týsdagur 26. januar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 17 - 26. januar 2010
viðmerkingar
Fyrst av øllum vil eg takka
felagnum Javna fyri tað
megnar arbeiði, tit gera og
eg ynski tykkum eydnu við
arbeiði tykkara. Sam stund
is ynski eg formanninum
eina hepna hond við teim
um tiltøkum, sum tit hava
sett tykkum fyri í 2010.
Sjálvur meti eg, at løg
tingið hevur víst, at tað er
fyri at gera broytingar í
avvarðandi lógum, sum
betra um viðurskiftini hjá
fólki, sum koma undir
veingjabreiðið hjá Javna.
Her vil eg vísa á, at
broyt ingar í verju máls
lógini vórðu einmælt sam
tyktar av Føroya Løgtingi,
og tað vísir tann vælvilja,
sum Løgtingið hevur, og
harvið er so tann politiska
lógarviðgerðin liðug.
Kunningin
Tann neyðuga formliga
kunningin til øll, sum vara
av t.d. verjumálslógini og
lógini um yvirformyndarí,
skuldi so verða gjørd av
Ríkisumboðnum og sjálv
andi av juristum í Inn
lendismálaráðnum.
Men nú lesa vit á portal
um v.m., at Javni er farin
undir eitt fundarátak í øll
um landinum, og at løg
tings maðurin hjá Sjálv
stýrisflokkinum, Kári av
Rógvi, er annar av fyri
lestrarhaldarunum.
Hví brúkar Javni ikki tey
fólkini hjá Ríkisumboð
num og Innlendismála
ráðinum, sum hava arbeitt
við og gjøgnumgingið tær
broytingar, sum gjørdar eru
í nevndu lógum, og sum
tey kenna út og inn?
Politisk misbrúk?
Tað kann ikki vera rætt, og
eg havi ilt við at góðtaka,
at Javni letur seg misbrúka
politiskt. Tí loyvi eg mær
at mæla Javna til at brúka
tey dugnaligu starvsfólkini
hjá Innlendismálaráðnum
og Ríkisumboðnum í teirra
kunningarferð, og ikki
politakarar.
Tann politiska viðgerðin
er liðug, og nú er tann
neyðuga formliga kunn
ingin eftir. Fari at ynskja
Javna eina góða kunn
ingarferð, leysa av øllum
partapolitiskum royki.
Jákup fer lætt um
sannleikan
Seinastu dagarnar hevur
Jákup Mikelsen malið
kring spurningin, hvørt
tað er rætt við færri
aðalráðum ella ikki.
Fyrst var hann ímóti,
síðan fyri og seinast aftur ímóti. Fari kortini ikki at
gera fleiri viðmerkingar til tann partin hesaferð. Tí mín
støða er framvegis púra greið og óbroytt..
Fari heldur at gera eina lítla rættleiðing, tí at Jákup
Mikkelsen velur at fara lætt um sannleikan, tá hann
greinini “Er kaffi beiskt?” sigur: ”Tí hevur
fólkaflokkurin mælt til at spara á almennu fyrisitingini,
men sambandið segði nei og argumentið var, at hetta
fór at krevja uppsagnir”.
Tosa um sparingar, men fremja tær ikki
Feskasta dømi um, at Fólkaflokkinum dámar betur at
tosa um sparingar í almennu fyrisitingini, heldur enn
at fremja tær í verki, er arbeiðið við Ólavsøkupakk an
u m og fíggjarlógini. Fólkaflokkurin ætlaði Uttan ríkis
ráðnum eina játtan langt omanfyri onnur ráð. Hinir
flokkarnir í samgongu fingu tó loksins skarvað stórar
upphæddir av hesi ætlan, í fyrsta lagi áðrenn Ólav
søkupakkin varð lagdur fyri Løgtingið og í øðrum lagi,
áðrenn fíggjarlógin var endaliga samtykt. Fólkaflokk
urin vildi tó ikki fara longur, og tí slapst ikki heilt
undan “risaráðnum” hjá Fólkaflokkinum hesaferð.
Somuleiðis vísir tað seg søguliga, at Fólkaflokkinum
dámar betur at tosa um sparingar á almennu fyri siting
unum, heldur enn at fremja tær í verki. Fullveldis
skeiðið, tá Fólkaflokkurin hevði leiðsluna, hækkaðu
rakstrarútreiðslur landskassans við 1,2 mia. kr. Stórur
partur av øktu útreiðslunum hetta tíðarskeiðið fór til
almenna fyrisiting. Inntøkugrundarlagið varð sam
stundis munandi skert, uttan at neyðugar tillagingar
vóru gjørdar. Upptakinum sita vit við í dag.
