Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 18 - 27. januar 2010 viðmerkingar Demokratia og Føroyar – uttan tað eina valdømið Beint undan seinasta løgtingsvali legði táverandi formannskapur eitt uppskot um nýggja valskipan fyri Føroya Løgting. Nýggja valskipanin var skrivað á eitt A4 ark – síðani varð talt til 17 atkvøður í løgting in um – og so vóru Føroyar broyttar frá at vera fleiri valdømi – til eittans valdømi »Tað eina valdømi« Eingin veit veruliga, hvat fór fram í tinginum hendan dagin. Tosað var við stórum yvirskriftum. »Nú skuldi løgtingið føra landspolitikk!!!« »Tað eina valdømi fór at fáa fleiri konufólk á ting!!!« »Við tí eina valdøminum fór lokalpolitikkur at verða førdur í bý- og bygdarráðum!!« Nú vit búgva í tí eina valdøminum – er tað mangur sum gongur við politiskum timburmonnum – tí tað var betur ógjørt. Demokratia Er eitt barn av valdømisskipanini – eitt barn, sum tey fæstu kanska vildu kennast við. Men løgtingslimir – nú tosað vit um tíðina, áðrenn vit fingu tað eina valdømið – komu til ta niðurstøðu, at tíðin var komin til at styrkja javnstøðuna millum menn og kvinnur – eisini í politikki. Tí var peningur játtaður beinleiðis á fíggjarlógini til arbeið hjá Demokratia – og restin er politisk søga. Eg tori ikki at nevna nøvn – men tað vóru nakrar sterkar og málrættaðar kvinnur, sum tóku við stýris- vølin í Demokratia og við væl tilrættarløgdum lýsingarherðferðum og fyrilestrum settu tær javn støðu á fremstu politisku dagsskránna. Ávirkanin av hesum arbeiðinum kendist beinan vegin aftur hjá okkum, sum virka innanfloks í før- oyskum politikki. Sjálvur eri eg formaður fyri Norðoya Sambands- felag, og tá seinasta løgtingsval nærkaðist, var tað umráðandi fyri okkum – eins og onnur lokalfeløg - at javnstøða – ella so nær javnstøða – var á uppstill ingar- listanum til løgtingsvalið. Endin var at Norðoya Sambandsfelag stillaði eins nógvar kvinnur og menn upp á listanum. Vit skóru listan úr átta niður á fýra valevni - tvær kvinnur og tveir menn. Nú - vit eru bert nakrir lítlir fiskar í føroyska polit- iska havinum – men allir flokkar løgdu seg eftir at koma so nær javnstøðu sum gjørligt. Tað gav at bíta, tá Sambandsflokkurin – sum einasti politiski flokkur – ikki hevði eina kvinnu og ein mann í sjónvarpsstovuni til valsendingarnar. Flokkurin hevði valt at seta tveir menn í sjónvarps stovuna, og kritikk- urin heglaði oman yvir flokkin. Allir hinir flokkarnir syrgdu fyri at hava javnstøðu í stóru miðlunum. Tað er tí eingin ivi í mínari verð, at tað er Demo- kratia fyri at takka, at vit fingu fleiri kvinnur valdar á ting, og tí er tað eitt sindur ørkimlandi fyri okkum sum arbeiða innfloks, at forkvinnan í Demokratia sigur, at kvinnuumboðanin er tætt tengd at tí eina valdøminum - ella at kvinnurnar verða við skerdan lut - velja vit valdømisskipanina, fram um fløkju stampin - tað eina valdømið. Umroknað vit tølini frá seinasta løgtingsvali til tey gomlu valdømini, sum vóru sjey í tali – so høvdu tvær kvinnur færri komið á ting – men trýstið hevði tá óivað verið størri at fingið kvinnur út í landsstýrið. Eingin veit at siga, hvussu kvinnuumboðanin verð ur í framtíðini - heldur ikki tey sum trúgva upp á tað eina valdømið – men hvussu verður og ikki so verður før- oyskur politikkur ikki tann sami, sum hann var áðrenn Demokratia fór at virka. Tað vóru framskygnir valdømisvaldir løgtingslimir, sum settu Demokratia á stovn – men nú tingið er mannað við børnum av tí eina valdøminum – hava ætlanir verið frammi um at strika stuðulin til virksemið hjá Demokratia – eftir mínari meting ein katastrofa! Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javn støðu- nevndini, átti tí heldur at hugt meira kritiskt eftir teimum røddum, sum hálovaðu tí eina valdøm inum – um ikki fyri økismenning - so í minstalagi fyri Demokratia’sa skuld. Sagt verður, at á Pálsmessu - 25. januar - kemur lom- vigin á landgrunnin. Allar árstíðir hava hvør í sínum lagi við sær onkrar hugtakandi og spennandi upplivingar. Várið ber boð um nýtt lív. Várlíðkan gevur gróð- ur, og hetta gevur øllum skapningum møguleika til at fjølga um ættina. Hetta er bæði galdandi fyri gróð- ur á landi og sjógvi, eins og hjá øllum skapningum, ið hava gróður í náttúruni sum fyritreyt fyri fram- haldandi lívi. Hjá flestu okkara eru nakrar hendingar í náttúr- uni serliga hugtakandi. Áhugamálini eru ymisk, og í nógvum førum eru fólk glað, tá bøur, hagi og urtagarðar fríðkast, meðan hjá nøkrum er tað veiði- hugurin, ið fær møgu leik- an. Hjá mær hevur tað í nógv størstan mun snúð seg um áhugan fyri fuglin- um í bjørgunum. Ikki tí, eg eri ikki vaksin upp við serligari nýtslu av fugla- meinginum, men eg kom seinni saman við fólkum, ið vóru nær knýtt at hesum. Fyri einum ári síðan sat eg og hugsaði um hesa árstíð, og eg fekk hug at festa nøkur orð á blað, men sum hjá so mongum: "Tað sum fyrst kemur í drag, kemur seinni í lag". Ein skal hava roynt tað, fyri at kenna spenningin í at ferðast í lomvigabergi. Eg fekk møguleikan at vera við á vestursíðuni á Sandoynni, tá eg fekk nærri tilknýti til Sands bygd og kom higar at búgva. Nógvar góðar uppliv ing- ar vóru í Steinsdrangi, undir Lonini og Okna- dalsdrangi. Størstu virðingina og royndirnar fyri bjørgunum fekk eg kortini, tá eg við kennskapi var við "Undir oynni" í Skúvoy saman við bygdarfólkinum har! Eg haldi, tað var í 1986. Rænt hevði ikki verið í Skúvoy síðan 1974, tá fugl urin var so nógv mink- aður, at skúoyingar hildu, at best var at gevast eina tíð, men helst við ynskin- um um, at hetta ikki vardi ov leingi. Farið varð undir oynna at ræna Torkilsháls, á Sig- mundargjógv og Hellisbak. Nú vóru fleiri av teim- um, ið vanliga vóru undan- gongumenn, ikki við meira. Eg visti um Kjartan niðri í Stovu, Jens á Skipa- gøtu og Janus úti í Stovu. Av eldra ættarliðnum vóru við hesuferð Pól á Ríp og Jóannes í Garðinum. Eitt lið við Pól á Ríp fór upp á land á Sig mundar- gjógv. Fyri at sleppa heilt upp á Sigmundarsess var fyri langt síðan settur ein kongur at leggja band um og síðan lesa seg upp, men vísti tað seg nú, at hesin kongur var burtur. Nú var ringt við at gera, men endin var, at Herman á Ríp við dirvi og hegni lesti seg upp við hjálp av einum bátshaka. Har varð síðan ein nýggjur kongur settur. Næsta