týsdagur 26. januar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 17 - 26. januar 2010
tíðindi
– Føroyingar og grøn
lendingar hava bara
eitt enda mál við at
vera í ríkis fe lags
skapinum, og tað
er at stinga snevil in
langt niður í lumm
an hjá donsku skatt
gjaldarunum, skrivar
blaðið hjá donsku
byggi vinnuni
Politikkur
Árni Joensen
Tá Christian H. Hansen,
fólkatingsmaður, í síðstu
viku fór burtur úr Danska
Fólkaflokkinum, róðu fleiri
danskir fjølmiðlar uppundir,
at nú átti Edmund Joensen
lívið í donsku stjórnini, tí
hansara atkvøða tryggjaði
stjórnini meiriluta. Hetta er
tó ikki heilt rætt. Christian
H. Hansen hevur sagt, at
hann fer framvegis at styðja
stjórnina, so í so máta er
støðan ikki broytt. Har aft
urat fær atkvøðan hjá før
oyska sambandsmanninum
ikki týdning, uttan so at hin
føroyski og teir báðir grøn
lendsku fólkatings limirnir
atkvøða saman við and
støðuni.
Hetta er eisini niðurstøðan
hjá blaðnum Licitationen
Byggeriets Dagblad. Men
blaðið nýtir hetta høvið til
at spyrja, um tað er rímiligt,
at føroyingar og grøn lend
ingar velja umboð á Fólka
ting, sum hava somu rætt
indi sum tey donsku um
boðini. Blaðið heldur, at í
teirri gomlu amtstíðini var
tað náttúrligt, at tey før
oysku
og
grønlendsku
um boðini høvdu somu rætt
indi sum tey donsku. Men
síðani er støðan broytt
nógv.
– Í dag tykist tað vera
púra burturvið, at Grønland
og Føroyar, sum hava lagt
so stóran dent á at fáa størri
sjálvræði, og sum hava
kreft ir, ið ganga inn fyri
loys ing, skulu hava fólka
tingsumboð, ið kunnu gera
av, hvør stjórn skal stýra
dønum, skrivar Licitationen
– Byggeriets Dagblad í
oddagrein.
Fólkaatkvøðu
sum skjótast
Blaðið heldur, at størri
sjálv ræði eigur at hava við
sær, at tey føroysku og
grøn lendsku
umboðini
kenna sína vitjanartíð og
halda seg uttan fyri mál,
sum bara viðvíkja dønum.
Gera tey ikki tað, mugu
danir taka spurningin um ta
føroysku og grønlendsku
umboðanina upp á fólka
atkvøðu sum skjótast, skriv
ar blaðið og heldur fram:
– Her er talan um tvey
øki, sum nú bara hava eitt
ans endamál við at vera í
ríkisfelagsskapinum,
oig
tað er at hava snevilin langt
niðri í lummanum hjá teim
um donsku skattaborg ar
unum. Teir vilja ikki vera
danir longur og lata einki til
tann danska sam felags bú
skapin. Tí skulu teir sjálv
andi heldur ikki hava ávirk
an á danska lóggávu, skrivar
blaðið og mælir til, at danir
á fólkaatkvøðu skulu siga,
um teir yvirhøvur vilja hava
ríkisfelagsskap við Grøn
land og Føroyar.
Tað er órímiligt, at tey føroysku og
grønlendsku fólkatingsumboðini
hava somu rættindi sum tey donsku
umboðini. Tað var rætt í amtstíðini,
men ikki í dag, heldur Licitationen -
Byggeriets Dagblad
Danir eiga at hava fólkaatkvøðu
um at sleppa av við
Føroyar og Grønland