At tosa um sparingar uttan at fremja tær gevur onki.
Skal hugsingur vera um at fáa stóra hallið hjá lands
kassanum burtur, verður neyðugt við bæði sparingum
og tiltøkum, sum økja inntøkugrundarlagið.
Færri aðalráð og færri tingmenn hevði verið góð
byrjan, men tað skal annað til eisini.
Um mvg av skrá
setingargjaldi
Sjálvstýrisflokkurin
hevur áhaldandi roynt at
fáa sligið fast nakrar
meginreglur um rættar
trygd í málinum um
óheimilað meir virðis
gjald av skrásetingargjaldi av bilum.
Á landsfundinum í 2008 heittu limirnar á politisku
myndugleikarnar um at taka málið upp. Tá ið hetta
ikki varð gjørt, legði tingmanningin fram uppskot til
løgtingslóg um viðferð teirra, ið hava goldið meir
virðis gjald av skrásetingargjaldi. Uppskotið var einfalt
at víkja frá fyrning í málinum, men annars at lata døm
andi valdið gera úrskurð, hvørt talan var um óheimilað
kravt gjald.
Málið fekk tíverri ikki undirtøku, men nú hevur
fíggjarmálaráðharrin í sjónvarpssending róð framundir,
at fólk kortini eiga at verða javnsett, somu áskoðan
hevur formaðurin í Fíggjarnevndini borið fram alment.
Tað hendir, hóast mangir borgarar skrivliga hava fingið
boð um, at krøvini verða mett fyrnaði eftir vanligari
5ára freist.
Hesin mismunur og henda ógreiða hava vakt ans í
samfelagnum og baklandi okkara. Landsnevnd Sjálv
stýrisfloksins hevur heitt á tingmanningina um at
leggja nevnda uppskot framaftur. Tingbólkurin er sinn
aður at gera tað, men ruddiligast var, um landsstýris
maðurin og TAKS í felag meldaðu greitt út, herundir
skrivliga til hvønn einstakan, ið hevur gjørt vart við
seg við kæru ella á annan hátt, at landið ikki fer at
gera fyrning galdandi, í øllum førum ikki fyrrenn
frá tí degi, tá ið fyrsti kæru nevndar úrskurðurin
varð sagdur.
Tí verður hervið alment heitt á Føroya Landsstýri
um at gera greitt, hvørja støðu landið hevur, so slepp
ast kann undan at viðgera hetta sum politiskt stríðsmál
á tingi.
Eg fari at koma við nøkr
um rættingum til innslagið
í Rás 2 á døgurða 22.
januar
Eg hevði ikki hoyrt, hvat
Bogi Andreasen og Salua
Manai søgdu, áðrenn Rás 2
spurdi meg, og tí fekk eg
ikki høvi at koma við
rættingum til teirra rongu
upplýsingar um til tiltakið í
Eclipse í kvøld 22. januar.
Gestirnir, sum komu í
Eclipse fríggjakvøld, fingu
ongar skygdar hvítar
tshirts, so eg veit eg ikki,
hvat tey bæði sipa til. Gest
irnir komu í sínum egnu
klæðum, og skuldi tað
hent, at onkur varð komin í
svimjiklæðum ella klæð
um, ið tú sært ígjøgnum,
sleppu tey ikki í inn. Hetta
eru pástandir frá fólkum,
sum ikki vilja, at føroyski
ungdómurin skal drekka
rúsdrekka og ganga í
býnum.
Tað er ikki loyvt at taka
myndatól inn í Eclipse, og
um fólk høvdu slíkt inn
við, varð tað tikið frá
teimun. Í dag hava allar
telefonir myndatól, og um
onkur skuldi haft telefon
ina í lummanum, hevði
hon neyvan riggar eftir
tveir minuttir í vatni og
skúmi.
Tað var ikki loyvt at taka
rúsandi løg við sær inn í
Eclipse, heldur ikki órús
andi løg.
Salua Manai spyr, hvør
tað er, sum eg vildi hava
skuldi koma at hyggja at
hesum stakkals gentum.
Fólk fari í býin fyri at hava
tað stuttligt, dansa, tosa við
fólk, fáa nýggir vinir og
ikki minst fyri at blíva
sædd, gentur, dreingir,
konur og menn.
Vit gjalda uttan at blunka
nógvar pengar fyri at
sleppa til Danland, aqua
parkir og annað í Danmark
fyri at hava tað stuttligt. Tá
er mann í svimjuklæðum
og bikini. Og er hetta rætt?
