týsdagur 26. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 26. januar 2010
15
viðmerkingar
Eg havi hoyrt og lisið um
mangan føroying, sum
talar ímóti altjóðagerðini
og vilja ikki hoyra um, at
Føroyar skulu luttaka í,
ella gerast ein partur av,
heimssamfelagnum. Men
tað svarar til at ynskja, at
vera og liva á eini aðrari
gongustjørnu. Tað er við
øðrum orðum bæði vón
leyst og ógjørligt.
Hetta fær meg at koma í
tankar um, at fyri at spara,
vilja mong hava Uttan ríkis
ráðið niðurlagt. Typisk før
oysk reaktión. Tað fyrsta,
ið lagt verður eftir, er tað,
sum skapar handilssam
bond og diplomatisk sam
bond. Tað er tí, at tað lukt
ar ov nógv av sjálvræði,
initiativ og ábyrgd, so tað
má niðurleggjast.
Tað er júst tí, at tað er so
týdningarmikið at fáa
heim føðingin úr føroy ing
inum. Heimføðingurin
tarn ar alla menning. Hesin
sinnisstandur má tískil
halda uppat nú, tí hann er
skaðiligur fyri allan fram
burð í vinnuni; og slík
tankagongd er avlíkavæl
farin yvir síðsta søludag
tað er eisini tí, at næstan
eingin keypur hatta longur.
Men tey, sum hava keypt
ov gamlar hugsanir og
fatanir eru meinbogar fyri
teimum, sum vilja meira
við lívinum og fyri Føroy
ar, tí tey eru ein partur av
arbeiðsmarknaðinum, sum
skal vera dynamiskur og
ikki stirvin stirvin og
konservativ fólk velja
eisini stirvnar, konserva
tivar og visjónsleysar
politikarar.
Heimurin fullur av
møguleikum
Eg hoyrdi í útvarpinum í
viku 3, at vit ikki kunnu
velja globaliseringina frá,
tí at hon kemur inn á okk
um uttan mun til, um vit
ynskja at vera ein partur av
heimssamfelagnum ella
ikki. Beinanvegin rann
mær í hug allar teir føroy
ingar, sum helst vilja halda
á fram við at "ganga í
grind", ræna egg, skjóta
haru og fugl, hava seyð og
gæs og fara á flot, fyri síð
ani at gera eitt sindur av
nútíðmans "siviliseraðum"
arbeiði í smáu intervallun
um millum "innløgu
arbeiðini".
Eg vil ikki vera tann,
sum brestur bløðruna, ið
inniheldur ta fatan, at áður
nevndu miðaldarlivibreyð
eru hornasteinar í føroyska
samfelagnum; bæði hvat ið
lívsuppihald og mentan
við víkur, men tað er altso
ikki fuglur, grind og knæ
bóndavirksemi, ið ber
búskapin. Tó vil eg taka
undir við, at áðurnevndu
hættir at vinna sær eitt
sindur av tí besta og mest
vistfrøðiliga mati her um
leiðir, er ein góð og livandi
mentan. Vit mugu bara
gevast við at halda, at hesi
ítriv eru annað enn ítriv;
hóast tað er eitt mat
ískoyti. Ov nógvir føroy
ingar raðfesta hesi ítriv
fram um arbeiði. Tað er
ikki gagnligt fyri arbeiðs
effektivitetin, búskapin og
síðani vælferðarsamfelagið
mangir løkir smáir og tí
meini eg, at ein nútíðmans
hugburður má avloysa tann
gamla skjótast gjørligt.
Vit mugu lata dyrnar upp
fyri heiminum, og eisini
sjálv fara út í heim og hava
vitan og førleikar við heim
aftur. Vit mugu ómøguligt
varðveita tann mentala
kinverka múrin, sum hevur
verið í gerð ov leingi um
Føroya land og fólk.
Vit verja ikki okkum
sjálv við at útihýsa heimin
uttan fyri Ríkisfelags
skapin, vit avmarka bert
okkara egnu handils møgu
leikar og gera sostatt
okkara forhandlings platt
form veikan og fáa vána
ligar avtalur; og tað er ein
orsøk til, at alt, sum vit
keypa í Føroyum t.d.
matur, tól og amboð, er
dýrari enn tað nýtist at
vera. Hygg eftir prísunum í
Týsklandi og Bretlandi, so
fert tú at undrast á, hví
føroyskar fyritøkur keypa
allar sínar vørur úr Dan
mark.
Heimssamfelag ella heimføðisskapur
DáviD
isfelD
Vitan treyt fyri
framburði
Duga vit í veruleikanum at síggja møguleikarnar og
avbjóðingina í útbúgving, og týdningin vitan hevur fyri
samfelag okkara? Tí eingin ivi er um, at lítla
demokratiska vælferðarsamfelag okkara, sum júst av
somu orsøk er sera viðkvæmt, er treytað av teimum,
sum velja at virka her.
