Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 18 • 27. jan. 2010 2. partur Tað yngsta av børnunum hjá Marin Christinu og Hans Chris­ toffer Müller var Hans Christian. Tað einasta, sum hevur verið vitað um hann, er, at hann var føddur 1868, og at hann búsettist í San Fransisco í USA. Hans Christian man ver farin ungur heimani frá. Hann er í hvussu er ikki skrásettur heima í fólkateljingini í 1890, tá ið hann var 22 ára gamal. Men nú er “lívstekin” frá honum, tí í brævasavninum hjá Poul Müller eru nøkur brøv frá Hans Christiani, og siga tey eitt sindur um, hvat ið er viðurfarist honum. Hesi brøvini eru frá árunum 1898 til 1901, og tey eru skrivað frá Winnipeg, miðskeiðis í Canada. Hesin býur er høvuðsstaður í landspartinum Manitoba og liggur suðuri ímóti markinum til USA. Tað er ein “góður” spurningur, hvussu Hans Christian er endaður langt inni í Canada fleiri dagsferðir frá sjónum. Men hesin spurningur verður neyvan svaraður. Ættin í Føroyum veit als ikki av, at Hans Christian eisini hevur verið í Canada. Hans Christian hevur verið ein dúgligur brævskrivari, sum hevur havt gott samband við síni systkin. Tí hava vit møgu­ leika at lýsa hendan ókenda havnarmannin við brotum úr brøvum frá honum, fyrst í brøvum til beiggjan Poul: Mann hava havt gulsótt Fyrsra brævið frá Winnipeg er skrivað 2. juli 1898, har tað millum annað verður skrivað: Kære Poul, Det er unægtelig længe siden, jeg hørte fra dig, men du har vel haft din Tid godt optagen. Jeg hører hjemmefra, at du har været i Italien. Så vidt jeg synes, må det have været på samme tid som alle spetaklerne var der, så det har vel ikke alt været behageligt. Som jeg tidligere har skrevet, hjalp dine særdeles velkomne penge mig til en plads, som jeg nu snart har haft i tre måneder. Da er det desværre slut. Men måske gives der mig chance for en ny. Jeg blev da holdt en måned længere end først var aftalt. Vi har nu haft den sorg at miste vor kære moder, og der er sendt underretning til mig om at sende en fuldmagt hjem til Evensen (í samband við skiftið). Det vilde vist være meget heldigt, om du fortæller mig, hvordan det går. Jeg skulde gerne ønske, at du skrev mig den slags underretning om hvad ordrer du gav Smith (onkur kendur hjá ættini) med hensyn til de penge du sendte. Han har endnu ikke gjort mig regnskab. Min sygdom synes at ville foretage sig lidt efter lidt, skønt huden er temmelig gul endnu. Hvis jeg igen skal til at arbejde hårdt, bliver det svært, men det gør jeg kun, hvis ikke andet kan fås. Kære Poul, skriv mig engang et par ord. Lev vel Din hengivne broder H. C. Müller Tað tykist sum at Hans Christian hevur verið sjúkur, kanska av gulsótt, og at Poul hevur hjálpt honum fíggjarliga. Tað løgna er, at Hans Christian skrivar við teirri donsku rættskriving, sum alment kom í gildi i 1948, t.v.s. “å” heldur enn “aa” og navnaorð við lítlum forbókstavi. Hønur sum felags áhugamál Winnipeg Febr 13. 1899. Kære Poul, Stórur partur av hesum brævinum snýr seg um viðgerðina av skiftinum eftir foreldrunum. Men síðan kemur Hans Christian inn á høsnahald: Hvordan går det med dine høns? Har du nogen endnu, og hvordan kan du få dem til at lægge? Jeg er meget interesseret og har haft en del chancer at stille spørgsmålet her. Der er en del af mine bekendte, der har en del (høns). Det gælder om at få dem til at begynde lægningen i det mindste i november, hvad der kan have sine vanskeligheder, da det er meget koldt. Dog er det lykkedes meget godt. Jeg undrer på, om I har fået fat på Andrée, eller om han er gået neden om og hjem. Der har været et par rygter fra Sibirien, men vist nok noget sludder. Amerikanerne har nu fået travlt med oprørerne på Philippinerne efter at have sluttet fred med Spanien og købt disse øer for 20 millioner. Ja, jeg ved sandelig ikke, hvad jeg skal skrive. Da du selv i dine breve sidste år var gyselig kortfattet, tager jeg mig ikke samvittighedstrang ved at slutte. I det jeg ønsker dig et godt nytår forbliver jeg din hengivne broder H.C. Müller. Tað tykist, at Hans Christian hevur fylgt væl við tí, sum gekk fyri seg í úti í heimi. Andrée var svenskarin, sum í 1897 skuldi flúgva til Norðpólin í eini ballón, men sum strandaði og umkomst á eini oyggj norðanfyri Svalbard. Men í 1899 hava framvegis verið gitingar um lagnu hansara. Í meira enn 100 ár hevur ein partur av okkara søgu ligið á landsskjalasavninum i Grønlandi. Hetta eru brøv, sum eru send til Poul Müller, son gamla sýslumannin H.C. Müller í Havn. Poul var kolonistjóri í Jakobshavn og doyði har í 1901. Saman við øðrum tilfari geva hesi brøv eina áhugaverda lýsing av lívinum bæði í Føroyum og hjá føroyingum í Grønlandi, har tað hesa tíðina vóru fýra føroyskir kolonistjórar. Men fyrst fara vit til Canada Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Müllerættin: Hans Christian »funnin« í Canada Hans Christian Müller búði um næstseinasta aldarskifti í Winnipeg í Canada. Hetta hevur verið ein annars býur enn Havnin! 20 ár seinni búði hann í San Francisco, har hann upplivdi at annaðhvørt hús hevði radio! ➘