Nei eg bara spyrji. Fríggja
kvøldið vótu brúktir til
samans 500 litrar av vatni.
At fólk kunna fara í
sauna á G! sum ungdóms
portalurin Mess, í felag við
festivalin skipaði fyri í
2009, har EINKI aldurs
mark var, kemur undir
mentan og er okey. Tað,
sum eg kanska gjørdi
skeivt, var, at okkara
skúm serfrøðingar vóru úr
Danmark og ikki Finn
landi.
Hvat elvir forboð til?
Upplýsing og at læra
okkara ungdóm, hvussu
ein ber seg at heima, í
skúla, í samkomun og á
dansustøðum er rætti og
einasti máti, annaðhvørt
rúsað ella ikki.
Eg vil at enda nýta høvið
til at takka øll hesum
mongu fólkunum, ið
gjørdu seinasta vikuskitfið
í Eclipse til tað besta ballið
nakrantíð og helst eisini
vátasta, bæði so og so.
Uttan hesa stóru umtalu,
skúmballið fekk, á Rás 2,
Sosialinum frá Boga og
Saluu fríggjadagin, hevði
neyvan verið útselt hjá
Eclipse neyvan bæði
fríggja kvøldið og leygar
kvøldið.
Takk fyri!
Ikki eiti á, sum nógv fólk
og ávísir fjølmiðlar hava
verið á gosi seinastu tíðina
um mvg av skráset ingar
gjaldi av bilum í tíðar
skeiðinum frá 1999 til
2005.
Flestu krevja, at øll, ið
hava keypt bil hetta tíðar
skeiðið, skulu hava aftur
goldið part av keypsprís in
um, sum svarar til mvgið
av skrásetingargjaldinum,
uttan at fyrilit skal takast
fyri, at stórur partur av
hesum krøvum er fallin
fyri fyrningarfreistini, ið er
5 ár.
Eisini ávísir politikarar
rópa upp um at gjalda út,
so kanska skal eg vænta
mær ein kekk upp á góðar
13.000 kr. fyri bilin, sum
eg keypti í 2001, hóast eg
ikki havi biðið um at fáa
hendan pening.
Men hvussu er so við
hesum peningi? Eigi eg
hendan peningin? Og
hvussu so við tí næsta eig
aranum, sum keypti bilin,
tá eg seinni seldi hann?
Eigur hesin kanska part í
hesum peningi?
Hetta eru spurningar, ið
man als ikki hevur sæð
stillaðar og enn minni
svaraðar. Og tað haldi eg
vera løgið, tá fjølmiðlarnir
meta seg at vera so týdn
ingarmiklar í samfelagsliga
kjakinum.
Og so er eisini ein annar
spurningur, ið ikki er við
gjørdur, hóast eg haldi
hann avgjørt vera upp á sítt
pláss í hesum kjakinum.
Hvør skal gjalda peningin
til landskassan og hvussu?
Tí givið er, at við næstan
einari milliard í halli, ber
illa til hjá landskassanum
at fíggja hesa afturgjalding
uttan samstundis at fáa
peningin aftur í kassan upp
á onkran máta.
Tað hevur verið frammi,
at talan er um minst 100
milliónir – 120 milliónir
eru eisini nevndar.
Hetta svarar í meðal til
einar 3.000 kr. fyri hvønn
skattgjaldara.
Ella at vit øll gjalda eini
2% av allari inntøku okk
ara í eitt ár.
Ella skal hetta kanska
áleggjast bilunum við
hægri vegskatti? Havi
roynt at leita á heimasíðuni
hjá Hagstovuni, hvussu
nógvir privatbilar eru í
Føroyum, men kundi ikki
finna tað. Um eg giti, at
tað eru einir 15.000
privatbilar, so svarar hend
an rokningin til 6.000 kr.
fyri hvønn bil. So er bara
at finna út av, um hesin
eyka vegskatturin skal
gjaldast upp á eitt ár, ella
kanska yvir fleiri?
Eitt er vist: so ella so
skal peningurin gjaldast
aftur til landskassan!
løgtingsmaður
Bjørn
Kalsø
Handilsmaður, stjóri í
Eclipse og pápi
Havgrímur
joHannessen
løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
alfred
olsen
sofus deBes
joHannesen
floksformaður,
Sjálvstýrisflokkurin
Kári P.
Højgaard
Eclipsestjórin rættleiðir
Verður felagið Javni brúkt politiskt?
Hvør skal gjalda?