Vitan og gransking
Vitan er ein treyt fyri framburði. Sum fiskivinnutjóð
eru vit bundin av, at fiskivinnan gevur eitt avkast, sum
kann fíggja samfelagið vælferð, vinnu, útbúgving,
gransking og arbeiðspláss. Fiskivinnan er í dag so at
siga einasta inntøkukelda hjá landskassanum. Ein
nýggj vinna við fíggjarligum avkasti er tí sjálvsagt
kærkomin.
Sum eitt gott grundarlag og íløgu ger samfelagið tí
tað einasta rætta at bjóða børnum og ungum møguleika
at vinna sær vitan, sum við tíðini kann gerast
samfelagsvinningur.
Skúlin ein íløga
Tá børn gerast næmingar byrjar lestrarlívið av álvara.
Hetta er ein stór avbjóðing, sum flestu børn megna
væl. Fyrstu úrslitini síggjast rættiliga skjótt og
viðurkenningin er dagligur gestur. Hesi livandi og
skapandi børn gerast við tíðini kend við avbjóðandi
gerandisdagin.
Samfelagið hevur valt at útbúgva børn og ung. Tí er
hetta ein íløga, sum samfelagið ger í og við at gjalda
høli, tilfar og lønir.
Útbúgving vinningur
Eftir lokið fólkaskúlaprógv fara flest allir næmingarnir
víðari á miðnám. Hetta er ein av stóru samfelags
íløgunum, sum afturat karmum og lønum veitir
týðandi ískoyti til til lesandi fyri mongu útreiðslurnar.
Í fimm økjum bjóðar samfelagið ungum at lesa
Suðuroy, Suðurstreymoy, Norðurstreymoy, Eysturoy og
í Norðoyggjum. Skúlar, sum eru viðurkendir, og sum í
altjóða kappingum hava staðið seg væl.
Úrtøkan
Hvat vit síggja aftur í samfelagnum av øllum hesum.
Jú, tey ungu eru væl fyri at fáa sær eina útbúgving og
klára seg væl eisini samanborið við onnur lond.
Íløgan samfelagið ger í føroyska fólkaskúlan og hægri
skúlarnar, gevur føroyska ungdóminum møguleika at
skapa eitt gott lív og eina spennandi framtíð.
Havi tó hug at seta spurningin opnan: Duga vit í
veruleikanum at síggja avbjóðingina í júst hesum
møguleikanum, og týdningin útbúgving hevur fyri
samfelag okkara? Hvussu fáa vit vitan og skúlaskap at
gerast ein náttúrligur partur av samfelagnum og
møguliga eina inntøkukeldu?
Samfelagið
Seinastu tíðina hevur kjak stungið seg upp um, hvussu
vit fáa tey, sum hava nomið sær vitan í øðrum londum
aftur til Føroyar at búseta seg. Hildið verður, at
samfelagið skal bjóða útbúna fólkinum aftur til landið
til eitt ”gott” starv í einum komandi granskingar
umhvørvi ella í nýggjum størvum, sum ongin rættiliga
veit, hvørji eru.
Eg veit ikki, um onnur undrast, men tað geri eg.
Haldi, hetta er at taka seinasta brikkin fyrst. Eg skilji
væl grundgevingina fyri, at landið hevur brúk fyri
vitan. Tó er alt hetta treytað hugsjónum og vilja hjá
teimum, sum longu búleikast her. Aftur at hesum er
spurningurin, hvat føroyski búskapurin, við so at siga
einari inntøkukeldu, kann bera.
Skal samfelagið lagast eftir teimum, sum lesa og
møguliga koma aftur til eitt starv her? Eg havi hug at
halda, at samfelagið eigur at vísa vilja at vaksa seg
sterkari við teimum, sum longu búgva her, við
langtíðarætlanum fyri, hvussu samfelagið skal skipast,
og geva greiðar útmeldingar um, hvat er at gera.
Neyðugt er at vísa í verki virðing fyri vitan, skúlaskapi
og gransking, sum ein týðandi part av mentan okkara
tá kunnu vit fara út at bjóða heim.
Ein lítil stubbi frá Virgari
Dalsgaard hevur vakt
mikla øsing millum fjaður
sárar nationalistar. Virgar
vísir á eina fólksins rødd
(vox populi) frá manni, ið
siglur úti, hevur víst á
løgin ting í føroyskum
politikki.