liðið við Jóannes í Garðinum á odda fór upp í Torkilsháls, og í hesum liði var eg sjálvur. Spenningurin hjá mær var stórur. Í erva varð sigið í tveimum støðum, nevni- liga á Slokkrókini, lendin- um undir henni, og í Stór- enni. Eg gjørdist sera ovfarin, tá Jóannes spurdi, um eg kundi vera sigmaður í Stórenni. Kendi meg ikki júst føran til uppgávuna, men veruleikin til hetta var helst tann, at eg hevði roynt síging áður, og at mannskapið í dag í stóran mun vóru óroyndir menn. Hetta gekk so frægt, sum tað kundi. Jóannes og aðrir fóru inn á Slokkrókina. Niðari var rænt Inni í Hálsinum, í Lítlaenni og har rundanum. Niðast var Skápið. Hetta var spennandi, men veiðan var ikki stór í mun til, hvussu hon hevði verið frammanundan. Minnist meg rætt, so var eg við undir Oynni tvær ferðir. Sigmenn vóru ann- ars Herman á Ríp, Tummas Frank , Hanus úti í Stovu og Jóhan niðri í Stovu y. Um somu tíð varð eisini rænt omaneggja, í Ovara Høvda-Langabakka- og á Dalinum, men har var eg ikki í línu. Var lutvíst at - hyggjumaður við sæti niðan ímóti Langa Bakka og so á Høvdanum, og síðani sjálvsagt við at draga. Sigmenn Oman Eggja hesi ár sum eg minnist vóru Pól á Ríp, Arni úti í Stovu,Ólavur á Skipagøtu, Tummas Frank, Herman á Ríp og Antenes á Fløtti. Ein rík og ógloymandi uppliving! Krøvini til sigmannin eru, at hann skal vera óræddur, væl fyri kropsliga og kimiligur. Bert tann, ið hevur roynt tað, veit, hvussu tørført tað er at gera nakað til nyttu, tá tú hongur í eini línu í einum steyrrættum bergi, og tí ikki fær fóta tær, men má reiggja út og inn alla tíðina, og so í røttu løtu taka teg inn á skort, spíld, rók ella annað stað, har eggini liggja. Fyri ikki at tala um, tá tú fert víðari í sama sigi og inn á aðra spíld, uttan at bróta eggini, tú hevur. Hetta árið 1986 seig Pól á Ríp Andrassarspíldir 68 ára gamal. Eg prátaði við hann, tá hann kom uppaftur um evni at duga at koma inn á hesar smølu og skráu spíldirnar, men hann helt seg nú vera nógv viknaðan. Tað var tann tíð, tá hann var betur fyri, at hann mátti reiggja langt bæði út og inn og til viks á skeiv an, so hann skuldi fáa fóta- festi, og fyri at línan ikki skuldi taka hann útav aftur, meðan hon sveiggjaði, so legði hann seg oftað á ryggin og spenti føturnar upp undir loftið. Nógva staðni er so lágt. Tað setti eisini serlig krøv, tá egg vóru í roð un- um, so onki brotnaði. Seinasta, vit hava frætt, er, at berglop hevur verið á Dalinum, og at nøkur sig eru burtur. Mær kunnugt er onki berg av týdningi lop- ið, síðan veturin 1915/16, tá Kinnin í Sølturhálsi leyp. Fyri dagliga húsarhaldið hevur tað ikki stóran týdn- ing, um náttúruumstøður ikki eru til ræning, men tað verður ein stórur saknur í mentan og trivnaðinum í Skúgvi, um ikki verður farið í lomvigabergini aftur. Tekur hetta ov langa tíð, so eru allir við roynd- um fallnir frá, og neyvan fer eitt nýtt og óroynt ættar lið at byrja av nýggj- um! Eyðun Mohr VidErø formaður í Norðoya Sambandsfelag John WilliaM JoEnsEn Navnið »pálsmessa« vekir vártankar innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he- vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.