Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindi Nr. 17 - 26. januar 2010 Næsta útbygging av Landssjúkrahúsinum fevnir eisini um nýggjan psykiatrisk­ an depil, sum skal byggjast niðan fyri verandi høvuðsbygn­ ing, sambært dag­ førdu byggiætlanini fyri Landssjúkrahúsið LANDS­S­JÚKRAHÚS­IÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Heilsumálaráðið hevur í dag sent fjølmiðlunum eina dagføring av framhaldandi byggiætlanini fyri Lands­ sjúkrahúsið, sum herfyri varð framløgd fyri Trivn­ aðarnevnd Løgtingsins. Dagførda byggiætlanin fevnir um tey øki á sjúkra­ húsinum, sum enn ikki eru dagførd til nútíðartørvin, umframt ein nýggjan psykiatriskan depil. Ætlanin fylgir langtíðarætlanini fyri útbygging og um framhald­ andi umvæling av Lands­ sjúkrahúsinum, sum var sett í verk í 2005. Tað nýskapandi við dag­ førdu byggiætlanini er sambært Heilsumálaráðn­ um, at lagt verður upp til, at alt verður bygt í eini saman­ hangandi eind niðan fyri verandi høvuðsbygning, sum tað sæst á tekningini. Heilsumálaráðið metir, at nógvir fyrimunir eru við hesum. Fakliga er hetta ein góð loysn fyri virksemið á sjúkrahúsinum, og fíggjar­ ligir fyrimunir eru eisini við hesari ætlan. ­ Eg haldi, at dagførda ætlanin hjá bygginevndini er sera áhugaverd. Nýggju ætlanirnar leggja upp til eina øðrvísi tíðarætlan enn verandi verklagslóg hevur lagt upp til, og tí er neyðugt við eini dagføring av ver­ andi langtíðarætlan. Hetta má gerast í lóg, og fundurin við Trivnaðarnevndina gevur mær góðar vónir um, at politisk undirtøku verður fyri broytingunum, sigur Aksel V. Johannesen, lands­ stýrismaður, sum nú fer at fyrireika eina nýggja verkslagslóg. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at ætandi verður broytt verklagslóg borin í Løg­ tingið hesa tingsetuna. Stjórar vænta framgongd 41 prosent av teimum meira enn 300 toppleiðarum, sum hava svarað spurnarkann­ ingini hjá Berlingske Tidende, vænta, at umsetningurin fer at økjast næstu 3 mán­ aðirnar. Bjartskygnið er uppaftur størri, tá spurt verður um yvirskotið hjá fyritøk­ unum. Her roknar næstan helvtin av stjórunum við, at yvirskotið fer at vaksa. “Eg merki heilt greitt eitt spírandi bjartskygni “, sigur Thomas Hofman­Bang, ið er stjóri í samtakinum NKT. “Fleiri og fleiri síggja nú, at marknaðirnir eru givnir at falla. Teir eru aftur komnir í eina javnvág, og tí skulu vit ikki longur alla tíðina hugsa um kreppuna, men kunnu í størri mun hyggja frameftir”, sigur Thomas Hofman­Bang sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Skúlasambandið er gott sum er Byggiætlan fyri Landssjúkrahúsið framløgd Eysturkommuna heldur lítið um ætlanina hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum, at skúlaøki teirra skal verða størri. Tað virkar væl og eigur ikki at verða størri, sigur Jóhnan Christiansen, borgarstjóri FóLKAS­KÚLIN Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í trivnaðarnevndini og í býráðnum í Eysturkomm­ unu eru tey samd um, at skipanin fyri fólkaskeiðan eigur at verða liðiligari til gagns fyri næmingarnar, og at borgarin skal hava ávirkan á skúlan. Men tey eru ikki samd við Helenu Dam á neystabø, landsstýriskvinnu í ment­ anarmálum, hvussu hetta skal gerast. Tey halda heldur ikki, at samsvar eru millum ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni um, at hvussu stórt hvørt skúlaøki, og talið av ætlaðum kommunalum eindum. Egna framhaldsdeild Tað eru ov nógvir ósvaraðir spurningar, heldur býráðið, sum vil hava landsstýris­ kvinnuna at lýsa broyting­ arnar nærri. Býtið millum land og kommunu er eisini framvegis líka ógreitt, og lógabroytingar skulu til, verður sagt í tilmælinum. Býráðið í Eysturkomm­ unu sær onga orsøk til at gera nakrar broytingar millum bygdirnar í Eystur­ kommunu og Fuglafjørð. Støddin er hóskandi, og tað er lagt soleiðis til rættis, at innskúling er í Leirvíkar skúla og miðdeild í Gøtu skúla. Tá ið børnini skulu í framhaldsdeild, fara tey til Fulafjarðar at ganga í skúla. Eysturkommuna ætlar tó at stovna sína egnu fram­ haldsdeild innan fyri kommunumark. Býráðið tekur undir við trivnaðarnevndini í, at mørkni fyri skúlasamband og kommunu eru tey somu. Í kommunuáltinum frá í fjør er lagt upp til, at Eysturkommuna verður ein kommunal eind. “...nú arbeiðið at skipa kommunueindir enn ikki er komið undir land, so sýnist tað óheppið at gera víð­ fevndar broytingar innan skúlaøki/skúlasambond og skipan av hesum, tá broyt­ ingarnar kunnu koma at standa í andsøgn við polit­ ikkin um kommunueindir og í andsøgn við førdan kommunueindir og í and­ søgn við førdan kommunu­ politikk seinastu fáu árini, skrivar býráði í Eystur­ kommunu í tilmæli sínum. Næmingurin hótti floksfelagar á skúlanum, leyp á løgreglumann við knívi og varð síðani sjálvur skotin DRAMA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eitt størri drama sá dagsins ljós í morgun á Ljungskile Fólkaháskúlanum norðan fyri Göteborg í Svøríki. Klokkan 07.54 fekk løgreglan boð um, at ein av næmingunum á skúlanum – ein maður í 20­árunum – hevði fingið bráfangis sálarligar trupulleikar og hevði vápnað seg við einum knívi. ­ Hann rann runt og uppførdi seg hóttandi móti næmingum og lærarum á skúlanum, sigur Thomas Fuxborg, talsmaður fyri Västra Götalands politi við expressen.se. Næmingurin gyrdi seg á einum wc, hótti við at skera seg sjálvan í búkin og setti brandalarmin frá. ­ Knappliga læt maðurin hurðina upp og loypur á løgregluna. Ein av løgreglumonnunum á staðnum skjeyt tí eftir beininum á manninum, sigur Thomas Fuxborg. Næmingurin er nú koyrdur á Uddevalla Sjúkra­ húsið, men er sambært løgregluni uttan fyri lívsvanda, skrivar expressen.se. Skotið næming í beini