í ávikum. Síðani hava Heimsbankin og Valuta­ grunnurin gróðursett hesa ástøð ina kring um heimin, og er hetta ein stórur partur av orsøk­ ini til, at kíkarnir eru skræðn að­ ir og brostnir í keypsskálunum hetta seinasta árið. Handilin við virðisleysum pappírum, leys av veruligum virðum, beit seg sjálvan í halan. Andrew Graham, sum er pro­ fessari í búskapi við lærda háskúlan í Oxford, segði nú ein dagin: »Fíggjarkreppan er í grundini ein skipan, sum er farin á ørmundarhús, eitt kort­ hús rokað við skuld, har ongin sams var andi virðisskapan var og er. Skipanin kann bara virka, um pappírs virðini og gearingin vaksa framhaldandi, og hetta ber okkum av sær sjálvum fram ímóti tí næsta vambakast in um – tí næstu stóru kreppuni. Vit elta somu gomlu slóðina, og tað eru ongar ábendingar komnar um, at politiskir og búskaparligir myndugleikar hava gjørt nakra roynd fyri at broyta skipanina og grund leggjandi hugsjónina, sum stjórnar øllum hesum.« Tað var ein svangur Javnað ar­ flokkur, sum hevði sitið í andstøðu frá 1996­2004. Skuldi hann hartil fáa leiðsl una í eini samgongu, eftir løgtingsvalið í 2004, so var neyðugt at kíkað øllum rátt, sum sjefideologurin hjá Fólka flokkinum borðreiddi við undir samráðingunum. Skattalógin er fíggjarliga og sosiala grundlógin hjá einum samfelag. Tað er har tú finnur lyklarnar til býtið av samfelag­ sins virðum. Íblásturin úr Chi­ ca go legði lunnarnar undir skattapolitikkin hjá ABC­sam­ gonguni. Sambært núverandi fíggjar mála ráð harranum, sum var løgmaður, táið hesin fascisto idi politikkurin var knæ settur, hevur skattapolitikk­ urin hjá ABC­regiminum kost­ að inntøkusíðuni í lands kassa­ húsar haldinum 382 milliónir krónur um árið. Nú er tað soleiðis, at skatta lættar skulu fíggjast. Ein minni skattalætti var latin undir full veldislands stýrinum, frá 1998­2004, men trupulleiki var ongin av fígg ing ini, tí tann samgong an akkumuleraði eitt samlað yvir skot á umleið 2,7 milliardir krónur í lands húsar­ haldinum, tey árini hon ráddi fyri borgum. Yvirskot í fíggjar­ ætlanum og roknskapum land­ sins í samfull seks ár. Hartil var megin úr vinstra spektrinum somikið drúgv, at hon ongantíð lat seg taka av fótum, táið neoliberalu lægdirnar av ameri­ kanska megin landinum so hissini komu brótandi inn í føroyskar stjórn ar stovur. Skattalættin hjá ABC­sam­ gonguni skuldi sjálvandi fíggj­ ast, og eina løtu tóktist tað, sum at trøini kundu vaksa inn í Himmalin, mann helt í hvussu er stand eina løtu, við vaksandi avgjøldum og meirvirðisgjaldi, ið var orsakað av eini ovur­ nýtslu, sum ongan botn hevði, tí hon var at kalla øll láns fíggj­ að í peningastovnunum. Pen­ ingur var sprændur inn í frí­ virðini hjá fólki, sum nú so brádliga vóru konverterað til fíggjarligu kíkatrúnna. Fyri­ komandi lærdir stressmappu­ dreingir, í slipsum sum breið­ fokkur og flippum sum vind­ skeiðir, handan bankaskivurnar, vóru dystin lærdir, og megnaðu skjótt at tosa føroyingin frá tí tápuliga, at frægast er at gjalda sær húsini niður yvir eini 10­15 ár. Nú ráddi um at liva ímeðan mann livdi, og skuldi nakað lopið av, so vóru hyllarnar kjokk­ fullar av partabrøvum í alskins slagi av handlum. Frá bison­ oksum á pampa’ini í Argentina til træla hald í indisk um fátækra býlingum. Tíðliga á vári 2006 kom tað í, at ABC­samgongan ætlaði at selja Pf. Føroya Banka, ið tær almennu Føroyar so at siga áttu við húð og hár. Sum andstøða valdu vit at fara upp í við gerð­ ina av málinum frá byrjan. Endin varð, at flokk arnir løgdu fram eitt uppskot til samtyktar, har mælt verður til: »at skráseta partabrøvini í P/F Føroya Banka á Virðis bræva­ marknaði Føroya og selja parta­ brøvini, soleiðis at ein partur verður seldur bólki/bólkum av fíggjarligum íleggjarum, og restin verður seld privatum og stovnsligum íleggjarum. Sølu­ inntøkan av P/F Føroya Banka skal brúkast til at niðurgjalda landskassaskuld og/ella setast í ein búskapargrunn.