Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. januar 2010 Danmark, Noreg og Ísland hava nú øll fýra stig í millumbólki 1, og tí hava tey øll í løtuni góðan møguleika at vinna seg í hálvfinaluna Ísland spældi á triðja sinni javnt í hesum EM-endaspælinum. Í inn- leiðandi bólkinum spældu íslend- ingar fyrst 29-29 ímóti Serbia og síðani 37-37 ímóti Eysturíki – og dysturin millum Ísland og Kroatia í gjár endaði við javnleiki 26-26, eftir at Ísland hevði verið á odda 15-12 í hálvleikinum. Ísland førdi við trimum ella fýra málum størsta partin av dystinum, men seinastu løtuna át Kroatia seg inn á leiðsluna, og tá 56 minuttir vóru farnir, var støðan javnleikur 23-23. Seinasta lítla minuttin var Kroatia í álopsstøðu, og kundi havt vunnið 27-26, men tá diskaði Björgvin Gustávsson upp við tí týdningar- mestu bjargingini í hesari EM-kapp- ingini, tá hann í seinasta sekundi bjargaði einari kroatiskari skot- roynd. Hetta eina stigið Ísland fekk í gjár, merkir at Kroatia hevur fimm stig og Ísland hevur fýra stig í millumbólki 1, eins og Danmark og Noreg. Ólafur Stefánsson fekk aftur gongd á málskjótingina ímóti Kroatia. Í gjár skjeyt átta mál, um - framt at leggja upp til fleiri onnur. Íslendingar vardu væl, men í seinna hálvleiki fekk liðið nakrar kostnaðar- miklar útvísingar. Sverre Jakobsson fekk reyða kortið, og ís lendingar føldu seg eitt sindur burt urdømdar. Men »strákarnir« eru so enn ósigr- aðir í EM-endaspælin um. Noreg tók vertirnar Noreg vann 30-27 á Eysturríki, eftir eina 15-12 leiðslu í steðginum. Tað var fullsett í Wien, og teir eystur- ríksku heimaáskoðarnir gjørdu sítt ítarsta fyri at stuðla Eysturríki. Håvard Tvedten var rættiliga óður um tað harða eysturríkska verju spælið, og segði við norska TV2, at eysturríkarnir sluppu ov lætt við sínum harða spæli. Norski málverjin, Steinar Ege stóð ein rimmar dyst fyri Noreg, og í fyrra hálvleiki bjargaði hann 50 prosent av teimum eysturríksku royndunum. Eysturríki var á odda við tveimum málum í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist norðmonnum at rista skelkin av sær, og at leggja seg trý mál fram um. Eysturríki helt á at stríðast í seinna hálvleiki, og størsti munurin millum liðini í dystinum var fýra mál. Men tá alt var liðugt mátti eysturríkarar lata seg noyða við eitt heiðurligt tap. Danmark reistist Danmark vann ein rættiliga trygg an 34-28 sigur á Russlandi í gjár kvøldið, og kom tað væl við eftir greiða tapið fyri Íslandi leygardagin. Hálv leiks- støðan var 18-13 til Danmark. Russar vóru væl í byrjanini av dystinum, og liðini fylgdust fram til støðuna 9-9. Men í seinnu helvt av fyrra hálvleiki fór Danmark undan Russlandi, og tað nærmasta russar nakrantíð komu, var ein munur upp á tvey mál. Danski venjarin, Ulrik Wilbek hevði valt Niklas Landin at byrja í málinum, í staðin fyri Kasper Hvidt. Og tað vísti seg at verða ein klók avgerð, tí Niklas Landin hevði eitt bjargingarprosent uppá heili 43 prosent. Russiska liðið var heldur ikki kappingarført við tað danska liðið, tá talan var um leikferð. Millumbólkur 1 er vorðin ein norð urlendsk krúttunna, har Dan- mark, Ísland og Noreg øll hava fýra stig. Kroatia hevur fimm stig, Eystur- ríki hevur eitt stig og Russland hevur einki stig. heris@sosialurin.fo Heri Simonsen EM-hondbóltur Bólkur M1 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kroatia 3 2 - 1 - 0 81 77 4 5 2 Ísland 3 1 - 2 - 0 90 85 5 4 3 Danmark 3 2 - 0 - 1 89 84 5 4 4 Noreg 3 2 - 0 - 1 81 76 5 4 5 Eysturríki 3 0 - 1 - 2 93 100 -7 1 6 Russland 3 0 - 0 - 3 80 92 -12 0 Bólkur M2 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Pólland 3 2 - 1 - 0 89 81 8 5 2 Frakland 3 2 - 1 - 0 69 66 3 5 3 Spania 3 1 - 1 - 1 87 81 6 3 4 Slovenia 3 0 - 2 - 1 99 101 -2 2 5 Kekkia 3 1 - 0 - 2 82 93 -11 2 6 Týskland 3 0 - 1 - 2 81 85 -4 1 EM-kappingin 2010 Millumbólkur 1 25/01 Kroatia-Ísland 26-26 25/01 Noreg-Eysturríki 30-27 25/01 Danmark-Russland 34-28 26/01 Russland-Ísland 15.00 26/01 Kroatia-Eysturríki 17.00 26/01 Noreg-Danmark 19.15 28/01 Noreg-Ísland 15.00 28/01 Russland-Eysturríki 17.00 28/01 Kroatia-Danmark 19.15 Millumbólkur 2 24/01 Týskland-Frakland 24-22 24/01 Pólland-Spania 32-26 24/01 Slovenia-Kekkia 35-37 26/01 Slovenia-Frakland 15.15 26/01 Týskland-Spania 17.15 26/01 Kekkia-Pólland 19.15 28/01 Týskland-Kekkia 15.30 28/01 Slovenia-Spania 17.30 28/01 Pólland-Frakland 19.30 Norðurlendskur EM-háspenningur Íslendski málverjin, Björgvin Gustávsson, sum hevur staðið seg sera væl í EM-endaspælinum, bjargaði Íslandi javnleikin ímóti Kroatia, tá hann fekk vart fyri seinastu skotroyndini frá Kroatia Tá Alexei Rastvortsev stutt fyri dystarenda fekk beinleiðis reytt fyri at renna økslina upp í Kasper Nielsen, gjørdist tað bert endin á russiska niðurtúrinum ímóti Danmark