Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 17 - 26. januar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Nú er eitt ár liðið, síðani tú so brád­ liga andaðist á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Vit vóru í holt við at flyta úr Vestmanna til Havnar í desember mánað í fjør. Eg helt tað vera so keðiligt, at vit fluttu, akkurát meðan tú vart niðri, so eg legði ikki jólakortið í postkassan, tí eg ætlaði mær inn á gólvið við tí seinri í mánaðinum, tá tú vart heim­ afturkomin. Púra óvæntað skuldi tað ikki verða so. Vit kendust bert í góð fýra ár, men sóust næstan dagliga ta tíðina. Vit gingu túrar og trillaðu, gjørdu ørindi saman og ikki at gloyma all­ ar drekkamunnarnar. Tað var altíð so hugnaligt, tá tú stakk høvdið inn um. Familjan hevði nógv at týða fyri teg. Tær dámdi væl at fortelja nýtt úr Grønlandi, Danmark og eisini hvussu tað gekst teimum nærmastu í bygdini. Tá Andrias (ein abbasonur bróður tín) var á rannsóknarferðini Galathea 3, vóru vit hvønn dag á netinum og lósu úr dagbókini, sum hann skrivaði. Tú vart so spent at vita, hvussu hann hevði tað, og hvat hann hevði at siga frá. Børnini høvdu eitt stórt pláss í tínum hjarta, og tað merkti okkara Hjalti eisini. Tit vóru so ómetaliga væl. Tá hann kom heim úr barna­ garðinum, spurdi hann altíð, um vit kundu fara inn at vitja Adu. Niðasta skuffa í køkinum var full við bilum, og Ada tímdi so væl at spæla. Tað er so mangt i dagligdegnum, sum minnir um løturnar, vit høvdu saman. Pyramiduformaðu frukt­ tepos arnir (tær dámdi so væl fruktte), eitt tómt súltutoysglas, sum einaferð var fult við gummi­ bommum. Leikur og undirklæði, sum Hjalti fekk frá tær, verða nú tikin fram aftur til lítlabeiggja, sum tú ikki náddi at síggja. Tú vart so spent at vita, hvat kyn tað bleiv, og kom altíð inn at spyrja, hvussu eg hevði tað, og um mær manglaði nakað. Altíð so røsk at hjálpa og at renna ørindi fyri tey, ið høvdu brúk fyri tí. Tí sjálvt um tú hevði aldur, so vart tú ung bæði í sinn og skinn. Ikki náddu vit handan biltúrin til Havnar, so tú kundi síggja okkara nýggja heim, men her í húsinum tosa vit um teg av og á, og eg hugsi ofta um teg við sorgblídni. Saknurin er stórur. Ærað veri minnið um teg, góða Ada. Hildur Dagurin 26. januar. Polycarpos, deyður umleið ár 155. Var biskupur í Smyrna og høgt mettur kirkjumaður í Lítluásia. 86 ára gamal verður hann píndur og tikin av døgum. Navnið hevur enntá í nýggjari tíð verið brúkt sum mansnavn í Føroyum, Karpus. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Minningarorð um granna- og vinkonu mína Ada Maria Olsen 8. mai 1935 – 19. desember 2008 Merkisdagar 90 ára føðingardagur Hósdagin 28. jan. fyllir Eigil Gunnarsson í Havn 90 ár. Føðingardagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsmanna felagnum, J. H. Schrøtersgøta. 9, millum kl. 16 og 20, har øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Sunnudagin 31. jan. fyllir Anna Louisa Jacobsen í Skálafirði 90 ár. Dagurin verður hildin í Kelduni í Skálafirði frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur 1. feb. verður Hans Poulsen, Klaksvík, ættaður av Eiði, 80 ár. Føðingardagurin verur hildin 6. feb. hjá dótturini í Kristiansgøtu 37, Hoyvík frá kl. 17. 60 ára føðingardagur Mánadagin 25. jan. fylti Jóna Borg Dahl, í Vági, 60 ár. Dagurin verður hildin í Billardhúsinum leygar­ dagin 30. jan. frá kl. 13 til 17, har øll eru vælkomin. Diamantbrúdleyp Hósdagin 28. januar hava Frida og Andrew Thom­ sen í Porkeri diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 5. febr. hava Aðalbjørg og Sigurd Joensen í Oyndarfirði diamantbrúðleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík leygardagin 6. feb., kl. 15, har øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 29. jan. hava Ingibjørg og Olfert Debes á Oyri gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familju, leygardagin 30. jan. Gullbrúdleyp Leygardagin 30. jan. hava hjúnini Anny og Pole Klein, Vestmanna, gullbrúdleyp. Tey, ið vilja heilsa uppá gullbrúðarparið, eru vælkomin millum kl. 11 og 15 til morgunmat í kaffistovuni inni á Fjørð. Gullbrúdleyp Sunnudagin 31. jan. hava hjúnini Sonja og Hans Olaf Andersen í Lopra gullbrúdleyp. Tey eru burturstødd. Silvurbrúdleyp Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni í Skálafirði týskvøldið 2. feb. frá kl.18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 6. februar. giftast Niza Pardillo, av Filips oyggjunum og Hans Hilmar Johannesen av Toftum. Vækomst verður á Svangaskarði kl. 19. Tey, ið ynskja, at gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um, at siga frá á tlf. 748134/448134 innan 2. februar. Sunnudagin 24. januar and­ aðist Hensar Ellingsgaard, fyrr verandi landsskúla­ stjóri, í Havn, 75 ára gam­ al. Hensar var føddur 12. august 1934 á Eiði, har hann eisini vaks upp. For­ eldur hansara vóru Hans J. Ellingsgaard, trúðboðari av Eiði, og Kathrina f. David­ sen úr Tjørnuvík. Aftan á barnaskúlan fór Hensar til skips og arbeiddi annars fyrifallandi arbeiði í heimbygdini. Í 1952­1953 var Hensar næmingur á Føroya Fólka­ háskúla, og í 1954 fór hann á Føroya Læraraskúla og tók prógv sum lærari í 1958. Hann fekk sama ár starv sum einalærari á Við­ areiði. Har starvaðist hann í 6 ár, til hann í 1964 flutti vestur til Sørvágs, har hann í 1965 varð settur sum fyrsti lærari og seinni sum skúla stjóri. Hensar var skúlastjóri í Sørvági til 1981, tá hann flutti til Havnar at arbeiða sum námsfulltrúi á Lands­ skúlafyrisitingini. Fimm ár seinni, í 1986, varð hann settur sum Landsskúlastjóri á sama stovni. Tá hesin stovn ur í 1998 varð um ­ skipaður til tað, vit í dag kalla Mentamálaráðið, varð Hensar settur sum deild­ arleiðari fyri fólkaskúlan í hesum ráði. Hetta starv røkti hann til 2001, ta hann vegna aldur segði starvið frá sær. Hensar giftist við Gretu Ellingsgaard f. Sørensen, fyrrverandi lærara, og eiga tey fingu tríggjar døtur: Kirstin, ið býr í Kaldbak, Birgittu, ið býr í Keyp­ mannahavn og Helgu, ið býr í Sveis. ­red Hensar Ellingsgaard farin