Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. januar 2010 – Nr. 17 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Klaksvíkar á odda í billard Klaksvíkingar hava lagt seg klárt á odda í liðkapp ing ini í billard, meðan tvøramenn eru aftastir Billard Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Tað eru ikki bara fótbóltskvinnurnar í Klaksvík, sum vinna aftur og aftur, ár undan ári. Eisini tá ræður um billardítróttina eru klaksvíkingar teir bestu, tá kúlurnar rulla á grøna klæðinum. Soleiðis hevur verið í fleiri ár, og aftur í ár eru teir komnir best frá byrjan. Føroyameistarakappingin í billard er umleið hálvrunnin og hevur KBF1 lagt seg á odda við 18 stigum. Havnar Klubbi er nr. 2 við 14 stigum, KBF2 og Mimir hava hvør síni 12 stig, og aftast er Tvøroyrar Billardfelag við 8 stigum. Øll liðini uttan KBF1 hava spælt 3 dystir. Oddaliðið hevur spælt 4 dystir. Áhugaverdir dystir vórðu spældir seinasta vikuskifti, tá Mimir tók oddaliðið úr Klaksvík á bóli. Gomlu veteranarnir úr Mimi, Steinbjørn í Dali og Jan Müller vunnu tríggjar av fýra dystum móti elituspælarunum í Klaksvíkar Billardfelag, Halli Joensen og Sonhard Johannessen. Hetta úrslitið er við til at gera kappingina meira spennandi, tí Mimir hevur ligið í botninum higartil. Kortini skal nógv til fyri at hótta oddaliðið. Klaksvíkin hevur tvey góð lið í kappingini, meðan hini feløgini hava hvør sítt lið. Á hinum liðnum hjá Klaksvíkar Billardfelag eru Kristian Sune Høgnesen og Torkil Jacobsen. Kristian Sune er fleirfalt føroyameistari og hevur eisini fingið fleiri góð úrslit í liðkappingini. Eisini Havnar Klubbi er vælmannað. Niels Nielsen er við aftur eftir ein steðg og vann hann saman við Jógvan Jørgensen tríggjar av fýra dystum móti Mimi herfyri. Støðan í billardkappingini er henda: Felag Dystir Eygu Miðal Stig KBF1 4 6092 21,20 18 HK 3 4618 19,24 14 KBF2 3 4608 19,20 12 MIM 3 4200 18,50 12 TBF 3 3406 14,20 8 Keita venur í Silkeborg Á veg til Føroya leggur Keita leiðina framvið í Silkeborg, har hann skal royndarvenja í nakrar dagar. Tað skrivar heimasíðan hjá B68. Ahmed Keita hevur verið B68 ein sannur fongur, tey bæði árini, hann hevur spælt á Toftum. Tískil gleða tey seg eisini til, at hann og landsmaðurin Ndende koma aftur. Men áðrenn teir koma so langt, skal Keita venja við SAS-ligu felagnum Silkeborg, har føroyski landsliðsleikarin Christian Lamhauge Holst hevur sína dagligu gongd. Hvat henda royndarvenjing kann enda við, verður spennandi at fylgja, men heimasíðan hjá B68 skrivar, at Keita og Ndende, sum hava sáttmála við B68 í 2010, vera aftur á Toftum. Kappróður hjá Knørri Sunnudagin hevði Róðrarfelagið Knørrur fjórða umfar í vetrarkappingini síni, RK-prix. Hjá U15 vunnu Anna Louisa Rubek Nielsen og Sverri Skaalum Joensen, hjá U18 vunnu Gunnvá F. Ellingsgaard og Brestir Mikkelsen, og bólkin hjá vaksnum vunnu Johanna Petersen og Pætur Johansen. Seks umfør eru í kappingini. Næsta umfar verður sunnudagin, 28. februar. Til ber at síggja fleiri úrslit, støður og myndir á heimasíðuni hjá Róðrarfelagnum Knørri, http://www.rk.fo. Klárt til hálvfinalur í Afrika Í gjárkvøldið spældu Nigeria og Egyptaland spælt seg í hálvfinalurnar í kappingini um afrikanska meistaraheitið, og harvið er klárt at fara undir hesar hósdagin Dysturin millum Nigeria og Zambia endaði við málleysum javnleiki. Longda leiktíðin førdi heldur einki við sær, annað enn eina útvísing til Apam hjá Nigeria. Tískil var neyðugt við brotssparkskapping, sum Nigeria vann 5-4. Merkisvert var, at nigerianski málverjin Enyeama bjargaði seinastu royndini frá Zambia, áðrenn hann sjálvur skoraði avgerandi brotssparkið fyri Nigeria. Hina fjórðingsfinaluna í dag vann Egyptaland 3-1 á Cameroon. Cameroon legði seg á odda, tá Hassan stútaði bóltin í egið net eftir hornaspark. Sami Hassen javnaði stutt fyri hálvleik, men tá var tað málverjin Kameni hjá Cameroon, sum var óheppin og fór skeivur av skotinum. 