Víðari vísir hann á søgu
lig fakta, sum grunnir
nationalistar helst einki
vita um. Hann vísir á fakta,
at tað var javnaðar for mað
urin P. M. Dam, sum síðst í
50’unum legði grundina til
nútíðar vælferðar sam
felagið í Føroyum. Og at
tað var við danskari hjálp,
at tað bleiv bygt upp. Ikki
bara tað sociala økið bleiv
bygt upp soleiðis, men
vinnulívið og infrastruk
tururin bleiv bygdur upp av
Realkredittinum, 60milli
óna grunninum, Føroya
grunninum, Egnsudvikl
ingsfonden og nógvum
øðrum tiltøkum.
Sjarligir tjóðveldismenn
duga annars at brúka kjaft
Dávid Isfeldt letst einki at
vita um søgulig fakta. Í
hvussu so er brúkar hann
bara plássið í Dimmu og
Sosialinum upp á at
eymkast og gremjast um,
at Virgar brúkar hørð orð
um ’fullveldisdólgar og
ábyrgdarloysingar’. Men
ikki eitt orð um innihaldið,
substansin ella søgulig
fakta.
So, skula tjóðveldisfólk
og aðrir nationalistar
gremja seg um at fáa
koyril in? Gremja seg um,
at orðini ikki eru rósandi,
herðaklappandi, sjálvfor
herligandi? Teir sum í
5080 ár hava gingið
fremstir í grovum mál
brúki, útspilling og eisini
regulerari terrorismu? Ja,
terrorismu av grovasta slag
hava teir, ekstremu
national istarnir, fleiri
ferður brúkt. Veit Isfeldt
ikki tað? Hann spyr óvit
andi »Meinar Virgar, at
tjóðveldisfólk eru terror
istar?« Tað kann Virgar
helst geva mong dømir um.
Eg vil minna á, at ekstrem
ir nationalistar hava gjørt
nøkur ting, sum tíverri
næstan eru tagd burtur. So
eg vil siga, ja, nakrir
ekstremir nationalistar
hava verið terroristar. Men
tað finnast jú eisini friðar
lig tjóðveldisfólk, og rokni
við at Isfeldt er ein av
teimum.
Nøkur dømir um
nationalistiska
terrorismu
Í 1945 sprongdist ein
bumba undir Tinghúsinum,
sum var so kraftig, at húsið
lyftist uppfrá, fór illa, allir
rútar knústir, líka sum rútar
í bókhandlinum og komm
unuskúlanum og aðrastaðni
fóru í knús. Skúlin varð
stongdur í fleiri dagar.
Bumban var ætlað P. M.
Dam, sum einsamallur
hevði sitið og arbeitt í
Tinghúsinum tað kvøldið.
Seinni, einaferð í
50’unum, varð skotið við
riflu móti Kr. Djurhuus á
Tvøroyri. Skotini fóru
gjøgnum rútarnar í sovi
kamarinum og stóðu eftir í
songarstokkinum. Kr.
Djurhuus bleiv tó ikki
raktur. Hús hjá einum
moderatum sjálvstýris
politik ara í Havn blivu
meiggjaði til við máling og
lorti, og hann bleiv
terroriseraður pr telefon og
upp á nógvar aðrar mátar.
Í einum tíðarskeiði var
tað so, at tá Dam kom úr
Suðri við Smyrli, ringdi
hann altíð framman undan
og segði frá, so at parta
menn kundu koma á keiina
og vera ’bodyguards’ og
fáa hann óskaddan til hús.
Tó mundi endað galið eina
ferð úti í Sigmundargøtu,
har Jóan Petur Davidsen,
javnaðarmaður av Sandi,
og Dam komu gangandi
eitt kvøldi. Ein lastbilur
royndi at koyra teir niður.
Jóan Petur var sterkur og
kvikur, syfti Dam upp um
ein garð. Annars hevði
staðið illa til. Pálma
sunnudag 1958 var krav
gonga móti nato. Dam kom
sama kvøld upp við Tjaldr
inum, og í tí hann kom í
land, fekk hann eina stong
við einum skelti í høvdið
av einum fanatiskum
tjóðveldismanni.
Isfeldt dugir eisini við
grovheitum
Stubbin hjá Isfeldt, sum
ikki tekur støðu til nakað
konkret innihald, uttan bara
orðavalið ella stílin hjá
Virgari, endar tó við fleiri
grovheitum. Ikki minst at
samanbera skrivingina hjá
Virgari við »týsk bumbu
flogfør yvir London.« Og
mín sann um hann ikki til
endans hevjar seg upp til at
tala vegna allar føroyingar.
Hatta er nakað nógv. Enn
hava fólk ymsar meiningar,
og ymsir flokkar eru til.
Tað eru so slett ikki allir
føroyingar, sum halda at
Tjóðveldisflokkurin og
Hoydal er svarið.
Rolf
Guttesen
tóRa við
KelDu
Sjarrligir tjóðveldismenn hava fingið koyrilin
innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he-
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.