« Málið varð viðgjørt á tingi, og fíggjarnevndin legði í álitinum serliga áherðslu á, at reali ser­ aðu virðini skuldu brúkast til at niðurgjalda landskassaskuld og/ ella setast í ein búskapargrunn. Hetta er júst tann parturin, sum vit fingu inn í samtyktarorð­ ingina, og sum var eitt krav, skuldu vit gerast partur av hesi sølu. 2. mai 2006 var uppskotið samtykt. 26 tingmenn atkvøddi fyri uppskotinum meðan ein var ímóti. Fyri lítlari viku síðani var landsstýrismaðurin í fíggjar­ málum á tingi spurdur, hvussu tað hevði vignast við omanfyri umrøddu viðurskiftum. Svarið var greitt. Hann váttaði, sum øll vita, at 2/3 av bankanum vóru seldir, og at Fíggingargrunnurin í 2007 hevði útlutað lands kass­ anum 1,212 milliard krónur. Harafturat upplýsti Jóannes Eidesgaard, at bankin framm­ anundan søluni varð niður­ kapitaliseraður við 535 mill ón­ um krónum. Harvið er lands­ kassin fóðraður við 1,747 milli­ ard krónum tilsamans, eftir at partar av almenna bankanum vóru seldir øðrum. Nú var tað soleiðis, at tingið at kalla var samt um, at virðini, sum fingust burturúr søluni, skuldu nýtast til at gjalda skuld við, alternativt skuldu virðini plaserast í ein búskapargrunn. Jóannes Eidesgaard greiddi miðvikudagin tinginum frá, at góðar 600 milliónir krónur av omanfyri umrøddu 1,747 milli­ ard krónum vóru nýttar til niðurgjalding av skuld. Restin, tvs. ein upphædd, svarandi til 1,1­1,2 milliard krónur, ong­ antíð var brúkt til upp runa liga endamálið, og sum lands stýris­ maðurin segði, var tað ikki møgu ligt, táið landskassin hevði hall bæði í 2008 og í 2009. Eitt er tað, at tingsamtyktin er brotin, annað og verri er, at ABC­samgongan hevur fíggjað sín neoliberala skattapolitikk, ið nú er meginorsøkin til skjótt akkumulerandi almenna hallið, við realiseraðu virðunum úr privatiseraðu ognunum í Pf. Føroya Banka. Sigast má, at hetta var ein dýrt keyptur løg­ manssessur í 2004. Og táið mann framhaldandi hongur á neoliberala agnhaldinum hjá Fólkaflokkinum, og politikk­ urin ikki røkkur til annað, enn at selja inventarið úr almenna húsinum, fyri áhaldandi at fíggja ein politikk, ið hevur spælt fallit allar aðrar staðir, hvør er tá næsti bjargingar­ vesturin, í royndini at elta kellingina í hennara roynd at verma sær føturnar? Nú ein brotin tingsamtykt sløðist sum pinnabrenni í kapitalistiska bálinum, og virð­ ini í einum banka, sum vanligi skattgjaldarin í Føroyum bjarg­ aði eftir kreppuna í níti árunum, eru latin út til tey vælbjargaðu í skattalættum, skal ABC­sam­ gongan ikki vænta sær stór veg­ is av hjálp í eini nýggjari roynd at leska tey, sum standa í tí ovara endanum av sosiala leyt­ aranum. Tað eydnaðist at fíggja skatta lætt arnar hjá teimum vælbjargaðu við einum banka, fæið frá søluni av Atlantsflogi er farið sama vegin og helst verður Pf. FøroyaTele næsti buffarin í hesum glantrileiki, ið hvussu er, er bara tað corpusið nú nóg rúgvismikið til at fylla á neo liberalu tangarnar hjá teim­ um, ið hava stjórnað hesi sam­ gong uni frá fyrsta degi í 2004. Tað gjørdist ikki føroyingum ein kostnaðarleys roynd í fried­ manskari ástøði og ditto verki, táið Javnaðarflokkurin lat seg tøla av amerikanskum frum­ skógarpolitikki í fíggjar­ og búskaparmálum ­ eittans fyri valdsins sakir. Einasta alterna­ tivið, ið hoyrist úr Tinganesi er, at vit lána pening til at fíggja hallið við, soleingi kredittvirðið røkkur, eitt álit, ið var semen­ terað aftur undir fullveldis­ lands stýrinum, so segði mað­ urin, og hvat so? Utopia var einaferð hug­ mynd in hjá onkrum, hjá hesi samgonguni rekur hugmyndin hinvegin fram ímóti lægsta felagsnevnaranum í nýggja heimspekiliga fyribrigdinum Apatia. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Tá ið ein banki endar sum skatta ­ lætti í ovara endanum á sosiala leytaranum tíðargreinin Tórbjørn Jacobsen Tíðargreinin