1-1 var eisini støðan, tá dómarin bríkslaði eftir 90 minuttir. Bert tríggjar minuttir inn í longdu leiktíðini, sendi Gado Egyptaland á sigurskós, tá hann fangaði eina afturlegging frá Geremi og skoraði til 2-1. Tríggjar minuttir eftir hetta var aftur galið. Hassan sendi eitt fríspark avstað, sum Kameni stýrdi upp undir tvørtræið, áðrenn bóltur støkk niður á milstrikuna og út. Dómarin metti tó, at bólturin hevði verið innanvert málstrikuna og dømdi mál. Harvið gjørdist sigurin veruleiki hjá Egyptalandi, og Cameroon staðfesti sína egnu vanlagnu í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini, tá Chedjou varð vístur av vøllinum eftir eina neyðbremsu. Obafemi Martins kom á vøllin, tá 70 minuttir vóru spældir Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Frá 1.000 pundum til 80 mió pund Nógv er hent í prísleguni í altjóða fótbólti síðani fyrsta prísmetið var sett afturi í 1905 Tá Alf Common skrivaði undir ein sáttmála við Middlesbrough, sum var verdur 1.000 bretsk pund afturi í 1905, var tað ein prísur sum skelkaði mong. Men høvdu langabbarnir og oldurabbarnir hjá teimum, sum spæla í Premier League í dag, vita hvat teirra eftirkomarar fáa í løn, so høvdu teir fingið ein skelk uttan sín líka. Vit hava prentað eitt yvirlit, sum vísir hvussu nógv príslegan er broytt frá tí, at Alf Common fór úr Sunderland til Middlesbrough fyri 1.000 bretsk pund - sum tá var met - til Christiano Ronaldo, sum í summar fór til Real Madrid fyri 80.000.000 bretsk pund, og harvið setti nýtt prísmet. Yvirlitið vísir prísmetini, sum eru sett seinastu øldina í samband við, at spælarar hava skrivað sáttmála við eitt nýtt fótbóltsfelag. heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Teir dýrastu Ár Spælari Frá felag Til felag Upphædd 1905 Alf Common Sunderland= Middlesbrough £ 1.000 1922 Syd Puddefoot West Ham= Falkirk £ 5.000 1922 Warney Cresswell South Shields=Sunderland £ 5.500 1928 David Jack Bolton=Arsenal £ 10.890 1932 Bernabe Ferreyra Tigre BA=River Plate £ 23.000 1952 Hans Jeppson Atalanta=Napoli £ 52.000 1954 Juan Schiaffino Penarol=Milan £ 72.000 1957 Omar Sivori River Plate=Juventus £ 93.000 1961 Luiz Suarez Barcelona=Inter £ 152.000 1963 Angelo Sormani Mantova=Roma £ 250.000 1968 Pietro Anastasi Varese=Juventus £ 500.000 1973 Johann Cruyff Ajax=Barcelona £ 922.000 1975 Guiseppe Savoldi Bologna=Napoli £ 1.200.000 1976 Paolo Rossi Juventus=Vicenza £ 1.750.000 1982 Diego Maradona Boca Juniors=Barcelona £ 3.000.000 1984 Diego Maradona Barcelona=Napoli £ 5.000.000 1987 Ruud Gullit PSV Eindhoven=Milan £ 6.000.000 1990 Roberto Baggio Fiorentina=Juventus £8.000.000 1992 Jean-Pierre Papin Marseille=Milan £ 10.000.000 1992 Gianluca Vialli Sampdoria=Juventus £12.000.000 1992 Gianluigi Lentini Torino=Milan £13.000.000 1996 Alan Shearer Blackburn=Newcastle £15.000.000 1997 Ronaldo Barcelona=Inter £ 19.500.000 1998 Denilson Sao Paulo=Real Betis £ 21.500.000 1999 Christian Vieri Lazio=Inter £ 32.000.000 2000 Hernan Crespo Parma=Lazio £35.500.000 2000 Luis Figo Barcelona=Real Madrid £ 37.000.000 2001 Zinedine Zidane Juventus=Real Madrid £ 45.600.000 2009 Kaka Milan=Real Madrid £ 56.000.000 2009 Cristiano Ronaldo Manchester United=Real Madrid £ 80.000.000 Cristiano Ronaldo gjørdist í fjør heimsins dýrasti fótbóltsspælari, tá hann skifti úr Manchester United til Real Madrid fyri 80 milliónir ensk pund. Innsetta myndin vísir Alf Common, sum í 1905 gjørdist heimsins dýrasta spælari Mynd: Polfoto